týsdagur 19. august 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 19. august 2003
23
Krøvini til liðið og
einstøku spælararnar
eru væl størri og
eirindarleysari í
Skotlandi, enn lands-
liðsmálverjin hevur
upplivað í øðrum
londum
SKOTLAND
Jóannes Hansen
Jákup Mikkelsen man vera
tann føroyski fótbóltsspæl-
arin, sum hevur flestu
royndirnar í fremstu røð.
Eftir at hann í 1994 flutti úr
KÍ hevur hann spælt í
fremstu røð í trimum
ymiskum londum – í Dan-
mark, Noregi og nú í Skot-
landi, har hann leygardagin
fyri aðru ferð vardi málið
hjá Partick Thistle, sum
framvegis eigur fyrsta sig-
urin í nýggja kappingarár-
inum til góða.
Hesa ferð tapti Partick
Thistle 2–1 á útivølli ímóti
Kilmarnock, eftir at Jákup
og teir eina løtu høvdu
verið á odda.
– Tað er altíð týdningar-
mikið í fótbólti at vinna.
Men krøvini og avleiðing-
arnar í Skotlandi kennast
nógvar ferðir størri, enn tey
hava gjørt aðra staðni, har
eg havi verið, staðfestir
Jákup
Mikkelsen,
sum
sunnudagin var ein svipp í
Klaksvík og heilsaði upp á
familjuna, áðrenn hann í
gjár fór undir fyrireikingar-
nar til landsdystin ímóti
Íslandi.
Í skotsku fjølmiðlunum
segði Partick Thistle ven-
jarin undan vikuskiftinum,
at tað var alneyðugt hjá
Jákupi at vísa seg frá allar
bestu síðuni, um hann
skuldi
varðveita
sessin
millum stólparnar, eftir at
hin málverjin nú er komin
fyri seg aftur.
– Enn havi eg ikki havt
serliga nógv at gera. Í 1.
hálvleiki fekk eg møgu-
leika eina ferð at bjarga. Vit
vóru á odda, men teir fingu
tvey mál, men eg haldi ikki,
at tað bar til hjá mær at gera
nakað við tær báðar roynd-
irnar. Í fyrra førinum var
talan um fluktara frá brots-
teigarmarkinum, eftir at
bólturin, sum var á veg av
vøllinum, varð stútaður út
frá aftur av einum av okk-
ara. Í seinna førinum var
talan um frísparksinnlegg,
sum varð beint ov stutt
burtur. Skotið var dygst úti
við stólpan. Eg tveitti meg
rætta vegin og fekk fingrar-
nar á bóltin, men tíverri fór
hann í málið, greiðir Jákup
Mikkelsen frá.
Undirmannaðir
At málini komu eftir verju-
kiks kom stak illa við hjá
Jákupi og liðfeløgunum í
Partick Thistle. Longu í 18.
minutti sá David Lilley
reytt fyri óneyðugt ógvu-
sligt fríspark um miðstrik-
una. Harvið var talan um
manningarliga yvirvág til
heimaliðið síðstu fimm
korterini.
At
tað
var
Martin
Haardie, sum skoraði út-
javnandi málið tíðliga í 2.
hálvleiki, kendist meint í
Partick
Thistle
leguni.
Undan summarsteðginum
flutti hann úr Glasgow
felagnum, har hann hevur
verið sera nógv avhildin í
tey fýra árini, hann var í
Partick.
Leygardagin fer tað iva-
leyst at vera nóg mikið at
takast
við
hjá
Jákupi
Mikkelsen. Tá fer Partick
Thistle at fáa vitjan av
øðrum av stóru feløgunum í
Glasgow. Celtic Glasgow
kemur á vitjan, og so er
bara at vóna, at landsliðs-
ferðin til Føroya og harvið
fráveran frá venjing fram til
og við hósdegnum ikki fer
at kosta Jákupi plássið
millum stólparnar.
