Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 153 - 16. august 2003 Nr. 153 - 16. august 2003 23 leið 1989. Tey fýra brotini eru úr arabiskari bók, »Politisku dimensjónirnar við slørinum«, sum útkom í 1989 í Cairo, Egyptaland og tað er skrivað av einum dulnevndum høvundi, »Shara- zada«, hetta er allarhelst ein kvinna. Tað seinna innleggið er á enskum, skrivað fyri um- leið tveimum mánaðum síðan av heimskenda aráb- iska yrkjaranum Adunis. Hetta er ein hugleiðing til ein ensktalandi lesaraskara, til blaðið al-Hayat – í hesum førinum, flest enskt- lesandi arábarar – viðvíkj- andi kjakinum um slørið í Fraklandi. Tó, bæði innleggini um- boða ein gjøgnumskurð av deildu meiningunum um slørið. Tað fyrra umboðar tann átrúnaðarliga vongin. Tað seinna hoyrir til tann intellektuella- sekulera partin. – Hví ganga muslim- skar kvinnur við sløri? Hetta kann verða trupult hjá okk- um at skilja. Niðan- fyri prenta vit tvær hugsanir um musl- imska slørið, sum í modernaðu tíðunum er vorðið eitt stríðsmál, har tað ofta snýr seg um at standa ímóti útlendsku og ikki-muslimsku valdsharra- ávirkanunum MUSLIMAR Johan Jacobsen Høvðusendamálið við hesi grein er eittans - at peika á tann fleirlagaða, fløkta og fjølbroytta arábiska og muslimska heimin. Muslimska slørið um- boðar gjøgnum tíðarinnar gongd ymisk virði, ið broytast ættarlið eftir ættar- lið. Hendan staðfestingin hevur alstóran týdning, um ein skal koma nær at einum rímiligum svari um, hvat slørið umboðar og um hví muslimskar kvinnur ganga við slørinum. Slørið er serliga í modernaðu tíð- unum eitt stríðsmál, her tað ofta snýr seg um at standa ímóti útlendsku ikki-musl- imsku valdsharra-ávirkan- unum. Her eru tvey innlegg úr stóra kjakinum um slørið, ið eru føroyskað úr ávika- víst úr donskum og ensk- um. Tey eru ikki beinleiðis í samband við hvørt annað, uttan so at tey umboða tveir mótpolar í kjakinum. Tíðar- munurin millum hesi bæði innleggini er umleið 14 ár. Tað fyrra er skrivað í um- Úr Jakob Skovgaard- Petersens »Moderne Islam« frá 1995 Í bókini »Politisku veru- leikarnir hjá slørinum« fer høvundadulnavni, »Tann arábiska Sharazada« gjøgn- um átrúnaðarligu, sam- felagsligu, mentanarligu, sivilsku, politisku, fíggjar- ligu og estetisku síðurnar av slørinum. Hesi fýra brot- ini eru úr kapitlinum um tann samfelagsliga týdn- ingin. »Al-Bu`d as-siyasi li l-hijab«, az-Zahra, s. 13, 47, 48-49, 53-54, Cairo 1989. Spurningurin um slørið er, sum mann sigur, einans ein dropi í havinum, men á aðru síðuna er tað eisini eitt mál, ið hevur grundleggj- andi týdning fyri muslim- sku kvinnuna. Tí tað er eitt avgerandi stig móti rein- leikanum og skylduni; bæði í andaligum reinleika, intel- lektuellum opinleika og kensluligum nøgdsemi og sum ein útvíðkan av tí uni- versinum, har menniskjað livir í reinari trúgv og setir seg upp móti harðræði. Tað veri seg sálarinnar egna formyrkaða harðræði ella tann politiski veruleikin við øllum sínum harðræðis re- gentum, ið politisera alt. Slørið blívur hervið ein miðil til at mótseta seg harðræðinum her á jørð og eitt tekin um vakurleikan hjá tí muslimsku kvinnuni, um hon veruliga ynskir at vera vøkur. Hetta markerar, at hon avvísir modernaðu sivilisatiónina við øllum tí hon hevur við sær av sam- felagsligum trupulleikum og sálarligum fløkjum fyri kvinnuna... Menniskja hevur síðan skapanina havt eina trongd at verja sín skamm og tá vit í okkara tíð eru vitni til ein kroppsligan atburð, sum stíðir móti tí menniskjas- ligu natúruni, so kemst hetta av at mátistokkurin fyri rætt og skeivt er broytt- ur: fólks nakni skammur er prísgivin við vakurleika- virðum, tí menniskjað hev- ur mist síni virðir sum menniskjað og líkist meiri og meiri djórunum... Tað islamiska samfelagið, øll umman*, líðir av eini sjúku, ið ber navnið moral- skt forfall og alt hetta upp- hitaða kjakið um kvinnunn- ar tilsløran í islamiskum samfeløgum er úrslit av hesum nakinleikanum og ótilslørleikanum... Slørið er eitt tekin um ta sosialu útviklingina í tí is- lamiska samfelagnum. Gjøgn- um søguna hevur slørið ført við sær útvikling, tí tá kvinnurnar hildu fast við slørið, komu tær longri burtur frá eygnakastinum hjá monnunum og vórðu harvið ikki undirlagdar honum, men blivu fríar. Tað var bara trælkonur, ið pynt- aðu seg og hildu sostatt fast um jahiliya-liviháttin. Har- ímóti hevur tað islamiska samfelagið tikið seg fram í fasum, frá einum andalig- um yvirlegni til eitt