Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 16. august 2003 27 27 26 Nr. 153 - 16. august 2003 Við sera sannførandi sentralum miðvall- arum sum drívmegi, megnaði KÍ heilt væl setningin, sum teir frammanundan ferð- ini til Molde høvdu sett sær KÍ Í EUROPA CUP Jóannes Hansen Tað var stilli, men í avfalli vóru umstøðurnar í Molde hósdagin átøkar teimum, sum vóru, tá ið Luksem- borg á sinni spældi í Før- oyum. Tað regnaði so mikið nógv, at fleiri vegir til Molde vóru stongdir. Tað hevði við sær, at tað ikki bar øllum, sum høvdu ætlað sær á Molde stadion, at koma vegin fram. Á Molde stadion søgdu tey, at tað ongantíð hevði regnað soleiðis undir dysti, sum tað gjørdi hesa ferð, síðani framúr stásiliga fótbólts- kompleksið varð tikið í nýtslu í 1998. Hóast vøllurin hevði verið undir plastdúki inntil hálvan annan tíma undan dystarbyrjan, so var vøll- urin ógvuliga vátur, og tað var fótbóltsspælinum til stóran ampa. Bólturin ferðaðist ikki altíð, sum spælararnir høvdu ætlað at hann skuldi, og tað tóktist sum um teir á heimaliðnum høvdu størri trupulleikar av hesum enn KÍ spælararnir. Molde hevði bóltin nógv. Klaksvíkingarnir vóru í sera væl skipaðari 4-5-1 uppstilling. Teir megnaðu at halda mótstøðumonn- unum frá stórum møgu- leikum. Tá ið teir yvir- lappaðu, megnaðu Jan Andreasen og Arnold Joensen í høgru og Harley Bertholdsen og Hjalgrím Elttør í vinstru at byrgja fyri krossbóltum. Miðvall- ararnir arbeiddu so tað stóð eftir í, og teir tiptu fyri sendingum í dýpdina. Tá ið tað onkra ferðina eydnaðist at senda í brotsteigin, vóru føroysku spælararnir oftast við yvirlutan í luftstríðnum. Molde skoraði tvey mál, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfar- inum. Í báðum førum var talan um óhepnar deyð- bóltsstøður. Í fyrra førinum tóktist bólturin vera á veg av vøllinum, tá ið Ovi Nysted royndi at takla miðvallaran í vinstru og liðformannin Daniel Berg Hestad, sum fór um koll, og dómarin peikaði á ellivu metrar. Kartin Joensen hevði ongan møguleika at verja fyri flata og neyva sparkinum, og hálvan ann- an minutt seinni noyddist hann aftur í meskarnar. Alexander Djordjevic fór um koll á váta vøllinum, Ovi Nysted kendi seg noyddan at senda til horna, og eftir innlegg og tvær ferðir aftur og fram endaði bólturin hjá miðverjanum David Ljung, sum úr heilt stuttari fjarstøðu sendi í meskarnar. Molde spældi seg bara til ein upplagdan málmøgu- leika. Eftir eitt tvey saman- spæl fram ímóti dystarenda varð innskifti Bernt Hulsker púra leysur, men Kartin Joensen vann tví- dystin teirra millum. Meiri altjóða snitt Eingin ivi var um, hvat liðið hevði heimavøll, og hvørja uppgávu gestirnir vóru komnir at loysa. Tað ráddi um at verja og varð- veita bóltin. Jacob Bymar var einsamallur á topp- inum. Hann stríddist, men uppgávan var vónleys. Tá ið Eyðun Klakstein loysti Jacob Bymar av, varð Hjalgrím Elttør fluttur fram í álopið, og tá tóktist tað sum um, at eitt vet meiri av broddi kom í. Eisini tí at heimaliðið tóktist hava hug at toga eitt sindur í brems- una. Váti