mikudagur 20. august 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 155 - 20. august 2003
Nr. 155 - 20. august 2003
7
Mánadagin var so
fyrsti dómur sagdur í
teimum stóru hassj-
málunum. Talan er
um størstu nøgdirnar
nakrantíð, og tí er
talan um nýggja
rættarsiðvenju, sigur
ákærin
HASSJMÁL
Páll Holm Johannesen
Seinastu mánaðirnar hevur
verið ljós varpað á stóru
nøgdirnar av hassji, ið ser-
liga útlendingar hava roynt
at flyta inn til Føroyar.
Dómur varð mánadagin
sagdur í málinum um 29
ára gamla íslendingin, sum
í juli mánaði royndi at
smugla 19,9 kilo av hassji
til Føroya. Íslendingurin
varð dømdur til at sita inni í
21 mánaðir, og hann tók
við dóminum
Vanlig mannagongd hev-
ur verið í hassjmálum í Før-
oyum, at tað verður givið
tveir mánaðir fyri hvørt
kilo av hassji. Málið við
íslendinginum breyt hesa
siðvenjuna. Dómurin áljóð-
andi 21 mánaðir var ein lin-
ari dómur, tí íslendingurin
fekk bert 21 mánaðir fyri
síni góð 20 kilo, og dómur-
in er bara helvtin av tí, van-
lig revsing plagar at vera.
Ikki siðvenja
Ákærin í málinum, Dorthe
Møller Andersen, kravdi
revsingina ikki verða minni
enn 39 mánaðir, men dóm-
arin gekk ímóti henni.
Hóast íslendingurin fekk
linari revsing, so væntar
hon ikki, at hassjmál í
framtíðini verða linari revs-
að í Føroyum í framtíðini.
– Hetta er fyrstu ferð, at
sakarmál er um so stórar
mongdir av hassji í Føroy-
um, og hóast íslendingurin
fekk mongdarrabatt, so
vænti eg, at vit fara halda
fast tveir mánaðir fyri kilo
fyri tær smærru nøgdirnar,
so talan verður ikki um
nakra nýggja siðvenju,
greiðir
Dorthe
Møller
Andersen frá.
Dorthe Møller Andersen
hevur framvegis ikki av-
gjørt, um málið skal royn-
ast í Eystara Landsrætti.
Visti ikki av stóru
nøgdina
Undir avhoyringunum játt-
aði íslendingurin, at hann
hevði góð 20 kilo av hassji
á sær, og ætlanin var at
halda fram til Íslands við
hassjinum. Hann róð fram-
undir, at orsøkin til, at hann
royndi at flyta hassjið inn
var, at hann skyldaði einum
manni 500.000 krónur, sum
hann hevði tapt í poker-
spæli.
Íslendingurin gjørdist ov-
farin av, at hann hevði so
stórar nøgdir á sær, tí sam-
bært tí ákærda, so høvdu
onnur krógvað hassj í
bilhurðini hjá honum.
Verjin hjá íslendinginum
legði dent á, at tann ákærdi
var á veg til Íslands, og at
íslendarar ikki hava eins
harða revsing í hassjmálum
sum Føroyar, og tað átti
dómarin at taka við í
dømingini.
Næsta málið í
september
Næsta stóra hassjmálið
kemur fyri rættin einaferð í
september. Hesum váttar
Dorthe Møller Andersen,
sum eisini verður ákæri í tí
málinum. Tá verður talan
um ein dana, ið seinast í
juni mánaði royndi at flyta
inn góð 20 kilo hassji til
Føroya .
Ákærin sigur, at vænt-
andi verður sama upplegg
ímóti
dananum.
Hetta
merkir, at ákærin fer at
leggja seg eftir, at danin fær
um 40 mánaðir fyri tey
tjúgu kiloini.
– Sakin ímóti dananum
minnir nógv um málið
ímóti íslendinginum, og
tískil verða málini viðgjørd
nærum eins, og ti fara vit at
krevja tað sama í tí málin-
um, greiðir Dorthe Møller
Andersen frá.
Framvegis eru ikki
allar íbúðirnar hjá
SP/F Átak seldar við
Marknagilsvegin.
Arbeiðið gongur væl,
og væntandi verða
allar íbúðirnar klárar
um ársskiftið
BYGGING
Páll Holm Johannesen
Tað líður væl við íbúðar-
byggingini á Marknagils-
vegnum. Hóast smáparta-
felagið Átak hevði trupul-
leikar við byggiloyvinum,
so røkist alt fyri, at tíðar-
ætlanin fer at halda hjá fel-
agnum. Ætlanin er, at allar
tjúgu íbúðurnar skulu verða
klárar um ársskiftið, og
longu um tveir mánaðir
verða tær fyrstu klárar at
flyta inn í.
Torkil við Sandá, ið sten-
dur fyri byggingini, sigur,
at arbeiðið hevur gingið
sera væl, og at einir tíggju
mans hava verið til arbeið-
is, síðan farið varð undir
byggingina.