MAERSK
Jákup er í heilt nýggjum umstøðum
– Tað er altíð týdningarmikið í fótbólti at vinna. Men krøvini og avleiðingarnar í Skotlandi
kennast nógvar ferðir størri, enn tey hava gjørt aðra staðni, har eg havi verið, staðfestir
Jákup Mikkelsen
Molde basti á
útivølli Lyn við
sama málmuni, sum
teir hóskvøldið
vunnu við á
heimavølli ímóti KÍ
NOREG
Jóannes Hansen
Tey bæði norsku feløgini,
sum KÍ og NSÍ stríðast
við
í
UEFA
Cup
kappingini,
hittust
sunnukvøldið í botn-
uppgerð í Oslo. Tað vóru
gestirnir úr Molde, sum
fóru úr norska høvuðs-
staðnum
við
øllum.
Molde vann 2–0, eftir at
tað hevði verið málleyst í
steðginum. Harvið vann
mótstøðuliðið hjá KÍ í
UEFA Cup við sama
muni á Lyn, sum teir
hóskvøldið vunnu á KÍ á
Molde stadion.
Magne Hoset, sum
hóskvøldið setti hol á
ímóti KÍ við brotssparki,
skoraði aftur hesa ferð
upp á brotsspark. Hann
legið Molde framum, tá
ið ein tími var farin.
Fimm minuttir seinni
vildu Lyn menninir hava
dómaran at døma brots-
spark, tí ein av teirra
skuldi hava verið feldur í
brotsteiginum,
men
dómarin tagdi. Íslendski
venjarin hjá Lyn, Teitur
Þordarson,
var
ikki
blíður, og Molde ven-
jarin,
Odd
Berg,
ásannaði aftaná, at hesa
ferð hevði dómurin verið
teimum til vildar.
Lyn trýsti síðstu løtuna
fyri at fáa útjavnandi
málið, men tað eydnaðist
ikki. Í staðin var tað
Molde, sum í síðsta
minutti staðfesti kær-
komna sigurin. Enn eina
ferð var tað Magne hoset,
sum var málskjútti. Í 1.
hálvleiki var hann í álop-
inum. Tá fekk hann einki
mál. Í 2. hálvleiki var
hann miðvallari í vinstru
í 4–3–3 spælskipanini,
sum Molde eisini nýtti
ímóti KÍ, og tá skoraði
hann tvey mál!
Lyn hevur tapt fimm
landskappingardystir á
rað. Teir eru triði aftast,
og tað resta fýra stig upp
til fjórði aftasta plássið,
sum
ber
trygd
fyri
framhaldandi luttøku í
bestu deildini við sær.
Molde hevur 20 stig.
Sum væntað
Hjá
Rosenborg
var
eingin slingur í valsinum,
tá ið teir vóru á vitjan í
Aalesund, eftir at tað
mikukvøldið
á
heimavølli í Europa Cup
ikki hevði eydnast at fáa
meiri
enn
málleysan
javnleik
ímóti
La
Corunia.
Rosenborg vann 2–0,
og teir hava beina kós
ímóti
tólvta
meistaraskapinum á rað.
Hjá gamla stórfelagnum,
Lillestrøm, hevur tað ikki
verið so stuttligt seinastu
árini, men nú glógvaði í.
Teir vunnu 4–0 á heima-
vølli ímóti Bryne.
Sogndal
misti
eitt
sindur í stríðnum um
heiðursmerkini, tá ið teir
bara megnaðu málleysan
javnleik á heimavølli
ímóti Vålerengen. Odd
Greenland
smurdi
á
heimavøllinum í Skien
Tromsø av 5–0, og
Bodø/Glimt styrkti um
sína støðu ímillum tey
fremstu, tá ið teir vunnu
3–1 á heimavølli ímóti
Stabæk.
Millum
Stavanger og Bergen var
tað rættuliga málríkt.
Dysturin millum Viking
og Brann endaði 3–3.
Lítið krút í Lyn
23
Nr. 138 • hósdagur • 24. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyri at fáa meiri ferð í
og harvið størri
hóttan í álopspartin
verður umhugsað at
finna nýggja saman-
seting til tvey tey
fremstu plássini, og í
verjuni er eisini stór
kapping um plássini
FØROYAR-ÍSLAND
Jóannes Hansen
Í øllum regninum fyrra-
partin í gjár hittust teir í
føroysku landsliðsleguni.
