týsdagur 19. august 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í ár fara 748 børn í
skúla á fyrsta sinni.
Vit vitjaðu skúlan á
Fossanesi, har 5 børn
byrjaðu í fyrsta flokki
í gjár
FYRSTI SKÚLADAGUR
Rúna Sivertsen
Norðoyggjar:
-
Árgangirnir eru ógvuliga
ójavnir í tali. Tað vil so
verða, tá fólkatalið er so
lítið, sum í Hvannasunds
kommunu, sigur Poul Jacob
Zachariassen, skúlaleiðari.
Í 1999 fóru 15 børn í
fyrsta flokk á Fossanesi, og
tað er nógv í so lítlum
skúla. Tað hevndi seg eis-
ini árið eftir, tá bert 2 børn
vórðu tilmeldaði skúlan.
Hetta skúlaárið fara 48
børn at ganga í skúla har.
Genturnar eru við yvirlut-
an; tær eru 28 í tali og
dreingirnir 20.
Í novembur verða 20 ár,
síðani skúlin á Fossanesi
varð bygdur.
- Vit hava ikki fastlagt
enn, hvussu vit skulu hátíð-
arhalda dagin, men helst
fara vit at hava framsýn-
ingar, eitt nú við myndum,
tiknar gjøgnum árini, sigur
Poul Jacob.
- Longu tá skúlin varð
bygdur, var hann ov lítil, og
tað er sjálvsagt ikki betur,
nú
undirvísingarhátturin
krevur meiri pláss, sigur
skúlaleiðarin.
Tað starvast 5 lærarar við
skúlan á Fossanesi. Flokks-
lærari hjá fyrsta flokki
verður Simona Johannesen.
Hoyr nú skúlaklokkan ringir
Hesi fittu børnini fóru í gjár í skúla fyri fyrstu ferð. Frá vinstru:
Jóan Petur, Steffan, Rósa, Karla og Maria. Flokkslærari er,
Simona Johannensen
(Mynd: P.J. Zachariassen)
Karla er ein av teimum 748
næmingunum, sum í ár
byrja í fyrsta flokki. Hon
gongur í skúla á Fossanesi
(Mynd: P.J. Zachariassen)
20
Nr. 154 - 19. august 2003
Nr. 154 - 19. august 2003
21
Blaðmaðurin, sum
varð sendur frá
Politiken til umrøða
Føroyar.dk um
vikuskiftið, heldur
Høgna Hoydal hava
ein rættiligan
stjørnustatus í
Føroyum, og tað
hevur hann ilt við at
skilja, tí føroyska
samfelagið er so lítið.
Føroyskar politikk-
arar skírir hann fyri
at vera bygdasligar
DANSKIR
FJØLMIÐLAR
Páll Holm Johannesen
Danskir fjølmiðlar vóru
eisini umboðaðir í Norður-
landahúsinum
fríggja-
kvøldið.
Blaðmaðurin,
Marcus Rubin, ið arbeiðir
við mentan á blaðnum Poli-
tiken, hevur í blaðnum
mánadagin ein drúgva um-
røðu
av
filminum
Føroyar.dk. Vit hava loyvt
okkum at endurgivið nøkur
av hansara sjónarmiðum.
Høgni og Tony Blair
Eins og í filminum, so fær
Høgni Hoydal eisini drúgva
umrøðu av blaðmanninum.
Yvirskriftin á greinini er
»Kongen af Færøerne«, og
her verður greitt sipað til
støðuna hjá Høgna Hoydal
í føroyska samfelagnum.
– Tað er klárt, at Nyrup er
stóri skurkurin í filminum,
men tað er eisini líka klárt,
at Høgni Hoydal er stóra
hetjan,
heldur
Marcus
Rubin.
Hann sigur víðari, at frá
einum donskum sjónar-
miði, so kunnu føroyskir
politikkar tykjast heldur
bygdasligir.
– Við sínari stóru undir-
høku og kronisku skegg-
stubbum minnir løgmaður-
in, Anfinn Kallsberg, ikki
sørt um Jeppe på Bjerget.
Samráðingarpartnarin,
Helena á Neystabø fram-
gongur sum ein provins-
kona, meðan Høgni Hoydal
er eitt ungt »brushoved«,
sum tosar bronglut danskt,
sigur blaðmaðurin millum
annað.