Ikki allar seldar
Tað verða í alt 20 íbúðir,
tíggju í hvørjari hædd.
Talan er um flytiklárar
íbúðir, har hvítvørur, flísar,
tapet o.a. er íroknað í prís-
inum. Íbúðirnar eru um 63
m2 hvør.
Framvegis eru nakrar av
íbúðunum tøkar. Torkil við
Sandá upplýsir, at kostnað-
urin á íbúðunum liggur
millum
985.000
og
1.085.000. Hann er sann-
førdur um, at tað fer at
eydnast honum at sleppa av
við allar íbúðirnar.
Í løtuni verður arbeitt við
at gera eitt goymslu- og
fýrrúm. Goymslu- og fýr-
rúmið verður bygt ímillum
báðar íbúðarblokkarnar. Í
samband við nýggju íbúð-
irnar, verður eisini ein
nýggjur vegur bygdur. Inn-
koyringin
til
íbúðirnar
verður frá Handilsskúl-
anum, har ein vegur verður
bygdur sum framhald av
innkoyringini til Handils-
skúlan.
Málið um teir báðar
italiumenninar, ið eru
ákærdir fyri at hava
neyðtikið ein 15 ára
gamla norska gentu á
einum gistingarhúsi í
Havn, er framvegis undir
viðgerð.
Menninir eru skuld-
settir fyri neyðtøku og
neyðtøkuroynd, og teir
eru framvegis varðhalds-
fongslaðir.
Varafútin,
Finn Ougaard sigur, at
framvegis ber ikki til at
siga nær málið fer fyri
rættin, tí málið er fram-
vegis undir viðgerð.
Italiumenninir
eru
varðhaldsfongslaðir til
fyrst í september mánað.
-páll
Ákærin í hassjmálunum:
Ikki talan um nýggja siðvenju
Neyðtøkumálið
framvegis undir viðgerð
Fyrstu íbúðirnar lidnar um
tveir mánaðir
Tíðarætlanin hjá SP/F Átak heldur við íbúðarbyggingini við Marknagilsvegin. Væntandi verða
allar tjúgu íbúðirnar klárar um ársskiftið
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað verður eingin
stjóraskrivstova
smíðað í nýggja
høvuðssætinum hjá
Føroya Tele, sum
verður »reist« fríggja-
dagin. Eins og alt
starvsfólkið skulu
stjóri og deildar-
stjórar sita í opnum
kontórlandslag, tá at
kalla øll fyritøkan
flytur niðan í fjøllini
komandi ár
NÝBYGGING
Rúnar Reistrup
Tey, sum dagliga koyra
framvið
høvuðsinngond
høvuðsstaðins í Hoyvík
hava mestsum hvønn dag
sæð eina broytta sjón síðsta
árið. Føroya Tele byggir
nýtt høvuðssæti, og tað
gongur skjótt. So skjótt at
tað letur til, at eitt av
Føroya størstu arbeiðs-
plássum kann flyta inn í
nýtt umhvørvi ein ella tveir
mánaðir fyrr enn ætlað.
- Vit hava roynt ein
nýggjan arbeiðshátt í bygg-
ingini, har ábyrgdin fyri
byggingini er javnt býtt
millum Føroya Tele og
byggifyritøkurnar, soleiðis
at Føroya Tele og byggi-
fyritøkurnar eru felags um
at gjalda møguligan eyka-
kostnað og harvið eisini
býta møguligar sparingar
ímillum sín, sigur Andras
Róin.
Og hesin háttur hevur
virkað. Tá bygningurin eftir
øllum at døma stendur lið-
ugur seint komandi summ-
ar, fer hann neyvan at kosta
eina krónu meir enn ætlað.
Tað er Føroya Tele stjórin
rættiliga stoltur av.
- Tað man ikki vera heilt
vanligt at føroysk byggi-
arbeiði bæði eru til tíðina
og ikki fara útum kostnað-
in, so hesin samstarvsháttur
hevur virkað væl, sigur
Andras Róin.
Nýggja høvuðssætið hev-
ur verið leingi í væntu, og
Føroya Tele hevur leingi
havt brúk fyri tí. Gamla
høvuðssæti á Tinghúsvegn-
um var eftirhondini vorðið
ov lítið, og tí hevur fyritøk-
an verið spjadd út á fleiri
adressur í høvuðsstaðnum.
Tær verða allar frágingnar,
tá nýggja høvuðssætið er
innflytingarklárt.
Fríggjadagin í hesi vik-
uni verður reisigildi hildið
fyri teimum, sum hava ver-
ið við í arbeiðinum at gera
bygningin.
Tað er arkitektavirkið
Árni Winther, sum hevur
teknað nýggja høvuðssætið
hjá Føroya Tele.
Bæði poppurin og
Klaksvíkin eru um at
verða skumpað út á
eitt síðuspor í
føroyska mentanar-
lívinum. Tað skal ein
popfestivalur í
Klaksvík nú gera
nakað við
POPPFESTIVALUR
Rúnar Reistrup
Poptónleikurin hevur ilt við
at fóta sær í føroyska
mentanarlívinum.
