mikudagur 20. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 155 - 20. august 2003
Nr. 155 - 20. august 2003
13
Eftir 12 dagar á sjógvi
og á landi eru skut-
aramennirnir Atli S.
Petersen og Sveinur
Høgnason komnir til
Keypmannahavnar.
Teir komu á midnátt
mánakvøldið eftir
eina trupla og møð-
sama ferð, har teir
vóru nógv seinkaðir.
Atli sigur, at teir eru
vælnøgdir, men at
jantelógin er alt ov
sjónlig í Føroyum
SKUTARAFERÐIN
Hans Kárason Mikkelsen
Fitt av føroyingum vóru
samlaðir á Langelinie, tá
teir báðir Atli og Sveinur
eftir ætlan skuldu koma í
havn. Millum fólkini varð
familja hjá teimum báðum,
umframt umboð fyri fjøl-
miðlarnar. Ekstra Bladet
varð á staðnum, og tað vóru
TV 2 og TvDanmark eisini.
– Meldingin varð mána-
dagin, at teir skuldu koma
klokkan 15:00, og tá vóru
fólk longu á bryggjuni, siga
føroyingar, sum vóru hjá-
staddir. Men Atli og teir
vóru seinkaðir, og tí broyttu
teir komuna til klokkan
22:00 um kvøldið. Tá varð
rættiliga fitt av fólki á stað-
num, eini 40-50 fólk, har
mesti parturin vóru føroy-
ingar.
Og tað varð bíðað og bíð-
að, men har komu ongir
menn. So lótu teir hoyra frá
sær aftur, og varð tað ein
meira álítandi fráboðan
hesuferð, tá teir søgdu, at
havnin skuldi verið rokkin
umleið miðnátt.
Løgdu ikki at
á Langelinie
Tá klokkan varð farin av
tólv, byrjaði onkur troyttur
føroyingur so spakuliga at
ragga sær til húsa, men løtu
seinni frættist, at nú komu
teir altso stunandi inneftir.
Men
skutaramennirnir
løgdu ikki at á Langelinie,
tí tað læt seg ikki gera.
Ístaðin fóru teir til Svane-
møllen, har ein smábáta-
havn er. Har løgdu teir
skutaran, og síðani gingu
teir stutta teinin frá Svane-
møllen til Langelinie, har
Lítla Havfrúgvin bíðaði
saman við øðrum góðum
fólki.
Eini 30-40 fólk stóðu nú
á bryggjuni, nakað minni
enn fyrr á degnum, tí tað
varð blivið so seint. Megin-
parturin av fólkinum vóru
føroyingar, sum vóru kom-
nir at fregnast, men onkrir
danir vóru eisini at síggja.
Atli S. Petersen og Svein-
ur Høgnason siga við Sosi-
alin, at tað hevur verið ein
møðsamur og trupul túrur.
Skutaratúruin vardi í 12
dagar, og vísti tað seg frá
fyrsta degi, at hetta varð eitt
trupult tiltak.
Fyrstu
trupulleikarnir
vóru sum kunnugt, at hol
kom á dunkarnar, har menn-
inir høvdu eyka brennievni.
Síðani varð veðrið ikki
heilt til vildar við høgari
aldu og vindi. Brennievni
bleiv eisini blandað við
sjógvi, ið elvdi til motor-
trupulleikar. Og afturat øll-
um tí rendu teir á land.
Siglingstíðin varð 10%
Men Atli og Høgni eru væl-
nøgdir við avrikið, og Atli
sigur, at siglingstíðin varð
ikki so galin: – Vit brúktu
einar 30 tímar í siglingstíð,
og málið varð 20 tímar, so
tað er ok, sigur Atli S.
Petersen. Tað vil altso siga,
at teir á túrinum brúktu
næstan 300 tímar á landi,
og er siglingsparturin tí
knapt 10% av øllum túr-
inum.
Men Atli og teir eru kort-
ini væl nøgdir, og teir siga,
at skutarin gekk illa móti
endanum av túrinum, og at
GPS’arin riggaði heldur
ikki longur. Tískil máttu
teir sigla upp á gamlan
máta við vanligum kump-
assi og korti, og bleiv tað
sjálvandi nakað tíðarkrevj-
andi. Atli leggur eisini
aftrat, at maskinan er í ring-
um standi, m.a. pumpuhús-
ið á skutaranum illa farið.
