Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 154 - 19. august 2003 Nr. 154 - 19. august 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI Trygdin í tunlunum ikki nóg góð Teir, sum koyra løgreglubilar, sjúkrabilar og sløkki- liðsbilar í Noregi halda ikki, at trygdin í teimum norsku tunlunum er nóg góð. Í einari nýggjari frágreiðing siga teir, at samskiftis- møguleikarnir í tunlunum eru ikki nóg góðir, og har- afturat eru alt ov fá myndatól í tunlunum. Trupulleik- arnir eru serliga galdandi í tunlunum í útjaðaranum, men heldur ikki í meginøkinum er trygdin í lagi, siga teir. Lasse Hermansen, sum er felags talsmaður hjá løg- regluni, sjúkrabilunum og sløkkiliðunum, sigur við norska útvarpið, at teir hava ferð eftir ferð víst á trupulleikarnar, uttan at myndugleikarnir hava gjørt nakað við tað. Sambært talsmanninum hava løgregl- an, sjúkratænastan og sløkkiliðini einaferð sýtt fyri at taka lut í einari venjing í einum tunli, tí teir mettu ikki trygdina vera í lagi. Rænt flogfar elvir til ótta Um allan heim leita fregnartænastur framvegis eftir einum Boeing 727-flogfari, sum hvarv av einum flog- vølli í Angola fyri trimum mánaðum síðani. Bretska blaðið Daily Star skrivaði sunnudagin, at flogfarið eftir øllum at døma er fjalt einastaðni í Sahara-oyði- mørkini. Sambært blaðnum ber bretska fregnartænastan MI6 ótta fyri, at teir, sum rændu flogfarið, ætla sær at nýta tað til eina yvirgangsatsókn, eins og gjørt varð í USA tann 11. september í 2001. MI6 sigst hava fingið frænir av, at tað eru stuðlar hjá Osama bin Laden, sum hava tikið flogfarið, og at teir ætlaðu at stoyta tað inn í eitt bretskt ferðamannaflogfar í Saudiarabia í síðstu viku. Sambært Daily Star var tað orsøkin til, at øll bretsk flogfeløg fingu forboð fyri at flúgva til Saudi- arabia í síðstu viku. Ein kelda í MI6 sigur við blaðið, at yvirgangsmenn- inir eftir øllum at døma hava málað flogfarið, so tað hevur somu litir sum flogførini hjá einum av teimum stóru flogfeløgunum. Tað ger, at tað er næstan vón- leyst at finna tað rænda flogfarið. Nei til kommunusamanlegging Ein kanning í Noregi vísir, at 52 prosent av fólkinum eru ímóti, at teirra kommuna verður løgd saman við aðrari ella øðrum kommunum. 33 prosent halda tað harafturímóti vera skilagott at leggja saman. Í 1994 varð ein tilsvarandi kanning gjørd, og tá vóru 65 prosent ímóti samanlegging. Bert 16 prosent vóru fyri. Tey, sum hava gjørt ta nýggju kanningina, siga, at í teimum smáu kommununum eru fólk yvirhøvur ímóti samanlegging, tí tey siga seg hava betri álit á sínum egnu kommunalpolitikarum enn politikarunum í grannakommununum. Áhugavert er tað kanska, at norska kanningin kem- ur til ta niðurstøðu, at tað eru eingir fíggjarligir fyri- munir við størri kommunum – í hvussu er ikki, tá tað snýr seg um at nýta pengar til skúlaverkið, heilsu- verkið og eldraøkið. Titanic ferst Skal vrakið av ferðamannaskipinum »Titanic« takast uppaftur, skal tað gerast skjótt. Tað siga amerikanskir og russiskir serfrøðingar. Amerikanskir bjargingarserfrøðingar siga, at vrakið er so illa farið, at tað fer at detta sundur skjótt. Teir hava tí biðið myndugleikarnar um loyvi at seta hol á skrokkin, so teir kunnu sleppa inn í skipið eftir lutum, sum kunnu vera áhugaverdir at fáa upp haðani. Russ- ar hava eisini kannað vrakið, og teir eru samdir við