Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 154 - 19. august 2003 Nr. 154 - 19. august 2003 5 Í seks tímar lá Jack Petersen á Tvøroyri og stríddust fyri lív- inum í eini song á Ríkissjúkrahúsinum. Stungin niður á alfara vegi, mitt í Keyp- mannahavn. Men hann hevur tríggjar synir og teimum vildi hann ikki doyggja frá BARDAGI FYRI LIVINUM Áki Bertholdsen – Eg haldi at tað er synd í einum manni, sum kann finna upp á slíkt. Jack Petersen á Tvøroyri er púra róligur, nú hann situr við borðendan í stov- uni heima hjá teimum sjálvum mitt á Tvøroyri. At hann skal vera so róligur, sigur eitt sundur um lyndið í manninum, tí tað er ikki meiri enn nakrir fáir dagar síðani, at hann upplivdi eitt tað mest skak- andi, sum kann henda ein- um menniskja: At verða sniðálopin við knívi og stungin til avlívis. Og her situr hann og tekur synd í manninum , sum ætlaði at drepa hann. Seinast vit sóu mynd av Jack Petersen var tað ein onnur sjón: Tá varð hann avmynd- aður í donskum bløðum, har hann lá á gøtuni og fleyt í blóði eftir at vera álopin við knívi og stungin niður uttanfyri eitt vertshús mitt í Keypmannahavn. Hendingin, tá ið Jack og beiggi hansara, Marner, vórðu stungnir niður í Keypmannahavn herfyri, fekk nógva umrøðu, serliga tí hetta álopið var óvanliga rátt og harðrent. Serliga meint varð Jack raktur og hjá honum stóð um lív í fleiri tímar. Beiggi hansara slapp heldur fræg- ari burtur tí. Vit hava tosað við Jack um, hvussu hann upplivdi hesa skakandi hendingina hetta leygarkvøldið mitt í Keypmannahavn, tá ið ein tað, sum skuldi vera ein stuttligur býtúrur endaði við einum bardaga við deyðan í sjúkrasong á Ríkissjúkrahúsinum. Fóru í býin Jack Petersen eigur tríggjar synir, sum búgva hjá mammu síni í Horsens í Danmark. Í summar hava tveir teir yngstu, 11 og 13 ára gamlir verið á Tvøroyri og ferðast hjá pápanum og tá ið teir skuldu niður aftur, skuldi Jack fara við teimum í flogfarinum og fylgja teimum heim aftur. – Eftirsum eg kortini varð niðri helt eg, at eg skuldi fara til Keypmanna- havnar at vitja bróðurin, Marner, sum býr í Valby. – Tíðliga leygarmorgunin 2. august fóru vit út í Kastrup at keypa mær ferðaseðil heim sunnu- morgunin. – Men sjálvandi fóru vit í býin eisini, nú vit vóru í Keypmannahavn. Tað førdi so til at teir tíðliga leygarkvøldið end- aðu á Vertshúsinum Sen- tralen, sum er mitt í Keyp- mannahavn og har tað plagdi at bera til at hitta føroyingar. – Har var eitt sindur ófriðaligt og løgreglan var komin at tveita fólk út. Men tað var ikki verri enn so, enn at vit saktans hættaðu okkum inn. Eg hevði verið har fyrr og tað plagdi ikki at vera nakað soleiðis, bara ein sjálvur er hampiligur. Jack sigur, at inni á hesum vertshúsinum var hesin danskarin, sum seinni gjørdi seg inn á hann og bróðurin. – Onkusvegna bleiv hesin danskarin óklárur við meg. Men tað er framvegis enn ein gáta fyri mær, hví hann bleiv so illur inn á okkum. Hann var í fylgi við eini grønlendskari kvinnu og vit prátaðu eisini við hana, men har var onki, sum á nakran hátt kundi gjørt hann svartsjúkan. – Hann og ein norð- maður, ið somuleiðis var til staðar, vóru eisini nakað ljótir í munninum við hesa grønlendsku og tað dámdi okkum ikki so teir mutaðu ímóti summum av tí, sum teir søgu um hesa grøn- lendsku. Jack veit ikki, um tað veruliga var hetta, sum gjørdi, at hesin danin fekk ilt eyga til Jack, ella um tað var okkurt annað. – Men tað endaði við, at hann bjóðaði mær av at taka sjómanstak. Eitt borð varð so ruddað til enda- málið, men tá talaði barr- vørurin at og noktaði. – Eg segði við hendan danan til stuttleika, sum vit so oftani siga í Føroyum, at tað skuldi hann ikki vera keddur av, tí hann hevði tapt kortini. Men fyri at sleppa undan fleiri