Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 156 - 21. august 2003 Nr. 156 - 21. august 2003 5 - Tað er ógvuliga harmiligt, at vit hava fingið hesar spillur í Føroyum. Hugsið tykkum, hvussu ein vakur urtagarður fer at síggja út, tá ið morsniglar hava etið alt tað grøna, sum er í garðinum, og ov fáir reyðmaðkar eru til at »velta« jørðina, sigur Jens-Kjeld Jensen SPILLIR Vilmund Jacobsen Einaferð segði ein smá- drongur í samrøðu við Sosialin, at Nólsoyggin var sloppin undan tveimum »plágum«, rottum og bapt- istum! Hetta mundi hesin lítli neyvan hava tikið úr egnum barmi. Rottur eru ikki komnar í oynna enn, og hvussu er við baptistum, eru vit óvitandi um. Tað er hesi greinini eis- ini óviðkomandi. Tvær plágur Tað eru nú nøkur ár síðan, at herviligi flatmaðkurin varð funnin í Føroyum – og seinni eisini drepara-snigil- in, sum hann verður róptur á donskum. Føroyska heitið fyri snig- ilin, er morsnigil, sum kem- ur av morreyða litinum. Sama er við fuglanavnin- um, mortíttlingur. Sum árini eru liðin, er flatmaðkurin funnin nógva- staðni í Føroyum, og mor- snigilin fjølgast eftir øllum at døma eisini um landið. Jens-Kjeld Jensen, fugla- útstappari í Nólsoy, sigur, at tað eru eini 5-6 ár síðan, at flatmaðkurin varð funnin í Nólsoy, og seinasta ár varð eisini staðfest, at morsnig- ilin var komin í oynna. Hann heldur, at torført er at sleppa av aftur við hesar spillur, tá ið tær fyrst eru komnar til landið og eru farnar at nørast. - Nólsoyingar keypa plantur í Havn eins og onn- ur, og tað er ikki lætt hjá fólki at vita, um sniglalarv- ur og maðkalarvur eru í moldini. Morsnigilin Jens-Kjeld Jensen sigur, at seinasta summar var ein rabarbugarður uttast í byg- dini uppetin av morsnigl- um. Hann heldur, at snigilin er komin við ruski, sum er tveitt útyvir rabarburnar. - Tað er ógvuliga harmi- ligt, at vit hava fingið hesar spillur út í oynna. Hugsa tær, hvussu ein vakur urta- garður fer at síggja út, tá ið morsniglar hava etið alt tað grøna, sum er í garðinum – og ov fáir reyðmaðkar vera til at »velta« moldina. Jens-Kjeld sigur, at mor- snigilin er plantuetari bur- tur av, og hann nørist ógvu- liga skjótt. - Morsnigilin er heldur størri enn vanligi snigilin; hann er sum teir størstu sniglarnir, vit vanliga síggja, og hann hevur ongar fíggindar – uttan frostið. Men vit hava einki frost at tosa um longur. Morsnigil- in etur ikki vanligu snigl- arnar, men kann taka lívs- grundarlagið undan teim- um. Spurdur, hvønn týdning vanligu sniglarnir annars hava, sigur Jens-Kjeld, at tað er eitt sindur ilt at siga. - Tað er nú ikki altíð so- leiðis, at vit kenna týdning- in av øllum í náttúruni, men snigilin er eitt nú ein partur av lívsgrundarlagnum hjá fugli. Fuglamaðurin heldur annars, at danska heitið, dræber-snegl, er púra bur- tur við, tí morsnigilin er plantuetari – og ikki kjøt- etari. Flatmaðkurin Jens-Kjeld sigur, at í náttúr- uni er tað soleiðis, at vit hava bæði plantuetarar og kjøtetarar. - Úti á markini eta flestu kríatúr gras og plantur, meðan vit eitt nú hava leyv- urnar, sum eta kjøt. Soleiðis er tað eisini her hjá okkum. - Flatmaðkurin etir reyð- maðkin, sum hevur so stór- an týdning fyri jørðina og planturnar, sum fella til jarðar. Í so máta er eingin nytta í flatmaðkinum, tí hann »veltir« ikki moldina, sum reyðmaðkurin ger. Jens-Kjeld sigur, at flat- maðkurin megnar ikki at forkoma øllum reyðmaðk- unum, men hann kann halda stovninum niðri, so- leiðis at tað gongur útyvir moldina og tey fuglasløg, sum eta reyðmaðk. - Flatmaðkurin er nógv meira útbreiddur kring landið, enn fólk vita. Fuglamaðurin sigur, at hann hevur funnið flatmaðk eitt nú í Svínoy, Hestoy og í Dali á Sandoynni, har fólk ikki vistu, at flatmaðkurin var komin. - Flatmaðkurin er so nýggjur í Føroyum, at mong hava ikki givið sær far um, at hann longu finst rættiliga víða um landið, sigur Jens-Kjeld Jensen. - Líkt er til, at havhestaungin er seinur á veg í ár, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglamaður FUGLAVEIÐA Vilmund Jacobsen Nú lundatíðin