amerikanarunum í, at vrakið fer at detta sundur skjótt. »Titanic« sakk tann 15. apríl í 1912, og meiri enn 1.500 fólk sjólótust. Vrakið varð funnið í 1985. Sunnudagin skutu amerikanskir her- menn ein mynda- mann hjá bretsku tíðindastovuni Reut- ers. Hann var tann 17. tíðindamaðurin, sum er deyður í Irak, síð- ani kríggið byrjaði tann 20. mars IRAK Árni Joensen Amerikanska herleiðslan váttaði seint sunnudagin, at amerikanskir hermenn høv- du skotið ein tíðindamann uttan fyri Bagdad. Sambært herleiðsluni hildu her- menninir myndamannin vera ein iraka við einum granatvarpara. Tí skutu hermenninir. Tann 43 ára gamli Mazen Dana var myndamaður hjá bretsku tíðindastovuni Reuters. Hann var palestini og arbeiddi fyri tað mesta sum myndamaður í Hebron á Vestara Áarbakka. Men nú var hann í Irak. Ljóðmaður hansara, Nael al-Shyoukhi, greiddi aftan á tilburðin sunnudagin frá, at amerikanararnir høvdu sýtt at taka film í einum fongsli í útjaðaranum av Bagdad, men at teir kundu takað myndir av sjálvum fongslinum. Tá teir vóru lidnir við upptøkuna, sett- ust teir inn í bilin. Tá kom ein amerikanskur stríðs- vognur koyrandi ímóti teimum, og Mazen Dana fór úr bilinum at taka film av stríðsvogninum. – Brádliga skjeyt ein amerikanskur hermaður eftir okkum. Eg lá niðri. Eg hoyrdi Mazen geva seg av pínu og sá, at hann tók seg fyri bróstið. Eg rópti á her- mannin og segði, at hann hevði skotið ein tíðinda- mann. Teir svaraðu, at eg skuldi taka meg aftur, segði Nael al-Shyoukhi. Tá amerikanararnir varn- aðust mistakið, royndu teir at hjálpa myndamanninum, men har var einki at gera. Lítla løtu seinni doyði hann. Mazen Dana var tann 17. tíðindamaðurin, sum er deyður í Irak, síðani krígg- ið har byrjaði. Tveir aðrir tíðindamenn eru ikki komnir afturíaftur. Mzen Dana var ein av teimum mest royndu myndamonn- unum hjá Reuters. 17. tíðindamaðurin deyður í Irak Myndamaðurin Mazen Dana arbeiddi fyri Reuters. Sunnudagin skutu amerikanskir hermenn hann uttan fyri Bagdad Ein frágreiðing avdúkar, at ísraelsku myndugleikarnir pína palestinskar fangar, og at píningin er vorðin meiri vanlig hetta seinasta hálvtannað árið. ÍSRAEL Árni Joensen Tað er felagsskapurin Public Commitee against Torture in Israel, sum hevur skrivað frágreiðingina. Felags- skapurin fær fíggjarligan stuðul frá fleiri stjórnum, teirra millum stjórnunum í Bretlandi, Noregi og Niður- londum. Í frágreiðingini verða ísraelsku myndugleikarnir lagdir undir at avhoyra palestinskar fangar í viku- vís og alt samdøgrið. Fang- arnir sleppa ofta bert at sova einar tveir tímar, áðr- enn teir verða avhoyrdir aftur, og teir sleppa ikki at tosa við ein sakførara. Formaðurin í ísraelsku nevndini, Hannah Fried- man, sigur við Berlingske Tidende, at ísraelsku mynd- ugleikarnir eisini revsa teir mest áhaldandi palestinsku fangarnar við at seta konur teirra í fongsul. – Tað seinasta hálva árið hava fleiri hundrað pale- stinskir fangar verið fyri píning ella aðrari ómenn- iskjaligari viðferð, sum trygdartænastan GSS hevur staðið fyri, stendur í frá- greiðingini. Ísraelska lóggávan heim- ilar tí, sum verður kallað »hóvligt likamligt trýst«, um talan er um at fyri- byrgja yvirgangsálopum. Júst hetta slagið av píning varð nógv umrøtt í donsk- um fjølmiðlum, tá Carmi Gillon tók við sum ísra- elskur sendiharri í Keyp- mannahavn fyri tveimum árum síðani. Tað