týsdagur 19. august 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 19. august 2003
15
FILMSUMRØÐA
Rúnar Reistrup
Annað samráðingarumfar er júst liðugt.
Danski forsætisráðharrin og føroyski løg-
maðurin koma saman út ígjøgnum hurðina
og sessast handan mikrofonirnar hjá press-
uni. Forsætisráðharrin pátikið kátur, løg-
maður meira samanbitin. Galant tekur
danski forsætisráðharrin vatnfløskuna,
sum sett er framman fyri løgmann, og letur
hana upp fyri hann. Síðan letur hann sína
egnu vatnfløsku upp og byrjar tíðinda-
fundin.
Triðja samráðingarumfar er júst liðugt.
Danski forsætisráðharrin og føroyski løg-
maðurin koma saman út ígjøgnum hurðina
og sessast handan mikrofonirnar hjá press-
uni. Forsætisráðharrin álvarsamur, løg-
maður hesaferð enn meira samanbitin enn
eftir annað umfar. Teir báðir taka hvør sína
vatnfløsku og lata hana upp.
Fjórða samráðingarumfar er júst liðugt.
Danski forsætisráðharrin kemur einsamall-
ur út ígjøgnum hurðina. Hann er samanbit-
in. Hann nertir ikki vatnfløskuna, sum sett
er framman fyri hann. Síðan sigur hann við
pressuna sum er, at samráðingarnar eru
slitnaðar, og løgmaður hevur valt at halda
sín egna tíðindafund.
Dysturin er av, men vinnarin er hvørki
fegin ella stoltur, tí dysturin var ikki mill-
um tveir javnar partar. Men veikari partur-
in gjørdist desperatur í sínum máttloysi, og
tí kundi dysturin bara enda við sorli.
- Tað ber ikki til at samráðast, tí danska
stjórnin vil ikki viðurkenna okkum sum
javnstøðugar
samráðingarpartar,
var
grundgevingin hjá føroyska landsstýrinum
fyri at slíta samráðingarnar.
Men bar tað yvirhøvur til hjá donsku
stjórnini at viðurkenna landsstýrið sum
javnstøðugan samráðingarpart, tá tað var
so ivasamt um føroyska fólkið stóð aftan-
fyri landsstýrið í hesum málið og partar av
sjálvum landsstýrinum vóru so ivasamir í
síni egnu søk.
Og var tað yvirhøvur realistiskt at sam-
ráðast útfrá lítið lítillátna kravinum um 15
ára treytaleysa skiftistíð eftir eina møgu-
liga avgerð um loysing.
Ella var í veruleikanum talan um grønar
politikarar og grønar embætismenn, sjálvir
djúpt í politiska sumpinum, sum umframt
samráðingarhegni vantaðu skil og virðing
fyri grundleggjandi demokratiskum spæli-
reglum og heilt einfalt ikki vistu, hvat teir
vóru í gongd við.
Vóru tað veruliga teirgóðu.fo ímóti
deonde.dk ella bara amatørar.fo ímóti
professionelle.dk.
Hesir spurningar standa eftir, tá seinasti
meturin av filminum hjá Ulla Boje
Rasmussen er farin framvið ljóskastaran-
um, og vit aftur verða tikin fram til nútíð-
ina, har búskaparlig og umsitingarlig til-
laging til sjálvstýri er nakað man klárar
sjálvur, og fólkaatkvøða um loysing er
nakað man skrivar út, tá man hevur ein
realistiskan møguleika fyri at fremja hana.
At filmurin Føroyar.dk reisir slíkar spurn-
ingar, heldur enn at fara undir ta ómøgu-
ligu uppgávu at svara teimum objektivt, er
eitt tekin um stórt eygleiðaraskynsemi. At
filmurin megnar at gera eitt so fløkt evni
so einfalt uttan at banalisera tað ber prógv
um óvanliga gott frásøgusnildi. At filmurin
lýsir hetta stríðsfulla tíðarskeið í Føroya
søgu í einum anda, sum er lættur av gam-
an, er ein sýning av, hvussu sterkt eitt vápn
skemt er í røttu hondum.
