týsdagur 19. september 1995síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 178 — 19. SEPTEMBER 1995
>
Á JU 177)
Teir 130 nólsoyingarnir,
sum hava skrivað undir
uppá mótmælisskriv, ið
mótmælir at Shell byggir
| nýggja oljugoymslu í tún
inum á flakavirkinum
eru ikki sørt skakkir yvir
frágreiðingina, sum
bygdarráðið gav Í
fjølmidlunum í seinastu
viku
Vit duga ikki at lesa
hetta svar ørvisi, enn at
tey sum hava skrivað
undir eru 130 óvitandi
tåpulingar, sum ikki vita
hvat er upp og hvat er
niður, sigur Magnus
Thomsen
- Eg haldi, tað er dekan
og stórsnútað, at halda so
hánt um bygdafólkið. Vit
eru 130, sum hava skrivað
undir og vit eru øll yvir 18
Bygdaráðið háðar
130 nólsoyingar
— Vit hava enn einki svar fingið frå Eilif Samuelsen, lands-
styrismanni og rættulig ferð er sett á arbeiði at gera
oljugoymsluna í Nólsoy. Meðan hetta hendir svarar bygd-
arráðið háðandi aftur í bløðunum, sigur Magnus Thomsen
ár. Tá vit hugsa um, at 226
fólk ulsamans búgva í
kommununi, so eigur
bygdaráðið ikki serliga
nógv vaksin fólk aftanfyri
seg, sigur Magnus Thom
sen
Eg haldi, tað er øgiliga
harmiligt fyri bygda
ráðið, at vera valt til at
stýra okkum øllum 130
óvitandi = tápulignunum
Bygdarráðið hevur ikki
nakra lættliga uppgávu
Sætt í ljósinum av at bygd
arráðið heldur meg
inpartin av sínum bygd
armonnum vera óvitandi
tápulingar, so er kanska
skilligt, at teir hava givið
Shell loyvi til nýggju
oljugoymsluna. 130 tápu
lingar kunnu jú ikki gera
nyttu í fiskaarbeiði hóast
alt, teir eru jú ikki við sítt
fulla skil. sigur Magnus
Thomsen
Tåpulingar ella ikki,
so halda vit framvegis, at
bygdarráðið hevur hand
lad yvir høvdid av okkum
tí teir á ein ella annan hátt
hava luktað persónligan
vinning av, at geva loyvi
tiloljugoymsluna. Vit fara
at halda fram við at mót-
mæla hesum. Bygdar
rådslimirnir sita ikki fyri
sína egnu skuld í bygdar-
ráðnum, men fyri fólkið
og 130 vaksin av einum
samlaðum fólkatalið uppá
226 telur framvegis nógv,
tápulingar ella ikki, sigur
Magnus Thomsen
jústinus
Meðan farið
verður til botns
Tátað er sagt, at "Café Grugg " ikki er kabarett, so er tað ikki all-
ur sannleikin. Hetta er annað slag av kabarett, enn vanliga
verður borðreitt við hjá okkum
Tad er sum at fara á stutt
leikahús í Sjónleikarhúsi
num í lstum
framtførir Cafe Grugg
Ein av leikararunum er
duramaður". tekur ímóti
atgongumerkinum, og síða
ni verður farið åcaféina, har
tænari“ vísir tær sess við
smá borð, og bjóðar tær
kaffi og småkøkur
Tu verður eitt sindur tíkin
av bóli, ti framførslan er
byrjað. Síðani varnast tu, at
áskoðarin er partur av leik
inum. Klaverspæl er og ein
leikari giklar á pallinum,
annar leikari er cafágestur,
sum flennur skrenjandi av
og á, meðan ein triði leikari
situr og við sigarett, hostar
og harkar. og starir líkasæl
út í bláan heim
Tå fólk eru sessað, kemur
duramaðurin inn og
at skipið hevur rent á eitt ís
fjall. Grundarlagið er lagt
Hetta er djørv avbjóðing,
sum krevur sín leikara fult
og heilt. Leikararnir hava
gyklarasmyrsl, og har verð
ureinki fjalt, heldur hinveg
in. Ikki serliga sømiligt
kanska, men lívið er nú
einaferð ikk: sømiligt í øll
um førum. - Ja, hvfikki taka
sær av løttum eina løtu,
meðan bíðað verður eftir at
koma niður á botn, sum
tikið verður til á pallinum?
