mikudagur 20. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 155 - 20. august 2003
Nr. 155 - 20. august 2003
9
– Árið í fjør royndist
vánaligt. Veðrið var
ólagaligt, og skeljar-
nar vóru ikki vaksnar,
helst tí, at gróðurin í
sjónum var so vána-
ligur, sigur Sofus
Poulsen, stjóri
SKELJAR
Vilmund Jacobsen
Oyri: Vertíðin, tá ið roynt
verður
eftir
jákupsskel
eystanfyri, byrjar nú aftur.
Veiðiloyvið er galdandi
fram til endan av februar.
Skeljaveiðan, sum nú
hevur meira enn 30 ár á
baki, hevur verið rættiliga
støðug í nógv ár; hon hevur
ligið rundan um tey 4000
tonsini um árið. Men okk-
urt árið vignast veiðan verri
enn miðal. Eitt av hesum
árunum var seinasta ár, tá
ið vertíðin ikki hildnaðist.
Sofus Poulsen, stjóri, sig-
ur, at veðurlíkindini háttað-
ur sær ikki væl síðsta heyst
og síðsta vetur, og skeljar-
nar vóru ikki vaksnar, sum
hann tekur til.
Spurdur, um vánaligi
gróðurin í sjónum kann
hava havt týdning fyri
vøksturin, sigur hann, at tað
ivast hann onga løtu í.
– Aftrat hesum kemur, at
líkindini royndust illa. Norð-
heim, sum hevur dreggjað
eftir skeljum síðan 1979,
gevst at fiska, tá ið vindurin
kemur uppí 15 m/sek. Lítið
og einki kemur burtur úr at
royna, tá ið ruskut er í sjó-
num, tí dreggið fer at
»hoppa« eftir botninum.
Sofus vónar, at komandi
vertíðin fer at roynast betur
enn hin seinasta, nú gróður-
in í sjónum er munandi bet-
ur enn í fjør.
Klassaður
Norðheim hevur annars ver-
ið til 4-ára klassing á Tórs-
havnar Skipasmiðju í summ-
ar, og seinastu dagarnar
hevur skipið ligið í Runa-
vík, har maskinverkstaður-
in, FJM, hevur umvælt
bond og annað umborð.
Skipið hevur eisini fingið
satelit-skipan, sum nú er
eitt krav.
Skeljabáturin er nú so
gott sum klárur at fara til
fiskiskap. Seks mans eru
við Norðheim, og teir
ganga 6 og 6, sum tað eitur.
Teir flestu hava verið við
skipinum í fleiri ár og í tíð-
ini, meðan skipið liggur,
plaga skipari og maskin-
meistari at vera knýttir at
skipinum í samband við
bedingsarbeiði og umvæl-
ingar annars.
Men hvat taka so hinir av
manningini sær fyri, tá ið
skipið liggur í tíðarskeið-
inum frá mars til august?
– Í fyrsta lagi fær mann-
ingin vanliga eina hampi-
liga ársinntøku teir sjey
mánaðirnar, ið fiskað verð-
ur. Meðan teir eru í landi,
smíðar onkur, onkur rør út
og onkur fæst við bónda-
skap, sigur Sofus.
18 fólk á landi
Eini 18 fólk arbeiða á
Skeljavirkinum á Oyri, tá ið
vertíðin er. Gongst sum
ætlað, landar Norðheim liv-
andi skeljar einaferð um
samdøgnið, og vanliga gev-
ur ein túrur ein arbeiðsdag
hjá hesum 18 fólkunum.
Fellir tað nú soleiðis, at
landað verður leygardag,
verður eisini arbeitt á virk-
inum leygardag.
Øll
framleiðslan
hjá
Skeljavirkinum verður seld
til Fraklands.
Vit kunnu leggja aftrat, at
fyrstu
royndirnar,
sum
Poppy gjørdi at veiða skelj-
ar undir Føroyum, vórðu
gjørdar í 1969. Árið eftir –
í 1970 – byrjaði so O.C.
Joensen at virka skeljar á
Oyri.
Felagið keypti Norðheim
í 1979, tá ið skipið, sum tá
var eitt ídnaðarskip við
sama navni, var farið av
knóranum.