Spurdur, um tað ikki varð
ábyrgdarleyst at sigla víðari
undir slíkum umstøðum,
sigur 31-ára gamli Atli, at
trygdin varð allatíðina í há-
sæti við fylgissveina-tele-
fon og regluligum sam-
bandi við bjargingarmynd-
ugleikarnar.
Til spurningin, um tað
ikki varð strævið og óttafult
fyri øll tey fólkini, sum
vóru rundanum tiltakið, og
sum stuðlaðu teirra ferð,
sigur Atli, at tey skiltu okk-
ara íblástur og vilja.
Góð móttøka í
Keypmannahavn
– Tað varð eitt sindur ymist,
hvussu fólk tóku tað, tá vit
komu til Keypmannahavn-
ar, staðfestir Atli og sigur,
at vinmennirnir góvu okk-
um herðaklapp. – Øðrvísi
varð við familjuni, sum
bara varð glað fyri, at tað
varð yvirstaðið, sigur Atli,
sum eisini er glaður fyri at
síggja familju og vinir og
kenningar aftur.
Sjampanju-gløsini vóru
eisini tikin fram, tá teir
báðir vóru komnir upp á
turt. Men vit frætta úr
Keypmannahavn, at ongir
av sponsorunum hjá Atla
og Sveini vóru at síggja við
bryggjuna, har sjampanjan
varð drukkin.
Men Atli sigur seg vera
væl nøgdan við móttøkuna
í Keypmannahavn, og hann
sigur, at tað varð spell, at
teir vóru so seinir. – Helst
høvdu fleiri fólk verið at
sæð, um vit komu fyrr upp
á dagin, og um veðrið varð
betri, sigur Atli.
Beinleiðis í TV 2
Fjølmiðlarnir hildu seg tó
ikki aftur, og vóru umboð
fyri ein stóran part av fjøl-
miðlunum í Danmark til
staðar. Atli sigur í hesum
sambandi, at tað virkar,
sum úlendingar hava haft
størri áhuga í teirra ferð.
Tá vit spyrja Atla, um
hann heldur, at føroysku
fjølmiðlarnir hava verið
órímiligir og ov kritiskir, tá
teir hava umrøtt ferðina,
sigur Atli, at fólk skulu
hava loyvi at meina, hvat
tey vilja. Men Atli sigur, at
tey fólkini, sum hava tosað
negativt um ferðina, eru
ofta fólk í Føroyum, sum
sita heima í stovuni, og sum
ikki vitað tað stóra um um-
støðurnar undir slíkum til-
tøkum.
– Men hví gjørdu tit tað
av fyrstan sinni, spyrja vit
Atla, sum skal í TV 2 týs-
kvøldið, har sjónvarpsstøð-
in sendir beinleiðis frá sam-
røðu við Atla og Svein.
– Vit gjørdu tað ikki fyri
at fáa umrøðu í fjølmiðl-
unum ella fyri at blíva
kendir. Hetta er mest av øll-
um fyri okkum sjálvar, so-
leiðis at vit á gamalsaldri-
num kunnu sita og minnast
aftur á hin skutaratúrin til
Danmarkar, sigur Atli.
Ov nógv jantelóg
í Føroyum
Atli veit ikki, hvussu eftir-
tíðin fer at meta hetta, men
hann sigur, at nú hevur
hann búð í Danmark so
leingi, og heldur hann, at
jantelógin ger seg nógv
meira galdandi í Føroyum
enn í Danmark. – Man skal
ikki halda seg vera nakað í
Føroyum, sigur Atli, sum
vónar, at hann kann fáa eitt
vanligt og friðarligt lív
heima í Føroyum.
At enda spyrja vit Atla,
um hann hevur nakað í
hettuni í framtíðini, men
tað vil hann hvørki vátta
ella avsanna. – Latum okk-
um nú bara koma heim, og
so fáa vit at síggja, sigur
Atli, sum saman við Sveina
brúkti 12 dagar á skutara til
Danmarkar, nakrar vikur
minni enn Ove í føroyskum
báti.
