Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 154 - 19. august 2003 Nr. 154 - 19. august 2003 9 Í sambandi við Lista- stevnu Føroya var ein heldur óvanlig fram- sýning á Landssjúkra- húsinum seinasta leygardag. Fimm list- fimleikarar hingu í hvør sínari línu og framførdu ein leik á útveggjunum á Landssjúkrahúsinum LISTFIMLEIKUR Orð: Magnus Gunnarsson Myndir: Álvur Haraldsen Nógv fólk var samankomið á økinum uttan fyri Lands- sjúkrahúsið seinasta leygar- dag, tá listfimleikarar úr enska bólkinum Scarabeus hingu í línum og gjørdu ymisk kynstur á útveggj- unum á Landssjúkrahús- inum. Stórir hátalarar vóru settir upp, og tey fimm fólkini hingu í hvør sínari línu og svingaðu til tónleik- in. Listfimleikabólkurin Scara- beus hevur heimstað í London. Hesir listfimleikarar vitja í ymiskum býum um allan heimin og sýna síni kynstur fram á stórum bygningum. Vanliga gera tey ein sjónleik, sum sigur nakað um tann bygningin, har tey framføra. Í hesum føri framførdu tey ein sjónleik, sum tey høvdu gjørt um Landssjúkrahúsið. Leikurin æt Arboreal, sum merkir: »tann sum býr uppi í trøðunum«, undirheitið á leikinum var »lívið á eggini«. Tey leiktu á hvør sínari síðu á bygninginum og eggin var í hesum føri tað eina horni á Landssjúkra- húsinum. Tey spældu eisini ein leik um eina skurðviðgerð á tí niðara takinum á Lands- sjúkrahúsinum. Tað eru ikki allir bygn- ingar, sum eru egnaðir til slíkar framførslur. Tá tey skulu velja ein bygning til eina slíka framførslu, er tað fyri tað fyrsta neyðugt, at bygningurin er soleiðis háttaður, at línurnar kunnu bindast á ein tryggan hátt og øll onnur trygdarviður- skifti eru í lagi. Eisini skal tað vera ein bygningur, sum er gjørdur úr tilfari, sum ikki tekur skaða av tí, sum tey gera. Tað vísti seg at Landssjúkrahúsið var væl egnað til hetta endamál. Listfimleikabólkurin Scara- beus framførir eisini á øðr- um støðum sum t.d. uppi í mastrum á seglskipum o.l. Oddvá Nattestad, sam- skipari av Listastevnu Før- oya, og listfimleikabólkur- in Scarabeus, skipaðu fyri hesi framførslu við loyvi frá leiðsluni á Landssjúkra- húsinum. Klintrarar í hingu í línu á Landssjúkrahúsinum Tey fimm fólkini hingu í hvør sínari línu og svingaðu til tónleikin Vónandi líða tey ikki av hæddarræðslu Listfimleikabólkurin Scarabeus sýnir síni kynstur á Landssjúkrahúsinum NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sunnudagin 17. august fór Árni Helmsdal í Odense um tey hálvt hundrað. Mong munnu komast við navnið, sum í mong ár hevur skrivað kveikjandi greinar við andaligum boðskapi á baksíðuni á Oyggjatíðindum. Árni Helmsdal er havnar- maður. Foreldrini vóru Olivia og Mikkjal Helms- dal. Hon var úr Miðvági, og hann var úr Leynum. Eftir kríggið búsettust tey í høv- uðsstaðnum, og tey fingu seks børn: Kári, Tordis, Ingi, Finnur, Árni og Jón, sum druknaði í ánni dygst við húsini, har tey búðu, í 1961, tá ið hann var knapp- liga tvey ára gamal. Árni gekk í realskúla í Hoydølum, og hann leyk studentsprógv í Sorø. Árni fór undir víðari lestur í Århus, har hann tók lærara- prógv