Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– UEFA fer at geva feløgum møguleika at spæla á graslíkisvølli um stutta tíð, tí at í fleiri londum er tað torført at hava ein góðan grasvøll alt árið, sigur fyrrver- andi norski stórspæl- arin Rune Bratseth um graslíki FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Um nøkur fá ár kunnu vit vænta, at føroysk feløg kunnu spæla sínar heima- dystir á graslíki. UEFA fer nevniliga skjótt at opna dyrnar fyri hesum møgu- leikanum. – Tey seinastu signalini frá UEFA eru, at vit í 2005 fáa vit møguleika at spæla okkara Evropa Cup dystir á graslíki, sigur Ísak Mikla- dal, aðalskrivari í FSF. Evropeiski felagsskap- urin arbeiðir nevniliga mið- víst fram ímóti, at møgu- leiki skal vera fyri at spæla altjóða dystir á graslíki. Hetta hevði sjálvsagt verið ein stórur fyrimunur fyri føroysk feløg, tí at allir dystir í Føroyum verða spældir á graslíki. Fótbólts- sambandið hevur fleiri ferðir sett hetta ynskið fram í UEFA, men higartil hevur tað gingið heldur striltið. Positiv signal frá UEFA Tað er greitt, at framleið- arar at graslíki hava gjørt stór framstig seinastu við at menna graslíki, so at tað líkist alt meira veruligum grasi. Hendan framgongdin hevur við sær, at UEFA skjótt kann geva grønt ljós fyri, at dystir verða spældir á kunstigum undirlagi. UEFA hevur eitt sokallað “Players Panel”, har fyrr- verandi leikarar, sum hava spælt á hægsta stigi, gera sínar metingar um fótbólt í dag, og teir geva stjórnini í UEFA tilráðingar um ymisk viðurskifti. Hetta pallborðið kom á sínum seinasta fundi til ta niðurstøðu, at UEFA eigur at geva feløgum møguleika at spæla á graslíki. Orsøkin til hetta er, at graslíkisvall- irnir gerast alsamt betri, og um ungdómar fáa møgu- leika at spæla á hesum undirlagnum fer tað at gerast betri umtókt. Fá ár Fyrrverandi norski lands- liðsleikarin, Rune Bratseth, sum spældi við Werder Bremen í týsku bundes- liguni, situr í panelinum hjá UEFA. Í dag er hann ítróttarstjóri í norska felag- num Rosenborg. Hann tekur undir við, at graslíki verður góðkent til altjóða dystir. – UEFA fer at geva feløg- um møguleika at spæla á graslíkisvølli um ikki so langa tíð, tí at í fleiri lond- um er tað torført at hava ein góðan grasvøll alt árið, sigur Rune Bratseth, sum tó ikki kann siga nágreiniliga, nær hetta fer at henda. Hann nevnir í hesum sambandi, at komandi kappingarár fara norsk feløg at kunna spæla landskappingardystir á kunstigum grasi, og hann hevur frætt, at nøkur feløg fara at gera sær dælt av hesum møguleikanum, tá tað ikki er møguligt at spæla á grasi. Hann leggur tó dent á, at tað altíð fer at vera betri at spæla á einum góðum gras- vølli enn á einum graslíkis- vølli. – Allir framleiðararnir av graslíkisvallum arbeiða miðvíst við at betra um góðskuna, og tí kunnu vit nú tosa um at spæla lands- kappingar- og altjóða dystir á graslíki, sigur Rune Bratseth. Ein annar fyrrverandi stórspælari, sum eisini situr í panelinum hjá UEFA, er fransmaðurin Jean-Pierre Papin, og hann er meira bersøgin. – Kunstigt undirlag er framtíðin, er hann siteraður fyri at siga í blaðnum UEFA Direct, sum UEFA gevur