Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 154 - 19. august 2003 Nr. 154 - 19. august 2003 19 - Vit eru framúr vælnøgd við Listastevnu Føroya 2003, eru fyrstu viðmerkingarnar hjá Birgiri Kruse, ein av fyrireikarunum til Listastevnu Føroya, sum endaði sunnu- kvøldið í sjónleikar- húsinum. Hóast eingi tøl eru tøk enn, meta fyrireikararnir, at sera nógv fólk hava bæði vitjað og luttikið EFTIRMETING Heini í Skorini Eftir at Listastevna Føroya 2003 er farin aftur um bak, hevur talan sambært Birgiri Kruse verið um eitt tiltak, sum á allan hátt livdi upp til vónirnar. - Vit eru framúr vælnøgd og glað, sigur Birgir Kruse, ein av teimum fýra, sum sita í stýrinum fyri lista- stevnuna og fyrireika stóra tiltakið. Tey eru Helga Hjørvar, stjóri í Norður- landahúsinum, Birgir Kruse, umboð fyri Tórs- havnar Kommunu, og Mar- tin Næss og Jenny Petersen, umboð fyri LISA. Lista- stevnustýrið hevur sett Oddvá Nattestad sum sam- skipara, og hon er tann ein- asta í fulltíðar starvi knýtt at listastevnuni av hesum fimm. Byrjanin týdningarmikil Av týdningarmiklum hend- ingum hesar dagarnar, sum serliga hava verið góðar, nevnir Birgir Kruse byrjan- ina. - Listastevnan byrjaði við útseldum tiltøkum, har nógvur gravgangur var eftir atgongumerkjum, og tað setti gongd á hini tiltøkini eisini. At koma væl frá byrjan var tískil sera gott og týdningarmikið fyri stevn- una, sigur fyrireikarin Bir- gir Kruse. Birgir dugir ikki at vísa á nakað ítøkiligt, sum kundi verið gjørt øðrvísi í ár, men nøkur ynski eru frá fyri- reikarunum um broytingar til komandi listastevnu. - Hóast tað hevur verið øllum kommunum í landin- um frítt í boði at luttaka, hevur bara Havnin formelt verið við, og vit høvdu av- gjørt ynskt, at fleiri komm- unur tóku stig til luttøku. Birgir vísir á, at meðan sera nógvir áskoðarar hava verið til stevnuna í Havnini, hevur verið tungt at draga fólk til tiltøk á smærru plássunum, og hetta er tí- skil nakað, sum komandi ár skal betrast. Hæddarpunktini Uttan at taka nakað frá nøk- rum, hevur talan sjálvsagt verið um nøkur hæddar- punkt. Spurdur um hetta Leingi livi Listastevnan Eftir tiltakið sunnukvøldið varð listastevnan rundað av á hesum sinni, og fyrireikararnir vóru eisini á palli. Frá vinstru: Helga Hjørvar, Jenny Petersen, Birgir Kruse og Oddvá Nattestad Sunnukvøldið var endabrestur í Sjónleikarhúsinum, har ein írskur bólkur framførdi. - Hetta var eitt hæddarpunkt á stevnuni, tí írarnir knýttu saman ferðavinnu og sjónleik, sigur Birgir Kruse vísir Birgir Kruse á nøkur tiltøk, sum hava verið øðr- vísi og spennandi. - Eitt áhugavert fyribrigdi var ein írskur bólkur, sum sunnukvøldið samantvinn- aði sjónleik og ferðavinnu í seinasta tiltakinum á hesum sinni. Framførsla teirra var um eina útdeyða og spenn- andi oyggj í Írlandi, og á henda hátt fingu tey gjøgn- um framførsluna skapt eitt attraktivt ferðavinnustað í Írlandi, vísir Birgir Kruse á. Hann sigur, at hugskotið skuldi avgjørt verið tikið til eftirtektar av føroyingum, har ferðavinna og list verða tvinnað saman í eina hægri eind. Umframt hetta vísir Bir- gir á nógv umtalaða filmin hjá Ullu Boje Rasmussen, Føroyar.dk, serliga tí spenningur var til tað síðsta kring henda filmin. - Tað var eitt stríð