Eitt av nøvnunum, Norð-
heim áður hevur havt, er
Bjarnoy.
Skeljavertíðin byrjar aftur
– Fyri tveimum árum
síðan vóru 12 rækju-
skip í flotanum; í dag
eru bert 7 eftir, sum
eru í vinnu. Hetta
merkist týðiliga á
Rækjuvirkinum, sum
orsakað av tollviður-
skiftum bara kann
keypa føroyskar rá-
rækjur, sigur Sofus
Poulsen, stjóri
RÆKJUR
Vilmund Jacobsen
Oyri: Á teimum báðum
virkjunum á Oyri, Skelja-
virkinum og Rækjuvirk-
inum, fara eini 100 fólk
burtur av at starvast í vetur.
Skeljabáturin, Norðheim,
sum hevur ligið síðan end-
an av februar, fer nú útaftur
fyrsta dagin, og í gjár var
rækjutrolarin, Kappin á
Oyri, við 420 tonsum av
rækjum.
Á Rækjuvirkinum hava
tey havt ein summarsteðg í
tríggjar vikur, og í hesi vik-
uni byrjaðu tey aftur, nú
Kappin kom undan Ný
Foundlandi.
Sofus Poulsen, stjóri, sig-
ur, at á báðum virkjunum
fara eini 100 fólk tilsamans
at arbeiða í vetur.
Á Rækjuvirkinum verður
arbeitt við tveimum vakt-
um, og stjórin væntar, at
hetta verður uttan steðg tað,
ið eftir er av hesum árinum.
Spurdur, um virkið hevur
nógvar rækjur niðurfyri,
sigur hann, at tað hava tey
ikki.
Hann ivast tó ikki í, at
nóg mikið verður at gera
teir næstu mánaðirnar.
– Í fjør vár løgdu vit stilt
einar tveir mánaðir, tí vit
høvdu ongar rækjur á
goymslu. Árið fyri var
einki til hindurs fyri at ar-
beiða alt árið, sigur Sofus.
Tað merkist
Stjórin vísir á, at tað merk-
ist týðiliga á virkinum á
Oyri, at rækjuflotin er so
nógv minkaður.
– Fyri tveimum árum síð-
an vóru 12 rækjuskip í flot-
anum; í dag eru bert 7 skip
eftir, sum eru í vinnu.
Hann sigur, at tollviður-
skiftini gera, at tað ikki løn-
ar seg at keypa aðrar rækjur
enn tær, sum føroysku skip-
ini koma við.
– Skulu vit keypa rækjur
úr øðrum londum, noyðast
vit at rinda 20% í tolli, og tá
hongur framleiðslan slett
ikki saman.
Sofus sigur, at tað er
tungt at reka Rækjuvirkið í
løtuni við teimum markn-
aðarprísum, sum eru.
– Men vit vóna, at
marknaðurin fer at batna
sum frá líður.
Alt fer til ES
Stjórin sigur, at tað gongur
væl at fáa fólk til arbeiðis.
– Vit hava havt ein fastan
»stab« av fólki í nógv ár, og
síðan eru tað nøkur, sum
koma og fara, sigur Sofus
Poulsen at enda.
Tveir triðingar av rækj-
unum, sum Rækjuvirkið á
Oyri virkar og selir, fara til
Onglands. Restin fer eitt nú
til Fraklands og Danmark-
ar. Øll framleiðslan fer til
ES-lond.
Fellið í rækjuflotanum merkist á Oyri
Tilsamans 100 fólk fara at arbeiða á Rækjuvirkinum og
Skeljavirkinum á Oyri í vetur.
– Vit hava havt ein fastan "stab" av fólki í nógv ár, og síðan
eru tað nøkur, sum koma og fara, sigur Sofus Poulsen, stjóri.
Skeljabáturin, Norðheim, hevur verið til 4-ára klassing
á Tórshavnar Skipasmiðju í summar. Seinastu dagarnar
hevur skipið ligið í Runavík, har maskinverkstaðurin,
FJM, hevur umvælt bond og annað.
