týsdagur 19. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 154 - 19. august 2003
Nr. 154 - 19. august 2003
11
Jóannes Eidesgaard
Líkt er til, at samgongan
tekur táttin uppaftur, har
hon slepti, tá tingárið end-
aði. Gev fólkinum sjónleik,
so gloyma tey – væl stuðl-
aði av fjølmiðlunum – teir
dagligu gráu trupulleikar-
nir. Og andstøðan fær ikki
eitt orð innført, tí sjónleik-
urin í samgonguni er mun-
andi betur undirhald.
Ein blaðmaður hjá Dimma-
lætting ringdi fyri nøkrum
døgum síðani og spurdi,
hvørji mál, eg roknaði við
fóru at verða stóru stríðs-
málini í politiska árinum,
sum byrjaði á ólavsøku. Eg
svaraði, at tá tað snúði seg
um verulig politisk mál í
løgtinginum, so fóru tað at
verða serliga tvey mál, sum
fóru at geva stríð millum
ymisku partarnar, og tað
vóru fíggjarlógin fyri 2004
og fráboðaðu privatisering-
arnar. Men so legði eg aftr-
at, at tá tað kom til stríðs-
mál annars, so fór sam-
gongan sjálv at taka sær av
tí, og hon hevði so avgjørt
ikki brúk fyri hjálp frá and-
støðuni til tað.
Og sum frálíður eri eg
komin alt meira eftir, at alt
hetta er ein sjónleikur, sum
verður stjórnaður frá stjórn-
arskrivstovunum í Tinga-
nesi. Ein sjónleikur, sum
hevur sum mál, at fjølmiðl-
arnir verða stýrdir til bert at
fáast við tað, sum leiðslan í
samgonguni ynskir, at fjøl-
miðlarnir skulu fáast við.
So til tess at fjølmiðlar,
andstøða og fólk annars
ikki seta fokus á veruligar
trupulleikarnar í okkara
samfelag og til tess at tiga
andstøðuna í hel, so gjarar
man út við ymiskum innan-
hýsis stríðsmálum, sum
serliga Fólkaflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin eru so
rúkandi ósamdir um. Og út-
gjaringin er so mikið góð,
at øll bíta á og halda, at
hetta er veruligi politikkur,
tað snýr seg um.
Skiftivís hoyra vit Tjóð-
veldisflokkin og Fólka-
flokkin skjóta eftir hvørjum
øðrum í fjølmiðlunum,
men hetta er sjónleikurin, tí
málið er ikki ósemjan, men
tað at teir eiga yvirskriftir-
nar og fáa markera síni
sjónarmið, og so ikki at
gloyma, at andstøðan verðu
tagd burtur. Stutt sagt: ein
sjónleikur fyri at varðveita
maktina.
Lat okkum taka
nøkur dømi:
– Málið um Jógvan S er so
eitt fólkafloksteatur alt sum
tað er. Fólkaflokkurin gev-
ur tilsøgnina um fiskiloyvi
dagin fyri løgtingsvalið –
Fólkaflokkurin
útskrivar
fyribils fiskiloyvi næstan
dagin fyri, at landsstýris-
málanevndin kemur við
sínari niðurstøðu – og
Fólkaflokkurin tekur fiski-
loyvið aftur. Reiðarin, sum
hevur sitið á tingi fyri
Fólkaflokkin
kann
nú
leggja sak og siga, hvussu
nógv endurgjald, hann skal
hava. Fólkaflokkurin hevur
frammanundan
við
al-
mennum pengum syrgt
fyri, at advokatar geva reið-
arínum rætt og landsstýris-
málanevndini órætt, so ta
sakina skal reiðarin vinna.
Og omaná alt, so sigur reið-
arin, at hann er politiskt
forfylgdur. (Er tað veruliga
so, sum reiðarin sigur, so er
talan um politiska kanni-
balismu, tí Fólkaflokkurin
eigur málið, alt sum tað er,
og hevur sitið báðumegin
borðið frá byrjan til enda.
