Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 153 - 16. august 2003 C M Y K 28 Nr. 153 - 16. august 2003 29 Sum væntað, so megnaðu runavík- ingar ikki at gera tað stóra við norska Lyn, men sum heild stóð føroyska liðið seg tó hampuliga væl, og serliga fyrra umfarið kunnu teir vera væl nøgdir um FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eftir steypasigurin í fjør fekk NSÍ fyri fyrstu ferð møguleikan at royna seg í europeiskum høpi, og var hósdagurin settur sum dagurin, har felagið skuldi upp til próvtøku í so máta. At tað var norska Lyn, sum gjørdist mótstøðuliðið, hevði sum so bæði fyri- munir og vansar. Fyri- munir, tí hetta ikki viðførdi nakrar ovurstórar ferðaút- reiðslur, tá farið verður Noregs, og kanska eisini tí liðið í ár als ikki tykist hava somu styrkina sum liðið, ið í fjør vann sær bronsumerki í bestu norsku deildini. Hinvegin er einki at dylja yvir, at júst móti norskum feløgum og norskum fót- bólti sum heild hevur tað ofta verið sera tungt hjá føroyskum leikarum. Eitt nú hava tey bæði havnar- feløgini fingið av at vita á sínum noregsferðum, eins og føroyska manslandsliðið heldur ikki man minnast Noreg sum nakað lætt mótstøðulið. Royndu at spæla Undan dystinum vóru boð- ini frá NSÍ-venjaranum, Jógvan Martin Olsen, at hansara menn skuldu tora at spæla fótbólt. Tora at vera við til at mynda dystin, og so mátttu teir bara síggja, hvussu langt hetta kundi bera. Og fyrstu trý korterini var eisini eyðsæð, at tað var júst hetta, sum runavík- ingarnir royndu. At mót- støðumenninir leikliga vóru omaná, tóktist sum so ikki at órógva heimaliðið, sum í sínum lag royndi at spæla seg niðaneftir vøll- inum. Tað viðførdi so hinvegin eisini, at Lyn kom fram til fleiri heilar og hálvar møguleikar. Við spælskip- anini, sum í útgangsstøði líktist einari 4-5-1 royndu teir at toyggja spælið út í borðini, har Per Egil Swift og Johan Guðmundsson fleiri ferðir brutu ígjøgnum. Antin við tøttum draging- um, ella við skjótum samanspæli, har bólturin eftirfylgjandi varð sendur í tómrúmuni, sum serliga í høgra verjuborði hjá NSÍ vóru stór. Í Jens Martini hava runa- víkingar tó ein vanliga tryggan aftasta skansa, og fleiri ferðir gav hann eisini royndir uppá, hví hann nú í nógv ár hevur verið fast innbúgv á landsliði okkara. Tað mátti bresta Um miðjan fyrra hálvleik gekk tó galið. Enn ein nærgangandi roynd hjá Lyn endaði við hornasparki, og tá hetta varð sent innfyri, fekk NSÍ ikki vart fyri. Bólturin endaði hjá Ole- Bjørn Sundgot, sum fekk beint hann í málið. Og so kundu norsku áskoðararnir við vøllin klappa. Onkur teirra enntá somikið ógvu- sligt, at eitt neyðbluss end- aði á vøllinum, soleiðis at dysturi mátti steðgast eina løtu, samstundis sum norski áskoðarin varð leiddur út av leikvøllinum. Runavíkingar fullu tó ikki í fátt, og fáar minuttir eftir hetta fingu teir kanska besta møguleikan í dyst- inum. Eitt skjótt kontra varð sett ígongd, og við eini langari diagonal-sending varð Jónstein Petersen leiktur leysur. Heldur enn at seta kós beint móti máli- num ivaðist hann nakað, áðrenn ferð varð sett á, og hetta gav verjuni møgu- leika at kroysta hann nakað