vøllurin hevði við sær, at tað bar illa til at rokna út, hvussu støðan fór at taka seg upp. Síðstu fimm minuttirnar hevði KÍ trý vandamikil fríspørk og eitt hornaspark, og serliga frísparkið hjá Allani Joensen úr tjúgu metrum og eitt vet til høgru og ímóti handara stólpa- num var vandamikið. Flata sparkið stiklaði, áðrenn bólturin tók í ein Molde mann, og Eddie Gustafsson noyddist at toyggja seg fyri at benda út til horna. Tað vóru eyðsýndir mun- ir á føroysku og norsku fót- bóltsspælarunum. Molde spælararnir vóru stórir, og teir tóktust vera krops- sterkir, hóast tað ongantíð var soleiðis, at teir høvdu yvirvág í nærdystunum. Teimum líkaði væl langar og høgar sendingar. Trupul- leikin var, at hesar oftast ikki vóru nóg neyvar. Hóast tað mesta fyrstu fimm korterini gekk fyri seg á helvtini hjá KÍ, so var tað ein fragd at síggja hvít- klæddu Kí spælararnar (Molde spælararnir vóru í bláum búnum) vísa fót- bóltshegni og als ikki at vera imponeraðar av, at teir nú vóru í Europa Cup á útivølli og vóru á einum tí stásiligasta stadion í heim- inum. Allan Joensen hevur verið skaddur mesta partin av árinum. Tí kundi tað tykjast djarvt av Jan Joen- sen at seta yngra beiggjan í sentrala og verjukenda miðvallarleiklutin. Men Allan Joensen spældi fram- úr væl. Saman við Jan Joensen og Atla Danielsen dugdi hann at temja, snara um seg sjálvan og mót- støðumenn og við krops- fintum at fáa mótstøðu- menninar frá sær. Men tá ið tað skuldi spælast fram ímóti Molde verjuni, gjørd- ist tað ov tunnt, tí har var so lítil manning. Skiftisspæl- ararnir, Eyðun Klakstein, Símun Joensen og Fríðin Ziskason, høvdu ongan trupulleika at fella inn í samanspælið. Eftir dystarlok kendist tað eitt sindur snópisligt, at KÍ ikki hevði gjørt meiri fyri at fáa tað týdningar- mikla útivallarmálið og harvið at birta eyka spenn- ing undan heimadystinum. Tað hevði verið vágið, men royndin átti kanska at havt verið gjørd. Molde menn- inir tóktust vera nøgdir við, at tað endiliga hevði eydn- ast teimum at fáa tvey mál, og teir høvdu tikið frá. Tí høvdu teir neyvan megnað at sett ferð á álopspartin, sjálvt um eitt nú Eyðun Klakstein síðsta korterið hevði verið meiri framrætt- aður, og í staðin fyri á ytsta miðvallarplássinum í vinstru hevði verið undir liðini á Hjalgrími Elttør. Eingin støða var av tí slagnum. Men um Hjalgrím Elttør og Eyðun Klakstein høvdu bjóðað av ein ímóti einum í brotsteiginum, so hevði tað verið sera spenn- andi at sæð, hvussu tað hevði havt tørnað út, og um eysturíkski dómarin ikki hevði havt komið í støður, har hann hevði havt verið noyddur at bríksla fyri brotssparki. Tað fáa vit ongantíð at vita. Men KÍ slapp undan triðja Molde málinum. Tað er 2-0 til Molde, tá ið klaksvíkingar um tólv dag- ar fara at renna inn á vøllin á Svangaskarði. Um tað í tí uppgerðini rættuliga skjótt hevði eydnast KÍ at skora eitt mál, so hevði tað verið rættuliga spennandi. Tað er dreymastøðan hjá KÍ, og um hugburðurin og offur- viljin verður tann sami ta ferðina, sum hann var hós- kvøldið í