Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 154 - 19. august 2003 Nr. 154 - 19. august 2003 7 Í november 2000 fiskaði garnabáturin »Isak L« ein sjáld- saman fisk við Grønland, sum eingin umborð á grøn- lendska skipinum hevði sæð ella hoyrt um fyrr. Føroyski skiparin Olaf Sólsker tók avgerð um, at fiskurin skuldi fryst- ast heilur og sendast til kanningar. Ikki fyrr enn nú, hálvt triðja ár seinni, hava fiski- og havfrøðingar staðfest, hvat slag fiskurin er av, og er tað onki minni enn ein sensatión TÍÐINDI Hans Kárason Mikkelsen Olaf Sólsker, skipari av Eiði, varð ógvuliga bilsin yvir tann 1,80 m langa og 70 kg tunga fiskin, sum teir á »Isak L« fangaðu henda dagin í november 2000. Mennirnir umborð hugdu í fiskibøkur í einari roynd at staðfesta, hvat slagið varð. Men tað eydnaðist teimum ikki. Og líka trupult tóktist tað hjá vælútbúnum fiskifrøð- ingum, tí tað tók teimum meira enn tvey ár at út- greina, hvat slag hesin fisk- urin varð. Eftir at langi fiskurin hevði ferðast runt á ymsum hægri lærustovnum og kanningarstovum, m.a. á føroysku Fiskirannsóknar- stovuni, varð hann sendur til Peter Rask Møller og hansara menn á Keyp- mannahavnar Universitet. Teir komu í februar 2003 fram til, at fiskurin er ein patagoniskur tannfiskur (Dissostichtus eleginoides), sum vanliga er at finna við suðurendan av Suður Ame- riku. Hetta stóð at lesa í altjóða tíðarritinum »Nature« tann 6. februar í ár. Aftaná at tað varð stað- fest, hvat slag fiskurin varð, blivu Olaf Sólsker og teir á »Isak L« umrøddir í so kendum altjóða tíðarrit- um sum »National Geo- graphic« og »Fishing News,« sum er størsta fiskivinnutíðarritið í heim- inum. Tað varð nevniliga onki minni enn ein stór- hending innanfyri fiski- frøði og í akademiskum sirklum, tí hesin fiskurin er ongantíð fyrr sæddur so norðaliga. - At finna ein slíkan fisk beint við Grønland er sanniliga sjáldsamt, sigur Thomas Hilbish við »National Geographic.« Hilbish er professari í lív- frøði við New York State University, og hann leggur aftrat, at henda hendingin stuðlar einum vælkendum ástøði um, at fiskar kunnu ferðast í streymbeltum, sum liggja undir heita vatn- inum í tropunum. Tað er nevniliga sannlíkt, at fisk- urin er komin í nakað djúpt vatn, og hann hevur síðani ferðast einsamallur til Grønlands við einum køld- um undirstreymi. Fiskurin trívist annars best, tá hitin er millum 2 og 11 gradir celsius. Tað norð- asta man hevur sæð tann patagoniska tannfiskin er í Suðuramerika við strond- ina uttanfyri Uruguay. – Tað er onki minni enn ein sensatión, sigur Olaf Sól- sker, sum tók stig til at fáa fiskin kannaðan. Spurdur hvussu tað kend- ist, tá navnið á einum er at finna í fleiri kendum tíðar- ritum kring heimin, sigur Olaf Sólsker, at tað altíð er stuttligt og spennandi við sovorðnum. Olaf greiðir at enda frá, hvussu gekk fyri seg tann minniliga dagin: – Beinan- vegin fiskurin kom á dekk- ið, sóu vit, at hetta varð eitt annað fiskaslag, enn vit eru vanir við. Eg tók so stig til at ringja til grønlendsku fiskirannsóknarstovuna, men teir vístu ikki serliga stóran áhuga. Fiskurin kom at enda upp á pláss, sigur Olaf um grønlendsku fiski- frøðingarnar. Fiskurin endaði í Dan- mark umvegis føroysku Fiskirannsóknarstovuna. Og tað vóru eisini danir, ið funnu útav, at hetta er ein patagoniskur tannfiskur, sum eisini er ein tann størsti fiskurin av hesum slag, fiskifrøðingar vita av. Ein altjóða fiskilig sen- satión við suðuramerik- onskum fiski, grønlendsk- um báti, og føroyskum skipara. Friðarligt vikuskiftið í Havn LØGREGLUTÍðÐINDI Hans Kárason Mikkelsen Løgreglan í Tórshavn hevði ikki nógv at gera um vikuskiftið. Av politistøðini frætta vit, at tveir bilførarar vóru tiknir fyri rúsdrekkakoyring, ein leyg- ardagin og ein sunnudagin. Haraftrat hevði ein per- sónur sovið rúsin av sær í klivanum. Umframt hetta varð eisini boðað frá, at gøtuóskil varð í Magnus Heinasonargøtu, tá 10 mans fór