Lista-
stevnan er ov hámentað til
pop, G! festivalurin ov
alternativur til pop, og á
Prix Føroyum hevur popp-
urin av onkrari orsøk verið
illa
umboðaður
seinnu
árini. Tað heldur Steintór
Rasmussen, og tað er hann
ikki einsamallur um, í
hvussu er ikki í Klaksvík,
har ein arbeiðsbólkur nú er
farin undir at arbeiða við at
skipa fyri einum popp-
festivali komandi ár. Tað er
í stóran mun fólkini kring
Studio Pegasus, sum ganga
aftur í hesum arbeiðsbólk-
inum.
Klaksvík í fokus
Poppfestivalurin skal eftir
ætlan vera eitt afturvend-
andi summartiltak, sum
skal seta fokus bæði á
poppin og á Føroya næst-
størsta bý. Tí á ein hátt hev-
ur Klaksvíkin sama trupul-
leika sum poppurin. Hon er
ov lítið við í mentanarlív-
inum. Til dømis hevði
Listastevnan einki tiltak í
Klaksvík í ár, og Prix Før-
oyar kom heldur ikki sum
vanligt til Klaksvíkar í ár,
men fekk sær ístaðin fastan
basa í Fuglafirði. Og með-
an júst Fuglafjørður hevur
fingið sær Mentanarhúsið,
Gøta hevur fingið sær G!
festival, og mest av øllum
Havnin, sambært Steintóri
Rasmussen, er ríkað við
Listastevnuni, er Klaksvík-
in um at verða afturútsigld í
mentanarhøpi.
- Vit hava altíð havt eitt
ríkt mentanarlív her í býn-
um og nógvur góður tón-
leikur er sprottin hiðani.
Men tað sæst ikki nóg væl
aftur í løtuni, sigur Steintór
Rasmussen. Av tí sama
hava hann og onnur leingi
hugsað um hvat kann gerast
fyri at skapa lív í býnum
um summarið. Ætlanir hava
verið frammi um at flyta
Norðoyastevnuna, men tað
er lættari sagt enn gjørt.
- Býnum hevur leingi
vantað okkurt serligt tiltak í
summarmánaðunum. Vit
hava
Norðoyastevnuna,
men hon liggur í so tíðliga
á árinum. Klaksvíkingar í
útlegd og onnur fyri tað
skulu helst hava eitt gott
høvi at koma Klaksvíkar í
summarfrítíðini. Tí vænti
eg at hesin festivalurin um-
framt at tæna føroyska
tónleikalívinum,
fer
at
megna at fylla eitt tómrúm í
summarinum her norðuri,
sigur Steintór Rasmussen.
Afturvið
Listastevnuni
Tað er longu lagt fast, at
popfestivalurin verður hil-
din í fyrru helvt av august
mánaði komandi ár. Harvið
er longu sagt, at popfestiv-
alurin verður um somu tíð
sum Listastevna Føroya.
Hesum síggja fyrireikar-
arnir tó ongan trupulleika í.
- Persónliga haldi eg ikki,
at tað bilar nakað, tí okkara
festivalur og Listastevnan
eru heilt hvør sítt tiltak og
draga hvør sítt fólkaslag til
sín. Eg skal tó viðganga, at
um Listastevnan fevndi
meira breitt, so hevði tað
verið verri at rættvísgjørt,
at vit hava lagt festivalin
samstundis sum Listastevn-
an koyrir. Men sum tað sær
út nú, trúgvi eg ikki, at so
nógvir klaksvíkingar fara
til Havnar á Listastevnu,
um so tað er popfestivalur í
Klaksvík ella ei, og Lista-
stevnan kemur jú ikki her.
So tað er heilt sikkurt pláss
fyri báðum, sigur Steintór
Rasmussen.
Hann væntar heldur ikki,
at nýggi popfestivalurin fer
at geva øðrum stevnum og
festivalum trupulleikar við
at finna fígging.
- Tað skulu gjarna ikki
verið nógvar konsertir á
festivalinum, sum ikki bera
seg sjálvar fíggjarliga, men
onkrar stuðlar skulu vit
sjálvandi hava. Tað nýtist tó
ikki at ganga út yvir hini
tiltøkini. Bæði bryggjaríini
og allir peningastovnarnir í
landinum kunnu ikki stuðla
sama tiltaki, sigur Steintór
Rasmussen, sum saman við
øðrum er farin undir royna
at fáa útlendsk og føroysk
popnøvn til Klaksvíkar
komandi summar.
Høvuðssæti uttan stjóraskrivstovu
Tað hevur gingið skjótt at reisa komandi høvuðssæti hjá Føroya Tele. Fyri einum ári síðan var einki her.
Mynd: Álvur Haraldsen
Klaksvík poppar seg upp
Popparar sum hesir báðir jassarnir, skulu hava meira rúm í føroyska mentanarlívinum halda
klaksvíkingarnir handan nýggja poppfestivalin
C
M
Y
K
7
6