komst av, at hann vardi hetta slagið av píning. Uttanríkisnevndin hjá Fólkatinginum vitjar í Ísra- el hesa vikuna, og uttan- ríkispolitiski framsøgu- maðurin hjá Sosialdemo- kratunum, Jeppe Kofoed, sigur við Berlingske Tid- ende, at nevndin eigur at nýta høvi til at finnast at ís- raelsku framferðini. Píning meiri vanlig í Ísrael Hann hevur álagt 250 parkeringaravgjøld, síðan hann tók við starvinum sum parkeringaransari í Runavíkar kommunu í apríl í ár. Hesar mánaðirnar hevur hann upplivað eitt sindur av hvørjum. Vit hava skift orð við Jóanes Johannesen SAMRØÐA Vilmund Jacobsen Jóanes Johannesen er søldfirðingur. Hann hevur havt ruskið á bingjupláss- unum í Runavíkar komm- unu um hendi síðan apríl 1995. Tey fyrru árini, með- an IRF hevði bingjupláss- ini, vóru trý ruskpláss í kommununi - eitt í Søldar- firði, eitt í Rituvík og eitt í Æðuvík. Í 2001 vórðu hesi trý ruskplássini niðurløgd, og alt ruskið varð samlað á einum staði við Fjøruvegin í Runavík Rottur, kettur, hundar og seyður Umframt at starvast við ruskplássið í Runavík, hev- ur Jóanes eisini rottur, kett- ur, hundar og seyðin í kommununi um hendi. Honum dámar væl at taka ímóti ruski frá fólki og halda skil á ruskplássinum, sum hann hevur gjørt øll hesi árini. Jóanes sigur, at rusk- plássið í Runavík enn ikki er ein endurnýtslustøð, men kortini verður ruskið skilt í ein ávísan mun. - Á Toftum, har endur- nýtslustøð er bygd, verður eitt nú skilt ímillum papp og pappír, og her krevst, at pappírið verður goymt undir taki. Tað verður ikki gjørt í Runavík, her papp og pappír fer í somu bingju. Ruskplássið í Runavík er opið gerandisdagar millum kl. 17 og 20 og leygardagar millum kl. 10 og 20. Jóanes sigur, at starvið hjá kommununi er tíma- lønt. Eisini P-vørður Í apríl í ár gjørdist Jóanes eisini parkeringaransari, sum tað eitur, í Runavíkar kommunu, settur av Føroya Landfúta. Hetta er eitt _ starv við fastari løn, sum hann nú hevur aftrat tíma- lønta starvinum á bingju- plássinum. Hann sigur, at enn hong- ur hann eisini uppá rotturn- ar, ketturnar, hundarnar og seyðin í býnum, men hann hevur boðað kommununi frá, at hann helst vil sleppa undan at taka sær av hesum í framtíðini. - Tá ið eg søkti starvið sum parkeringaransari, gjørdi eg mær samstundis greitt, hvat hetta innibar. Viðurskiftini í kommununi eru smá, og tú kennir ein stóran part av fólkinum. Tí visti eg, at eg saktans kundi koma í ta støðu at noyðast at leggja ein avgjaldsseðil undir viskaran hjá onkrum, ið eg kenni. Jóanes sigur, at hetta eru treytirnar við einum tílík- um starvi. - Øll skulu viðfarast eins, og her verður eingin mannamunur gjørdur. Komi eg fram við, og bilur stendur ólógliga parkerað- ur, geri eg mína skyldu - antin tað eru fólk, eg ikki kenni, grannin, vinmaðurin ella onkur í familjuni. Hann smílist, tá ið hann sigur, at heldur ikki býráðs- limirnir sleppa undan, um teir ikki seta bilarnar eftir teirri skipan, sum nú er galdandi. Onkur skola... Spurdur, um ikki nakrar orrustur standast av einum slíkum starvi, tá ið skipanin við tíðaravmarkaðari par- kering og parkeringsskip- anin í kommununi annars er lutfalsliga nýggj, sigur Jóanes: - Jú, tað er ymiskt, hvussu fólk, sum fáa eitt avgjald uppá 200 kr. lagt undir viskaran, taka hetta. Tey flestu taka tað, sum tað nú einaferð er og viðganga, at tey ikki hildu seg til skipan- ina. Onnur