úteftir. Og tá skotið so loks- ins kom, hevði møguleikin at spælt Helga L. Petersen blankan helst verið betra valið. Einstakar aðrar ferðir var eisini vandi á ferð framman fyri norska málið, men stutt fyri hálvleik varð allur ivi um úrslitið burturbeindur. Runavíkingar royndu at seta rangstøðufelluna, men hetta miseydnaðist, soleiðis at Johan Guðmundsson heldur fór sjálvur avstað, og eftir at hava rundað Jens Martin setti hann bóltin í netið. Og tað var sum so tað. Seinna umfarið var skjótt greitt, at runavíkingar høvdu nýtt tað mesta av orkuni. Spælið var als ikki á sama støði eftir steðgin, og áskoðarin mundi leingi sita við varhuganum av, at mótstøðumenninir ikki gjørdu so øgiliga nógv meira enn tað, sum teimum nýttist at gera. Vandi var ofta á ferð, men fram til 80. minutt tóktist tó, at 2-0 skuldi gerast endaliga úrs- litið. Tá endaði eitt væl spælt álop tó við, at Helgi Sigurðsson tætt inni undir málinum kundi økja um munin. Men runavíkingar fingu seinasta orðið. Ein stór misskiljing í norsku verjuni førdi til, at ein returbóltur ikki varð ruddaðu burtur. Helgi L. Petersen var rang- staddur, men hann gav greið tekin um, at hann ikki var partur av spælinum, og so kundi Jústinus R. Hansen einsamallur við málverjanum senda í kass- an. Hetta kveikti lív í lítla herin av guliganz, sum høvdu leitað sær niðan á Svangaskarð, og seinastu minuttirnar royndu teir eisini at seta dám á, men í veruleikanum mundu eisini teir ásanna, at runavíkingar so ikki koma víðari í hesi royndini. Í øllum førum ikki uttan at ein sensatión av teimum heilt stóru verð- ur at síggja í Oslo um tvær vikur. Fingu staðfest seg Víðari luttøku høvdu runa- víkingar tó neyvan roknað við sjálvir. Heldur var fremsta málið at gera ein góðan figur, sum tikið verður til, og yvir høvur má eisini sigast, at hetta eydn- aðist hampuliga væl. At tapa móti einum betri liði er ongan tíð nøkur skomm, og tað var eitt betri lið, sum runavíkingar her hittu. Skulu nakrir einstakling- ar nevnast, so slepst ikki uttanum, at Jens Martin Knudsen frammanfyri Henrik Larsen fekk stað- fest, at so leingi hann er millum aktivu leikararnar í Føroyum, so er hann sjálv- skrivaður í landsliðshóp- inum. Ein annar av leikar- unum, sum eisini skraði framúr hendan dagin, var uttan iva Jónstein Petersen. Hann telist kanska ikki millum størstu bóltsnilling- arnar á liðnum, men hann staðfesti í øllum førum, hvussu nógv skjótleikin hevur at siga í altjóða fótbólti. Tá runavíkingar gjørdu um seg, var tað aloftast í hansara borði, at hetta hendi, og meira enn tí einu ferðina noyddist mót- støðan at steðga honum á slíkan hátt, at dómarin sá seg noyddan at floyta og koma við formanandi orð- um. Men sum heild, so má sigast, at eingin dumpaði fullkomuliga til royndina. Liðið fekk víst, at teir væl kunnu vera við í føroysku umboðanini komandi árini, og við lága miðalaldrinum á liðnum í huga kann hetta væl gerast oftani. Ikki minst, um tað eisini eydn- ast liðnum at finna ein kvalifiseraðan avloysara til Jens Martin, tá hann eina- ferð velur at leggja handsk- arnar á hillina. Dysturin í tølum NSÍ-Lyn 1-3 (0-2) UEFA-Cup dystur á Svangaskarði 