trupulleikum, rýmdu Jack og bróðurin avstað og fóru á eitt annað vertshús, sum nevndis Nuuk og sum liggur beint yvirav. Jack heldur, at tað var mestsum av tilvild, at hann bleiv offur fyri hesum dan- anum. Hann dugir ikki at siggja, at nakað skal vera farið fram inni á verts- húsinum, sum kann hava ført til, at danin skuldi ger- ast so harðligur. – Eg ivist ikki í, at hesin danin alla tíðína hevði valt okkum til offur hetta kvøldið, tí longu tíðliga um kvøldið peikaði hann eftir mær og segði: “Jeg har gennemskuet dig”" Men hvat hann meinti við, havi eg framvegis ikki ánilsi av. Eg legði eisini merki til, at hann eygleiddi meg alla tíðina. Tað endaði eisini við, at danin kom aftaná teir yvir á Nuuk. – Eg fekk eisini eina kenslu av, at hetta fór at enda galið við hesum danskaranum, tí stemning- urin varð so undarligur og eg segði við Marner, at vit máttu vera á varðhaldi. Men Jack sigur nú aftaná, at tað ringasta, hann rokn- aði við, var at fáa ein frammaná. At tað skuldi enda so galið, sum tað gjørdi, vardi hann ikki. Visti av ongum Jack sigur, at hann og bróðurin gjørdu so bara av at fara avstað aftur. – Ímeðan vit stóðu á gongubreytini kom danin brádliga sum eitt óløgið, næstan aftanífrá og høgdi til. Uttan at hugsa um tað, smekkaði eg til hann og eg visti í veruleikanum av Eg noktaði at doyggja – Eg eri ikki bangin fyri at fara í býin aftur, sigur Jack Petersen á Tvøroyri. Leygar- kvøldið 2. august vórðu hann og beiggi hansara álopnir við knívi uttanfyri eitt vertshús í Keypmannahvn. Jack varð stungin so illa at tað leingi stóð um lív hjá honum. Eg taki synd í fólki, sum kunnu finna uppá slíkt, sigur Jack um mannin, sum leyp á hann Her liggur Jack Petersen og flýtur í blóði á gøtuni í Keypmannahavn eftir sniðálop við knívi. Tað er framvegis ein gáta fyri Jack, hví danin brádliga leyp á hann við einum stórum, tvíeggjaðum knívi. ongum, fyrrenn alt var yvirstaðið… – Eg stóð so á gongu- breytini og visti framvegis av ongum, men so sá eg, at danin stóð við einum stór- um, tvíeggjaðum knívi í hondini. – Tað kann vera so undar- ligt í eini støðu sum hesari. Oftani eru onki høpi í tonk- unum, og eg minnist, at mín allarfyrsti tanki var: Fantastiska flottur knívur. – Men so rópti Marner á meg og bað meg hyggja niður eftir mær. Tá sá eg, at eg fleyt í blóði og at magin hekk langt uttaná. Jack sigur, at hann føldi als onki og uppdagaði ikki at hann var stungin, fyrrenn bróðurin rópti á hann. Jack sigur, at hann royndi st fáa magan innaftur og at halda fyri og hann helt hann yvir ímóti eini løg- reglustøð, sum tíbetur var beint við. – Eg misti ongantíð vitið og eg kundi saktans hildið á fyri tað, tí eg føldi als onga pínu. Tað er merkiligt, at tú als onki skal merkja, hóast tú verður sprettur upp, men soleiðis er, í hvussu so er, tá ið knívurin er so hvassur sum hesin var. – Men eg visti, at tá ið magin hekk úti, var heilt galið og tá var best at leita sær hjálp og tí helt eg yvir ímóti løgreglustøðini. – Av tí, at støðin var beint við, var tað skjótt, at løg- reglan kom til. Jack sigur, at tað hann sá, hvussu blóðið pumpaði og tí legði hann seg niður, til hjálpin kom. Men tá var eg so illa fyri, at eg helt fyri við Marner, at nú haldi eg, at eg doyggi. Og so er tað aftur hetta, hvussu undarligur hugs- unarhátturin kann vera undir slíkum umstøðum, tí Marner svaraði aftur, at doyði eg, skuldi eg fáa nevan… Jack var í skundi fluttur á Ríkissjúkrahúsið og uttan iva hjálpti tað, at hann fekk fortalt læknunum, at hann var blóðgevari og at tí hann visti, hvønn blóðflokk hann hevði. Jack varð illa særdur. Hann varð raktur í magan og í livrina. Lunguni fullu saman og leingi stóð um lív hjá honum. Klokkan var hálvgum tíggju, tá ið Jack varð stungin