Fólkaflokkurin hevur bæði
givið og fingið) Fyri ikki at
órógva henda sjónleik, so
sleppur Tjóðveldisflokkur-
in at eiga leiklutin sum tann
einasti flokkur, sum heldur,
at slíkt kann ikki bera til, og
tí má fiskiloyvið takast
aftur. At vit onnur høvdu
somu áskoðan var als ikki
áhugavert.
– Annita á Fríðriksmørk
sigur í umrøðuni av løg-
mansrøðuni, at hon heldur,
at tíðin nú er komin til at
taka
sjómanfrádrátturin
upp á 15% av. Hetta gevur
so restini av Tjóðveldis-
flokkinum og serliga Karst-
eni Hansen og Rúna Hentze
høvið til at markera teirra
støðu, eins og Fólkaflokk-
urin sleppur at sláa mann-
garð um frádráttin. Hvat
andstøðan sigur um sama
mál, verður ikki tikið upp á
tungu.
– Karsten Hansen og
Heini O. Heinesen seta
spurningar við handfaring-
ina hjá Bjarna Djurholm av
málinum um fasta sam-
bandið um Lorvíksfjørð.
Hetta gevur síðan báðum
pørtum høvið til at markera
yvir fyri norðoyingum, at
tað serliga eru hesir báðir
flokkar, sum brenna fyri
sakini, og eingin tímir at
spyrja andstøðuna, hvat
hon heldur.
– Høgni Hoydal og lut-
víst Hergeir Nielsen seta
fram ynski um eitt sam-
ferðslugjald, soleiðis at tað
gerst ókeypis at ferðast til
útoyggj og munandi bílig-
ari til útjaðaran. Høgni
Hoydal sleppur framat í
bestu senditíð í bæði út-
varpi
og
sjónvarpi
at
marknaðarføra handritið.
Hann og Tjóðveldisflokk-
urin standa nú sum teir ein-
astu, sum vilja útjaðaranum
nakað munagott. Men sam-
stundis gevur hetta eisini
Fólkaflokkinum og serliga
Bjarna Djurholm, sum alt
meira tykist vera veruligi
leiðarin í Fólkaflokkinum,
høvið til at markera, at teir
als ikki kunnu góðtaka
hækkaði avgjøld ella hækk-
aðir skattir. Báðir flokkar
sleppa at markera teirra
hugsjónir, men hvat and-
støðan heldur um hetta mál,
nei tað er ikki áhugavert.
Her vóru so fýra dømi
bara síðan á ólavsøku.
Dagsskráin
er
ivaleyst
longu sett, og handritini
liggja uttan iva klár til fleiri
sjónleikir, sum vit skulu
undirhaldast við, nú nætur-
nar leingjast og dagarnir
styttast.
Eitt mugu vit so viður-
kenna í andstøðuni, og tað
er, at vit eru sera vánalig, tá
tað kemur til at seta sjón-
leikir upp. Men tað var nú
heldur ikki tað, vit roknaðu
við, at politikkur skuldi
snúgva seg um.
Sum øllum kunnugt varð einaræðisharrin Pino-
chet tvungin at lata valdið frá sær eftir nógv ár
í Chile við blóðugum harðræði. Pinochet lat
ikki valdið frá sær uttan víðari, og neyðugt var
at gera nógvar ótespiligar neyðsemjur, til tess at
fáa einaræðisharran og hervald hansara at góð-
taka eina fólkaræðisliga samfelagsskipan í
Chile. Ein partur av neyðsemjunum var, at her-
yvirmenn skuldu ikki verða revsaðir fyri brots-
verk, ið vóru framd móti viðhaldsfólki Allend-
es.
Hetta kendist sjálvsagt sárt hjá avvarandi at
teimum mongu, eitt nú sangarin og tónasmiður-
in Victor Jara, sum opinlýst vórðu tikin av døg-
um uttan lóg og dóm, ella sum hvurvu í Nacht
und Nebel. Eingin uttan brotsmenninir vistu,
hvat ið var hent við øllum teimum horvnu.