Tí skemtiligur er hesin filmurin sanniliga
eisini. Allur salurin flenti í kíki fleiri ferðir
undir frumsýningini. Onkuntíð orsakað av,
at hendingarnar vóru beinleiðis stuttligar,
aðrar tíðir tí tær at onkrari orsøk kendust
láturligar sæddar ígjøgnum bakspeglið.
Láturin rungaði soleiðis bæði tá filmurin
vísti hvussu neyvt Kári Mouritsen pussar
sín taxabil undir drotningavitjanini, og tá
filmurin vísir Poul Nyrup Rasmussen, við
vanligari orðavalselegansu, sita á tíðinda-
fundi og siga »Forhandlingskursen er ikke
hård«, beint eftir at hann hevði bankað før-
oyska landsstýrið upp í ein krók undir
fyrsta samráðingarumfari.
At vit føroyingar nú, fá ár eftir at hálvur
hatur og títtar skuldsetingar um landasvik
og annað gott fyltu luftina kring sjálv-
stýrissamráðingarnar, kunnu fáast at flenna
meira ella minni hjartaliga eftir nøkrum av
tí minni tespiliga, sum fór fram undir
samráðingunum, gevur eina góða fatan av
hvussu sterkur hesin filmurin hjá Ulla
Boje Rasmussen í veruleikanum er.
Hvør hevur til dømis nakrantíð flent at
bankamálinum?
Umframt at vera ein eygleiðari av guðs
náði og ein frásøgukvinna sum fá, er Ulla
Boje Rasmussen eisini ein frálíkur
skemtari.
At hon hevur lagt seg sjálva og allar
hesar eginleikar í filmin Føroyar.dk eigur
hon stórt rós og nógvar føroyskar tøkkir
uppibornar fyri. Tí Føroyar.dk verður fyri
eftirtíðina ein søguligur dýrgripur, sum
gløgt og beinrakið lýsir eina turbulenta tíð
í Føroya søgu, og sum kann siga okkum
føroyingum ikki so fá álvarsorð, um vit
tíma at lurta.
Í filminum er Høgni Hoydal høvuðsper-
sónur. Vit fylgja honum einu løtuna í
turkisfarvaða bili hansara og hinu løtuna
einsamøllum bíðandi eftir flogrutuni til
Danmarkar. Í heila tikið verður myndatólið
oftast sløkt, tá sjálvstýrismálaráðharrin fer
út úr myndini. Filmurin setir soleiðis tvær
strikur undir, at sjálvstýrissamráðingarnar
vóru Høgnasa verkætlan. Tað er tí eisini
Høgna Hoydal, sum vit fáa samkenslu við,
tá hann líkist einum brotnum manni, eftir
at løgmaður hevur tikið fólkaatkvøðuna
um sjálvstýristilgongdina aftur.
Men hann, ella aðrir føroyingar fyri tann
saks skuld, verða ikki útstillaðir sum offur
í filminum. Hetta fegnaðist Høgni Hoydal
alment um í røðu síni til Ulla Boje
Rasmussen beint eftir frumsýningina av
filminum, og tað gjørdi restin av føroying-
unum í salinum eisini. Tí føroyingar vóru
ikki offur, í øllum førum ikki fyri øðrum
enn sínum egnu mistøkum og vánaliga
samstarvslagi.
Tí væl var Poul Nyrup Rasmussen ein
ópassaliga arrogantur statsleiðari og
donsku fjølmiðlarnir ein flokkur av
ókritiskum nikkidukkum undir sjálvstýris-
samráðingunum. Tað vísti filmurin og tað
er nú fest á band sum ein staðfesting, ið
tænir hesum til lítlan sóma.
Men tað er tann grundleggjandi munurin
millum offrið og taparan, at tann seinni
sjálvboðin er farin inn í dystin.