og ikki fyrrenn klokkan fýra um morgunin kundi læknarnir boða frá, at støðan varð batnað so frægt, at hann ikki var í lívsvanda longur. Ì meiri enn seks tímar lá Jack sostatt og riðaði á teirri hárhvøssu eggini ímillum lív og deyða, áðr- enn hann datt av røttu megin. – Eg vildi ikki doyggja, sigur hann. Eg kundi ikki doyggja. Eg eigi tríggjar synir, sum ikki eru vaksnir enn og eg kundi ikki gera teir faðirleysar. Jack sigur, at hann veit hvussu hart tað er, tí sjálvur var hann smádrongur, tá ið hann misti mammuna og hann kundi ikki lata dreing- irnar fáa somu lagnu. Tað var leygardagin 2. august, at alt hetta fór fram. Longu mikudagin varð Jack útskrivaður aftur og nú ein dagin var hann hjá lækna á Tvøroyri og tók penturnar úr aftur. Og tað var eisini stórarbeiði, tí heilar 58 pentur skuldi til fyri at lappa Jack saman aftur. Hann sigur, at á Ríkis- sjúkrahúsinum varð hann spurdur um hann vildi hava kreppuhjálp frá sálarfrøð- ingi. – Men tað var ikki neyð- ugt. Eg eri væl brýndur í lívinum, so hetta fer at laga seg uttan hjálp frá sálar- frøðingum. Hann sigur, at hann er heldur ikki bangin fyri at fara í býin aftur, men tað eru summi støð, ein eigur at halda seg frá, tí tað er ongin orsøk til at leita eftir trupul- leikum. Men Jack er eisini tiltikin skemtingarsamur. Og hann sigur, at næstu ferð, hann fer í býin, verður tað í bryn- ju og hjálmi, bara hann fær eitt súgvurør til ølina… Marner slapp heldur frægari burturúr álopinum, men eisini hann varð sey- maður við nøkrum og tjúgu pentum ymsastaðni á kroppinum, sum hann hevði barst við mannin fyri at fáa knívin av honum. Synd í manninum Maðurin, sum legði á teir, er varðhaldsfongslaður og kemur fyri rættin. Men hetta var bara ein av fleiri álvarsligum hending- um í Danmark seinastu tíð- ina, har knívur hevur verið á lofti og síðani Jack varð stungin, er ein ungur itali- enari stungis til deyðis, umframt at fleiri aðrir til- burðir hava verið, har knív- ur hevur verið á lofti. Hetta hevur ført við sær nógv kjak niðri um, antin revsingin fyri ganga við vandamiklum knívum skal herðast og um, hvussu hørð revsingin fyri slíkan harð- skap skal vera. Men sjálvur er Jack ikki so kvikur at døma mannin. – Í veruleikanum haldi eg, at tað er synd í einum manni, sum kann finna upp á slíkt, sigur hann. – Innast inni er hann helst ósekur, tí okkurt mann bylgjast í honum, sum vit ikki kenna til, men sum ger, at hann kann finna upp á slíkt. Kanska hevur hann havt tað ringt í upp- vøkstrinum. Kanska hava foreldrini svikið hann, so at barnaárini hava verið trupul, ella kanska er tað okkurt heilt annað, sum hann hevur at dragast við. Uttan iva er tað heilt klikk- að hjá honum, kanska følir hann seg forfylgdan av onkrum, tað vita vit ikki. – Og hvør kann orsøkin vera til, at maður fer í býin við einum stórum, tvíeggj- aðum veiðiknívi? Tað kann vera tí at innast inni er hann bangin fyri onkrum, so í veruleikanum taki eg synd í einum slíkum menniskja. Men Jack heldur kortini ikki, at maðurin eigur at sleppa og verður tað neyð- ugt, fer hann niður aftur at vitna í rættinum. – Tað sigur seg sjálvt at sleppa kann hann ikki. Eg ivist onga løtu í at hann ætl- aði at drepa okkum báðar og so kann hann ikki sleppa órevsaður. – Men hví, júst okkum báðar er mær framvegis ein gáta. Men eg ivist í, at hann rættiliga tíðliga um kvøldið valdi okkum til offur og hevði sett sær fyri at gera av við okkum. Men hann valdi skeivar menn, tí vit góvu honum harðari mótstøðu, enn hann hevði væntað, sigur Jack Petersen. Soleiðis sær yvirkroppurin á Jack út. Sprettur upp mitt eftir búkinum og ein stóran skurð undir hondini, umframt smærri skurðar ymsastaðni. Heilar 58 pentur skuldu til fyri at seyma hann sman aftur. C M Y K 5 4