í 1980. Hann var í nøkur ár lærari á kristnum frískúla í Odense, og síðani fór hann undir víðari lestur. Í Odense hevur Árni tikið HD, og hann hevur í mong ár arbeitt innanfyri A kass- arnar, har hann hevur fing- ist við at vegleiða teimum, sum hava verið arbeiðsleys, soleiðis at tey kunnu finna innihald og meining við gerandisdegnum, um tey so aftur eru komin á arbeiðs- marknaðin ella ikki. Árni er giftur við Vibeke. Hon er ættað úr Brønshøj. Mamman var úr Leirvík. Vibeke og Árni gingu á læraraskúla í Århus í senn, og Vibeke er framvegis lær- ari. Tey eiga fýra børn: Andreas, Amalia, Asbjørn og Annfinn. Árni hevur verið virkin í kristiligum arbeiði øll útisetaárini. Hann hevur havt serligt hjartalag fyri ungum føroyngum, sum eru komnir til Århus og Odense at lesa og læra. Hann hevur havt ábyrgdina av bíbliutímum fyri føroy- ingum, og tey eru mong, sum kunnu skriva undir uppá, at Árni hevur sýnt satt hirðahjarta fyri teim- um, eisini eftir at tey aftur eru flutt til Føroya. Árni hevur altíð gjørt nógv við at skriva. Um- framt teigin í Oyggjatíðind- um, sum hevur verið ikki sørt originalur, men sum altíð hevur havt serligan boðskap, hevur hann luttik- ið nógv í almenna orða- skiftinum, m.a. við lesara- brøvum í donsku pressuni. Hann hevur skrivað um før- oysk viðurskifti, um kristi- lig viðurskifti, og hann hev- ur ikki minst kent ábyrgd fyri at verja tey minni mentu og m.a. víst á týdn- ingin av, at tey, sum frá Skaparans hond eru brekað, fáa sømilig kor og verða mett og viðfarin, sum tað sømir seg øllum menniskj- um. Áhugin fyri hesum síðst nevnda man ikki minst vera komin av, at næstyngsti sonurin, As- bjørn, er mongol. Árni hevur verið óførur brævskrivari. Páskabrøvini hava verið tiltikin. Tey hava verið rúgvismikil, og tey hava verið djúp. Árni er føroyingur í Danmark, og hann hevur stóran áhuga fyri øllun tí, sum er før- oyskt og hevur við Føroyar at gera. Hann og familjan hava ofta vitja hendanveg- in, og ivaleyst eru tey mong, sum heilsa honum, nú hann er farin um tey fimmti. Árni Helmsdal 50 ár Um miðjan August 1973 komu 9 hekkutrolaar til landið, sum Skipafelagið Føroyar hevði keypt úr Cuba. Trolararnir vóru 130 føtur langir og 8,2 metrar breiðir. Teir eru keyptir frá Eysturtýsku skipasmiðj- uni, sum eisini bygdi farmaskipini, sum Skipa- felagið keypti í 1972. Prís- urin var umleið 8 mill. krónur fyri allar trolararnar. Trolararnir vóru bygdir í 1970-71 til Kubansku myndugleikarnar, men vórðu ongantið yvirtiknir frá skipasmiðjuni. 55 mans vórðu sendir eftir skipanum, og høvdu teir góðar 3 vikur um at sigla tey heim úr Havana. Í vinstra horni á myndini sæst stjórin á Skipafelagn- um Føroyar, Oddur Niclas- en. Kelda: Myndaárbókin "árið ið fór" 1973 Dagurin 19. august. Sebaldus. Sigst at hava verið guðrøkin danskur kongssonur, sum var trúlovaður franskari prinsessu. Men hann fór frá henni og gav seg í kleystur í Nürnberg, har hann doyði í hvussu so er fyri ár 1070. 30 ár síðan Kubatrolararnir komu Kubatrolararnir á Molanum í Havn í 1973, fremst liggur Trastur C M Y K 9 8