Skutaramenn komnir
til Keypmannahavnar
Her standa teir báðir Sveinur Høgnason og
Atli S. Petersen á turrum, nú teir komu til
Danmarkar mánakvøldið á miðnátt
Mynd: Ekstra Bladet
UTTAN ÚR HEIMI
Hollur granni
Nú verður kannað, um ísraelski forsætisráðharrin, Ari-
el Sharon, hevur gjørt seg sekan í korrupsjón.
Vinnublaðið Globe hevur avdúkað, at forsætisráð-
harrin hjálpti tveimum av sínum grannum at fáa ser-
liga stórt endurgjald frá tí almenna, sum skuldi ogn-
artaka nakað av jørð teirra til vegagerð. Sambært
blaðnum fingu teir báðir grannarnir 110.000 dollarar
meiri í endurgjaldi fyri jørðina, enn teir høvdu fingið
undir vanligum umstøðum.
Skrivstovan hjá Sharon hevur váttað, at forsætisráð-
harrin var millummaður millum grannarnar og sam-
ferðslumálaráðið, men hon avsannar, at forsætisráð-
harrin misnýtti sítt vald fyri at útvega grannunum ser-
liga stórt endurgjald. Kortini hevur stjórnaradvokat-
urin gjørt av, at málið skal kannast.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sharon verður drigin
upp í mál um korrupsjón. Løgreglan hevur meiri enn
eina ferð kannað gitingar um, at Sharon og synir
hansara hava verið uppi í líknandi málum.
Offur fáa endurgjald
Forsetin í Kili, Ricardo Lagos, hevur biðið tjóðarting-
ið um 220 milliónir krónur í endurgjaldi til avvarandi
hjá fólki, sum vórðu myrd undir hernaðarstýrinum hjá
Augusto Pinochet.
Keldur í Kili siga, at sambært umsóknini frá forset-
anum fáa skyldfólk hjá umleið 4.000 familjur endur-
gjald. Nicolas Eyzaguirre, fíggjarmálaráðharri, sigur,
at í fyrsta umfari snýr tað seg um tær mest ræðuligu
gerðirnar hjá hernaðarstýrinum.
Kunngerðin um endurgjald kom góðar tríggjar vik-
ur undan 30 ára degnum fyri statskvettið tann 11.
september í 1973, tá herurin koyrdi Salvador Allende,
forseta frá. Hildið verður, at hernaðarstjórnin beindi
fyri umleið 3.000 politiskum andstøðingum tey árini,
stýrið sat við valdið.
Kópur leyp á
Tann 21 ára gamli onglendingurin Levi Clarke mátti
beinleiðis á sjúkrahús, eftir at ein kópur leyp á hann,
tá hann var og svam uttan fyri Leigh-on-Sea í Essex
nú um dagarnar.
Saman við fýra vinmonnum var David Clarke farin
at svimja. Brádliga sóu teir nakrar kópar, og David
Clarke, sum ongantíð hevði sæð ein kóp áður, svam
yvir ímóti teimum. Men knappliga sóu vinmenninir,
at ein av kópunum togaði Levi Clarke niður í sjógvin.
Teir skundaðu sær yvir til hansara, og tað eydnaðist
teimum at fáa kópin at sleppa takinum.
Tann 21 ári gamli svimjarin varð alt fyri eitt fluttur
á sjúkrahús, og har kundu læknarnir staðfesta, at hann
hevði brotið beinið í trimum støðum. Sjálvur sigur
Levi Clarke, at hann hevur fingið ein rættiligan
hvøkk, og at hann fer at ansa betur eftir, næstu ferð
hann kemur fram á ein kóp.
Ágangandi kvinnur
Tann vanliga uppfatanin millum fólk er, at menn eru
meiri kynsliga ágangandi enn kvinnur, men hetta er
sambært einari nýggjari týskari kanning ikki rætt.
Lærdi háskúlin í Potsdam hevur spurt 400 menn í
aldrinum 15 til 25 ár, og fjórði hvør teirra sigur seg
hava verið fyri kynsligum ágangi frá kvinnum. Av
teimum, sum eru millum 22 og 25 ár, sigur annar
hvør, at teir hava kent seg noyddar at hava havt kyns-
liga samveru við kvinnum.
