Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 155 - 20. august 2003 Nr. 155 - 20. august 2003 5 Tríggjar kommunur, sum hava stevnt landsstýrinum fyri at hava tikið pening f rá teimum, fara nú í landsrættin við málinum SAKARMÁL Áki Bertholdsen Landsstýrið noyðist í rættin einaferð afturat at verja seg ímóti ákærum frá trimum kommunum um ognartøku. Tað eru Sjóvar-Gjáar og Kirkjubøar Kommuna sum hava stevnt landsstýrinum fyri at hava tikið pening úr kommunala kreppuláns- grunninum at hjálpa teim- um ringast støddu komm- ununum við. Í Føroya Rætti varð landsstýrið fríkent herfyri. Men nú hava tær tríggjar kommunurnar gjørt av at skjóta málið inn fyri lands- rættin, sigur Eivind Jacob- sen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu. Tær tríggjar kommun- urnar hava stevnt landsstýr- ið tí at tað hevur tikið pen- ing úr kommunala veð- haldsgrunninum til at betala skuld hjá teimum ringast støddu kommunun- um við, uttan at kommun- urnar hava góðkent tað frammanundan. Tilsamans hava hesar kommunurnar stevnt lands- stýrið eftir umleið 1,5 millión, sum er teirra partur av upphæddini, sum varð brúkt úr grunninum at betala skuld hjá teimum ringast støddu kommunun- um við. Tá ið tað kom uppá tal at brúka pening úr kommun- ala kreppulánsgrunninum at hjálpa teimum ringast støddu kommununum við, bað Landsstýrið komm-un- urnar váttað, at tær góðtóku tað. Men tað vóru meiri enn helmingurin av kommun- unum, sum ikki vildu vátta, at tær góðtóku hetta stigið hjá landsstýrinum. Kortini helt landsstýrið fram við ætlanini og brúkti pengarnar úr grunninum. Tí eru tað fleiri kommunur sum meta, at tað var ognar- tøka, tá ið landsstýrið tók peningin kortini, hóast kommunurnar ikki vildu góðtaka tað. Sostatt gjørdu tær tríggj- ar kommunurnar, Sjóvar- Gjáar og Kirkjubøðar kommuna av at stevna landsstýrinum eftir teirra parti av pengunum, sum varð brúktur úr grunninum. Fleiri aðrar kommunur, sum heldur ikki vildi geva sítt samtykki, hava eisini boðað frá, at fáa hesar tríggjar kommunurnar við- hald, fara tær eisini at krevja sín part av pengun- um aftur. Avleiðing av kreppuni Føroya Rættur var ikki samdur við kommunurnar og tí hann fríkendi lands- stýrið. Rætturin metti, at inntriv- ið hjá landsstýrinum varð gjørt við atliti at støðuni í samfelagnum, so at eisini tær ringast støddu komm- unurnar kundu verða førar fyri at røkja sínar skyldur. Sostatt metti rætturin, at hetta var ein avleiðing av kreppuni í Føroyum fyrst í nítiárunum. Rætturin dømdi eisini tær tríggjar kommunurnar at rinda sakarmálsútreiðslurn- ar upp á 60.000 krónur. Eivind Jacobsen sigur, at tær tríggjar kommunurnar góðtaka ikki, at støðan í samfelagnum kann verða orsøk til, at Landsstýrið brúkar pening úr kommun- ala kreppulánsgrunninum ímóti viljanum hjá komm- ununum. – Bara tí at ein er fátækur ber ikki til at taka pening frá øðrum. Men tær tríggjar komm- unurnar halda heldur ikki, at støðan í samfelagnum var so ring, tá ið peningurin varð tikin úr grunninum. – Grunnurin varð stovn- aður mitt í kreppuni, men tað var ikki fyrrenn í 2000, at peningurin var tikin úr grunninum at betala skuld- ina hjá nøkrum kommun- um við, sum ikki kláraðu seg, og tá var støðan í sam- felagnum góð. Hann sigur, at tí meta kommunurnar framvegis, at talan er um ognartøku og tær fara nú at vita um tær duga betri at føra síni sjón- armið fram fyri landsrætt- inum enn fyri Føroya Rætti. – Tað hevur eisini týdn- ing at fáa málið ígjøgnum alla rættarskipanina fyri at fáa endaliga avgjørt, hvat er galdandi á økinum. Eivind Jacobsen vísur á at tað stendur framvegis peningur í grunninum. Og nú tað bendir á, at bú- skaparliga gongdin er við at venda, so verður kanska restin tikin eisini, sigur hann. Tá ið seks ára gamla Sólja Jensen á Tvøroyri nú ein dagin fór at fanga kombikk, kom hon aftur við eini skjaldbøku SJÁLDSAMUR FONGUR Áki Bertholdsen Tað var ikki sørt, at seks ára gamla Sólja Jensen av Tvøroyri gjørdi stór eygu, nú ein dagin hon gekk og spældi í eini á. Ein góðveðursdag herfyri var hon farin út at spæla úti í Froðba. Leiðin gekk oman oman í mølinum og har ein á rennur á sjógv, fór hon at fanga kombikk. Og