Málið er at røkka einum so
góðum úrsliti, sum tað ber
til. Her verður ikki hugsað
um tepurt tap og kanska
javnleik. Málið er at vinna.
Tað er eitt høgt mál, men
tað er ikki ov høgt. Ísland
er oddalið í bólkinum, og
tað eru avgjørdar vánir fyri,
at grannarnir fyri vestan
fyri fyrstu ferð nakrantíð
fara at vinna sær pláss í
einum endaspæli. Ógvuliga
nógv vatn er runnið í ánna,
síðan føroyingar fyri hálv-
um triðja mánað síðani
vóru á Laugardalsvøllinum
í Reykjavík. Ta ferðina var
um reppið, at tað endaði 1-
1, áskoðararnir vóru so
smátt farnir til hús við tí
fatan, at leikluturin hjá
Íslandi í hesi EM undan-
kappingini var av, men so
var tað, at Ísland skoraði
sigursmálið,
og
síðani
hevur einki heft fyri teim-
um.
Lars Høgh var málmans-
venjari í sambandi við úti-
dystin í Reykjavík og
heimadystin ímóti Týsk-
landi. Aftur hesa ferð skal
hann taka sær av Jákupi
Mikkelsen og Jens Martini
Knudsen.
Saman
við
Henrik Larsen, landsliðs-
venjara, og Jákupi Mikkel-
sen kom hann til Føroya
sunnudagin. Í gjár skuldu
hinir útisetarnir koma. Teir
eru ikki so nógvir nú, sum
teir onkra ferðina hava
verið – Julian Johnsson úr
Íslandi, Jón Rói Jacobsen,
Brøndby
og
Christian
Høgni Jacobsen úr Vejle.
Holini
Sammett við liðið, sum
spældi í Reykjavík, skulu í
hvussu so er tvær broyt-
ingar gerast, og tað kann
væl vera, at í hvussu so er
ein broyting verður gjørd
afturat. Jákup á Borg og
Fróði Bejaminsen eru leik-
bannaðir, og tí skal ein
nýggjur miðvallari í høgru
finnast og ein sentralur
miðvallari.
Teir
fyrstu
ellivu í Reykjavík vóru
hesir: Jákup Mikkelsen –
Christian Høgni Jacobsen,
Jóhannis Joensen, Jón Rói
Jacobsen, Súni Olsen –
Jákup á Borg, Fróði Benja-
minsen, Jann Ingi Petersen,
Rógvi Jacobsen – John
Petersen,
Andrew
av
Fløtum.
Tað var óvæntað, at
Julian Johnsson var settur á
beinkin í Reykjavík. Eftir
steðgin kom hann á vøllin.
Tað hevur ligið væl fyri hjá
Juliani í Akranesi, har hann
er fastur maður, og tí er
eingin ivi um, at hann verð-
ur á miðvøllinum í morgin.
Hin sentrali miðvallarin
verður so Jann Ingi Peter-
sen ella kanska Atli Daniel-
sen, sum hevur verið sera
stinnur, síðani hann slapp at
royna seg mitt á KÍ miðj-
uni. Síðsta sjónliga prógvið
fyri hetta var í Molde hós-
kvøldið.
Tað eru fleiri møguleikar,
tá ið tað ræður um avloys-
aran í høgra borði, har
Jákup á Borg hevur verið
fastur maður seinastu árini.
Ein
møguleiki
er,
at
Christian Høgni Jacobsen,
sum seinast var vongverji í
høgru, verður fluttur fram á
miðvøllin. Ein annar møgu-
leiki er, at Hjalgrím Elttør
verður settur í hetta plássið,
ein triði møguleiki er Atli
Danielsen og Tór-Ingar
Akselsen, sum er spildur
nýggjur í hesum høpinum,
fær plássið.