811 áskoðarar 0-1: Ole-Bjørn Sundgot, 22 0-2: Johan Guðmunds., 38 0-3: Helgi Sigurðsson, 80 1-3: Jústines R. Hansen, 87 Dómari: Igor Egorov (RUS) NSÍ: 1. Jens Martin Knudsen – 15. Brynjálvur F. Nielsen, 10. Óli K. Hansen, 19. Messias Pereira, 18. Sjúrður Jacobsen (3. Jústinus R. Hansen, 84.) – 7. Ger Langgaard, 5. Kári Hansen (4. Rúni Rasmussen, 79.), 6. Ian Højgaard, 8. Jónstein Petersen – 17. Sonni L. Petersen (13. Andy Ó. Olsen, 54.), 12. Helgi L. Petersen Gult kort: Kári Hansen, 13, Jónstein Petersen, 55, Helgi L. Petersen, 70 Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 16. Jákup E. Hansen, 2. Áki L. Hansen, 9. Høgni S. Højgaard, 20. Bjarni Danielsen. Venjari: Jógvan Martin Olsen Hjálparvenjari: Trygvi Mortensen Liðleiðari: Dan M. Olsen Fysioterapeutur: Marjun Thomassen Umboðsmaður: Dánjal Jákup Højgaard Lyn: 26. Ali Al-Habsi – 2. Frode Hansen, 16. Kristian Onstad, 5. Stevan Lustü, 21. Jakob Augustsson – 7. Johan Guðmundsson (25. Pål Rustadstuen, 71.), 11. Jonny Hansen, 6. Ole- Bjørn Sundgot (15. Eldar Hadzimehmedovic, 82.), 17. Thomasz Sokolowski, 8. Per Egil Swift (19. Yngvar Håkonsen, 64.) – 9. Helgi Sigurðsson Gult kort: Steven Lustü, 29 Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 1. Thomas Andrew Ødegaard, 10. Jan Derek Sørensen, 24. Espen Schjerven Venjari: Teitur Þórdarsson Hjálparvenjarar: Sture Fladmark og Espen Granli Fysioterapetur: Geir Kaasene Massørur: Tom Erik Jørgensen Liðleiðari: Rune Tonning NSÍ-Lyn 1-3 (0-2): Taptu – men dumpaðu ikki Helgi L. Petersen hevur bóltin við føturnar í fyrsta dystinum hjá NSÍ í evropeiskum fótbólti Mynd: Álvur Haraldsen Jens Kristian Hansen Sámal Erik Hentze Bygningssnikkari Bygningssnikkari Tel. 215590 Tel. 215589 Fax. 315590 Brattalíð 8 · 100 Tórshavn Handverkarar til Húsavarðartænastuna Søkt verður eftir tveimum dugnaligum handverkar- um til Húsavarðartænastuna,at byrja skjótast tilber. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. hesar: • Húsavarðartænastu uppgávur • Húsaumvælingar bæði stórar og smáar • Nýbyggjan/umbyggjan – av ymiskum slag • Umframt aðrar líknandi uppgávur Krøv til tann, ið settur verður: • Tú er lærdur bygningssnikkari ella timburmaður • Hevur koyrikort • Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt • Ert fyrikomandi og ágrýtin • Góð samstarvsevnir Húsavarðartænastan kann bjoða tær: • Eitt spennandi og avbjóðandi starv • Samstarv við nógvar ymiskar kundar • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur Løn og onnur viðurskifti tosa vit nærri um. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. august. Vilt tú vita meira um starvið, so ring og spyr eftir Húsavarðartænastuni. Ogna tær tín egna húsavørð Alt snikkara- og timburarbeiði BMW til sølu BMW 540iA Árg. 12/’98, 124.000 km. , 286 HK. Útgerð: GPS, leður, telefon, sjónvarp, el-setur og mangt annað. Søluprísur: 250.000 kr. Tlf. 318998/0033680289996 Fuglafjarðar Sjónleikarafelag Lýst verður til aðalfund í Mentanarhúsinum, mána- kvøldið 1. september 2003 kl. 19.30. Skrá: Viðgerð og møgulig støðutakan av bygnaðarbroytingum Nevndin Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf 29