Óvissan var tung at bera hjá teimum mongu av-
varandi. Einaræðisharrin, ið ber høvuðsábyrgd-
ina av allari hesari neyð og øllum hesum ræðu-
leikum, livir og letur sum honum lystir í størsta
marglæti fyri skattaborgarans pening! Hetta
kenst hjá mongum órættvíst, milt talað. Tað er
jú ongantíð hent, at brotsmenninir eins og gjørt
varð í t.d. Suðurafrika fingu høvi at angra og at
greiða almenninginum frá sínum brotsverkum.
Ein slík loysn hevði reinsað luftina og tryggjað
teimum avvarandi upplýsingar um tey horvnu.
Ein slík loysn hevði eisini gjørt, at teir verstu
brotsmenninir vórðu revsaðir. Tí eru krøvini nú
harðnað um, at gjørt verður upp við brotsmenn-
inar, soleiðis at alt frá Pinochettíðini, sum enn
er dult, kemur í ljósmála. Tað er í hesum sam-
bandi løgið at hugsa sær, at harðræðið hjá Pino-
chet fekk undirtøku frá politiskum flokki, sum
í dag situr við miklum valdi í Føroyum.
Í Argentina hendi sami sorgarleikur sum í
Chile. Men har hava politisku flokkarnir nú
gjørt av, at gerast skal upp við politisku brots-
menninar einaferð med alla. Farið verður nú í
hernað móti teimum herovastum, sum bera
høvuðsábyrgdina av øllum ræðuleikunum, ið
vórðu framdir móti demokratiskt hugsandi
fólki í landinum. Teir koma nú fyri rættin.
Greiða skal fáast á tí, sum hendi við øllum, sum
hvurvu, meðan hervaldið hevði ræðið. Fólk um
allan heim bíða spent eftir uppgerðunum í báð-
um londum, tí hesi viðurskifti viðkoma ikki
bert chilenum og argentinum, men øllum
demokratiskt sinnaðum menniskjum uttan mun
til, hvar á Jørðini, tey nu einaferð eru stødd.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Viðkomandi uppgerð
við einaræði
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Gev fólkinum sjónleik...
Lesið
-tað loysir seg
Hergeir Nielsen
Teir í fólkaflokkinum eru á
gosið, tí vit í tjóðveldis-
flokkinum
arbeiða
við
nøkrum av avtalunum í
samgonguskjalinum.
Avtalurnar siga ma. at,
– ætlan verður løgd fyri,
hvussu tilmælini um økis-
menning og útoyggjapoli-
tikk kunnu verða fylgd,
– at flutningskostnaður skal
sum minst darvað kapp-
ingarførinum hjá vinnu-
lívinum í útjaðaranum,
– at miðast skal ímóti, at
allir borgarar landsins fáa
nøktandi tænastustig inn-
an vinnu, telesamskifti,
samferðslu, heilsu-, al-
manna-, menta- og skúla-
mál.
Hesar avtalur eru púra
greiðar, og elva til eina um-
legging av fleiri viðurskift-
um á samferðsluøkinum,
skulu tær haldast.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum umsitur sam-
ferðsluøkið. Hann hevur,
sum skilst, tíverri lítið og
einki gjørt við hesi mál, og
hevur ongar ætlanir og
einki uppskot um, hvussu
hesi kunnu skipast.
Harafturat hoyra vit hann
siga seg heldur vilja liggja
lík, skulu okkara hugskot
og avtalur fremjast.
Hetta er greið tala, og
kann ikki skiljast øðrvísi
enn, at fólkaflokkurin ikki
sær seg føran fyri at halda
samgonguskjalið, hvat av-
talunum um økismenning
viðvíkur.
Flokkurin hevur í nýtum
orðum í hálva øld funnist at
rakstrarkostnaðinum av SL.
Síðani hann kom at umsita
málið, er hesin kostnaður
øktur úr 126 upp í 163
mió.kr., ella við næstan
30%.
Bara lønarparturin er
pumpaður úr 50 mió.kr.
upp í 66 mió.kr.
Tað er ein sorgarsøga í
sjálvum sær, at fólkaflokk-
urin skal sita á einum stór-
um parti av teimum málum,
ið viðvíkja útjaðaranum,
um flokkurin er karvandi
líka glaður við, um naka lív
er lagað fólki har ella ikki.
