týsdagur 19. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 154 - 19. august 2003
Nr. 154 - 19. august 2003
17
Rúnar Reistrup
Fyri Høgna Hoydal var tað
ein harður umgangur kenslu-
liga at síggja hendingarnar
kring sjálvstýrissamráðing-
arnar á hvíta løriftinum.
Men filmurin styrkti hann
eisini í nøkrum av teimum
niðurstøðum, sum hann
sjálvur hevur gjørt sær um
gongdina.
– Filmurin gjørdi meg
enn meira greiðan yvir tað,
sum eg havi hugsað síðan
samráðingarnar, at vit skul-
du ikki verið farin niður at
samráðast uttan at hava
eina fólkaatkvøðu í rygg-
inum. Vit manglaðu eitt
konkret mandat, og tí end-
aðu vit ofta í krosseldi mill-
um føroysku andstøðuna og
donsku stjórnina.
Sambært Høgna Hoydal
var tað torførasta við film-
inum at síggja føroysku
ósemjuna, serstakliga tá
fólkaatkvøðan um loysing
varð tikin aftur av løg-
manni.
Spurdur um tað var rætt
ikki at slíta samgonguna tá,
sigur Høgni Hoydal beint
eftir at hava sæð filmin:
– Tað veit eg ikki um tað
var. Tað vakni eg satt at siga
framvegis upp um næturnar
og hugsi um. Niðurstøðan
um hvørt tað var rætt ella
ikki, skiftir enn eitt sindur.
Páll Holm Johannesen
Skemtarin og blaðmaðurin,
Sjúrður Skaale, arbeiddi í
2000 sum embætismaðurin
hjá Høgna Hoydal, ið var
landsstýrismaður í sjálv-
stýrismálum. Sjúrður Skaale
var við undir øllum fýra
samráðingunum við danir í
2000. Spurdur um filmurin
Føroyar.dk gevur eina veru-
liga mynd av, hvat fór fram
undir samráðingunum við
dønum, svarar Sjúrður, at
filmurin er reellur, men
kortini er hann ikki heilt
nøgdur við framsetingina
hjá Ullu Boje av triðja sam-
ráðingarumfari.
– Í filminum kemur
fram, at vit í triðja samráð-
ingarumfari, fóru eina og
aleina við uppskoti um at
pantseta oljuna, men tað
var bert fyri at fáa glið á
samráðingar, og tí er mynd-
in av triðja samráðingar
umfari ikki heilt rættvís,
sigur Sjúrður Skaale.
Hann er annars væl
nøgdur við filmin, og ser-
liga vóru innsløgini við
Elisi Poulsen og journalist-
unum væl eydnað og stutt-
lig. Hann vísir á, tað er tor-
ført at gera ein film um júst
hetta evni, tí alt var so
gruggað og kaotiskt undir
samráðingunum, men at
Ulla Boye megnar væl at
halda fast í tí centrala.
Sjúrður letur eisini væl at,
hvussu arbeiðið hjá føroy-
sku
embætismonnunum
verður lýst.
Samráðingar brotið
skuldi verið greiðari
Sjúrður hevur tó eitt lítið
hjartasuff til Føroyar.dk.
Hann heldur, at orsøkin til,
at allar samráðingar at enda
slitnaðu, kundi komið týðu-
ligari fram í filminum.
– At danir ikki vildu góð-
taka okkum sum eitt fólka-
retsligt subjekt, og harvið
skerja okkara rættindi til at
kalla okkum eina tjóð,
skuldi verðið greiðari lýst.
Tá teir sýttu fyri tí, sýttu
teir okkum at samráðast
sum javnbjóðis partar, og
tað kundi komið týðuligari
fram,
greiðir
Sjúrður
Skaale frá.