Molde, so er tað ikki eingin møguleiki fyri, at dreymurin kann gerast til veruleika. Men tað skal nógv til, og um tað fer at eydnast Molde at skora eina ferð, so verður tað eingin møguleiki hjá KÍ. Tíbetur tykjast KÍ spæl- ararnir einki hava ímóti at geva seg. Tí verður tað heilt spennandi. Klaksvíkingar halda seg framvegis hava møguleikan Eftir 0-2 á útivølli trúgva KÍ-spælararnir framvegis uppá, at tað skal bera til at koma víðari. Her fegnast KÍ- arar um annað av málunum hjá Allani Mørkøre ímóti ungarska liðnum Ujpesti í fjør Allan Joensen, við longum jarnknobbum undir skónum, var besti KÍ-spælarin hóskvøldið Mynd: Norðlýsið Molde: 1. Eddie Gustafsson – 17. Trond Strande, 13. Tobias Carlsson, (23. Martin Høyem, 63.), 4. David Ljung, 7. Thomas Mork – 14. Fredrik Gustafson, 11. Magnus Kihlberg, 6. Daniel Berg Hestad liðformaður – 19. Anders Hasselgård (8. Arild Stavrum, 79.), 40. Øyvind Hoås (9. Bernt Hulsker, 46.) 10. Magne Hoset Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Knut Dørum Lillebakk, 5. Ólafur Stigsson, 16. Erlend Ormbostad, 18. Stig Arild Råket Gult kort: Magne Hoset 26., Bernt Hulsker 64., Fredrik Gustafson 71. Venjari: Odd Berg Hjálparvenjari: Jan Hansson KÍ: 1. Kartin Joensen – 4. Jan Andreasen, 19. Ovi Nysted, 13. Alexander Djordjevic, 5. Harley Bertholdsen (15. Fríðin Ziskason, 90.) – 6. Arnold Joensen, 11. Atli Danielsen, 8. Allan Joensen, 21. Jan Joensen (7. Símun Joensen, 75.), 10. Hjalgrím Elttør – 9. Jacob Bymar (18. Eyðun Klakstein, 56.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. John William Joensen, 2. Sámal Eyðfinn Akursmørk, 3. Leon Bjartalíð, 17. Erling Fles Gult kort: Harley Bertholdsen 31., Ovi Nysted 34., Eyðun Klakstein 57. Venjari: Jan Joensen Hjálparvenjari: Olgar Danielsen Málmansvenjari: Manne Høgnesen Lækni: Magnus Magnussen Fysioterapeutur: Hedvig Matras UEFA CUP Molde FK – KÍ 2-0 (2-0) Hósdagin 14. august kl. 19.00 á Molde stadion 868 áskoðarar Dómarabólkur úr Eysturríki: Gerald Lehner, Johann Hechtl, Raimund Buch og Wolfgang Falb 1-0: Magne Hoset br 35. 2-0: David Ljung 37. C M Y K 26 Molde venjarin ill- neitaðist inn á sínar spælarar fyri ikki at hava givið seg heilt síðstu løtuna og skorað triðja málið, ið átti at havt tikið allan spenningin burtur KÍ Í EURUPA CUP Jóannes Hansen Molde venjarin, Odd Berg, hevur stórt trýst á sær. Tað sást á øllum brøgdum á tíðindafundinum í niðastu hæddini á stásliga Molde stadion hóskvøldið. Hann segði seg vera lættan um, at tað endiliga hevði eydnast hansara monnum at skjóta mál, men hann var ikki heilt nøgdur við, at teir ikki vunnu meiri enn 2-0. – Tað var ikki til at fata, at okkara menn meiri ella minni sleptu endanum síðstu løtuna. Tá áttu teir at havt givið alt og við triðja málinum syrgt fyri, at allur spenningur var farin úr hesum umfarinum, áðrenn vit skulu til Føroyar. Eg rokni avgjørt við, at tað fer at eydnast okkum at spæla okkum víðari í kappingini, men tað kundi havt verið teprari, um tað síðstu løt- una hevði eydnast hjá Klaksvík at skora eitt