Tad er ikki bert Titanic,
sum varð spátt betri framtíð
enn hana skipið fekk. Hóast
har Gríma
Sigur,
skipið ikki kundi søkka, for
tað kortini til botns
Tad kann eisini sigast um
samfelagið hjá okkum, sum
eingin hevði ímyndað sær,
kundi fáa slíka lagnu, sum
vit øll meir ella minni hava
kent avleiðingarnar av
Alvarsligt kann
eins væl seta orå å dagsins
trupulietKar
Spælid er f gongd, og so
rullar rouletun, ella er tað
eydnuhjólið í sjónvarpi
num ella dansurin um gull
kálvin? Ið hvussu so er, var
taðdreymurin um tann stóra
vinningin, og hann hevur
sum kunnugt kostað nógv
Spælið melur fklingur, og
leikararnir fara aftur og
fram gjøgnum tíðirnar, aft
urvendandi ul krígstíðina
og ul framkomnu telduøld
ina, við gleði og sorg, sum
ættarliðini hava livad
Nú fólkaflytingin hevur
gjørt so nógv um seg, var
eitt uppskot at fáa brúkt tey
tómu húsini til gleðishús,
við m.a. at fáa "Ung í ar
beiði" at brynja seg til kom
andi oljuvinnuna. Ung ar
beiðsleys kundu verið lærd
upp at bjóða " De Luxetæn-
astu“
Ein onnur loysn var at
vísa samfelagssinni. Eitt nú
er sagt áður, at Føroyar er
ovlíuðland til so nógv fólk
Herrópið var tí: Offrað
teg fyri fødilandinum og få
títt egna persónliga martyr
skemt
um - "skjót teg!
Serliga skemtilig var
Katarina Nolsøe í leikbrot
inum, einlig kvinna, sum fer
ibyin. Hon var anskræmilig
í sínum verumåta, so var
hon stuttlig og kortini ikki
so langt av leið. Sera væl
fráfand
Grímu tørvar mannligar
spælarar, og tað skilst eisini
at teir báðir Allan Dals-
gaard og Hegni Johansen
eru tiknir við á pallin í hesi
framførslu. Teir eiga stóran
lut í, at framførslan nggaði
so væl. Ikki minst, at teir
megnaðu at spæla upp til
yrkislærdu leikararnir, sum
hver í sinum lagi, eru sera
gugnaligir í sinum yrki
Súsanna Tórgarð hevur
leikstjórnað. Tað er gjørt á
eðrvísi hátt enn vit higartil
eru von við, og tað virkar
fornýggjandi, tó at gamla
grímuspælið hongur við
enn. Tað kann virka eitt
sindur ótíðarhóskandi í let
um, eitt nú at leikararnir
yvirspæla. Pallurin er lítil
og leikararnir koma so tætt
at åskodararunum. Tað
virkar - eins og í sjónvarp-
num, har undirspæl oftari
eydnast betur enn yvirspæl
Leikbrotini eru væl sett
saman og virka sum ein
eind. Kortini eru leikbrot,
sum eg ikki skilti, men vón-
andi er tað byrjanartrupu
lleikar
Café Grugg verður seinni
VÆLKOMIN MÍNAR DAMUR
OG MÍNIR HARRAR!
VÆLKOMIN Á CAFÉ GRUGG!
ul ferdasyning, og leikarar
nir nýtast ikki ivast. Hetta
slag av undirhaldi, fær vón
andi góða undinøku kring
landið
Dagny Joensen
PIZZA-VINIR
Hevur tú hug at fáa eina ella fleiri
PIZZA inn á gólvið, so ring tlf. 18866,
og tú hevur PIZZA ina innan ein tíma.
Vit í PIZZARIA royna altíð at hava
kostnaðin so lágan sum møguligt, so-
leiðis at kundin bert rindar 30 kr. fyri
heimkoyring.
Vit hopa at hetta tilboð kemur væl við.
PIZZARIA
Tif. 18866