týsdagur 19. august 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 19. august 2003
25
B71 vórðu kroystir
undan dystinum móti
AB, sum nú hevur
mist allar vónir um at
flyta upp. Sandoy-
ingar fingu útjavn-
andi málið í evstu
løtu
2. DEILD
Stefan í Skorini
Tað vóru tvey lið í kreppu,
sum møttust á Sandi leyg-
ardagin. B71 berjist fyri at
sleppa undan niðurflyting,
og tað eina stigið var kær-
komið hjá heimaliðnum,
hóast teir ætlaðu sær øll trý
stigini.
AB varð undan kapping-
arárinum mett sum ein out-
sidari í uppflytingarstríð-
num, men nú eru allar vónir
brostnar um 1. deildarfót-
bólt á Argjum komandi ár.
Argjamenn hava ikki
vunnið í seks teimum sein-
astu umførunum í lands-
kappingini. Ikki síðan AB
vann á B68 á heimavølli í
fimta umfari, hevur tað
eydnast at fáa ein sigur til
høldar.
AB hevur heldur ong-
antíð vunnið á útivølli, og
hóast tað var um reppið
hesuferð, so vóru marginal-
arnir ikki við argjamonn-
um.
Símun skoraði móti
sínum egnu
Tá umleið tíggju minuttir
vóru eftir at spæla legði AB
seg framum. Ein langur
bóltur varð sendur úr
vinstra borði inn um verj-
una hjá B71. Har var fyrr-
verandi
B71-áleyparin,
Símun Hansen, skjótur
avstað, og hann lyfti bóltin
upp um Valdemar Novicki
til 1-0. Símun skifti í
summarsteðginum frá júst
B71 til AB.
Alt bendi á, at hetta fór at
vera sigursmálið hjá útilið-
num, men B71 svaraði aftur
í síðstu løtu.
Tórhallur Thomsen fekk
bóltin miðskeiðis á AB-
hálvuni. Hann setti kós
móti málinum og langaði til
úr 25-30 metra fjarstøðu.
Skotið bar við ein AB-
verjuleikara og snýtti mál-
verjan, og so var støðan
1–1.
Sami Tórhallur hevði
eina roynd eftir hetta, tá
hann fekk høvdið á eitt inn-
legg, men málverjin bjarg-
aði í stórum stíli.
Annars var dysturin sera
javnur, og tað var helst á
góðari leið, at tað endaði
við javnleiki. Bæði liðini
høvdu fleiri málmøguleik-
ar, men tað gekk heldur
striltið við at avslutta álop-
ini.
Í komandi umfari tekur
B71 ímóti oddaliðnum ÍF,
og AB skal til Leirvíkar at
spæla ímóti einum øðrum
botnliði, nevniliga LÍF.
B71-AB 1-1 (0-0):
0-1: Símun Hansen
1-1: Tórhallur Thomsen
B71 – AB 1-1 (0-0):
AB misti á stokkinum
AB er steðgað upp. Í seks
teimum seinastu dystunum
er tað ikki eydnast at fáa ein
sigur. Síðsta mistu teir á
stokkinum, tá B71 javnaði
í evstu løtu
Savnsmynd
Við trimum sigrum á
rað hevur TB nú sett
allar ketlarnar í
gongd í royndini at
fáa oddaliðið ÍF aftur
2. DEILD
Stefan í Skorini
Tað var ongantíð nakar ivi
um, hvør fór at vinna dystin
ímillum TB og LÍF á Sev-
mýri leygardagin. TB er
sera væl koyrandi í løtuni,
og teir lótu ongantíð nakran
iva vera um sigurin.
Støðan var 2-0 við steðg-
in. Toppskjúttin hjá TB, Kaj
Roest, legði heimaliðið
framum, tá hann skallaði
eitt hornaspark í netið.
Síðani skoraði Rasmus
Nolsøe, tá hann úr spískum
skoraði til 2-0.
Eftir steðgin økti Allan
Michelsen til 3-0, og síðani
setti Óli Johannesen eitt
brotsspark í netið. Kaj
Roest fekk fimta málið, og
Allan
Michelsen
skeyt
seinasta málið, tá hann
gjørdist leysur við málver-
janum.
TB hóttir ÍF
TB er nú størsta hóttanin
móti ÍF, sum liggur á odda.