til- vildarligt mál. Teir vóru jú í og kring brotsteigin hjá okkum fleiri ferðir síðstu minuttirnar. Roknar tú við, at mót- støðuliðið fer at vera meiri ágangandi, tá ið teir fara at eiga heimavøll? – Teir eru væl komnir at halda seg á sínari helvt alla tíðina. Støðan hjá teimum er soleiðis, at teir bæði skulu ansa eftir, at vit ikki gera mál og sjálvir syrgja fyri at skora tvey mál. Eg dugi ikki at ímynda mær annað, enn at tað verður lættari hjá okkum, tá ið teir fara at flyta seg longri fram, enn teir gjørdu í kvøld. Var tað støri bági hjá teimum ella tykkum, at vøllurin var so vátur? - Tað var ein størri bági hjá betra fótbóltsliðnum, og eg haldi avgjørt, at vit áttu betra fótbóltsliðið. Undir- lagið var orsøkin til, at vit ikki fingu ferð í spælið, og at vit ikki megnaðu at nýta breiddina og dýpdina so- leiðis, sum vit framman- undan høvdu ætlað. Tað gjørdist eitt stríð heldur enn fótbóltsspæl, og vit vóru betri stríðsmenn enn mót- støðumenninir. Tað er í hvussu so er mín áskoðan. Hvussu fara tit at fyri- reika tykkum til útidystin? – Vit skulu spæla tveir sera týdningarmiklar lands- kappingardystir, áðrenn vit skulu til Føroyar. Nú fara vit at hugsa um útidystin ímóti Lyn sunnudagin, og so taka vit eina og eina avbjóðing. Eddie Gustafsson, gamli kappingarneytin hjá Jákupi Mikkelsen, var eisini á tíðindafundinum. Hann ásannaði, at tað altíð er torført at vera í málinum, tá ið so lítið er at gera, sum tað var hóskvøldið: – Tað ræður um støðugt at liva við í spælinum og alla tíðina at vera klárur. Ímóti dystarenda høvdu teir eitt vandamikið fríspark, sum tað tíbetur eydnaðist at benda út um stólpan. Tað hevði ikki verið gott fyri okkum, um teimum hevði eydnast at gera mál. Eftir bókini Jan Joensen, KÍ venjarin, segði seg vera væl nøgdan við tað, sum hansara lið hevði avrikað: – Líkindini vóru vánalig, men vit royndu at varðveita bóltin og flyta hann ímill- um okkum, og eg haldi, at tað sum heild eydnaðist væl. Okkara lið stríddist, og eg eri sera fegin um, at tað síðstu løtuna eydnaðist okkum at leggja trýst á, í staðin fyri at vit kanska fóru niður við nakkanum, og tað í staðin vóru teir, sum trýstu. Teir fingu tvey bílig mál. Brotssparkið var óneyðugt, tað var ivasamt, og tað tóktist sum um, at talan var um rangstøðu, tá ið bólturin kom innfyri. Eg harmist um, at tað ikki eydnaðist okkum at skora eitt mál. Tað hevði gjørt uppgávuna minni torføra á heimavølli, men vit hava framvegis møguleikan. Liðformaðurin og yngri beiggi venjaran, Allan Joensen, var hóast tapið heldur ikki heilt misnøgd- ur: – Teir høvdu ikki nógvar upplagdar møguleikar, og eg haldi, at vit eiga at hava møguleika ímóti teimum á heimavølli. Tá fara vit vón- andi at fáa góðan stuðul frá trúgvu og mannsterku áskoðarunum hjá okkum. Í kvøld vóru teir ikki so nógvir, men teir vóru ófør- ir, og vit hoyrdu teir alla tíðina. Var avrikið hjá Molde soleiðis, sum Kurt Mørkøre og Jákup Mikkelsen frammanundan høvdu greitt tær frá, spyrja vit, og Jan Joensen svarar soleiðis: – Teir søgdu, at Molde fór