Klárt er nú at fara á skeljaveiði, sum byrjar síðst í
hesum mánaðinum og endar síðst í februar
Mynd: Vilmund Jacobsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mikudagin 13. august andaðist Borgar í Andrasstovu
Nybo í Havn 61 ára gamal. Borgar var føddur og
uppvaksin í tí kenda rabarbukvarterinum í Havn.
Hann var sonur Annu, f. Thomsen, úr Kollafirði og
Hans Nybo, ættaður úr Hesti.
Borgar lærdi á goymsluni hjá Farodane í Havn frá
1956-60. Eftir tað koyrdi hann í Akstur Bil, samstun-
dis sum hann røkti koyringina fyri specialskúlan
saman við pápanum, Hans Nybo. Borgar og Hans
vóru eisini partaeigarar í bilstøðini Auto frá 1978-94.
Borgar koyrdi fyri Skúlan á Trøðni til fyri fáum árum
síðan. Hann hevði stóran áhuga fyri kríatúrum og
hevði bæði gæs og dunnur. Eisini var hann íðin
javnaðarmaður alla sína tíð.
Borgar giftist við Ásfríð, f. Poulsen, úr Havn. Tey
bygdu hús í Traðarbrekku í Havn og fingu tríggjar
synir og eina dóttir.
Maskinmeistarar í 1973
Fyri 30 árum síðan fingu hesir 19 næmingar handað maskinmeistaraprógv á Føroya Sjómansskúla. Próvtøkurnar vóru í juli 1973.
Gunnleif Hilmarsson Danielsen, Tórshavn, Jóannes Páll Hansen, Tórshavn, Páll Johannes Hansen, Tórshavn, Hilmar Jacobsen, Tórshavn, Max Petersen, Tórshavn, Høgni av Reyni,
Tórshavn, Poul Erik Fjallsbak, Klaksvík, Poul Kristian Henriksen, Klaksvík, Jóannes Johannesen, Klaksvík, Jákup Vørðá Poulsen, Klaksvík, Hans Jacob Danielsen, Saltnes, Joen
Jacob á Fløtunum, Lamba, Kartsen Frederiksberg, Strendur, Hans Terji Hansen, Nes, Heini Høghamar, Eiði, Kristian Jacobsen, Glyvrar, Jógvan Jensen, Fámjin, Hans David Joensen,
Norðragøtu, Páll Jóhan Mikkelsen, Vestmanna.
Lærarararnir á myndini eru: Tummas Andreasen, Hjørleif Hentze, Finnur Johansen og Magnus Simonsen.
Kelda: Myndaárbókin, árið ið fór, 1973
Dagurin
20. august. Bernhard, deyður í 1153. Abbati og kirkjulærari í Fraklandi. Kom upp í munka- og nunnuskipanina, ið
róptu seg cisterciensaraskipanin. Har gjør-dist hann skjótt oddamaður, og fekk stóran týdning í kirkjupolitikki og
kirkjulæru í 12 øld. Bygdi í 1115 kleystrið Clairvaux og varð síðani róptur Bernhard úr Clairvaux. Hann var vanur at
taka til: Ora et labora (bið og arbeið). Navnið er germanskt og merkir bjørn og harður.
15. juli hevði Ragnar C.
Joensen í Havn 20 ára
starvsdag í SvF. Ragnar er
havnarmaður,
foreldrini
vóru Helena, f. Isaksen, og
Conrad Joensen í Havn.
Hann er útbúgvin radio-
mekanikari og arbeiddi í
mong ár á samskiftis-
deildini hjá Telefonverki
Føroya Løgtings.
15. juli 1983 bleiv hann
settur í starv hjá Sjónvarpi
Føroya, og var hann ein av
teimum, sum varð settur at
leggja lunnar undir stovnin
og varð tekniskur leiðari í
mong ár. Í dag er hann
leiðari á samvirkisdeildini
hjá SVF.
Ragnar er giftur við
Svanhild, f. Christiansen,
úr Havn. Børnini hjá teim-
um eru: Malan Kjærbo,
sum býr í Tanzania, Tórun
Andreasen, sum býr í
Havn, Leivur Joensen, sum
býr í Havn, og Bárður
Christiansen, sum í løtuni
er í Tanzania.
Borgar Nybo deyður
Ragnar C. Joensen 20 ár í SVF
C
M
Y
K
9
8