Fýra stig eru millum hesi
bæði liðini, men ÍF skal
tann 13. september spæla
ímóti TB á Sevmýri. Hesin
dysturin fær óivað sera
stóran týdning fyri, hvat lið
endar í 1. deild komandi
kappingarár.
TB hevur vunnið allar
tríggjar
dystirnar
eftir
summarsteðgin, og allir
sigrarnir hava verið rætt-
iliga sannførandi. Tí kann
roknast við, at TB fer at
leggja trýst á ÍF í seinnu
hálvu av landskappingini.
Komandi
vikuskiftið
verður eitt rættiligt brak á
Krossinum í Sumba. Tá
møtast Sumba, sum er á
triðja plássi, og TB, ið
liggur á næstfremsta plássi.
Lokaluppgerðin plagar at
vera lívlig, og tað verður
sikkurt eitt brak av dysti
komandi leygardag.
Nú eru bert sjey umfør
eftir í landskappingini.
T.v.s. at tað eru 21 stig at
spæla um. Uppflytingin
verður óivað avgjørd mill-
um ÍF, TB og Sumba.
TB-LÍF 6-0 (2-0)
1-0: Kaj Roest
2-0: Rasmus Nolsøe
3-0: Allan Michelsen
4-0: Óli Johannesen (br.)
5-0: Kaj Roest
6-0: Allan Michelsen
TB hevur ætlanir um at
sleppa uppaftur í 1. deild at
spæla ímóti EB/Streymi og
øðrum 1. deildarliðum. Við
trimum sigrum á rað er TB
nú við aftur í oddastríðnum
Savnsmynd
1 ÍF
11
8
-
2
-
1
20
7
13
26
2 TB
11
7
-
1
-
3
31
16
15
22
3 SUMBA
11
6
-
3
-
2
23
9
14
21
4 VB
11
6
-
1
-
4
25
13
12
19
5 KÍ
11
6
-
1
-
4
25
31
-6
19
6 AB
11
3
-
5
-
3
20
17
3
14
7 B36
11
3
-
3
-
5
17
15
2
12
8 LÍF
11
3
-
1
-
7
14
32
-18
10
9 B71
11
2
-
2
-
7
15
17
-2
8
10 B68
11
1
-
1
-
9
5
38
-33
4
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
VUNNIN MÁL
TAPT MÁL
MÁL MUNUR
STIG
TB – LÍF 6-0 (2-0)
TB hevur sett ferð á
25
24
Nr. 154 - 19. august 2003
Erling var høvuðsleikari
2. DEILD KÍ–SUMBA
Jóannes Hansen
Tann spælarin, sum mest
var í miðdeplinum, tá ið KÍ
og Sumba spældu í Klaks-
vík leygardagin, var KÍ
álopsspælarin Erling Fles.
Hann skoraði trý av teim-
um fýra málunum í 4–1
heimasigrinum, og tríggjar
minuttir undan leikloki
vísti dómarin honum reyða
kortið. Eftir at Erling hevði
mist í gjøgnumbroti elti
hann mótstøðumannin, sum
fór um koll. Álopið helt
fram, og tá ið bólturin var
farin út av vøllinum veit-
traði linjuverjin dómaran til
sín, og so varð dømt fyri
hevnisøku. Tað vóru teir á
heimaliðnum alt annað enn
nøgdir við.
Í fótbóltsspælinum var
lítil ivi. KÍ, ið hevði átta
spælarar á liðnum, sum
fríggjakvøldið
umvegis
Egilstaðir í Íslandi vóru
komnir úr Molde, var greitt
omaná. Erling Fles setti hol
á í 7. minutti, eftir at David
Bertholdsen hevði lagt flatt
innfyri úr høgru. Aftasti
verjuskansin hjá KÍ, Niclas
Niclassen, økti í 22. minutti
til 2–0 við frísparki úr 58!!
metrum í vinstru. Ætlanin
var ivaleyst at senda inn
fyri
málið,
har
Olgar
Danielsen og Marlin í
sumbiarmálinum fóru upp,
og bólturin sigldi omanfyri
báðar og í málið.
Fýra
minuttir
seinni
minkaði Karl Lisberg um
munin. Eftir skjótt tikið frí-
spark í vinstru legði René
Thomsen væl innfyri, og
Karl Lisberg stútaði. Eitt
fínt mál. Í 57. minutti var
Erling aftur upp á spæl.