sum hon gekk og skimaðist, var tað eitthvørt undarligt í einum hyli, sum fangaði eyguni. Tá ið hon kannaði tað nærri, sá hon, at tað var einki minni enn ein skjald- bøka. Hon fór stórleypandi heim, men tað var var ikki so undarligt, at hetta var ringt at trúgva. Men tey fóru so við henni aftur og rætt var: Í einum hyli heilt niðri við sjóvarmálan lá ein skjaldbøka og hon var livandi. Skjaldbøkan er nakað størri enn tær flestu, sum fólk hava í fiskabúrum heima við hús, skelin er sum ein nátturðatallerkur til støddar. Ongin ánar, hvaðani skjaldbøkan kann koma, men tey hava so tikið hana til húsar og hon trívist væl. Lars Mohr Nielsen, djóralækni, sigur, at tað er óhugsandi, at skjaldbøkan kemur av sjónum. Hetta er ein vanlig skjaldbøka av tí slagnum, sum fólk plaga at hava í fiskabúrum heima við hús. Hetta er ein skjaldbøka sum livur á landi og í fesk- um vatni og hon hevði ikki yvirlivað eina ferð yvir um hav, tí hon livur ikki í salt- vatni. Djóralæknin ivast ikki í, at talan er um eina skjald- bøku, sum antin er sloppin úr einum fiskabúri, ella sum fólk hava blakað út fyri at sleppa av við hana. – Tær kunnu liva eina tíð úti í natúruni, men hon hevði ikki fingið nóg mikið av føði og hon hevði ikki yvirliva veturin úti í náttúr- uni í Føroyum, sigur hann. Annars vita menn at siga frá, at menn hava sæð skjaldbøku á veg úr Føroy- um til Ìslands. Tað heldur djóralæknin er meiri sannlíkt, tí tá er talan um eina havskjald- bøku, sum er skapt at liva í sjónum og klárar seg eisini har kalt er. Lars Mohr Nielsen sigur, at tað kemur fyri, at fólk seta kettu og hund á gøtuna fyri at sleppa av við tað, men hann hevur ikki hoyrt um at fólk hava sloppið sær av við skjaldbøku á hendan hátt. Landsstýrið sleppur ikki so Undarligur fongur Seks ára gamla Sólja Jensen á Tvøroyri gjørdi stór eygu, tá ið hon fór at fanga kombikk í einum hyli niðri við sjóvarmálan í Froðba, tí har fann hon eina livandi skjaldbøku. Tey hava tikið Skjaldbøkuna til hús og hon trívist væl – Nú vit eru farin undir málið, vilja vit eisini hava landsrættin at taka støðu, so at vit vita, hvat vit hava at halda okkum til, sigur Eivind Jacobsen, borgarstjóri á Strondum Japanar eru áhugaðir at seta pening í føroysku alivinnuna. Talan kann bæði vera um at gerast partaeigarar ella heilt at yvirtaka føroysk alibrúk. Seinni møgu- leikin ber tó ikki til, so leingi føroysk lóg- gáva bert loyvir útlendingum at eiga 33% í alivinnuni á sjónum. Føroyskir politikarar umhugsa støðuna ALIVINNA Edvard Joensen Japanar vilja sleppa upp í føroysku alivinnuna. Teir vilja keypa føroysk alibrúk heilt og fult ella eisini sleppa at seta pening í sum partaeigarar, váttar stjórin í felagnum SNG í Føroyum, Carl á Lag. Sum føroyska lóggávan er í løtuni, ber ikki til hjá útlendingum at eiga meira enn 33 prosent í einum før- oyskum alibrúki, og tað heldur Carl á Lag vera ein beinleiðis láturliga skipan. Hann dugir ikki at síggja nakran vanda í, at útlendsk- ur peningur kemur inn í føroyska vinnu. Fyri føroy- ingar er tað bara vinningur at fáa fremmandan pening uppí, heldur hann. – Tað er heilt burturvið at halda, at teir ætla at leggja føroysk alibrúk niður. Tí at tey skulu ávirka prísin á heimsmarknaðinum, hevur lítið hald í veruleikanum. Tí sum marknaðarpartur hevur føroyska alivinnan einki upp á seg sum so. Eini trý prosent av heimsfram- leiðsluni, og tað koppar ongum marknaði, vísir Carl á Lag á. Hinvegin eru Føroyar sum aliøki altíð áhugaverd- ar, og tað er grundin til, at eitt nú japanar eru áhugaðir í at seta pening í føroyska alivinnu. Teir vilja vinna sær øki, vísir hann á. Stjórin í SNG í Føroyum vil ikki vátta, at felagið hevur sett eina tveysiffraða milliónaupphædd av til at gera íløgur í føroyska ali- vinnu við, men sigur, at sum støðan er í løtuni, eru líkindi til, at stórur partur av føroysku alivinnuni ikki heldur fram, um bert skal dúvast upp á føroyskan pening. Carl á Lag undrast á, hvat Løgtingið kann hava í móti, at útlendskur peningur kemur upp í alivinnuna. Hann dugir ikki at síggja, hvat útlendingar kunnu taka fá okkum, sigur hann. Kannar málið Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um, sigur