gera meira bur- tur úr og eru minni blíð. Tey flestu, ið fáa álagt avgjald, síggi eg tó ongantíð, tí tey eru ikki við bilin, tá ið eg eri har. Vit spurdu eisini Jóanes, um hann ongantíð er vorðin skakkur, tá ið bileigarin er komin fram við, tí hann ikki visti, at júst hesin persónurin átti bilin. - Jú, tað er eisini komið fyri. Eg veit ikki, hvør eigur allar bilarnar í økin- um, og tað hevur ongan týdning í mínum starvi hel- dur. Eg eri settur at taka mær av eini uppgávu, sum eg vil røkja eftir førimuni. Hann sigur, at serliga í byrjanini kundu fólk øsa seg um avgjøldini, og tey eru ikki so fá, sum hava vent sær til kommununa. - Men tað nyttar einki at fara til kommununa, tí hon er ikki mín arbeiðsgevari. Mín arbeiðsgevari er land- fútin og annars løgreglan á staðnum, sum fólk, ið hava eitthvørt at kæra um, kunnu venda sær til. Spurdur, um ónøgd fólk hava vent sær til hansara í telefonini og givið honum eina skolu, sigur Jóanes, at tað er komið fyri - Men eg vil ikki siga, at nógv órógv hevur verið av starvinum sum ansari. Hann heldur tó ikki, at hetta er tað mest »takkmemmiliga« starvið, ið hugsast kann, men hann vísir enn einaferð á, at hann kendi treytirnar og hevði hugsað um, hvat kundi standast av hesum, áðrenn hann søkti. 250 avgjøld Jóanes sigur, at tíðar- avmarkaða parkeringin í Runavíkar kommunu kom í gildi í desember í fjør, hóast hann sum parkering- aransari ikki varð settur fyrr enn í apríl. - Løgreglan kann sjálv- sagt eisini áleggja avgjøld fyri skeiva parkering, og tað hevur hon onkuntíð gjørt, men síðan eg tók við starvinum, havi eg álagt umleið 250 avgjøld á 200 kr. Hann heldur, at sum tíðin gongur, er fólk vorðin meira bevíst og ansa betur eftir. - Men tað eru fáir dagar, eg eri til arbeiðis sum parkeringaransari, at ikki okkurt avgjald verður álagt. Tó so; onkran dag eri eg farin úr aftur »kaskettini« uttan at hava verið noyddur at hanga seðil á viskaran. Jóanes vísir á, at kemur minni í kassan hjá landfút- anum, tí færri avgjøld verða áløgd, merkir tað samstun- dis, at betur skil er á parker- ingsviðurskiftunum í Runa- víkar kommunu. - Mín uppgáva er ikki at fáa mest møguligt í kassan, men at syrgja fyri, at fólk virða skipanina, sum er galdandi í økinum, sigur hann. Spurdur, um hann nak- rantíð hevur fingið eina parkeringsbót sjálvur, sigur ansarin: - Nei, tað havi eg ikki. Eg eri so sjáldan í Havn, og tá ið eg havi verið í høvuðs- staðnum, eri eg sloppin undan, sigur hann. Ruskið er best Jóanes sigur, at av størvun- um, hann hevur í Runavíkar kommunu, er ruskið nummar 1, sum hann tekur til. - Mær dámar ógvuliga væl at arbeiða á ruskpláss- inum og taka ímóti ruski. Mær dámar eisini væl starvið sum parkeringar- ansari, og enn havi eg ongar ætlanir um at gevast, sigur søldfirðingurin, Jóanes Johannesen. Parkeringaransarin, Jóanes Johannesen: »Kanska havi eg ikki tað mest populera starvið« – Mín uppgáva er ikki at fáa mest møguligt í kassan hjá landfútanum, men at syrgja fyri, at fólk virða skipanina, sum er galdandi í økinum, sigur parkeringaransarin, Jóanes Johannesen Mynd: Vilmund Jacobsen Jóanes Johannesen sigur, at av størvunum, hann hevur í Runavíkar kommunu, er ruskið nummar 1, sum hann tekur til. - Men mær dámar eisini væl at arbeiða sum parkeringaransari, sigur hann. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 13 12