Páll Holm Johannesen
Løgtingsformaðurin, Ed-
mund Joensen, var saman
við Jóannesi Ejdesgaard
annar av andstøðuleiðar-
unum, tá landsstýrið í 2000
samráddust við danir. Ed-
mund heldur, at filmurin
var góður, og at hann lýsir
væl fólkið, og hvussu vanda-
mikið tað er at lata politikk-
arar spæla við framtíðini
hjá einum fólki.
Hann metir, at filmurin
lýsir danir at vera hástórar
yvirfyri føroyingum, og
filmurin als ikki tekur nóg
stóra hædd fyri ,at í Føroy-
um er ein stórur partur av
fólkinum, ið ikki ynskir seg
úr ríkisfelagskapinum.
Edmund er eisini av teirri
áskoðan, at filmurin er
kliptur soleiðis, at mótsetn-
ingar millum føroyingar og
danir eru alt ov hvassir sett-
ir upp, hóast veruliga mynd-
in sær øðrvísi út.
Spurdur um hann væntar,
at nakað kjak fer at standa
av filminum, svarar løg-
tingsmaðurin, at hann verð-
ur ikki tikin av bóli, um so
verður.
– Vit sum hava verið í
politikki í langa tíð, vita, at
tað sum kann brúkast polit-
iskt verður eisini nýtt, men
spurningurin er bara um
filmurin kann nýtast til
nakað, tí filmurin fór fram í
einari aðrari tíð, og polit-
iska støðan er ein onnur í
dag, sigur Edmund Joensen
at enda.
Páll Holm Johannesen
Helena Dam á Neystabø
var sum heild nøgd við,
hvussu hennara leiklutur
undir samráðingunum við
danir varð lýstur í film-
inum. Hon heldur tó, at
størri áherðsla kundi verði
løgd á hennara arbeiði,
sum fyrst og fremst var
tryggja tí breiðu semjuna í
Føroyum. Hon leggur í tí
viðfangi afturat, at júst tað
økið ikki er av størsta pr.
áhuga, meðan størri dentur
verður lagdur á tey meira
radikalu evnini.
– Eg haldi annars, at
filmurin gevur eitt reelt bí-
læt av, hvat fór fram undir
samráðingunum, men eg
vænti, at tey, sum eru uttan-
fyristandandi kunnu hava
torført við at finna ein
reyðan tráð, tí samráðingar-
nar vóru so fragmentarisk-
ar, og tað vísir filmurin eis-
ini, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Hon var undir øllum fýra
samráðingarumførunum
ein av føroysku samráðing-
arleiðarunum, men seinastu
tvey árini hevur Helena
Dam á Neystabø ikki luttik-
ið í politikki. Spurd, um
filmurin fekk nakrar kensl-
ur fram í henni, nú hon ikki
longur er í politikki, svarar
Helena, at tað er dupult.
– Eg haldi filmurin lýsir
væl, hvussu nógva tíð ein
kann nýta til at koma so
stutt, men hinvegin so kem-
ur eisini fram, at politikkur
bæði kann verða eggjandi
og dragandi, so mín kensla
er eitt sindur ambivalent,
greiðir hon frá.
Samráðingar skuldu
verið í Føroyum
Eftir, at sæð samráðingar-
nar á filmi, er Helena Dam
á Neystabø alt meira sann-
førd um, at føroyingar aldr-
in skuldu verið farnir til
Danmarkar at samráðast.
– Við at vit fóru niður,
var rolludeilingin fastløgd,
og vit blivu alt fyri eitt the
underdog, og tað kemur
eisini týðuliga fram í film-
inum í kvøld, heldur fyrr-
verandi forkvinnan í Sjálv-
stýrisflokkinum.
Hon sigur, at møguliga
fer filmurin aftur at elva til
kjak um fullveldi, men hon
væntar, at møguliga kann
filmurin vera við til at taka
týdningarmiklar spurningar
um fullveldi framaftur, sum
eru farnir aftur bakgrund-
ina, eftir at samráðingarnar
slitnaðu.