at spæla við longum sendingum, og soleiðis varð tað. Teir søgdu eisini, at vit skuldu rokna við, at Molde spælararnir fóru at vera ógvuliga kropssterkir. Tað haldi eg ikki, at teir vóru. Okkara stóðu einki aftanfyri teir í nærdyst- unum. Brøðurnir høvdu einki at finnast at Frá vinstru: Odd Berg, venjari hjá Molde, málverjin Eddie Gustafsson, Jan Joensen, leikandi venjari, og Allan Joensen á tíðindafund á Molde stadion Mynd: Norðlýsið Fyrrverandi venjarin og stórskjúttin hjá klaksvíkingum var hóskvøldið á Molde stadion og hugdi at gomlu liðfeløgunum KÍ Í EUROPA CUP Jóannes Hansen Kurt Mørkøre er eitt stórt fótbóltsnavn í Klaksvík. Seinastu fjórðings øldina er Kurt kanska mest skatt- aði KÍ spælarin yvirhøvur. Í fjør var hann venjari í Klaksvík. Felagið vildi fegið hava, at Kurt helt fram í venjarastarvinum, men tað bar ikki til, tí Kurt flutti til Noregs sam- an við familjuni. Kurt Mørkøre hevur áður spælt fótbólt við Molde. Hann býr ikki so langt burtur frá Molde, og meðan KÍ ferðalagið var í Molde, var Mørkøre fam- iljan inni í myndini bæði so og so. Onkrir av gomlu liðfeløgunum og javnaldr- unum vóru inni á gólv- inum hjá Kurt, og konan, Ragnhild, arbeiddi í mót- tøkuni á gistingarhús- inum, sum helmingurin av ferðalagnum – øll sum ikki beinleiðis høvdu við KÍ liðið at gera – hildu til í. Kurt Mørkøre arbeiðir fulla tíð sum bakari. Í frí- tíðini er hann spælandi venjari hjá Eide, sum spælir í 3. deild, ið er fjórða deildin. Miku- kvøldið spældu teir á heimavølli ímóti Mid- sund, og Eide vann 3-2. Fyrsta málið skoraði Kurt Mørkøre upp á brots- spark. Eide er á fimta plássi eftir fimtan av 22 umfør- um. Tað eru ellivu stig fram til oddaliðið. Eide hevur ongan møguleika í hesum kappingarárinum at flyta upp, men teir vóna at flyta upp í 2. deild um tvey ár. Hóskvøldið undan dyst- arbyrjan vóru Kurt og dótturin inni á gólvinum og heilsaðu upp á KÍ viðhaldsfólkini. Vit skilja á lagnum, at tey trívast sera væl, og at alt bendir á, at Kurt verður í Noregi. At klaksvíkingar og KÍ framvegis hava Kurt í huganum var sjón fyri søgn hóskvøldið. Tað er merkisvert, hvussu nógvir hava vart málið í teim- um trettan altjóða dystunum hjá KÍ, sum enn eigur til góðar at skjóta mál á útivølli í Europa Cup KÍ Í EUROPA CUP Jóannes Hansen KÍ spældi í Molde hóskvøldið trett- anda Europa Cup dystin. Fyrsta altjóða uppgávan hjá klaksvíkingum var í 1992, tá ið teir spældu ímóti Skonto Riga. Tveir spælarar hava verið við í øllum trettan dystunum. Teir eru leikandi venjarin, Jan Joen- sen, og Harley Bertholdsen, sum eru ávikavíst 35 og 34 ára gamlir. Teir vórðu báðir útskiftir hóskvøldið. Jan Andreasen, sum er 30 ára gamal, hevur verið við í tólv dystum. Hann sat á beinkinum í Riga í 1992, men annars hevur hann verið á vøllinum í øllum hinum altjóða avbjóðingunum. Úrtøkan tær trettan ferðirnar hevur verið ein sigur, ein javnleikur og ellivu tap. Samlaði málmunurin er 8- 40. Á heimavølli er málmunurin 8-18. Á útivølli er hann 0-22. Tað vil altso siga, at KÍ hevur í Europa Cup spælt á