út. FSF streingir á Fótbóltssamband Føroya tekur sjálvsagt undir við uppskotinum um at loyva dystum á graslíki. Ísak Mikladal, aðalskriv- ari í FSF, sigur, at hetta er nakað, sum teir hava kent til í fleiri ár, og Fótbólts- sambandið hevur í fleiri ár borið hetta ynskið fram fyri UEFA. Teir nýggjast vallirnir í Føroyum, sum eru í Klaksvík, Fuglafirði, Gøtu, Runavík og Skála, eru teir bestu, ið eru á marknað- inum í løtuni. Hesir vall- irnir fáa óivað góðkenning um nøkur ár. So er bara eftir hjá før- oyskum feløgum at hava karmarnar í lagi, so at teir lúka øll mynsturkrøv hjá UEFA. Ein av trupulleikunum hjá UEFA hevur verið, at felagsskapurin ikki vil hava monopol á marknaðinum fyri graslíki. Hesin eini framleiðarin, sum hevur framleitt teir nýggjastu vallirnar í Før- oyum, er langt frammanfyri sínar kappingarneytar, og um UEFA nú gevur grønt ljós fyri at spæla á graslíki, fer hesin veitarin at seta seg einaráðandi á marknaðin. UEFA vil ístaðin geva øðrum framleiðarum møguleika at koma uppá sama støðið sum tann fremsti, áðrenn nøkur góð- kenning verður givin. Tað skal vera ein av orsøkunum til, at UEFA bíðar við góð- kenningini av kunstigum grasi. Ráðstevna um graslíki Í hesi vikuni hava tey norð- urlendsku fótbóltssam- bondini havt eina ráðstevnu um graslíki. Ráðstevnan var í Noregi, og Rúni Heinesen, nevndarlimur í FSF, hevur umboðað Før- oyar á hesi ráðstevnu. Tíverri fingu vit ikki fatur á Rúna Heinesen fríggjamorgunin, men Ísak Mikladal sigur, at høvuðs- evnið á ráðstevnuni var graslíki. Ætlanin er at streingja á UEFA fyri at fáa góð- kenning at spæla á graslíki. Nr. 138 • hósdagur • 24. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Dystir hetta vikuskiftið B71 – AB ÍF – B36 VB – B68 KÍ – Sumba TB – LÍF 1 ÍF 10 7 - 2 - 1 19 7 12 23 5 - 0 - 0 15 - 4 2 - 2 - 1 4 - 3 2 Sumba 10 6 - 3 - 1 22 5 17 21 3 - 2 - 0 14 - 1 3 - 1 - 1 8 - 4 3 TB 10 6 - 1 - 3 25 16 9 19 5 - 0 - 0 16 - 5 1 - 1 - 3 9 - 11 4 VB 10 5 - 1 - 4 19 13 6 16 3 - 1 - 1 12 - 4 2 - 0 - 3 7 - 9 5 KÍ 10 5 - 1 - 4 21 30 -9 16 4 - 0 - 1 11 - 6 1 - 1 - 3 10 - 24 6 AB 10 3 - 4 - 3 19 16 3 13 3 - 2 - 1 15 - 8 0 - 2 - 2 4 - 8 7 B36 10 3 - 3 - 4 17 14 3 12 2 - 1 - 2 11 - 6 1 - 2 - 2 6 - 8 8 LÍF 10 3 - 1 - 6 14 26 -12 10 1 - 1 - 3 9 - 15 2 - 0 - 3 5 - 11 9 B71 10 2 - 1 - 7 14 16 -2 7 2 - 1 - 1 12 - 2 0 - 0 - 6 2 - 14 10 B68 10 1 - 1 - 8 5 32 -27 4 1 - 1 - 3 1 - 8 0 - 0 - 5 4 - 24 DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT VUNNI JAVNT TAPT MÁL VUNNI JAVNT TAPT MÁL VUNNIN MÁL TAPT MÁL MÁL MUNUR STIG HEIMA ÚTI Graslíki fær ein møguleika 2. DEILD Graslíkið er framtíðin, vil onkur vera við. Føroysk feløg fara eftir øllum at døma at spæla sínar heimadystir í evropeiskum kappingum á sínum veruliga heimavølli heldur enn á Svangaskarði ella á Tórsvølli. Myndin er tikin av graslíkisvøllinum á Argjum Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 153 - 16. august 2003 ÚR AL-HAYAT 26. JUNI 2003 Høvundur: Adunis Hugsandi um tað áhaldandi kjakið í tekur seg upp í Fraklandi serliga, og í øðr- um vesturlendskum lond- um, generelt: 1. Líkamikið, hvussu ym- isk sjónarmiðini viðvíkj- andi slørinum