Filmurin gevur eitt sjáldsama gott innlit í
taktiska politiska spælið - og vísir eitt
skúladømi um, hvussu man ber seg at við
at tapa hetta spæl. Men filmurin reisir
tíbetur ongan peikifingur og gevur soleiðis
hvørjum einstakum áskoðara frið at gera
sær sína egnu meting av tí, sum fór fram.
Metingarnar verða helst eins nógvar og
áskoðararnir.
Amatører.fo
Føroyar.dk er einki minni enn eitt meistaraverk. Filmurin er ein beinrakin lýsing av einum
turbulentum tíðarskeiði og gevur eitt gott innlit í føroyska partin av politiska
samráðingarspælinum. Men tað er ikki nøkur pen sjón aftur at síggja landsstýrið sum hundur í
keyluspæli
Høvdingar hittast beint eftir frumsýningina av Føroyar.dk
Mynd: Jens Kr. Vang
15
14
Nr. 154 - 19. august 2003
LISTASTEVNA
Jan Müller
Listastevnan 2003 fekk ein
sera kensluligan og vakran
enda. Tað syrgdu 24 írskir
amatørsjónleikarar
fyri.
Har vóru børn, ung og til-
komin, sum dansaðu,
sungu og spældu sjónleik
fyri teimum umleið 300
áskoðarunum í Norður-
landahúsinum sunnukvøld-
ið. Eitt frálíkt punktum –
finala – í eini annars fjøl-
broyttari og livandi lista-
stevnu.
Hevði henda sýningin, ið
nevndist »Oileán«, fingið
størri umrøðu framman-
undan er lítið at ivast í, at
Norðurlandahúsið
hevði
verið fullsett. Tað var ikki
bara ein vakur og fjøl-
broyttur leikur við øllum tí,
ið krevst fyri at fáa kenslur-
nar í kók, tað var eisini ein
leikur við søguligum inni-
haldi, sum fekk heimligar
klokkur at ringja. Evnið var
nevniliga lívið í útoyggj,
hvussu stríðið var fyri at
yvirliva og hvussu fólkið á
Great Blasket Island í Ír-
landi livdi fyri meira enn
50 árum síðani, til oyggin
bráddliga gjørdist mann-
tóm. Tað vekir tankar og
kenslur um, hvussu verður
á útoyggj í Føroyum í fram-
tíðini – um søgan fer at
endurtaka seg her eisini!
Tað var írska fólkatjóð-
leikhúsið »Siamsa Tire«,
sum í umleið 2 tímar berg-
tók føroysku áskoðararnar.
Lat tað tó verða sagt beina-
vegin, at hetta er ikki tað
professionella írska tjóð-
leikhúsið, sum kanska onk-
ur hevði fingið fatan av
undan sýningini. Talan er
um amatørleikhús, sum
kortini ikki smæðist burtur.
Tað kundu áskoðararnir
eisini vátta, tá teir 24 írarnir
bergtóku við sínum sangi
og eyðkenda írska dansi og
við eini pallmynd og ljós-
føring, sum fekk tað at
síggja sera professionelt út.
Vit fara í Sosialinum seinni
í vikuni at nema við sjálva
søguna í leikinum, eina
lagnusøgu, sum eisini er
áhugaverd fyri okkara egnu
tíð.
Aftaná sýningina í Norð-
urlandahúsinum var sam-
koma í Sjónleikarhúsinum,
har m.a. høvi varð at hitta
írsku leikararnar. Á sam-
komuni takkaði stjórin í
Norðurlandahúsinum
og
forkvinna í Listastevnustýr-
inum, Helga Hjórvar øll-
um, luttakarum, áskoðarum
og stigtakarum fyri eina
sera góða stevnu og hand-
aði blónutyssi til Oddvu
Nattestad, sum hevur verið
formaður fyri Listastevn-
una 2003. Og síðani hand-
aði hon formansskapin fyri
Listastevnuni 2004 víðari
til Birgir Kruse.
