týsdagur 19. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 154 - 19. august 2003
Nr. 154 - 19. august 2003
3
Føroyski rockbólkur-
in Týr hevur verið á
vitjan hjá Jómsvík-
ingum í Póllandi, og
har var stórur áhugi
fyri teirra kvøðing og
tónleiki
TÝR
Eyðun Klakstein
Hvørt ár er stór víkinga-
stevna á oynni Wolin, ella
Jóm
sum
víkingarnir
nevndu hana. Stevnan varð-
ar í tríggjar dagar, og eini
100.000 fólk vitja oynna í
sambandi við stevnuna.
Á oynni er ein stór lega
við víkingatjøldum. Í tjøld-
unum búgva fyriskipararnir
og luttakararnir, og eru tey
um 1.000 fólk. Hesi fólkini
ganga víkingaklødd og liva
sum víkingar. Her verur
høgt brenni og matur gjørd-
ur á báli. Nógv handverk
verður gjørt, eitt nú spunn-
ið tógv, vovið, skorið træ-
skurður og vunnið úr leðri.
Handverk eru til sølu, og
eisini er møgulig at ogna
sær vápn og brynju.
Mong tiltøk eru til at vísa
víkingalívið, eisini bardag-
ar millum slavar og víking-
ar, og tað gongur harðliga
fyri seg, tí tað er ikki av-
gjørt áðrenn, hvør vinnur.
Er man raktur so spælir ein
deyður til bardagin er av.
Hendinga óhapp eru eisini.
Ein maður misti tríggjar
fingrar og annar bleiv skor-
in í fótin hesaferð.
Á ánni við Wolin var
kappróður í stórslignum
víkingaskipum, tó ikki við
eins góðum áralagi og á
Ólavsøku.
Tónleikur er eisini partur
av stevnuni, og hesaferð
vóru teir í Týr bodnir at
vera við. Juliusz Zebrowski
var fyriskipari fyri Týr.
Juliusz, vanliga nevndur
Julek, er formaður í Pól-
lendska–Føroyska áhuga-
felagnum FIES (Faeroe Is-
lands Enthusiasts Society,
www.faeroe.islandia.org.pl)
og hevur serligan áhuga í
føroyskum og bretskum
viðurskiftum. Í hesum døg-
um er Julek í Føroyum og
skrivar sína ritgerð ið eitur:
»The British – Faroese Cult-
ural Cross – Influences of
the Second World War«.
Kvæðaframførsla
Av tí at hetta er ein verulig
víkingastevna, so er einki
ravmagn og tí kundu Týr
bert syngja ella kvøða. Teir
tríggir Heri, Gunnar og
Kári kvóðu føroyskar vísur
og kvæði, og hetta var stak
væl dámt. Fleiri spurdu
eftir upptøkum av hesum,
og Týr kann bjóða Norna-
gest (goymt lag á How Far
To Asgaard), Ormin Langa,
Regin Smið, Ólav Riddara-
rós og Ramund hin Unge
Áhugin var stórur, og Týr
kunnu vænta at luttaka í til-
tøkum á Roskilde Víkinga
savninum, segði eitt umboð
haðani.
Týr kom á tal við nógv
umboð fyri fjølmiðlarnar.
Póllendska blaðið Glos
Szczecinski, útvarpsstøðir-
nar Radio Szczecin og
Radio BIS, og litavska
sjónvarpið
forvitnaðust.
Eisini er Týr við í einari
sending um víkingastevn-
una gjørd av póllendska
sjónvarpinum. Henda send-
ing verur send í Póllandi og
øðrum londum í Evropa.
Týr hevði faldarar frá
Ferðaráði Føroya í bás-
inum, har teir eisini seldu
fløgurnar og t-shirts. Stórur
áhugi var fyri hesum fald-
arum og eftir fáum tímum
vóru teir burtur, so vænt-
andi koma nakrir Jómsvík-
ingar til Føroyar í næstum.
Mentamálaráðið stuðlaði
Týr á teirri ferð við Jóms-
víkingunum.
Sjónbandalag
Ingólfur Júlíusson, íslend-
ski myndamaðurin, ið hev-
ur gjørt videoløgini Ormin
Langa og Hail to the Hamm-
er var eisini við í Póllandi
fyri at gera sína sending um
Týr lidna og at gera upp-
tøkur til videolagið Regin
Smið.
Upptøkurnar eru av vík-
ingaskipum, ið sigla kapp,
og av stórfingnum bardøg-
um ímillum víkingar og
slavar í Jómsborg. Týr-
menninir, alvápnaðir og
klæddir í brynju og hjálm,
settust til háborðs hjá há-
barsligum høvdingum úr
Týsklandi, iðsóu út sum
teir vóru tiknir beint úr
kvæðunum.
Øll videoløgini hjá Týr
kunna síggjast á heima-
síðuni www.tyr.net.
Næsta konsert hjá Týr er
á Stengade 30, Keyp-
mannahavn, leygarkvøldið
30. august.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum vístu samkenslu, tá
góða mamma, vermóðir, omma og langomma okkara
Marin Elisabeth Andreasen
Strendur
doyði og varð jarðað.
Takk fyri blómur og kransar, og takk til tykkum,
ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Eisini takk til heimarøktina og Umlættingarheimið
í Gøtu.
Familjunnar vegna
Anna, Niklas, Sunnvá og Sofus
Týr vitjaði Jómsvíkingar í Póllandi
Týr kvøða í Póllandi, og fjølmiðlarnir vóru eisini áhugaðir í hesum
C
M
Y
K
3
2