leygardagur 16. august 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 153 - 16. august 2003
Nr. 153 - 16. august 2003
31
Ófulltikin dekkari til
Fiskiveiðieftirlitið
Eitt starv sum ófulltikin dekkari verður hervið lýst
leyst, at seta skjótast gjørligt.
Ert tú ung/ungur, og hevur hug til arbeiði um-
borð á skipi, er hetta ein góður møguleiki.
Starvstíðin sum ófulltikin dekkari telur á sama
hátt sum starvstíð við handilsskipum
Arbeiðið umfatar at ganga vakt, og annars van-
ligt deksarbeiði.
Førleikakrøv:
· Heilsuváttan fyri sjófólk
(uttan avmarkingar og er skikkaður til
kagtænastu)
· Trygdarskeið
(Fyrimunur men ikki krav)
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir tí.
Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið,
Vaktar og Bjargingartænastan.
Setanin er avmarkað til tvey ár.
Skrivligar umsóknir, saman við avriti av prógvum
og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiði-
eftirlitinum í hendi í seinasta lagi 1. september
2003 kl. 1200.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Att.: Fiskiveiðieftirlitið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Fiskiveiðieftirlitið, tlf. 35 30 30 og
tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.
Fiskiveiðieftirlitið
FvE
Útbúgving í
pedagogikk,
stakgrein, við
serligum atliti at
pedagogiskum
menningararbeiði
Føroya Læraraskúli og JydskCVU skipa í
felag fyri útbúgving í pedagogikk, stak-
grein, við serligum atliti at pedagogisk-
um menningararbeiði. Útbúgvingin
verður á Føroya Læraraskúla.
Sama útbúgvingin verður í Danmark
skipað sambært lóg um »Åben uddann-
else«.
Henda stakgrein vendir sær serliga til pedagogar,
lærarar og onnur, sum starvast innan pedagogiska
økið og almannaøkið.
Lesturin er skipaður í eindir við viðkomandi ástøði-
ligari undirvísing, tveir til fýra dagar hvørja ferðina
og kann enda við próvtøku hjá teimum, sum vilja
tað.
Ímillum hvørja eindina eru uppgávur og nakað av
sjálvlestri.
Ætlanin er at byrja 9. september 2003 og at enda í
juni 2004.
Kostnaðurin er 6.000 kr. Nøkur pláss eru eftir.
Tilmelding á Føroya Læraraskúla innan 27. august
2003.08.15
Føroya Læraraskúli
Frælsið 20
Postrúm 348
FO-110 Tórshavn,
Tlf. 313201 ella 225328
E-mail: flsk@flsk.fo
Útbúgving í
samskifti, skipan
og leiðslu
Føroya Læraraskúli og JydskCVU skipa í
felag fyri útbúgving í samskifti, skipan
og leiðslu. Útbúgvingin verður á Føroya
Læraraskúla.
Sama útbúgvingin verður í Danmark
skipað sambært lóg um »Åben uddann-
else«.
Samskifti, skipan og leiðsla er útbúgving fyri øll,
sum arbeiða við pedagogiskari leiðslu,t.d.á dag- og
bústovnum. í útbúgvingarverkinum, í almenna-
verkinum o.s.fr.. Útbúgvingin varar 240 tímar, og er
skipað í 7 eindir, sum hvør varar 5 dagar. Umleið
tríggjar vikur eru millum hvørja eindina. Útbúgv-
ingin er skipað við støðugum skifti millum ástøði-
liga og praktiska vitan, og hon endar við próvtøku.
Útbúgvingin byrjar 9. september og er liðug á vári
2004.
Kostnaðurin er 9.000 kr.Tá er kaffi og døgurði við í
prísinum.
Tey, ið hava áhuga í útbúgvingini, kunnu seta seg í
samband við Paula Nielsen,rektara á Føroya Lærara-
skúla,tlf.313501 at fáa meira at vita.Nøkur pláss eru
eftir.
Tilmelding til Føroya Læraraskúla innan 27. august
2003.
