Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 156 - 21. august 2003 Nr. 156 - 21. august 2003 3 Blóðuga bumbuat- sóknin í Jerusalem hevur av álvara sett friðartilgongdina í Miðeystri í vanda MIÐEYSTUR Árni Joensen Friðartilgongdin í Mið- eystri hongur í einum kløn- um tráð aftan á ta ógvusligu sjálvmorðsbumbuatsóknina at einum fullsettum bussi í Jerusalem fyrrakvøldið, sum kravdi átjan mannalív og særdi umleið 120. Ísraelska stjórnin kunn- gjørdi alt fyri eitt, at hon hevði slitið alt samband við teir palestinsku sjálvstýris- myndugleikarnar. Tveir av teimum víðgongdu pale- stinsku felagsskapunum, Islamskt Jihad og Hamas, boðaðu frá, at teir høvdu skipað fyri atsóknini, og tað bar í sær, at palestinski forsætisráðharrin, Mah- moud Abbas, alt fyri eitt sleit sambandið við teir. Amerikanski forsetin, George W. Bush, hevur fleiri ferðir kravt, at Abbas og hansara menn skulu gera enda á teimum víðgongdu felagsskapunum. Týskvøld- ið ásannaði Bush óbein- leiðis, at hetta verður ein torfør uppgáva, og hann bað tí Abbas leita sær ta hjálp, sum er neyðug. Thule-dálking staðfest Ein kanning hjá donsku umhvørvismyndugleikunum hevur nú staðfest umfatandi dálking við amerikonsku radarstøðina í Thule. Kanningin vísir, at evnið pcb er í fiski og skeljadýr- um, at kopar og blýggj eru í øðrum dýrum í sjónum, og á havbotninum hava granskararnir funnið evnið ar- sen. Tað hevur eisini víst seg, at summi dýr skifta kyn orsakað av dálkingini. Umleið 50 ruskdungar eru við amerikonsku herstøðina í Thule, og haðani eru eitr- andi evnið runnin út í umhvørvið. Nakrir av rusk- dungunum eru á Dundas-nesinum, sum USA hevur játtað at lata frá sær. Tað vóru danskir og grønlendskir politikarar, sum vildu hava kannað, um ruskdungarnir við Thule-støð- ina hava dálkað umhvørvið. Kravið kom, tá samráð- ingar vóru við USA um ætlanina at nýta radararnar í Thule til ta ætlaðu rakettverjuskipanina. Kjarnorkuverk á Mars Tað er ikki óhugsandi, at fólk fara at búgva á gongu- stjørnuni Mars um eini 30 ár, og at har verða bæði bú- staðir og kjarnorkuverk. Tað halda í hvussu er russiskir serfrøðingar, sum hava ætlanir um at byggja eitt kjarnorkuverk á Mars. Verkið skal eftir ætlanini byggjast í fjallalendinum á gongustjørnuni, og tað skal tryggja fólkinum á gongustjørnuni nóg mikið av orku. Russisku serfrøð- ingarnir viðganga, at tað er ikki bara sum at siga tað at byggja eitt kjarnorkuverk á Mars, og at teir eru framvegis ikki komnir eftir, hvussu fólkið har kann tryggjast ímóti geiðslavirknum strálum. Eitt kjarnorkuverk og bústaðir viga nógv, men hóast tað eru 300 milliónir kilometrar til Mars, halda russar ikki, at hetta verður nakar trupulleiki. Teir siga, at tað ber væl til at senda byggitilfarið hagar við ómannað- um rúmdarførum. Síðani skulu tey, sum skulu byggja bygningarnar, sendast avstað. Nútíðar seyðatjóvar Tey, sum halda, at tað at stjala seyð var ein óskikkur, sum langt síðani er farin í søguna, mistaka seg. Í hvussu er vil norski bóndin Erik Myhrvold vera við, at onkur hevði stolið fýra seyyðir frá sær og flutt teir yvir um svenska markið. Seinasta fríggjadag var hann so í Svøríki eftir seyðunum. Erik Myhrvold sig- ur, at sjálvandi kann seyður fara av haga, men so var neyvan hesaferð, heldur hann, tí tað tók honum trý