Norski sexologurin Kjell-Olav Svendsen sigur við
Dagsavisen, at kynsligur ágangur er álvarssamur,
sama hvørjum kyni hann kemur frá. Hann sigur, at
kynsligur ágangur frá kvinnum kann fáa óhepnar av-
leiðingar fyri teir menninar, sum eru fyri ágangi, og
hann leggur afturat, at tað er ein myta, at menn altíð
eru til dystin fús.
Tveir bretskir her-
menn fingu ein rætti-
ligan hvøkk, tá teir nú
um dagarnar komu
fram á ein vápnakassa
í suðurirakska býnum
Basra
IRAK
Árni Joensen
Damien Kenny og Jonathan
Hunt vóru á einari vanligari
eftirlitsferð í Basra har
suðuri í Irak nú um dagar-
nar, tá teir komu fram á ein
vápnakassa.
Í kassanum, sum var ein
metur til longdar, funnu
hermenninir maskinbyrsur,
lóður, knívar og ein granat-
varpara umframt eina ný-
fødda smágentu. Hermenn-
inir varnaðust, at gentan
dró ikki andan, men tað
eydnaðist teimum at fáa lív
í hana aftur, og hon er nú
latin mammuni. Hví gent-
an, sum hevur fingið navn-
ið Rose, var komin í vápna-
kassan at liggja, er ikki
greitt.
Damien Kenny og Jona-
than Hunt hava fingið rós-
andi orð frá sínum herleið-
arum í Basra. Paul Davis,
majorur, sigur, at tilburður-
in vísir, hvussu dugnaligir
teir ensku hermenninir eru.
Tey fyrstu trý árini
verður einki lív á hav-
botninum, har tanga-
skipið »Prestige« sakk
seinasta heyst, og tað
fara at ganga tíggju
ár, áðrenn viðurskift-
ini koma aftur í rætt-
lag
UMHVØRVISDÁLKING
Árni Joensen
Seinastu tíðina hava 40 ser-
frøðingar frá trimum lærd-
um háskúlum í Spania kann-
að viðurskiftini á leiðini,
har tangaskipið »Prestige«
fór av um tvøran og sakk
tann 13. november í fjør.
Og niðurstøðan er skelk-
andi. Serfrøðingarnir skriva
í einari frágreiðing, sum er
latin almennu myndugleik-
unum, at tað fer at taka trý
ár, áðrenn lív kemur aftur í
tann dálkaða havbotnin, og
at tað fara at ganga tíggju
ár, áðrenn viðurskiftini
verða, sum tey vóru undan
vanlukkuni.
Sponsku serfrøðingarnir
hava gjørt sínar metingar út
frá royndunum aftan á van-
lukkuna við tangaskipinum
»Mar Ego« í 1992.
Í frágreiðingini stendur,
at 25.000 deyðir fuglar
vórðu funnir aftan á van-
lukkuna seinasta heyst,
men serfrøðingarnir halda,
at millum 250.000 og
300.000 sjófuglar doyðu av
oljudálkingini. Er hendan
metingin bein, er hetta tann
ringasta vanlukkan, sum
nakrantíð hevur rakt fugla-
lívið í Evropa, skrivar blað-
ið El Pais.
»Prestige« sakk tann 13.
november, men framvegis
arbeiða 4.000 fólk við at
taka olju upp á sponsku
norðurstrondini. Sambært
El Pais vórðu meiri enn
2.800 tons tikin upp tær
báðar fyrstu vikurnar í hes-
um mánaðinum, og dagliga
rekur olja inn á millum 30
og 60 strendur, skrivar blað-
ið.
Havbotnurin oyðin í trý ár
Níggju mánaðir eftir at tangaskipið »Prestige« sakk úti fyri sponsku strondini arbeiða 4.000 fólk framvegis við at taka olju upp
Funnu nýføðing
í vápnakassa
Tann tveir dagar
gamla Rose, sum
varð funnin í
vápnakassanum
C
M
Y
K
13
12