Vit, sum politiskt hava
tryggjað okkum, at nakað
skal henda við økismenn-
ingini, eru fullgreið yvir, at
hetta eisini treytar eina um-
skipan av teimum byrðum,
ið liggja á samferðsluøki-
num.
Samstundis sum økis-
menningin verður tosað í
hel, streymar fólkið til mið-
staðarøkið, og vit, sum
royna at koma við uppskot-
um um batar, verða hóttir
við alskyns ólukkum.
Men rætt skal vera rætt.
Undir viðgerðini av løg-
mansrøðuni var positiv
undirtøku frá einum fólka-
floksmanni um at flyta um-
sitingina av Smyril nærri
brúkaranum, og tað er at
fegnast um.
Vónandi fer tað ikki at
taka lívið av landsstýris-
manninum, um vit flyta
hesa umsiting til Suðuroy-
ar. Eitt hóskandi stig er at
gera tað, tá nýggi Smyril
kemur.
Samferðslugjaldið hevur
fyrr verið umrøtt í sam-
gonguni, og nú sær tað út til
rættiliga at níva teir í fólka-
flokkinum.
Heðin Zachariasen sigur
seg hava fingið ein skelk,
og at tað er óhugsandi, at
tey sum ikki brúka SL,
rinda meiri kostnað av hes-
um.
Vit koyra út har landfast
er, siga handilsmenn í lýs-
ingum sínum, og tað sama
siga fólkafloksmenn.
Streymnesmaðurin koyrir
har landfast er. Hann slepp-
ur altíð eftir fjøllunum til
Havnar, og er tað ikki nóg
gott, so hava vit sprongt
honum ein veg gjøgnum
fjøllini uttan at taka eina
krónu frá honum í gjaldi
fyri at brúka landsvegirnar.
Takkarlønin frá honum
er, at útjaðarin í oyggjasam-
felagnum
Føroyar
skal
sigla sín salta sjógv, bundin
at líkindum, ferðaætlanum
og kostnaði pr. túr fyri at
brúka sjóvegis landsvegir-
nar.
So langt liggja vit frá
hvørjum øðrum, og so vita
vit tað.
Fólkaflokkurin illneitast
inn á okkum, tí vit viðgera
týdningaramikil mál á sam-
ferðsluøkinum,
men
ta
ábreiðsluna leggja vit ikki
so nógv í, so leingi sum vit
síggja, at tað ger mun og er
til samfelagsins besta.
Tað er nýtt og pátikið, at
landsstýrismaðurin fær lík-
dæmi og er ímóti hægri
gjøldum. Tvørturímóti, so
yndar hann at leggja hægri
gjøld á almenna fluttningin.
Vit støðgaðu honum í vár
í at fremja eina størri hækk-
ing av samferðslugjøld-
unum, og áløgdu honum í
størri mun at fíggja hallið
hjá SL við rationalisering-
um heldur enn við hækkað-
um ferðaseðlagjøldum
Støðgaðu vit ikki lands-
stýrismanninum,
høvdu
koyggjuprísirnir á Smyrli
verið 300 kr. afturat ferða-
seðlagjaldinum.
Støðgaðu vit ikki lands-
stýrismanninum, fingu vit
ein Smyril triðing minni
enn tann komandi fyri sama
rakstrarkostnað.
Støðgaðu vit ikki lands-
stýrismanninum, kom hann
niðan í tingi við eini fjalla-
smogu undir Hovstúgvu
fyri 140 mió.kr., ella fyri
triðings meirkostnað oman-
fyri Øravíkar Hov berghol-
ið.
Støðgaðu vit ikki lands-
stýrismanninum, hevði hann
lopið varandi ólag á partar-
nir á arbeiðsmarknaðinum
við handfaringini av upp-
skotinum um ein møgulig-
an arbeiðsrætt.
Og so frameftir, og so
frameftir
Ikki er fólkafloksmonn-
um neyðugt at liggja í
svøvnloysi, tí at ein sam-
starvsflokkur hugsar og
virkar positivt eftir gjørd-
um avtalum til samfelags-
ins besta.