Enn eina ferð var tað David
Bertholdsen, sum átti næst-
síðsta fótin, eftir at hann
hevði rikið til málteigin í
høgru og síðani lagt útfrá til
leysa
álopsmannin
við
fremra stólpa.
Á tímanum varð heima-
sigurin sligin rimmar fast-
ur. Leon Bjartalíð stakk
fram ímillum, og Erling
setti framvið málverjanum.
Í 24. minutti misti Sumba
Hans Jákup Thomsen, sum
noyddist út – Jan Poulsen
kom inn fyri hann. Robert
Cieslewicz var ikki førur
fyri at spæla frá fyrsta
bríksli. Hann kom á vøllin
eftir steðgin, tá ið Eirikur
Joensen fór út, men tað
hjálpti ikki. David Bert-
holdsen, Símun Joensen og
Leon Bjartalíð áttu mið-
vøllin, og tað var týðuligt,
at tað var stórur munur á
spælarum, sum venja og
ofta spæla í fremstu røð og
so teimum í næstbestu
deildini.
2. deild
KÍ–Sumba 4–1 (2–1)
1–0: Erling Fles 7.
2–0: Niclas Niclassen 22.
2–1: Karl Lisberg 26.
3–1: Erling Fles 57.
4–1: Erling Fles 60.
Reytt kort: Erling Fles 87.
Fuglfirðingar reistu
seg aftur eftir eyð-
mýkjandi tapið ímóti
B68 seinasta viku-
skiftið, tá tað eydnað-
ist at vinna ein tepran
sigur á B36
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Oddaliðið ÍF fekk leygar-
dagin sín fyrsta sigur eftir
summarsteðgin, tá B36
varð sent heimaftur við
einum 1–0 tapi.
ÍF helt sostatt fast við
oddasessin í 2. deild um
vikuskiftið, og tá Sumba
tapti í Klaksvík øktist mun-
urin niður til næstfremsta
liðið, sum nú er TB, fýra
stig.
Fuglfirðingar hava vunn-
ið allar sínar heimadystir í
hesum kappingarárinum,
og hendan góða vanan
hildu fuglfirðingar aftur
fast við.
Fáir málmøguleikar
ÍF hevur sambært hagtøl-
unum bestu verjuna í 2.
deild, men tað eru hinvegin
fleiri lið, ið hava skotið
nógv fleiri mál enn ÍF.
Fyri steðgin hevði ÍF
takið á dystinum og legði
trýst á B36-verjuna. Hóast
leikliga yvirvág eydnaðist
tað ongantíð at spæla seg
fram til ein opnan mál-
møguleika í fyrra umfari.
Hvørja ferð ÍF nærkaðist
B36 brotsteiginum vantaði
altíð tann síðsta og avger-
andi avleveringin.
B36 hevði hinvegin tor-
ført við at flyta spælið
niðan
á
hálvuna
hjá
mótstøðuliðnum, og B36-
ararnir fullu ferð eftir ferð í
ta
vælvirkandi
ragnstøðufelluna hjá ÍF.
Lívligari eftir steðgin
Hevði fyrri hálvleikur verið
heldur fátækur fyri mál-
møguleikar, kom meira
ferð á í seinna hálvleiki, og
bæði liðini skaptu fleiri
møguleikar.
ÍF
hevði
framvegis munin leikliga,
men B36 svaraði nú aftur.
ÍF hevði tveir serliga
stórar málmøguleikar eftir
steðgin, og var tað Hanus
Eliasen, sum var tann stóri
syndarin
í
hesum
sambandi. Tveir ferðir kom
hann at standa rættiliga
leysur í brotsteiginum, men
tað eydnaðist ikki at fáa
bóltin í netið. Fyrru ferðina
bjargaði málverjin Magnus
Poulsen, og seinnu ferðina
fór bólturin dygst framvið
stongini.
B36 hevði eisini ein
gyltan møguleika, áðrenn
ÍF legði seg framum. Hetta
hendi, eftir at málverjin hjá
ÍF spældi bóltin beint fyri
føturnar á Áka Mørk í álop-
inum. Áki fór framvið mál-
verjanum, men fór síðani
um koll. Dómarin lat ikki
við seg koma, hóast B36-
ararnir mótmæltu harðliga,
at einki brotsspark varð
dømt.
Útskifting avgerandi
Móti endanum av dystinum
gjørdi venjarin hjá ÍF eina
serstakliga
hepna
útskifting. Hann setti Rúna
Petersen inn í álopið, og
Rúni
skeyt
eisini
sigursmálið.
Hetta kom eftir innkast í
vinstru síðu. Bólturin varð
tveittur til Rúna, sum vendi
sær og gúppaði bóltin
innfyri. Hóast tað helst ikki
var ætlanin, so fór bólturin
uppum málverjan og í netið
til endaliga úrslitið 1-0.
Málið
kom
tá
tíggju
minuttir vóru eftir at spæla.
Í seinastu løtu
fekk
B36
ein
góðan
møguleika at javna, men
Tórálvur Poulsen skeyt
framvið málinum, tá hann
var
púra
leysur
við
málverjanum.
Annars
kann
nevnast, at hetta var fyrsti
landskappingardysturin á
nýggja
undirlagnum
í
Fuglafirði, sum er eins teir
nýggjastu
vallirnir
í
Føroyum.
ÍF-B36 1-0 (0-0)
1-0: Rúni Petersen
ÍF-B36 1-0 (0-0):
ÍF heldur tørn
Roy Róin var aftur at síggja
á ÍF-liðnum leygardagin, tá
tað eydnaðist at vinna ein
tepran sigur á B36. ÍF er nú
fýra stig frammanfyri TB á
øðrum plássi.
Savnsmynd
VB-B68 6-0 (0-0):
Toftamenn mistu luftina
Hóast tað stóð á jøvn-
um í steðginum, so
vann VB við seks mál-
um móti ongum, tá
botnliðið B68 var á
vitjan
2. DEILD
Stefan í Skorini
VB hevur staðið seg sera
væl í landskappingini í 2.
deild í ár, og um vikuskiftið
vunnu vágbingar stórsigur
á toftamonnum, sum enn
liggja aftast.
Fyrri hálvleikur var ann-
ars sera javnur, og bæði lið-
ini skaptu sær fleiri mál-
møguleikar. Tað var annars
heldur løgið, at einki mál
kom fyri steðgin, tí at mál-
møguleikarnir vóru avgjørt
til tess.
VB sendi nógv fólk fram
á vøllin, og hetta gav eisini
B68 møguleika fyri nøkr-
um skjótálopum.
VB fær hol á
Tá bert fimm minuttir
vórðu leiktir í seinna um-
fari, fekk VB hol á. Tað var
Bergur Vinther, sum skeyt
tað málið.
Eftir hetta málið fór luft-
in úr ballónini hjá B68, og
leikararnir fullu í fátt.
Hóast tað hevði gingið væl
inntil hetta fyrsta málið,
góvu toftamenn at kalla
skarvin yvir.
VB var als ikki til at
steðga eftir steðgin, og mál-
ini skolaðu inn í B68 málið.
Janus Kjærbo økti til 2-0 og
Bergur Vinther fekk sítt
næsta mál, tá hann skoraði
til 3-0.
Kári í Lágabø skoraði til
4-0, og tann innskifti Sig-
mund Mikkelsen skoraði til
5-0 og 6-0, sum eisini
gjørdist endaliga úrslitið.
Við
hesum
sigrinum
heldur VB tørn í oddinum
og er framvegis við í stríð-
num um heiðursmerkini.
Næstu ferð skulu teir til
Havnar at spæla ímóti B36.
B68 hevur framvegis ein
møguleika at lívbjarga sær í
2. deild. Fýra stig eru nú
upp til B71. Fyrri hálv-
leikur í Vági ber boð um, at
toftamenn kanska hava
okkurt at bjóða uppá í
seinnu helvt av landskapp-
ingini.
Næstu ferð tekur B68
ímóti KÍ, sum er væl koyr-
andi í løtuni.
VB-B68 6-0 (0-0):
1-0: Bergur Vinther
2-0: Janus Kjærbo
3-0: Bergur Vinther
4-0: Kári í Lágabø
5-0: Sigmund Mikkelsen
6-0: Sigmund Mikkelsen
C
M
Y
K
24