hjá tí muslimsku kvinnuni eru, so er tað møguligt at siga, at tey eru ikki ann- að enn ein bunki av tulk- ingum. Tað er eingin skrift, ið áleggur slørið – eins og tey átrúnaðarligu víðgongdu vilja vera við. Tað er ein frágreið- ing til viðmerkingarnar, ið gjørdar eru. Men er tað rætt, átrúnaðarliga talað, at hesar frágreið- ingar koma uppá eitt lógar- og lógargevandi støði? Tó, hetta málið við slørinum heldur á fram við at vera kontroversi- elt. Hvør hevur rætt ella magt til, at áleggja sína egnu tulking á øll fólk og loyva sær sjálvum at brúka harðskap fyri at fáa sín vilja ígjøgnum, ikki bara mótvegis kvinnum, men eisini móti teimum, ið eru ósamd við teimum og øllum samfelagnum? Orsakað av, at málið um slørið er eitt sera gamalt kjakevni í islam- iskum samfeløgum, ið, generelt, ikki eru sivili- seraði, kunnu vit skilja trupulleikan og fløkjuna, sum tey víðgongdu is- lamistisku standpunktini skapa í siviliseraðu vest- urlendsku samfeløg- unum, sum aftur skapa fleiri trupulleikar, ið skaða muslimarnar í hesum umtalaðu sam- feløgum – sum einstak- lingar og skaða sjálvt Is- lam, sum eina visjón um menniskjað og heimin, ein sjálvan og hin. Tann mest einfalda hugmynd- in er tann at innflutti muslimurin, serliga tann, ið hevur sama nationalitet, sum landið hann livir í, skuldi vita hvar ein dróg markið millum privatu og tað al- mennu sferuna, millum privata trúgv og felags samfelagslig virðir. Faktiskt, skuldu øll lagt seg undir tey síðst- nevndu virðini, serliga undir tær sivilu og út- búgvingarligu institu- tiónirnar. Muslimarnir, ið hanga seg í málið um slørið, áttu at vita at hetta áhaldnið, avdúkar at tey hava onga virðing fyri kenslum hjá øðrum, ið liva í sama samfelagi og at tey ikki trúgva hes- um virðum og at tey her- taka teirra lív og gera gjøldur við teirra lógum, sum tey so dýran og leingi hava stríðst fyri, og at tey forða ella nokta republikanskum demo- kratiskum hugtøkum, ið eru galdandi í júst tí landinum, sum gevur teimum arbeiði og frælsi. Tey áttu at við- gingið, at hetta áhaldnið, um slørið, er meiri enn eitt brot á eina atferð, ið loyvir fleiri vesturlend- ingum at síggja hetta sum eina hertøku. 2. Summi vilja vera við, at muslimska kvinnan í vesturheiminum velur at ganga í slørinum frívilj- að. Hetta er opið til at kjakast um, men ikki júst nú. Men, tá vit, í París til dømis síggja ungar gentur, ið eru minnið enn fýra ár ganga við sløri, kunnu vit tá siga at tær ganga við tí við fríum vilja? Hvat er fríur vilji hjá eini fýra ára gamlari gentu? Hví síggja teir víð- gongdu muslimsku inn- flytararnir í frælsinum, sum teir koma til, einans hættir at almannakunn- gera sína isolatión og teirra migratión innaní immigratiónini? Teir liva í hesum londum orsakað av júst hesum fræls- inum. Tískil, tá teir kunngera teirra trúgv ella, tá teir útføra trúnna við sløri ella skeggi, ella báðum, tá forbróta teir seg fyrst og fremst móti Islam, tí teir niðurgera tess virðir við hesum yvirfladisku formalitet- unum og vísa tað fram við einum súmboli, ið leggur Islam fram sum einans eitt yvirfladiskt ritual. Er tað soleiðis muslimar skulu fram- leggja Islam í