upp at skeldast. Poli- tiið fekk tosað mennirnar til rættis, og so hendi ikki meir. Grindaboð í Klaksvík LØGREGLUTÍÐINDI Hans Kárason Mikkelsen Løgreglan í Klaksvík hevði ikki nógv at gera um vikuskiftið. Onkur fullur persónur bleiv koyrdur til húsa av løgregluni, og húsaófriður varð í einum húsum fríggjadagin, men trupulleikarnir vóru loystir beinanvegin. Og fríggjakvøldið vóru grindaboð í Klaksvík, har ein lítil flokkur av springarum varð sæddur, men klaksvíkingar avgjørdu onki at gera. Náttina til leygardagin vóru tvey full fólk koyrd til húsa, og herverk varð framt á tveir bilar. Náttina til sunnudagin varð púra friðarligt í Klaksvík og somu- leiðis sunnudagin. Herverk í Fuglafirði LØGREGLUTÍÐINDI Hans Kárason Mikkelsen Beint undan skúlabyrjan hevði onkur brotið 10 rútar í skúlanum í Fuglafirði. Løgreglan í Runavík letur Sosialin vita, at onkur smávegis slóð er at ganga eftir. Annars varð tað eitt friðarligt vikuskiftið í Eystur- oynni. Fríggjadagin hendi onki, og leygardagin siga tey, at onkur smáting vóru at taka sær av. Full fólk vóru ófriðarlig til Frændur-dansin í Fuglafirði, men ongar handtøkur vóru. Og eitt smávegis ferðsluóhapp varð, tá ein bilur fór út av við Toftavatn, men ongin persónsskaði stóðst av hesum. Ein fiskilig sensatión Her sæst patagoniski tannfiskurin, sum eisini er ein delikatessa í fleiri londum. Mynd: National Geographic Tíðindaskriv Nú er hann aftur her, Carsten Sommerskov - maðurin sum hevur bergtikið hundratals føroy- ingar, og sum kann læra eitt og hvørt menniskja at verða meira positivt. Í hesum landi eru nokk av menniskjum, sum eru negativ - og er tað lætt at fella í hesa grøvina. Tí er tað umráðandi, at læra seg at brúka heilan rætt, so ikki tann negativi parturin av heilanum vinnur á tí positiva. At hugsa positvit, skapar eitt betur arbeiðsumhvørv- ið og har við eitt betur ar- beiðspláss. Eisini í tí pri- vata lívinum gongur alt lættari og betur við at hugsa positivt. Skeiðini eru til vaskikon- una, skrivstovumannin, flakakvinnuna, stjóran - jú øll hava gott av at hugsa positivt. Skeiðini verða á: Hotel Føroyum týsdagin 9. september - kl. 19.00 til 22.00. Kappróðrarneystinum á Glyvrum mikudagin 10. september - kl. 19.00 til 22.00. Og á Hotel Øravík hósdagin 11. september - kl. 19.00 til 22.00. Skeiðini kosta Kr. 860,- + mvg fyri hvønn luttakarara. Við í prísinum er bókin »Surfing på toppen af livet” og ábit í steðginum. Um fyritøkur hava áhuga at fáa Carsten Sommerskov inn á teirra arbeiðspláss, so kann hann halda privat skeið fyri øllum arbeiðs- fólkunum á sjálvari fyritøk- uni. Av tí at undirtøkan sær út til at blíva stór, er tað avmarkað, hvussu nógv kunnu koma á hvørt skeið- ið. Vilja tit hava meira at vita, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, ella vitja heimasíð- una www.sommerskov.dk Fyll tangan - hugsa positivt !!!! Tann 8. september verður arbeiðið upp á Vágatunnilin endaliga liðugt. Tá verður koyrandi allan sólarringin VÁGATUNNILIN Edvard Joensen Vágar: Um tríggjar vikur verður koyrandi óhindrað gjøgnum Vágatunnnulin alt samdøgurðið, sigur Niklas Foldbo, verkfrøðingur hjá Vágatunlinum. Arbeitt hevur verið mest- sum alla tíðina, síðan tunn- ilin lat upp í fjør, við at gera ymiskt smátt, sum mangl- aði, endaliga liðugt. Serliga hevur tað verið at sprænt betong undir loftið í tunlinum, sigur Niklas Foldbo. Slíkt, sum ikki var endaliga gjørt liðugt, og okkurt, sum ymsir smá- skaðar eru komnir uppá, meðan arbeitt hevur verið í seinna umfari. At tað ikki hevur gingið so skjótt, sum onkur kundi hugsað sær, kemst av, sigur hann, at tað verður arbeitt við smáum maskinum, sum ikki eru so effektivar, sum tær størru. Hetta hevur tí tikið sína tíð. Men nú hevur leiðslan fyri Vágatunnilin fingið lovað frá teimum, sum gera arbeiðið, at 8. september er endaliga lið- ugt, og so verður koyrandi uttan hindring alt samdøg- urðið. Fólk, sum hava ferðast gjøgnum Vágatunnilin