Føroya Læraraskúli
Frælsið 20
Postrúm 348
FO-110 Tórshavn
Tlf 313501 ella 225328
E-mail: flsk@flsk.fo
Kvinnuskeið um
sjálvsmenning
Enn eru nøkur pláss eftir.
Skeiðið, sum er fyri allar kvinnur, verður hildið í
Slættanesgøtu 5 í Havn í døgunum 23. og 24. aug.
kl. 09.00-17.00 báðar dagar.
Luttakaratalið er avmarkað til í mesta lagi 18 luttak-
arar.
Kostnaður: 1.850 kr.
Skeiðleiðari:Anette Sundby.
Áhugaðar kunnu venda sær til Sigrún Mohr,
tlf.315298, ella Anette Sundby, tlf.(0045) 45424650,
t-post: email@anettesundby.dk
Til sølu
Tveir 14 mánað gamlir Seadoo XP Vatnskutarar til
sølu. Skutararnir ganga 65 Mph og eru sum nýggir.
Til sølu fyri 90.000 kr./stk.
Ringið á tlf. 220278 ella 210417
sí www.fragdogfimi.com
ella ring á tlf. 317100 / 262917 / 318819
NÚ BYRJA VIT AFTU
SPINNING
mánadagin 18/8
KLÆNKISKEIÐ
týsdagin 19/8
Fragd
& Fimi
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálastýrinum.
Uppgávur stovnsins eru
m.a. at fyrisita
• skattalógina
• tolllógina
• mvg-lógina
• kolvetnisskattalógina
• avgjaldslógirnar,
eins og alla skuldarinn-
krevjing hjá landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er skip-
aður soleiðis, at plan-
legging og menning fer
fram í Stýrinum á Argj-
um.Tær seks økisskriv-
stovurnar, ið eru á Tvør-
oyri, í Skopun, Sørvági,
Tórshavn, Saltangará og
Klaksvík røkja raksturin.
Á Eysturoyar Øki, har
viðkomandi kemur at
starvast, eru 20
starvsfólk.
Lýsingin finst eisini á
heimasíðu okkara:
www.tollskatt.fo
E-mail:
eysturoy@tollskatt.fo
Toll- og
Skattstova
Føroya
Málsviðgerði
Á Toll- og Skattstovu Føroya,Eysturoyar Øki,er starv leyst at
søkja.
Høvuðsuppgávur
Málsviðgerð av persónlíkning, stuðulskipanir og annars
vanligt skrivstovuarbeiði.
Førleikakrøv
Tann, sum settur verður, skal helst í minsta lagi hava HH-
útbúgving. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og arbeiðs-
samur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Vit kunnu bjóða
- eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum
samstundis eisini er fakliga krevjandi
- klokkuskipan við flextíð
- sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi
Setanartreytir
Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroynd-
um og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og Starvsmannafelagið.
Núverandi setanarøkið er Eysturoyar Øki,men fevnir annars
um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tann, ið settur
verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað
verður kravt.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fúsur at luttaka í
teimum útbúgvingarmøguleikum, sum Toll- og skattstovan
bjóðar bæði á stovninum og uttan fyri stovnin eitt nú á
handilsskúla v.m. og taka lut í teimum skeiðum, sum
stovnurin fyriskipar.
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til
Ingolf Lamhauge, økisstjóra á tlf. 44 85 88.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum og upplýsing-
um um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skatt-
stovu Føroya, Eysturoyar Øki, í hendi í seinasta lagi:
01. september 2003
Toll- og Skattstova Føroya
Eysturoyar Øki
Postsmoga 225
FO-600 Saltangará
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2843,
Sp/f Rohde Nielsen Faroes,
100 Tórshavn
Viðtøkur broyttar:
02.04.2003.
Kapitalur:
Hækking við kr. 20.000,00 til
kr. 100.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
20.000,00 við
skuldarumskifti til kurs
57.500.
Skráseting Føroya tann 14.
august 2003
Kristin Balle
_______________________
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
31
30