at fáa fíggjarligu endarnir at røkka saman til filmin, men við nógvum peningaligum stuðuli úr Føroyum var møguligt at fáa tað tekniska á eitt borðbart støði, sum kundi sýnast fram, so film- urin voldi nakað av høvuð- brýggi, staðfestir Birgir Kruse. Føroyar.dk verður í løtuni sýndur í Keyp- mannahavn, og ætlandi fáa føroyingar møguleika at síggja filmin í september mánaði í Havnar Bio. Heimskendi rithøvund- urin, Fay Weldon, var sjálv- sagt eisini eitt hæddar- punkt, men tað hevur ikki verið lætt at fáa enska feministin at koma hendan- vegin. - Vit hava arbeitt at fáa hana til Føroya síðani fyrstu listastevnuna fyri trimum árum síðani, og tí var gleðiligt, at tað loksins eydnaðist okkum, sigur ein vælnøgdur Birgir. Hann nevnir eisini ósjónliga sirk- usið hjá Victoriu Chaplin og finska bólkin, Cleaning Women, sum sera spenn- andi og áhugaverdar fram- førslur. Endamálið at skapa fjølbroytni Sambært Birgiri hevur ætl- anin og endamálið allatíð- ina verið at skapa eitt fjøl- broytt tiltak við nógvum ymsum listagreinum, sum rakar ein breiðan málbólk. - Listastevnan gerst sjálv- sagt øðrvísi hvørt ár, men í ár er eydnaðist at skapa eina samanseting av nógv- um ymiskum, har skráin fevndi um ein víðan mál- bólk, og at skapa karmar fyri júst hesum er eitt enda- mál okkara, vísir Birgir Kruse á. Vandin við eini fjøl- broyttari skrá er altíð, um allar listagreinarnar kunnu halda eitt høgt støði, men tað hevur Birgir varhugan av. - Sum heild meti eg, at eitt javnt, høgt støði hevur fevnt um alla breiddina í skránni, og satt at siga er talan ivaleyst um hægsta støði higartil, síðani Lista- stevna Føroya fór av bakka- stokki fyri trimum árum síðani, hugleiðir Birgir. Hann vísir á, at hvørt øki hevur verið ummælt og mett um av stýrinum, og at talan hevur verið um nøgd- semi á øllum økjum. Nógv fólk vitjaðu Sum sagt fyriliggja eingi endalig tøl enn, men fyrireikararnir vísa á, at nógv fólk hava bæði lut- tikið á og vitjað stevnuna. - Sera nógv fólk hava vitjað ymsu tiltøkini, og tað fegnast vit sjálvsagt um. Endamálið er eisini at skapa samband við nýggj fólk og nýggj lond, og hetta hevur eydnast, sigur Birgir. Summarárstíðin er sam- bært honum best hóskandi tíðin á árinum at halda stevnuna, og júst summarið skapar karmar fyri nógvum fólkum at vitja. Umframt, at nógv ferðafólk uttan úr heimi hava sýnt áhuga, hev- ur ein annar bólkur eisini verið sjónligur. - Tað vísir seg, at serliga føroyingar, sum eru búsit- andi uttanlanda og eru í Føroyum í summarfrítíð, hava vitjað stevnuna nógv, og hesin bólkur hevur givið okkum eitt grundarlag, staðfestir Birgir Kruse. Teir persónar, sum hava fing- urin á pulsinum í stórbýum kring Europa, kunnu geva stevnuni eitt íkast, og hetta er uppbyggjandi fyri tiltak- ið, vísir Birgir á. Umframt hetta eru hølisviðurskifti eisini ein orsøk til, at lista- stevnan er um summarið. - Allir skúlarnir standa tómir um hesa tíðina, og vit hava ætlað tað soleiðis, at stevnan endar júst nú, tá skúlarnir aftur fara í gongd. Aulir og onnur stór høli hava verið tøk og neyðug, og tað hava vit fingið sam- skipað við skúlarnar. Fíggjarligt grundarlag Stóra verkætlanin, sum Listastevna Føroya eftir- hondini er, kostar umleið 3 mió. krónur, og tískil hevur