Ivamálini
Eftir tepra tapið í Reykjavík
nevndi
Jógvan
Martin
Olsen, tað tóktist vera ein
trupulleiki, at álopsspælar-
arnir báðir, John Petersen
og Andrew av Fløtum,
líkjast ov nógv. Teir eru
báðir góðir við bóltinum,
og teir hava báðir gott eyga
fyri spælinum. Trupulleikin
var, at tað knípti við ferðini
ella
eksplosivitetinum.
Spurningurin er, um tað við
broytinum, útskiftinum ella
umbýtingum ber til at finna
fram til uppstilling, sum
ber størri ferð og harvið
brodd og tyngd í álops-
partinum við sær.
– Vit mugu síggja í eyg-
uni, at vit hava stórar
trupulleikar at spæla okk-
um til upplagdar málmøgu-
leikar, sjálvt um saman-
spælið annars gongur væl.
Møguleikarnir fyri at fáa
hetta at eydnast eru eitt nú
tengdir at ferðini. Hana
restaðu vit í Reykjavík,
staðfestir Jógvan Martin
Olsen, sum ikki vil gera
nærri viðmerkingar til,
hvørjar møguleikar Henrik
Larsen og hann hava um-
hugsað og fara at royna
undir venjingunum, sum
vóru í gjár og aftur vera á
skránni í dag. Tað er ikki
vist, at allar venjingarnar
vera á Tórsvølli. Regnið og
tað at vøllurin tykist eitt
sindur óslættur kunnu hava
við sær, at onkrar venjingar
verða á Argjum.
Tað ber væl til at ímynda
sær, hvat tað eru fyri møgu-
leikar, sum eru uppi og
venda. Tað er eingin ivi um,
at
John
Petersen
ella
Andrew av Fløtum vera á
vøllinum. Møguleikin er
framvegis opin fyri, at teir
báðir vera millum teir
fyrstu ellivu, men tað verð-
ur umhugsað at finna
nýggja kombinatión, har
annar teirra fær nýggjan
makkara. Bestu boðini upp
á nýggjan álopsspælara eru
Christian Høgni Jacobsen
og Hjalgrim Elttør.
Christian Høgni situr
nógv á beinkinum í Vejle,
men hann hevur áður víst
seg at hava máltev á lands-
liðnum. Hjalgrím Elttør er
væl fyri í løtuni. Hann er
toppskjútti í 1. deild, og
hann tykist hava stórt
sjálvsálit.
Umframt álopsplássini so
bendir nógv á, at broytingar
fara at verða gjørdar í
verjupartinum. Jón Rói
Jacobsen og Súni Olsen eru
sjálvskrivaðir í ávikavist
miðverjuni og í vinstra
borði. Í Íslandi var Jóhannis
Joensen
miðverji
og
Christian Høgni Jacobsen
vongverji í høgru. Pól
Thorsteinsson
og
Óli
Johannesen eru tøkir aftur
eftir leikbann og Hans
Fróði Hansen, sum hevur
spælt sera væl og er ein av
orsøkunum til, at B68 er
næstfremst og at bara sjey
mál eru farin ígjøgnum hjá
toftamonnum í tólv dyst-
um, er úttikin aftur.
Í vikuskiftissendingini
hjá útvarpinum fríggja-
kvøldið
nevndi
Jógvan
Martin Olsen, at teir fara at
tosa við Óla Johannesen,
sum – fyribils í hvussu so
er – spælir á 2. deildarlið-
num hjá TB. Sum vit søgdu
í síðstu viku, so ber ikki til
at seta ein veteran, sum
hevur spælt 60 landsdystir
og sum hevur verið stinnur,
av
landsliðnum.
Óli
Johannesen hevur uppi-
borið at fáa møguleikan at
vísa, at tað framvegis er
dugur í honum. Men sjálv-
andi er kappingin um pláss-
ini í verjuni væl størri, enn
hon nakrantíð hevur verið.
Fýra spælarar stríðast
um tvey pláss
Andrew av Fløtum og John
Petersen passa kanska ikki
nóg væl saman at spæla
saman í álopinum. Spurn-
ingurin er, hvussu álopið fer
at síggja út mikukvøldið. Her
er Andrew í dysti ímóti
Íslandi fyri nøkrum mánað-
um síðani
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22