Endaðu listastevnu á útoyggj
LISTASTEVNAN
Jan Müller
Millum áskoðararnar í Norð-
urlandahúsinum
sunnu-
kvøldið, tá írar vóru á pall-
inum, var eisini føroyski
leikstjórin Eyðun Johannes-
sen. Hvat fekk hann burtur
úr leikinum og annars
stevnuni sum so!
– Tú kendi mentalitetin
og stemningarnar, ja ta
spontanu og einføldu gleð-
ina aftur gjøgnum náttúru-
upplivili og sang í hesum
írska leikinum. Tað, sum
gav nakað eyka, var at
kunna síggja, hvussu írar
íðka amatørsjónleik, nakað,
sum kanska kundi givið
okkum inspiratión. Sjón-
leikurin í syðra partinum av
Írlandi hevur jú ment seg
til at vera eitt slag av sosial-
um arbeiði fyri ung og eis-
ini innan fyri aðrar lista-
greinir so sum tónleik, dans
og rørlur í heila tikið og so
eisini drama. Har amatør-
leikurin hjá okkum meira
fokuserar bara uppá sjón-
leikin sum so. So eg skilji,
at hetta er ein máti at ar-
beiða við ungdóminum eis-
ini sosialt.
Eyðun Johannessen held-
ur, at hetta er nakað, sum
vit eisini áttu at umhugsað.
Tí er slík listastevna um-
framt upplivingarnar eisini
ein íblástur fyri mong av
okkum.
Írski leikurin er so eisini
eitt dømi um, hvussu man
roynir at sameina profes-
sionalismu og amatørar-
beiði. Tað hava so verið
sera professionell fólk sum
vegleiðandi
konsolentar
ella instruktørar, koreograf-
ar og útbúnir tónleikar sum
íblástur til slíkan leik.
Eyðun Johannessen held-
ur tað eisini vera eitt fínt
tema at kunna vísa á slíka
sameining á eini lista-
stevnu. Hann vísir annars
á, at møguliga hevur pre-
sentatiónin av hesum írska
tiltakinum verið eitt sindur
misvísandi, tí nógv hava
hildið, at hetta var tað írska
tjóðleikhúsið, tí tey hava
eitt heiti, sum líkist tí. Men
tað er villeiðandi. Hetta eru
amatørar í orðsins bestu
merking.
Føroyski leikhússtjórin
heldur tað annars vera frá-
líkt at byrja listastevnuna
við nøkrum so toppprofes-
sionellum
sum
franska
sirkussinum hjá Chaplin og
so enda við hesum írska
leikinum.
Hann heldur tað vera frá-
líkt, at vit á slíkari lista-
stevnu fáa møguleikan at
uppliva ta vektleysu støð-
una, sum listin kann bjóða
okkum – og at tað ber til.
– Tosað verður um at fáa
fleiri kend nøvn til lista-
stevnuna. Pavarotti hevur
verið nevndur og onnur við.
Hevur tú nakað serligt
ynski:
– Tey stóru nøvnini hava
ein appell, men tey kosta so
tað forslær. Soleiðis sum
listastevnan mennist og
kann hon blíva ein tradi-
tión, so fara kanska eisini
tey stóru nøvnini at koma
av sær sjálvum.
Írsku leikararnir hugnaðu sær óført, tá Listastevnan
borðreiddi við føroyskum viðskera og øl frá Vertshúsinum
Mynd Jan Müller
Eyðun Johannessen, leikstjóri:
Írskur íblástur
Írar bergtóku í Norðurlandahúsinum
Mynd Jan Müller
Hýrurin var góður á samkomu í Sjónleikarhúsinum, tá
Listastevnan endaði
Mynd Jan Müller
Nýkomni AFS-arin Steffie úr Sveits var so heppin at vera við
til hugnaløtuna í Sjónleikarahúsinum. Her er hon saman við
føroysku »mammuni« og einum av írsku leikarunum
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
14