Vit hava ikki ætlað okk-
um at taka nakað úr hond-
um teirra, men teir eiga at
geva okkum eins góðan
rætt til at viðgera teirra
mál, sum teir taka sær at
viðgera okkara.
VIÐMERKINGAR
Farna vika gjørdist eitt framhald
av gongdini í seinastuni og enn
ein staðfesting av, at tað sum
heild gongur framá í USA. Sein-
astu
prísvakstraruppgerðirnar
hava fyribils burturbeint óttan
um ein fallandi prísvøkstur, og
saman við positivu búskapar-
gongdini hevur hetta gjørt, at
mett verður ikki longur, at rentan
skal lækkast meira í USA á hes-
um sinni. Ein onnur orsøk til
hetta er, at tað sýnist, sum um
nýtsluhugurin hjá amerikanska
brúkaranum aftur er um at økj-
ast, og hetta er sera gott fyri bú-
skapin.
Streymslit í USA í farnu viku
gjørdi, at positivar búskaparligar
uppgerðir og eitt nú ein góður
roknskapur frá teldufyritøkuni
Dell, ikki fingu ta ávirkan á
marknaðirnar, sum rætt hevði
verið. Hóast talan ikki var um
yvirgang, undirstrikar hending-
in, at amerikumenn dagliga liva í
óttanum fyri yvirgangi, og at
slíkar hendingar kunnu skapa
sveiggj á virkisbrævamarknað-
unum.
Lánsbrævarenturnar eru sum
heild hækkaðar í farnu viku. Or-
søkin er serliga bjørt amerikonsk
lyklatøl. Hóast lutfalsliga fáar
búskaparligar uppgerðir verða
almannakunngjørdar hesa vik-
una, verður framhaldandi mett,
at rentan á longum lánsbrøvum
kann vera óstøðug. Renturnar
eru hækkaðar nógv í seinastuni
og roknast kann tí allatíðina við
einari mótrørðslu. Kortini skal
fyribils ikki roknast einari veru-
ligari broyting í rentustiginum.
Við øðrum orðum kann væntast,
at renturnar fara at sveiggja í
einum føstum talstrekki í næst-
um.
Danska
partafelagið
A.P.
Møller – Mærsk A/S stóð seg
sera væl í farnu viku og hækkaði
6,8%. Hóast talan er um eitt
sterkt og væl rikið virki og at
kappingarneytar hava kunngjørt
góðar roknskapir, er vandi fyri,
at bjartskygnið er ov stórt um
roknskapin hjá A.P. Møller.
Partabrøvini kunnu tí fella bæði
orsakað av vinningsstaðfesting
og tá roknskapurin verður kunn-
gjørdur tann 26. august.
Partabrøv hava sum heild stað-
ið seg sera væl í seinastuni, sam-
stundis sum lánsbrævarenturnar
eru hækkaðar. Lánsbrøv eru tí
vorðin áhugaverd at keypa og
hetta kann seta partabrøvini und-
ir trýst. Roknast kann tí við døg-
um við falli. Kortini vísa virkir
framhaldandi á góðar roknskapir
og millum annað hetta stýrkir
trúnna um, at partabrøv kunnu
liggja hægri við ársenda.
Seinasta rentulækkingin í USA hesuferð
Vika 34, 2003
www.kaupthing.fo
Oyggjarsamfelagið og kostnaðurin
LANDSDYSTUR
Tíðindaskriv
12. Maður skipar fyri
upphiting til dystin Før-
oyar-Ísland á Tórsvølli
mikudagin.
Á skránni er ókeypis
andlitsmáling,
felags-
sangur, tipping o.a.
Eisini verður søla av
fløggum, turrukløðum,
húgvum, blusum o.ø.
Nógv góð tilboð til
limirnar. Havi limakortið
við.
12. Maður bjóðar ókeyp-
is øl & sodavatn til limir-
nar.
Nýggir limir kunnu
tekna seg.
Byrja verður kl. 15.00.
Kl. 18.15 verður skrúð-
gonga niðan á Tórsvøll.
Øll eru vælkomin.
12. Maður hitar
upp í Club 20
C
M
Y
K
11
10