korter at fáa seyðirnar heimaftur – í bili. Talan er kortini ikki um seyðatjóvar av tí slagnum, sum plagdu at gera um seg í Føroyum fyrr. Norsku bøndurnir halda, at tað eru fólk, sum ilskast um, at seyðurin legst í urtagarðarnar, sum taka seyðin og flyta hann so langt burtur, at hann ikki skal gera meiri ónáðir. Nú hava bøndurnir so sett menn at ansa seyð- inum. Kokainkríggj Amerikanarar ætla sær at økja hjálpina til stjórnina í Colombia, sum roynir at fáa bilbukt við teir nógvu kokainbøndurnar í landinum. Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, var í Colomb- ia fyrradagin, og tá segði hann, at hann er til reiðar at lata amerikonsk flogfør avdúka bøndur, sum dyrka kokainplantur, so tær kunnu verða oyðilagdar, áðrenn kokainið kemur á marknaðin. Fyri nøkrum árum síðani flugu amerikonsk flogfør regluliga í Colombia, men tey góvust, tá eitt lítið amerikanskt flogfar varð skotið niður har í 2001. Hetta seinasta árið hava Colombia og Peru roynt at fáa USA at taka flogeftirlitið uppaftur, tí tey halda hetta vera besta vápnið ímóti rúsevnishandlinum, sum fíggjar fleiri av teimum uppreistrarfelagsskapunum, sum javnan gera um seg í teimum báðum londunum. Serligi ST-sendi- maðurin í Irak, Serg- io Vieira de Mello, var gamal í garði í ST- skipanini. Fyrradagin doyði hann í bumbu- álopinum í Bagdad ST Árni Joensen Sergio Vieira de Mello var brasilskur diplomatur. Í 1969, tá hann var 21 ára gamal, fór hann at arbeiða hjá flóttafólkastovninum hjá ST, UNHCR, og í 1996 gjørdist hann varaleiðari hjá stovninum. Hann var sera dugnaligur og fekk fleiri seruppgávur í kreppuraktum økjum. Eitt nú var hann UMHCR-um- boðsmaður í Bangladesh, Sudan, Kypros, Mosambik, Peru og í Jugoslavia. Aftan á 1996 arbeiddi hann fyri tað mesta á ST- høvuðsborgini í New York, men í 2000 varð hann send- ur til Eysturtimor, og har umboðaði hann heims- felagsskapin tey bæði næstu árini. Tað var hann, sum vegna ST skipaði fyri, at Eysturtimor fekk sjálvs- stýri frá Indonesia. Í september í fjør varð Sergio Vieira de Mellohá- kommiserur hjá ST fyri mannarættindum, men í vár tók hann við sum serligur sendimaður hjá Kofi Ann- an, aðalskrivara í Irak. Fyrradagin doyði hann, tá ein bilbumba brast uttan fyri skrivstovu hansara í Bagdad. Virdi irakar Í Irak royndi Sergio Vieira de Mello at ávirka ameri- konsku og bretsku her- menninar til at vísa størri virðing fyri irakska fólk- inum og teirra siðum og vanum. Hann segði eisini alment, at hersetingin var eyðmíkjandi fyri irakar. Fyri tveimum mánaðum síðani lovaði amerikanski umsitingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, ST-sendi- manninum at bøta um kor- ini hjá tí einstaka irakanum. Tað er kortini greitt, at leik- luturin hjá de Mello hevur verið avmarkaður, tí Paul Bremer hevur bert gjørt eftir beinleiðis boðum úr Washington. Brasilsku myndugleikar- nir hava boðað frá landa- sorg í tríggjar dagar, nú Sergio Vieira de Mello er deyður. Hann var 55 ára gamal. Kunngjørt verður, at kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jóhannes Poulsen á Válinum andaðist týsdagin 19. august, 84 ára gamal. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13.00 úr Vestmanna kirkju Vegna familjuna Tordis UTTAN ÚR HEIMI Hann var ein av veteranunum Friðartilgongdin í klønum tráð Sergio Vieira de Mello saman við ST-aðalskrivaranum Kofi Annan Postsevararnir hjá Føroya Tele stóðu at bresta týsdagin, tá tann higartil størsta mongdin av teldu- brøvum við teldu- virus nakrantíð sæð í Føroyum knappliga byrjaði at floyma inn VIRUS Rúnar Reistrup Tað var um reppið at før- oyskar fyritøkur vórðu raktar av teirri mest umfat- andi teldufarsóttini nakran- tíð. Tað var ein sonevndur ormur, hesin kallaður W32/Sobig.F, ið var atvold- in til farsóttina, sum orsaka av síni óvanligu stóru smittingarferð kom óvart á allar antivirusframleiðarar. Farsóttin varð fyrstu ferð sædd mánadagin. Tíðliga týsmorgunin byrjaði hon at breiða seg skjótt í USA, og umleið klokkan 10.30 gjørdi hon rættiliga innrás í Føroyum. Til alla lukku eydnaðist netumsitarunum á Føroya Tele at dagføra virusskannaran stutta løtu frammanundan. Ígjøgnum dagin fangaði dagførdi viruskannarin 17.800 teldubrøv, ið bóru virusið. Hesi høvdu øll farið ótarn- að út til móttakararnar, um ikki virusskannarin var dagførdur. Vanliga er eingin trupul- leiki at dagføra í góðari tíð. Føroya Tele leggur allar dagføringar inn umgang- andi. Men hesaferð høvdu sjálvt framleiðararnir av teimum fremstu antivirus forritum trupulleikar, tí virusið ferðaðist so skjótt sum ongantíð sæð fyrr. Kenda antivirusforritið McAffeevar ikki klárt við sínari dagføring fyrr út ímóti klokkan fýra seinna- partin týsdagin. Hevði Før- oya Tele dúvað upp á hetta forrit, vóru fleiri túsund virusteldubrøv farin ótarn- að ígjøgnum. Avsendarin tað bera gass So fræg fólk sum aðalstjór- ar landsstýrisins, bæði nú- verandi og ein einsamallur fráfarin, stóðu í gjár sum avsendarar av nøkrum av teimum hundraðtals virus- berandi teldubrøvunum, sum postservarin á Sosial- inum stríddist við at taka ímóti seinnapartin týsdag- in. Men talan var tó ikki um nakað samskipað virusálop á blaðið frá landsins um- sitingarligu aðalstjórum, og heldur ikki um at øll aðal- stýrini høvdu fingið virus. Talan var bert um ein frek- an virusorm, sum setir guð og hvønn man sum avsend- ara av virussmittaðum telduposti. - Avsendarin, sum sten- dur á virusteldupostunum er tað bera gass. Man kann vera vísur í, at tað ikki er tann veruligi avsendarin, sigur Páll Wiberg Joensen, leiðari á IP-Net deildini hjá Føroya Tele. Og hann skuldi, um nak- ar, vitað, tí hann hevur ábyrgdina av at tyggja meg- inpartin av føroysku teldu- postadressunum ímóti vir- usi. Týsdagurin var ein av hansara harðaru arbeiðs- døgum. - Tað var trýst á týsdagin. Vit máttu blokera fleiri afsendarar, fyri at postserv- arin ikki skuldi fara niður. Og millum kl. 16 og 17.30 máttu vit stilla øll teldubrøv í kø, sigur Páll Wiberg Joensen, leiðari á IP-Net deildini hjá Føroya Tele. Virusbrævakaos Soleiðis kennir tú W32/Sobig.F Eitt av hesum stendur í evnislinjuni á virusteldubrøv- unum: Re: Details Re: Re: My details Re: Approved Re: Your application Re: Wicked screensaver Re: That movie Eitt av hesum stendur í innihaldinum: See the attached file for details Please see the attached file for details. Viðhefti filurin, sum ber sjálvt virusið, eitur eitt av hesum nøvnum: your_document.pif document_all.pif thank_you.pif your_details.pif details.pif document_9446.pif application.pif wicked_scr.scr movie0045.pif Kelda: Comendo A/S C M Y K 3 2