Marcus Rubin er ikki í
iva um, at talan er um
Høgna Hoydal og so restina
av føroyingum. Hann veit
ikki rættiliga, hvat tað er
yvir honum, men Høgni er
føroyska svarið á Tony
Blair ella Anders Fogh. Teir
hava allir sama stjørnu-
status, og somu órørligu og
nærmastu reliogiøsu trúgv
upp á teirra egnu evnir.
Blaðmaðurin vísir á, at í
filminum er Høgni Hoydal
høvuðspersónurin. Tað er
hann, ið tosar við BBC, og
hóast tað er hann, ið tapir
samráðingarnar við Dan-
mark, og stríðið við Anfinn
Kallsberg, so gevur Ulla
Boye honum kortini síðsta
orðið. Síðsta viðmerking er
av
Christiansborg,
har
Høgni sigur, at stavarin á
Christiansborg ikki kennir
til orðið »selvstændighed«.
Stjørnustatus
Marcus Rubin heldur, at
Høgni Hoydal fullvæl veit
av, at hann er ein stjørna í
Føroyum. Hann skjýtur
Ullu Boye í skógvarnar
fyri, at hon, eftir filmin,
takkar Høgna Hoydal, áðr-
enn løgmanni, tí løgmaður
er jú ovasti myndugleiki í
Føroyum, og tí kann henn-
ara framførarháttur tykjast
løgin.
Hann heldur eisini, tað er
rættiliga løgið, at so nógv
fólk til eitt hvørt høvi vilja
flokkast Høgna, tí føroyska
samfelagið er so lítið. Blað-
maðurin sigur beinleiðis, at
tað er ófatuligt, at Høgni
skal hava slíkan stjørnu-
status, tí í einum býi sum
Havn við 15.000 fólkum,
eiga tey at møta honum
dagliga.
- Seinni á kvøldið, tá
ballið heldur fram á Hotel
Føroyum, heldur mynstrið
fram frá Norðurlandahús-
inum. Tá Høgni fer í barr-
ina, flokkast fólk honum alt
fyri eitt, og tá hann setur
seg við eitt borð, eru tær
vøkru kvinnurnar skjótar at
fáa eitt prát, og tosar
Høgni, so verður kvirt í sal-
inum,
greiðir
Marcus
Rubin frá.
Kvinnan
aftanfyri
Føroyar.dk,
Ulla
Boye
Rasmussen, var ovfarin av
móttøkuni, filmur hennara
fekk í heimsfrumframførsl-
uni í Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið.
– Eg kendi veruliga á
mær, at fólk vóru væl nøgd
við filmin. Eg eri ein gom-
ul filmrotta, og tískil veit
eg nær fólk meina tað, tey
siga, og ikki, og kenslan
fríggjadagin var, at fólk
vóru sera fegin um filmin,
og eri ovfarin av móttøk-
uni, sigur Ulla Boye Ras-
mussen.
Hon er sera fegin og
lætnað eftir, at frumfram-
førslan er farin afturum.
Ulla væntar, at stórt kjak
fer at standast av filminum
bæði í Danmark og Føroy-
um. Til frumframførsluna í
Norðurlandahúsinum sat
Ulla
Boye
Rasmussen
undir liðini á løgmanni og
varaløgmanni, og teir báðir
høvdu torført við at sita
stillir, sum teir hoppaðu,
greiðir hon frá.
Hon situr eftir við kensl-
uni, at fólk vóru serliga
fegin um tey »lunu« inn-
sløgini, tí tey lýsa væl,
hvussu føroyingar eru sum
fólk.
Vikuskiftið hevur hekt-
iskt hjá Ullu, og hon er nú
afturkomin til Danmarkar,
har hon í næstum fer at
fyrireika seg frumfram-
førsluna, sum verður í Dan-
mark 26. september.
-páll
Kongurin av Føroyum
Við yvirskriftini, Kongen af
Færøerne, fær varløgmaður,
Høgni Hoydal, toyggi frá
blaðmanninum á Politiken,
Marcus Rubin, sum hevur
fylgt honum í samband við
filmin, Føroyar.dk. Myndina
hevur Óli P teknað til blaðið
9.mei 1998, og yvirskriftin til
myndina var Sólkongurin
Føroyar.dk:
Ulla Boye ovfarin
av móttøkuni
C
M
Y
K
21
20