í summar, hava lagt merki til, at veggirnir í tunlinum hava verið heldur vátari, enn teir vóru fyrstu tíðina, tunnilin var opin. Ymsar hugsanir hava fólk gjørt sær um tað, og fleiri eru, sum hava hildið, at nú fara nýggir lekar at vísa seg. Men soleiðis er ikki, greiðir Niklas Foldbo frá. Talan er um kondens, sum legst á veggirnar orsakað av lýkkuni, sum hevur verið í summar. – Tað er stutt og greitt lýggja veðrið, vit hava havt í summar, sum ger, at vegg- irnir eru vátir. Lýggja luft- in, sum kemur inn í kaldara tunnilin, fordampar og legst sum væta á veggirnar. Hetta fer at hvørva aftur, tá kaldari verður í veðrinum aftur. Um lekar sigur Nilklas Foldbo, at tað, sum tey hava skrásett higartil, síðan bor- að varð ígjøgnum, er, at tað lekur bara soleiðis umleiðis ein triðing av tí, lagt varð upp fyri. So lekar eru als eingin trupulleiki í løtuni, og nýggir lekar eru ikki staðfestir, sigur hann. – Tað er lætt at kanna eftir, hvussu til stendur við tí. Tað síggja vit á nøgdini, sum pumpað verður úr upp- samslingsbrunninum, sigur Niklas Foldbo, verkfrøð- ingur hjá Vágatunlinum. Vágatunnilin liðugur um tríggjar vikur Í farnu viku hevði Útnorðurráðið fund á Eiði, har bæði tíðin, sum farin er og komandi tíð við sínum ætlanum vórðu viðgjørdar RÁÐSFUNDUR Edvard Joensen Útnorðurráðið hevði fund á Eiði í fanru viku. Viðgjørt varð millum annað mál ráðsins um tættari samstarv millum heilsuverkini í Út- norðurlondunum, eins og eisini varð komið inn á temaðið fyri komandi ár, sum verður um orka. Ráðsfundurin hjá Út- norðurráðnum viðgjørdi temaðið fyri 2003, sum er um samstarv millum heilsumyndugleikarnar í londunum í Útnorði. Útnorðurráðið sigur tí tíðindaskrivi, sum sent varð um vikuskiftið, at endamál- ið við ráðstevnuni var at lýsa tey vandamál, sum eru á heilsuøkinum í Útnorður- londunum og leggja upp til størri samstarv á hesum økjunum í londunum. Útnorðurráðið kom við einum tilmæli til tilráðing til stjórn og landsstýri í Útnorðurlondunum um at aðalráð, landsstýrismenn og ráðharrar á økinum áseta fastar rammur fyri sam- starvinum á heilsuøkinum í londunum. Grønlendski landstings- formaðurin, Jonathan Motzfeldt, tekur við for- mansstarvinum í Útnorður- ráðnum eftir Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann. Jonathan Motzfeldt legði fram virkirætlan fyri kom- andi ár. Hendan ætlanin leggur serliga dent á viður- skifti Útnorðurs við ES, eins og dentur verður lagd- ur á samstarv millum Út- norðurráðið og Arktisku Parlamentarisku Nevndina. Eisini verður stórur dent- ur lagdur á burðardygt at gagnnýta livandi tilfeingið í Norðuratlantshavi. Hetta kom serliga fram í eini áheitan á stjórnirnar í út- norðurlondunum um at styrkja samstarvið land- anna millum við atliti at framhaldandi at gagnnýta felags fiskastovnarnar í Norðurhøvum. Undir aðalorðaskiftinum varð dentur lagdur á at styrkja samskiftið millum fiskimenn, vísindafólk og politikarar, eins og víst varð á týdningin av, at politikar- ar kenna teirra ábyrgd í hesum sambandi. Temaið fyri komandi ár er orka. Hetta er stórt evni, sum krevur miðvíst sam- starv millum Útnorðurráð- ið og ráðharrastovur og aðalráð í ymsu londunum, eins og tað eisini krevur samstarv við avvarðandi serfrøðingar og fakfólk, sigur Útnoðrurráðið í tíðindaskrivinum. Á fundinum hjá útnorð- urráðnum luttók eisini norski stórtingsformaðurin, Jørgen Kosmo, sum millum annað helt eina røðu, har hann tossði um Útnorður við norskari luttøku. Útnorðurráðið á Eiði Arbeiðstakarin, sum ger arbeiðið í Vágatunlinum, hevur lovað leiðsluni fyri Vágatunnilin, at tann 8. september verður alt liðugt, og tunnilin opin alt samdøgurðið Jonathan Motzfeldt hevur tikið yvir sum formaður í Útnoðurráðnum eftir Jógvan á Lakjuni Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6 Pop.fo er ein fesk s p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin Fylg vi F ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo