Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 19. august 2003 27 27 26 Nr. 154 - 19. august 2003 Fyri aðru ferð í fýra dagar skoraði hann sunnukvøldið sera týdningarmikið mál fyri FCK, og Zuma vónar, at samstarvið teirra millum verður drúgt hesa ferð FCK–FCN Jóannes Hansen Tað ræður um at taka ein dag og ein dyst í senn. Tað veit eingin betri enn Todi Jónsson. Fyri tveimum ár- um síðani var hann skadd- ur, tá ið FCK spældi ímóti Lazio í Europa Cup, og spælararnir høvdu møgu- leika fyri at vísa altjóða fótbóltsheiminum hvør dugur var í teimum. Fyri einum ári síðani var hann saman við Zuma roknaður at vera besta álopið í Danmark. Og tað er bara eitt fjórðing ár síðani, at alt bendi á, at naggatódnin um nýggjan sáttmála við FCK og oyðimarkagongd í hálvt ár skuldi enda við sáttmála- loysi. Í løtuni ríður Todi Jónsson rættuliga á aldu- kambinum. Tað gongur við tí rúkandi ferð. Hann hevur skorað í trimum Europa Cup dystum í summar, og sunnudagin var hann aftur í miðdeplinum, tí hann skor- aði fyri fyrstu ferð í lands- kappingini í hesum kapp- ingarárinum. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarinum í heima- dystinum ímóti FC Nord- sjælland, spurtaði hann framum tveir miðverjar, skræddi seg leysan av teim- um og setti hegnisliga bólt- in framvið málverjanum, sum var á veg út. Harvið hevði hann skorað sigurs- málið til 2–1, og ein stóran tíma seinni varð hann vald- ur til dagsins spælara. Í BT var eingin ivi. Todi og Zuma fingu báðir tíggju. – Teir fáa tvey mál í 1. hálvleiki, og eg kann sjálv- andi siga, at tað var ikki nóg gott verjuspæl hjá okk- um. Men vit skulu minnast til, at okkara verja spældi ímóti besta álopsparinum í Danmark, segði venjarin hjá FCN, Christian Ander- sen, eftir dystarlok. Zuma skoraði til 1–0, tá ið hann sneiddi seg framvið trimum spælarum og krúllaði seg heilt leysan við málverja- num, áðrenn hann setti í netið. Tá ið FCN javnaði til 1–1, var talan um fríspark úr 25 metrum, omanfyri manngarði og dygst niðri við stólparótina. Eitt mál, sum ungverski FCK mál- verjin, Balázs Rabócki, noyddist at taka á sín kappa. Hetta fekk beinan- vegin danska fjølmiðla- heimin at tosa um, um tað nú fór at verða neyðugt hjá FCK at skifta málverja, áðrenn teir næstu dagarnar skulu spæla tveir týdning- armiklar dystir, men tað helt Hans Backe ikki. Frágera gott samstarv Í Danmark er eingin endi á lýsingarorðunum, sum fjøl- miðlarnir nýta um Toda og Zuma. Álopsspælararnir báðir tykjast hava bæði beinini á jørðini, men teir eru greiðir yvir, at undan- vindurin hevur ikki so lítið við tað at gera, at teir eru makkarar. – Vit hava áður spælt saman, og tað hevur gingið væl. Steðgur er komin í, tí Todi hevur verið skaddur. Soleiðis sum tað gongur hjá okkum í løtuni, so vóni eg sanniliga, at Todi ikki verður skaddur aftur, segði Zuma eftir tepra og serliga kærkomna sigurin í Park- ini. Í 73. minutti kom Peter Møller á vøllin fyri Toda, sum teir flestu av teimum stívliga seytjan túsund áskoðarunum klappaðu av vøllinum. FCK skal leygardagin spæla landskappingardyst í Brøndby, og annan miku- dag skulu teir ímóti Glas- gow Rangers finna út av, um FCK fyri fyrstu ferð skal sleppa upp í part í bólkaspælinum í Europa Cup fyri meistaralið. FCK leiðslan hevur biðið um, at landskappingardysturin ímóti Brøndby varð fluttur, soleiðis at teir kundu havt verið uppaftur betri fyri ímóti Rangers, men tað hevur ikki borið til. Niðurflutta Silkeborg taldist millum stór- favorittarnar, men tað eydnaðist Vejle at fáa øll stigini við til hús aftur DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað varð frammanundan ikki roknað við, at Vejle skuldi fáa nakað stig burt- urúr vitjanini í Silkeborg, har teir eftir niðurflytingina fyrr í summar framvegis hava superligu snitt yvir karmunum kring lands- kappingardystirnar. Silkeborg legði seg fram- um, tá ið seinna umfarið var seks minuttir gamalt, men Vejle svaraði tvær ferðir aftur. Níggju minuttir eftir at heimaliðið hevði sett hol á, skoraði Kenneth Knud- sen, tá ið hann lyfti bóltin upp um Silkeborg málverj- an og trillaði síðani í málið, og í 72. minutti var tað Peter Degn, sum varð heilt leysur, fór framvið málverj- anum og skoraði. Í næsta minuttinum trýsti Silke- borg, men teir komu ikki nærri at gera mál, enn at teir sendu í stólpan. Christian Høgni Jacobsen hevur framvegis ilt við at vinna sær fast pláss á Vejle liðnum. Hesa ferð spældi hann seinnapartin av seinna umfarinum. Í 67. minutti loysti hann sentrala mið- vallaran Anders Nordstrøm av. Fimm minuttir eftir at Christian Høgni var komin á vøllin, skoraði Vejle sigursmálið. Vejle venjarin var ovur- fegin eftir sigurin. Hann segði seg í nógvu sólini og hitanum at hava verið eygnavitni til, at ein flokkur av dreingjum í einum og sama dysti var vorðin til ein flokkur av røttum monnum. Oddalið í næstbestu deildini eru framvegis Horsens, sum aftur livir upp til Den gule fare, sum teir plagdu at verða nevndir, tá ið teir í seksti og fyrrapartin av sjeyti árunum vóru í bestu deildini, og Ølstykke, sum ongantíð hevur verið í bestu deildini. Hesa ferð vann Horsens, sum hevur Johan B. Hansen, ið ikki fekk landsliðsboð hesa ferð á liðnum, 3–0 á heimavølli ímóti FC Aarhus, og Ølstykke vann 5–4 á B93. Hesin seinni dysturin var heilt óvanligur. Ølstykke legði seg á odda 2–0, men eftir einum koretri skoraði B93 fýra mál og var harvið frammanfyri 4–2. Men so vendi tað aftur. Ølstykke skoraði í 2. hálvleiki trý mál, og harvið vunnu teir 5–4. HFK Sønderjylland vann í Haderslev 4–0 á Brønshøj, Skjold tapti 1–0 ím+oti FC Nordjylland, Køge vann 4–2 á Nykøbing Falster, og Fredericia og Randers FC og B1913 og Fremad Amager spældu 2–2. Horsens og Ølstykke hava fult stigatal, sum er níggju, Fremad Amager hevur sjey stig, og Silke- borg, Køge, Sønderjylland og Vejle hava seks stig. Vejle óvæntaðan sigur Todi er orduliga í rætta lagnum Todi Jónsson skoraði sigursmálið og varð valdur dagsins maður ímóti FC Nordsjælland sunnudagin Savnsmynd Christian Høgni Jacobsen hevur framvegis ilt við at vinna sær fast pláss á Vejle liðnum. Hesa ferð spældi hann seinnapartin av seinna umfarinum C M Y K 26 Størsti dramatikkurin var hesa ferð í Jyl- landi, har AGF og Viborg komu aftur- íaftur, eftir at tey høvdu ligið undir SUPERLIGAN Jóannes Hansen Munurin frá Brøndby og aftur til kappingarneytarnar tódnaði eitt sindur í viku- skiftinum. Brøndby er framvegis ósigrað, og alt bendi fyrstu løtuna í Viborg á, at teir gulu enn eina ferð skuldu vinna og kanska 2-0, sum teir høvdu vunnið við tríggjar tær fyrstu ferðirnar. Brøndby, sum ikki hevði Jón Róa Jacobsen í ferða- lagnum í Viborg, legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0. Í báðum førunum var talan um mál úr stuttari fjarstøðu eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram. Fyrra málið skoraði mið- verjin og liðformaðurin Per Nielsen í 3. minutti, og seinna málið skoraði Ruben Bagger í 17. minutti. Viborg varð spælt sundur og saman, og Brøndby kundi í 1. hálvleiki havt skorað fleiri mál. Kortini kyknaði spenningur undan steðginum. Í 45. minutti minkaði Søren Frederiksen um munin eftir hornaspark, og í 2. hálvleiki var tað heimaliðið, sum var omaná. Tólv minuttir eftir steðgin tryggjaðu teir sær eitt stig. Søren Frederiksen spældi við hælinum innskifti Michael Nonbo púra blank- an í brotsteiginum. Eftir síðsta bríkslið vóru teir á Viborg liðnum ovurfegnir um javnleikin og eitt stig, meðan teir í Brøndby sóu út sum taparar. FCK vann 2-1 á heima- vølli ímóti FC Nordsjæl- land, og harvið minkaði munurin millum meistara- liðið og argasta kappingar- neytan við tveimum stig- um. Leygardagin hittast Brøndby og FCK í Brønd- by. Esbjerg helt við sannfør- andi sigri í Gladsaxe tørn um næstovasta plássið. AB, sum bara hevur fingið eitt stig í fýra umførum og er aftast, legði seg á odda, men við tveimum málum eftir hornaspørksinnlegg setti Esbjerg seg á spælið, og talan var meiri ella minni um upploysn, tá ið Esbjerg økti til 4-1, áðrenn AB – eisini eftir horna – pyntaði um. Drama í Århus Leygardagin hevði AGF, sum leingi hevur verið í nógvum turbolensi, vitjan av FCM, sum ikki hevur fingið tað burturúr fyrstu umførunum, sum tað kundi havt verið roknað við, eftir at teir høvdu keypt fleiri stuðulsspælarar. FCM legði seg framum, men AGF svaraði undan steðginum tvær ferðir aftur. Í fyrra førinum var tað eftir verjukiks, og í seinna før- inum var talan um stút eftir horna. Í 2. hálvleiki legði FCM seg framum aftur 3-2, og so sá einki serligt út hjá AGF, sjálvt um teir javnaðu til 3-3. Fyri triðju ferð á rað sá ein verjuspælari hjá teimum reytt, men kortini megnaði AGF at stríða seg til fyrsta sigurin á árinum. Í Odense var tað tætt og spennandi, men hvørki OB ella AaB megnaðu at skora mál, og so var úrslitið 0-0. Uppflytararnir úr Her- følge vóru í Valby og vitj- aðu uppflytararnar úr Frem. Gestirnir vóru leikliga omaná í 1. hálvleiki, men teir megnaðu ikki at fáa nyttu burturúr góðum møguleikum. Í síðsta min- utti undan steðginjm stút- aði Frem seg á odda, og í 2. hálvleiki kom einki mál. Herfølge er saman við AB niðanfyri strikuna. AB verður mettur sum upp- lagdur niðurflytari, meðan tað er meiri ivingarsamt, hvussu tað fer at roynast hjá Herfølge, sum tað verður roknað við fer at kappast við fyrst og fremst Frem um at sleppa undan niður- flytingini. Men enn er langt á mál. Higartil eru bara fýra av teimum 33 umførunum fingin frá hondini. Eftir sigurin á Akur- eyri hevur Akranes eftir rættuliga trilv- andi byrjan vunnið seg fram á fjórða plássið og er nú av álvara við í stríðnum um heiðursmerkini ÍSLAND Jóannes Hansen Julian Johnsson er í góðari dystarvenjing, nú hann saman við vinmonnunum á landsliðnum fyrireikar seg til uppgerðina ímóti Íslandi í annaðkvøld. Julian er fast- ur maður millum teir fyrstu ellivu hjá ÍA, og aftur sunnukvøldið spældi hann allar 90 minuttirnar á tamb, tá ið ÍA var á Akureyri. Akranes vann 3-2, eftir at tað í steðginum hevði verið 1-0 til heimaliðið.Teir løgdu seg framum í síðsta minuttinum undan hvíldini, og í fyrsta minuttinum í seinna umfarinum øktu teir til 2-0. So stóra leiðslu plaga teir í Íslandi, har stór- ur dentur verður lagdur á verjupartin, ikki at oysla burtur. Men Julian og lið- felagarnir megnaðu at koma afturíaftur sunnu- kvøldið. Í 52. minutti minkaðu teir um munin við brotssparki, í 68. minutti javnaðu teir til 2-2, og í 76. minutti fekk ÍA sigursmálið. Eftir 14. umfarið er ÍA komið fram á fjórða pláss- ið. Teir hava 20 stig, og tað er framvegis eitt fitt glopp fram til KR, sum er á odda við 27 stigum. Fylkir hevur 26, og FH hevur á triðja plássi 21 stig. Fram, sum er aftast, vann hesa ferð á heimavølli 2-1 ímóti ÍBV úr Vestmanna- oyggjunum, sum eru á fimta plássi – eitt stig aftan- fyri ÍA. Valur, sum er næstaftast, hevði vitjan av oddalið- num, KR, og liðini fingu eitt stig í part. Úrslitið var 1-1. Grindavík hevði vitjan av FH. Tað hevur gingið væl hjá teimum av Hafna- firði, og hesa ferð fóru teir úr Grindavík við 3-1 sigri. Grindavík legði seg á odda, tá ið eitt korter var farið, men gestirnar javnaðu til 1-1, tá ið ein hálvur tími var far- in, og tá ið seks minuttir vóru farnir av seinna um- farinum vóru teir framman- fyri 3-1. Brøndby misti tvey stig Julian heim við trimum stigum Julian Johnsson og hinir í ÍA eru nú komnir upp á 4. plássið í bestu íslendsku deildini. Her er hann í landsdysti fyri Føroyar