veruligt yvirlegni fyri heimsins mótstandi. Fylgjandi bleiv portrið til fleirgudadyrkar- arnar, gyklararnar og ólevn- aðfólk læst og tann sanni [islamiski] samfelagsbygn- aðurin traðkaði fram við teimum lógum, ið stýra honum. Tað blivu tær trúgvandi kvinnurnar, sum framtónaðu hendan bygn- aðin og aktaðu guddómligu lógirnar. Har var ein sam- vitskunnar vakning, ein hjartans reinleiki og eitt intellektuelt tilknýti til Guðs rættvísi, Hann verið prísaður og upphevjaður. Í dag er alt ymiskt frá hvussu tað var í fortíðini, men eisini í dag er dyrkanin av Gudi tað sama sum framstig og stríðið fram eftir einum gløðandi morg- indagi, har royndirnar hjá tí fyrsta islamiska samfelag- num inspireraðu ein og hvønn trúgvandi mann og kvinnu. Slørið er tí ikki bara ein verja av kroppi, æru og vakurleika hjá tí muslimsku kvinnuni; tað er samstundis at halda fast við Guds opinbering, sum í út- gangspunktinum er veru- leikin av rættvísi á jørð og er lík við tilbiðjan av Gudi. Lovaður verið Hann, sum skapti okkum, aleina fyri at vit kunnu æra honum - er tilbiðjanin av Honum ikki tað størsta framstigið? Er hetta ikki framstig, ið leiða til tað mest framkomna samfelagið? Tað liggur á okkum at útforma eitt muslimskt samfelag, ið til- biðir Gud og arbeiðir fyri dyrkanini av Honum fyri allar muslimar við at missionera og fella dóm yvir avgudarnar... Nú vil lesarin kanska siga: hetta er at gera eitt lítið mál stórt og blæsa tað upp. Til hetta vil eg svara: mann kann ikki siga, at tað er at blæsa eitt mál upp, tá tað snýr seg um at lyfta Guds merki á jørð. Tí, er ikki pyntusjúkan hjá kvinn- uni orsøk til hjúnaðar- bandsskilnað, og er ikki hjúnaðarbandsskilnaður or- søk til órudd í ættini? Alt hetta er ólýdni móti Gudi og harumframt tilafturs- støða... Verjanin av tí musl- imsku kvinnuni er eitt av- gerandi samfelagsligt og individuelt framstig, og is- lam er komið fyri tign menniskja. *umman: Islamiska meinigheitin ella samfelagið Muslimska Slørið – tvær meiningar Slørið Her má vera gitt eitt sindur. Strangur sensurur ger seg galdandi í øllum teimum aráb- isku statunum, so tað er væl skilligt at dulnavn verður nýtt í hesum førinum. Slíkar átrúnaðarligar bókmentir sum hendan, ið eisini óbeinleiðis finst at teimum ráðandi í samfelagnum verða helst sensoreraðar og viðkomandi høvundur revsaður, ofta fongsulsrevsing. Men svarti marknaðurin er sterkur, so staturin hevur ikki fullkomið vald á øllum bókaútgávum. »Tann arábiska...«, staðfestir hvat mál hvat mál við- komandi tosar og møguliga liggur okkurt tjóðskaparligt aftanfyri. »Sharazada« Hetta navnið er kent frá frásagnunum úr søguni »Túsund og ein nátt«. Søgan er bygd rundanum kongin Shahrayár, ið hevnir seg inná allar jomfrúur, tí hansara kona hevur verið honum ótrúgv. Hvørja nátt giftir hann seg við eini nýggjari jomfrú, sum hann drepir, tá tað tekur at lýsna. Sharazada er døttir ein av kongsins ráðharrum. Hon steðgar hesum ræðuliga atburðinum, við at siga sera spennandi søgur og steðga frásøgunum júst tá dimmið kemur á. Hetta er eitt sera kent navn í arábiska heiminum og verður t.d. ofta brúkt í modernaðum arábiskum bókment- um. Um tað arábisku Sharazada Adunis er pennanavni hjá høvundanum, tað stavar annars frá grikska natúrgudinum. Navn: ´Ali Ahmad Sa´id Føðistaður: Kassabin, nær við býin Latakia í Sýria Føddur: 1929 Búðstaður: Libanon og Frakland Kendur fyri: Tann mest týðandi modernaði arábiski yrkjarin. Hann útviklaði ein slóðbrótandi hátt at skriva yrkingar á arábiskum – fleiri hava fylgt hans- ara leiðum. Í 1957 var hann við til at stovna bók- mentatíðarritið Shi´r og seinni tíðarritið Mawaqiif í 1968, bæði hava tey havt stóran leiklut í arábiskum mentanarlívi. Starv: Professorat í arábiskum bókmentum á Leban- ese University í Beirut frá 1970-85, professor í aráb- iskum á Sorbonne 1980-81 og hevur eisini lært frá sær og hildið fyrilestrar í fleiri øðrum vesturlendsk- um universitetum. Annars er hann virkin høvundur og bókmentaummælari. H Fakta um Adunis Muslimska slørið umboðar gjøgnum tíðarinnar gongd ymisk virði, ið broytast ættarlið eftir ættarlið. Hendan staðfestingin hevur alstóran týdning, um ein skal koma nær at einum rími- ligum svari um, hvat slørið umboðar og um hví muslimskar kvinnur ganga við slørinum. C M Y K 23 22 www.smyril-line.fo Jón Rói fl ytur við J. Broncksgøta 35 P. O. Box 370 FO-110 Tórshavn tlf 34 59 60 fax 34 59 52 T-postur: cargo@smyril-line.fo