– Samanumtikið haldi eg,
at tað er ein góður filmur
um eitt at teimum týdning-
armiklastu
skeiðum
í
nýggjari føroyskari polit-
iskari søgu. Filmurin við-
ger umráðandi spurningar,
og tað er gott, at hann er
gjørdur, men filmurin kann
ikki standa einsamallur
sum dokumentatión fyri
sjálvstýristilgongdina, sig-
ur Helena Dam á Neystabø
at enda.
Edmund Joensen:
– Ikki væntað
so hvassa framseting
Løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, heldur at
føroyar.dk ikki gevur eina rættvísa mynd av
viðurskiftunum millum føroyingar og danir.
Mótsetningar eru settir ov hvast upp, heldur
Edmund Joensen
Mynd: Jens Kristian Vang
Skemtarin og blaðmaðurin, Sjúrður Skaale,
dámdi væl filmin hjá Ullu Boye, men kortini
hevði hann onkur hjartasuff
Mynd: Jens Kristian Vang
– Vit skuldu ikki verið farin niður at samráðast
uttan at hava eina fólkaatkvøðu í rygginum,
segði Høgni Hoydal eftir at hava sæð filmin
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyrrverandi forkvinnan í Sjálvstýrisflokkinum,
Helena Dam á Neystabø, helt samanumtikið, at
filmurin var góður, men filmurin kann ikki
standa einsamallur sum dokumentation fyri
sjálvstýristilgongdina
Mynd: Jens Kristian Vang
Helena Dam á Neystabø sannførd:
– Samráðingarnar
skuldu verið í Føroyum
Sjúrður Skaale, embætismaður undir samráðingunum:
– Ikki rættvís mynd av
triðja samráðingarumfari
Rúnar Reistrup
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, var rættiliga harmur
eftir at hava sæð filmin.
Ikki so nógv av at hava sæð
torføru samráðingarnar aft-
ur. Men av tí at hann í film-
inum sigur nøkur orð, sum
hann ongantíð fyrr hevur
sagt fyrr í almennum høpi.
Ja, hann snøgt sagt bann-
aði.
– Sakin er tann, at eftir-
hondini gjørdist Ulla ein so
fastur partur av gerandis-
degnum, at man gloymdi,
at hon var har. Og so segði
man onkuntíð okkurt, sum
man ikki átti at sagt. Nú
vildi eg ynskt at eg hevði
vandað mær eitt sindur bet-
ur um orðini, tá Ulla var til
staðar, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg er tó
ikki einsamallur um at lata
ljót orð fella í filminum.
Bæði Høgni Hoydal og
onnur
lata
onkra
eið
gleppa.
Spurdur um hann var
nøgdur við tann hátt, sum
hansara egni leiklutur varð
lýstur í filminum, sigur An-
finn Kallsberg, at tað er
natúrligt, at Høgni Hoydal
er meira í fokus enn hann
sjálvur.
– Býtið var nú einaferð
soleiðis, at Høgni sum tá-
verandi landsstýrismaður
við sjálvstýrismálum hevði
ábyrgdina fyri allari fyri-
reikingini av samráðing-
unum, meðan eg førdi
sjálvar samráðingarnar.
Spurdur um hvørja mynd
filmurin gevur av samráð-
ingunum, sigur løgmaður,
at eftir hansara tykki hevur
Ulla Boje Rasmussen megn-
að at lýst samráðingarnar
væl útfrá tí rásarúmi, hon
fekk, og sipar her til at
filmskvinnan bert slapp við
til útvaldar fundir og als
ikki slapp við til sjálvar
samráðingarnar.
Anfinn Kallsberg:
Harmur um ljótu orðini
Anfinn Kallsberg bannar í filminum
Føroyar.dk. Tað er hann ógvuliga harmur um
Mynd: Jens Kristian Vang
Høgni Hoydal:
Vaknar enn um næturnar
C
M
Y
K
17
16