verið neyðugt á fíggjarliga økinum at fáa fleiri fólk til, og tað hevur eydnast. - Fíggjarkarmar okkara hava verið á trimum milli- ónum, og stevnan hevur borið seg, vísir Birgir Kruse vælnøgdur á. Nakað av skriving og ónøgdsemi hevur verið um kostnaðirnar á atgongu- merkjunum til ymsu tiltøk- ini, men hesum atfinning- um vísir Birgir aftur. - Eftir mínum tykki hevur talan verið um ein fjøl- miðlaskaptan trupulleika, tí vit hava júst fingið mót- sættar reaktiónir og við- merkingar. Tá fólk hava ringt, bílagt atgongumerki og spurt um kostnaðin, hava tey ofta verið yvir- raskað positivt, so fyri brúkaran hevur ónøgdsemi ikki verið, staðfestir Birgir Kruse. Fleiri føroyingar virknir Spurdur, um nakað nýtt listarligt stjørnuskot hevur sæð dagsins ljós hesar dag- arnar, kann Birgir Kruse ikki lova nakað enn, men í øllum førum verður víst á, at yrkingakappingin hevur aktivera nógvar føroyingar. - Vit fingu ikki minni enn yvir 450 yrkingar frá 126 ymiskum persónum, og á henda hátt hava fleiri føroy- ingar verið virknir, við- merkir fyrireikarin. Við tað at Útvarp Føroya eisini hevur lisið yrkingarn- ar upp, sum fingu virðisløn, hevur hetta sambært Birgiri ført listastevnuna fram í øllum Føroyum, har ein mentanarlig spjaðing hevur verið, og tað er positivt. í næsta ár verður ein skaldsøgukapping á skránni, og í staðin fyri fleiri vinnarar verður bert ein funnin, sum fær 150.000 krónur í virðisløn. Fleiri kommunur skulu við Sostatt er Listastevna Før- oya 2003 av á hesum sinni, men tað vil ikki siga, at fyrireikararnir nú liggja á latu síðuni. - Tað verður beinanvegin farið í holt við komandi stevnu, sum er frá 6.-15. august, sigur Birgir. Hann vísir á, at longu nú verður farið í holt við at kanna nýggj nøvn og nýggjar møguleikar, har ætlanin eisini er at koma inn í eina fasta rytmu við stevnuni. - Hetta er neyðugt, tí t.d. kann nevnast, at umframt Fay Weldon hava vit í rætti- liga langa tíð arbeitt at fáa til Føroya ósjónliga sirkus- ið við Victoriu Chaplin. Eitt høvuðsendamál til komandi listastevnu er eis- ini at fáa fleiri kommunur við í tiltakið, hóast fleiri trupulleikar enn eru við hesum ætlanum. T.d. var borgarstjórin í Klaksvík ónøgdur um, at eingi tiltøk vóru í Klaksvík. - Tað hevði absolutt verið ynskiligt, um aðrar komm- unm tóku stig til luttøku, men so mugu karmarnir eisini vera í lagi til bæði áskoðarar og luttakarar, sigur Birgir. Við hesum sip- ar hann í størsta mun til hølisviðurskifti, har neyð- ugt er við einum virkandi mentanarhúsið alt árið, og á fleiri plássum kring landið finst slíkt hús ikki. - Umframt í Havn er tað bert í Fuglafirði, at mentan- arhús burturav er, og hesi viðurskifti mugu eisini betrast, so aðrar kommunur hava betri umstøður at luttaka, sigur Birgir Kruse. Samanumtikið tykist tal- an vera um eina væleydn- aða Listastevnu Føroya 2003, sum ein av fyrireikar- unum, Birgir Kruse, er framúr vælnøgdur við, og við nøkrum ynskjum um broytingar verður beinan- vegin farið í gongd við fyrireikingar til komandi listastevnu, tá mentanarligu skattirnir og listarligu dýr- gripirnir aftur vera at síggja og hoyra í Føroyum. - Vit eru framúr vælnøgd við Listastevnu Føroya 2003, sigur Birgir Kruse, ein av fyrireikarunum C M Y K 19 18