seg ikki hava frætt um tað ítøkiliga málið við japanarum, sum vilja keypa føroysk alibrúk. Men hann er altíð klárur at við- gera slík mál, tá tey koma, sigur hann. – Eg síggi útlenskan kapital líka nógv sum ein møguleika sum ein vanda, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at arbeitt verður í løtuni við málin- um, og at tað í fyrsta umfari er møguleikin við panti í aliloyvunum, sum er uppi til viðgerðar. Alt regulverk- ið innan alivinnuna er til viðgerðar, sigur landstýris- maðurin við vinnumálum. Hann sigur, at tað eisini verður viðgjørt, um loyvast skal útlendingum at eiga meira enn tey 33 prosent- ini, sum í dag er galdandi. Men hetta er so tað, sum Løgtingið hevur hildið ver- ið rætt, og tað má lands- stýrismaðurin halda seg til. Bjarni Djurholm sigur, at hann fer at bíða við at siga nakað alment um hvat møguliga kann verða gjørt, fyrr enn allir møguleikar eru kannaðir, og greitt er, hvørja niðurstøðu kanning- arnevndin kemur til. Tá sagt verður kanning- arnevnd, verður sipað til tann arbeiðsbólkin, sum settur er at kanna umstøð- urnar hjá alivinnuni sum heild. Tað eru Vinnumála- ráðið, vinnan og lánistovn- arnir, sum í felag arbeiða við málinum. Bjarni Djurholm vísir á, at fleiri limir í Havbúnaðar- felagnum halda, at tey 33 prosentini, sum galdandi eru í dag, eru ein ov trongur karmur. Men tað krevur eina broyting í alilógini, um tað talið skal broytast. – Vit hava noterað okk- um, at tá landsstýrismað- urin við vinnumálium í 1999 kom við einum upp- skoti um at broyta 33 prosent markið, fekk hann uppskotið aftur í høvdið frá Løgtinginum, sigur Bjarni Djurholm. Málið skal kannast úr enda í annan, áðrenn tað fer til Løgtingið at taka støðu til. Ongar reglur verða broyttar, fyrr enn málið er loyst, og Løgtingið hevur tikið støðu til tað. Og tað arbeiðið er farið í gongd, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum. Onga viðgerð fingið Henrik Old úr Javnaðar- flokkinum, sum er formað- ur í Vinnunevndini, og Tór- bjørn Jacobsen úr Tjóð- veldisflokinum, sum er limur í Vinnunevndini, siga báðir, at teir hava ikki við- gjørt málið og vilja tí ikki gera formligar viðmerking- ar sum so. Tórbjørn Jacobsen sigur, at hann hvørki í Vinnu- nevndini ella í Tjóðveldis- flokkinum hevur verið við til nakara nágreiniliga við- gerð av møguleikanum fyri, at útlendingar kunnu eiga meira enn ein triðing av føroyskum alibrúkum. Tó vísir hann á, at fleiri tjóðveldistingmenn undir umrøðuni av løgmansrøð- uni greitt søgdu frá, at teir vóru ímóti, at peninga- stovnarnir fingu pant í ali- loyvunum. So tí møguleik- anum tykist ikki, at Tjóð- veldisflokkurin tekur undir við. Hinvegin skríggjar ali- vinnan eftir kapitali, vísir Tórbjørn Jacobsen á, so okkurt má gerast. Er ikki nokk av kapitali í Føroyum, má okkurt annað gerast. Og hann er avgjørt opin fyri at viðgera allar møguleikar, leggur hann dent á. Henrik Old, formaður í Vinnunenvdini, sigur, at hann hevur heldur ikki verið við til nakra beinleið- is viðgerð av slíkum máli, har útlendingar beinleiðis vilja keypa føroysk alibrúk. Hann er sinnaður at viðgera allar møguleikar, men vil ikki siga nakað ítøkiligt, fyrr enn landsstýrismaðurin er komin við sínum út- spæli. – Vit hava fyrr víst slík- um uppskoti aftur. Men greitt er, at støðan hjá ali- vinnuni í dag, kann ivaleyst ávirka onkran til at broyta meining, sigur hann. Henrik Old vísir á, at tað málið seinast var til við- gerðar, aldu vit eini 35.000 tons. Tá varð farið at tosa um, hvørt vit skuldu ala 50.000 ella kanska 100.000 tons. – Vit mugu eisini gera okkum greitt, hvat vit vilja á hesum øki, sigur Henrik Old. Skulu vit halda okkum til tey 35.000 tonsini, meti eg, at vit eisini klára at fíggja vinnuna her heima. Fara vit hingevin at tosa um tríggjar ferðir so stórar nøgdir, er støðan ein heilt onnur, sigur hann, og so kann tað vera, at fremm- andur kapitalur má koma uppí. Japanar vilja keypa seg inn í føroysku alivinnuna Japanarar eru áhugaðir í at keypa seg inn í føroysku alivinnuna. Teir vilja keypa heil brúk, um teir fáa loyvi til tess. Men tað krevur broyting í alilógini Mynd: Tilvildarlig mynd C M Y K 5 4