hesari øldini – Islam, sum í fleiri øldir stóð sum ein varði fyri kreativiteti og útstráling? Síggja tey ikki, at tey, við teirra at- ferð, »sløra« Islam, at tey goyma tess andlit og harvið avskepla og køva tað? Tey, ið rópa fyri at áleggja og innføra slør- ið, eru ein minniluti í vest og millum muslim- arnar í arabiska heim- inum. Um tað at ganga við sløri varð sett til eitt demokratiskt val, vildi tað væl og virðiliga fall- ið. Hesin minnilutin, ístaðin fyri at virða fólkaræðið og tess lógir í vest, roynir at nokta hesi skipan lív og roynir at áleggja síni trúvirðir omanyvir, ikki einans muslimar, men eisini fólkaræðinum sjálvum. Eg veit ikki, hvussu mann umskyldar ella verjir hendan hugburð, ella, um mann kundi brúkt tað til nakað ella, um tað hevði verið eitt veruligt úttryk av Islam. Ein og hvør persónur, ið kannar eftir sakliga og neyvt, sær partisanarnir fyri slørinum ikki sum átrúnaðaligar menn, men sum politikarar. Sann- leikin er, at allar sann- royndir vísa á, at hesin minnilutin er politiskur, og at muslimar og vest- urlendingar áttu at vent sær til hann sum ein politiskan flokk og ikki sum eina átrúnaðarliga eind. 3. Moskan er einasta staðið har muslimurin er privi- ligeraður í vesturheim- inum (soleiðis skuldi tað eisini verið í arabisku londunum). Tað er tað einasta staðið har hann kann útføra hansara fullu trúarrættindir. Ein- hvør praksis uttan fyri hesar veggir, socialt ella alment, er eitt álop á felagsvirðir. Institutión- in, serliga tann útbúgv- ingarliga, sum skúlar og lærdir háskúlar, er eitt alment og felags stað. Eitt stað, har tað ikki átti at verið nøkur privat átrúnaðarlig tekin, líka- mikið hvat tey skuldu verið. Vit leggja afturat institutiónini, gøtuna, kaffihús, biografar, klubbar og almennar konferanshøllir. Nærver- an av átrúnaðarligum samleikateknum á hes- um støðum er eitt brot á teirra týdningar og enda- mál. Tað er eitt brot á tann einstaka, ið tilhoyr- ir tí felags unika sam- leikanum. Tað er eitt súmbol um seperatións- viljan og ein noktan av integratión. Tað er ein staðfesting av tí annar- leiðis privata samleik- anum, innanfyri mono- theistiska almenna sam- leikanum. Hetta er ein avbjóðing fyri almennu kensluni, almenna dám- inum, almennu mentan- ini og almennum morali. Framkoman av eini áherðslu á tað privata í tí almenna er eitt slag av teatur umboðan, ið ikki hóskar átrúnaðinum. Á- trúnaðarliga upplivingin er grundað á intimitet, eitt slag av loyndarleika, einfaldni, tøgn og isola- tión, burtur frá allari út- sjónd. Um nøkur mót- mælir eru móti muslim- sku kvinnuni, ið ber slørið, í navninum á átrúnaðarligum frælsi, so er hesin rættur varð- veittur og virdur so leingi sum hann er privatur, útførdur í hósk- andi karmum. Um tað fer útum hetta mark, ger- st tað til eina meiri aggressiva atgerð á hin; vanvirðandi meiningina, tankar og kenslur hjá hinum. Hetta er, í atløgu til at forsmáa sivilar al- mennar lógir og tær megnar royndir og ofr- ingar, ið gjørdar eru til frama fyri at veruleika- gera tær. 4. Tá Abbasid kaliffarnir* góvu boð um, at ikki- muslimar skuldu ganga við teknum fyri at skilja teir at frá muslimum, var