útivølli í sjey ferðir hálvan annan tíma umframt tíðina, sum dómararnir hava lagt afturat, uttan at tað hevur eydnast teimum at skora. Í tí eina førinum fram ímóti dystarenda hóskvøldið var tað um reppið, at frísparkið hjá Allani Joensen umvegis ein norskan fót fór í málið, men Eddie Gustafsson beindi bóltinum út til hornaspark – einasta hornasparkið hjá KÍ allar 93 minuttir- nar! Eftir dystarlok mintust klaksvík- ingar aftur á farnu Europa Cup dyst- irnar, og tá vóru teir samdir um, at teir í Budapest í fjør vóru nærri at fáa mál, enn teir vóru hóskvøldið. Fram ímóti dystarenda ímóti Ujpesti, sum vann 1-0, sendi Hjalgrím Elttør í stólpan, og Ovi Nysted ætlaði í púra leysari støðu dygst undir málinum at beina bóltinum í málið við kropp- inum, men ein mótstøðumaður kom ímillum og bjargaði á strikuni. Olgar Danielsen, ið hóskvøldið sat á beinkinum sum hjálparvenjari, er framvegis toppskjútti bæði hjá KÍ og føroyskum fótbólti sum heild í Europa Cup. Hann hevur skorað fimm av teimum átta KÍ málunum. Talan var um fimm tey fyrstu málini, sum KÍ skoraði í Europa Cup. Allan Mørkøre hevur skorað tvey mál, og Kurt Mørkøre hevur skorað eitt mál. Einasta sigurin higartil vann KÍ á heimavølli í 1995 ímóti Maccabi Haifa. Úrslitið var 3-2, og Olgar Danielsen skoraði øll trý málini. Einasti javnleikurin var á heimavølli í fjør, tá ið Allan Mørkøre skoraði bæði málini í 2-2 javnleikinum ímóti Ujpesti úr Ungarn. Størsta KÍ tapið í europeisku kappingini var, tá ið teir í Budapest í 1997 taptu 6-0 ímóti Ujpesti. Størsta tapið á heimavølli var í 1999, tá ið KÍ eftir tjúgu minuttir var aftanfyri 3-0 og at enda tapti 5-0 ímóti Graz úr Eysturríki. Málverjarnir Tá ið tosið hóskvøldið í Molde datt inn á, hvussu nógvar royndir einstøku spælararnir hava í altjóða høpi, vísti tað seg, at bara ein av spælarunum, sum hesa ferð var á vøllinum, ongantíð áður hevði spælt Europa Cup fótbólt. Tað var málverjin, Kartin Joensen, sum í Molde umboðaði KÍ í altjóða fótbólti fyri fyrstu ferð. Kartin hevur áður spælt altjóða fótbólt á yngru landsliðunum. Kartin Joensen vísti hóskvøldið á tað merkisverda, hvussu nógvir málverjar hava vart KÍ málið í Europa Cup. Í 1992 var Jákup Mikkelsen málverji í báðum dystunum ímóti Skonto Riga. Í 1995 vardi John William Joensen málið í Haifa, og Gunnar á Steig vardi málið, tá ið Maccabi vitjaði á Svangaskarði. Í 1997 var Gunnar á Steig málverji í báðum uppgerðunum ímóti Ujpesti. Í 1999 vardi amerikumaðurin Stevan Boyle KÍ málið í katastrofu- dystunum ímóti Graz úr Eysturríki, og í 2000 var jugoslaviski Zoltan Kujundic málverji báðu ferðirnar ímóti Reyðu Stjørnu úr Beograd. Í fjør spældi KÍ í UEFA Cup ímóti Ujpesti, og tá var Meinhardt Joensen, sum nú er so mikið plágaður av skaða, at hann einki fær gjørt við fótbóltin, málverji. Hóskvøldið var Kartin Joensen sjeyndi KÍ málverjin í trettan Europa Cup avbjóðingum hjá klaksvíkingum. Kurt finnur framvegis meskarnar Kurt Mørkøre og familjan hittu KÍ ferðalagið í Molde Mynd: Norðlýsið Jan og Harley allar trettan ferðirnar