tað ein forbanning, og tað var eisini eitt tekin um afturgongu og stagna- tión. Men hetta hvarv skjótt við útviklingini av samfelagnum. Tað er løgi og trupult at skilja, hví summir muslimar í vesturheiminum ganga við sløri og skeggi fyri at atskilja seg frá restini av samfelagnum teir liva í. Hetta áhaldni er ein at- gerð á teirra søgu, ein forbanning av henni, teirra mentan og teirra tilveru í heiminum. So, tað sýnist fyri áskoðar- anum, at slørið ikki ein- ans er eitt brot á lóg og mentan hjá hinum, men tað er ein sjálv-rannsak- an og eitt annað aspekt av lívinum – í ørmum deyðanna. 5. Samanumtikið, sigi eg, at átrúnaðarliga tulking- ini, ið áleggur slørið á muslimsku kvinnuna – sum livir í einum lógar- og rættar landi, ið atskil- ir millum átrúnað og politik og trýr á javn- støðu millum mann og kvinnu við atliti til teirra rættindir og skyldur – avdúkar eitt sinni, sum ikki einans goymir kvinnuna, men eisini menniskjað og sam- felagið og lívið. Tað slørar vitið og skilið. Tað er ein tulking, ið gevir fleiri í vesturlondunum orsøk at síggja í tí eina roynd at broyta tey virð- ir, ið sett eru eftir stórt stríð fyri frælsi, rættvísi og javnstøðu. Tey eiga at síggja í tí, eitt krav um at strika leiklutin hjá kvinnuni í tí samfelags- liga, mentanarliga og politiska almenna lív- inum, sum fullkomiliga mótsigur lógunum í sivila lívinum í Evropa og vesturlondunum. Tað er ein tulking, ið roynir at broyta mann og átrún- að bæði, og gera tey um til amboð í tænastuni hjá dominerandi maskinarí- um, ið verða stýrd av einum blindum harð- ræði. * Abbasid kaliffarnir: Formella Abbasidríkið var frá 750-1258. Tann gylti tíðaraldurin er fyri arábarunum frá 700-900, í hesum tíðarskeiðinum var abbasiddiska høvuðssætið í Bagdad. Frá Atlantarhav- inum við Norðafrika og Spania og so langt inn í vest asiatiska meginlandið, vóru muslimsku arabararnir teir leiðandi. Nógv skriftvirksemi fer fram og um tað ikki hevði verið fyri arabisku umsetar- arnar av grikskum og øðrum vísindaligum og bókmenta tilfarið, so hevði renesansan ikki verið tann sama. Eitt slør á høvdið – ella á heilan? Hidjab er arábiska merkingin fyri slør. Rótin á arábiska orðinum, h-dj-b, merkir at dekka frá sýni ella goyma. Hetta er eitt klædnaplagg, sum dekkar høvd og kropp. Tað, at kvinnur skulu goyma høvd og kropp við klædnaplaggi, verður nevnt í Koranini og í tradi- tiónunum (hadith), hetta eru frásagnir um tað, ið profeturin hevur sagt og gjørt. Hesar skriftirnar eru eisini heilagar fyri muslimum. Sum sagt, eru tulkingarnar av versunum, ið um- tala slørið, deildar og ymiskar. Meiningarnar um, hvussu nógv slørið skal dekka, eru eisini deildar. Kapitulin og versið í Koranini, sum ofta verður víst til, tá spurt verður um slørið, er 33,59. Har stendur nakað soleiðis: »O! Profetur, sig tínum konum, døtrum og kvinn- unum hjá teimum trúgvandi, at tær skulu lata seg í teirra klæðir, ið dekka allan teirra kropp. Hetta hóskar seg betur, so tær kennast aftur og ikki koma illa fyri. Og Gud er fyrigevandi og miskunnsam- ur.« Slørið – Hidjab Heimskendi arábiski yrkijarin, Adunis, hevur skrivað hetta innleggið C M Y K 24