royndist so burtur av illa í summar, eru menn, sum plaga at veiða havhest, spentir, hvussu havhestatíðin, sum nú stundar til, man fara at roynast. Jens-Kjeld Jensen, fugla- útstappari, sigur, at ógvu- liga torført er at siga, hvussu eitt fuglaár fer at roynast. - Vit høvdu eitt gott lundaár í fjør, hóast fiski- frøðingar søgdu, at gróður- in í sjónum var ógvuliga vánaligur. Í ár siga teir, at gróðurin er helmingin bet- ur, men kortini hevur hetta árið roynst av teimum allar ringastu til lunda, sigur hann. Havhesturin Jens-Kjeld sigur, at hann hevur onga meting av, hvussu støðan við havhest- inum er í ár. - Men tað nýtist ikki at vera samanfall millum lundan og havhestin, tí føð- in og lívsmynstrið er ymiskt. Hann sigur, at meðan lundin livir av nebbasild, sum gongur lutfalsliga nær landi, flýgur havhesturin um eitt nógv størri øki og livir av eitt nú slógvi, høgguslokki og nebbasild. - Tí er í løtuni torført at siga, hvussu verður við havhestinum í ár. Seint búgvin Fuglamaðurin sigur, at hann í 1993, sum var eitt vánaligt lundaár, taldi hav- hestaungarnar, sum sótu á Grønadalsrók í Nólsoy. - Eg taldi 47. Í hesi vik- uni hugdi eg ein túr niðan á Grønadal, og hesaferð taldi eg bert 21 havhestaungar. Men her skal sigast, at rókin er vorðin minni, og grasið er ógvuliga sítt ár. So, hetta er ikki ein saman- burður, sum kann brúkast til nakað serligt. Jens-Kjeld heldur tó, at havhestaungin er seinur á veg í ár, tí flestu ungarnir sóu smáir út og vóru fram- vegis dúnutir. Hann sigur, at fríggja- dagin verður farið við línu at kanna nærri, hvussu út sær við havhestinum í ár. - Tá ið hesin túrurin er gjørdur, hava vit eina betri meting av støðuni, sigur Jens-Kjeld Jensen. Eingin samanhangur Hann sigur, at tá ið felli er, er ofta lítil samanhangur í tí heila. Í hesum førinum sip- ar hann til lundan. - Í ár eins og í 1991 og 1992, vísir tað seg, at lund- in hevur vorpið yvir eitt lut- falsliga langt tíðarskeið. So seint sum 10. august í ár, sótu nýklaktar lundapisur í holuni, og sildberi fleyg við nebbasild. Jens-Kjeld Jensen sigur, at tað vísir seg, at náttúran tekur hædd fyri umstøðun- um. - Varp allur lundin um somu tíð, og eingin føði var til pisurnar júst tá, hevði alt doyð í raki. Hann vísir á, at ein dagin herfyri fann ein nólsoying- ur tvær deyðar lundapisur í einum neti til eina fleyga- stong – og hesar báðar vóru bæði stórar og feitar. - So, tað er ikki altíð so lætt at siga, hvussu alt í náttúruni hongur saman, ásannar fuglamaðurin, Jens-Kjeld Jensen. Flatmaðkur og morsnigil fjølgast um landið Torir einki at siga um havhest - Drepara-snigilin, sum hann verður róptur á donskum ella morsnigilin, sum hann verður róptur á føroyskum, er heldur størri enn vanligi snigilin. Hann er sum teir størstu sniglarnir, vit vanliga síggja, og hann hevur ongar fíggindar – uttan frostið. Men vit hava einki frost at tosa um longur. Morsnigilin etur ikki vanligu sniglarnar, men kann taka lívsgrundarlagið undan teimum, sigur Jens-Kjeld Jensen Felagsskúlin á Oyrarbakka hevur flutt undirvísingina umleið ein hálvan tíma fyri at fáa tíðina at passa betri við ruturnar hjá Bygdaleiðum UNDIRVÍSING Edvard Joensen Næmingarnir við Felags- skúlan á Oyrarbakka byrja ikki undirvísingina á morgni fyrr enn klokkan fimm minuttir í hálvgum níggu. Hetta verður gjørt fyri at fáa skúlatíðina at passa saman við rutunum hjá Bygdaleiðum. Hans Erland í Brekkun- um, skúlastjóri við Felags- skúlan á Oyrarbakka, sigur, at ruturnar liggja soleiðis, at um næmingarnir koma i skúla við teimum rutunum, sum koma áðrenn klokkan átta á morgni, verða tey noydd at bíða út móti einum hálvum tíma við skúlan, áðrenn tey sleppa í gongd. Sama lagið var eis- ini í hinum endanum, har tey eisini skuldu bíða einar 20 minuttir ella so frá tí, tímin var liðugur, til buss- urin fór. Fyri at sleppa undan, at næmingarnir brúka út við ein heilan tíma um dagin til at bíða við skúlan, hevur leiðslan gjørt av at byrja so mikið seinri á morgni, at til ber at brúka ruturnar hjá Bygdaleiðum, sum fara av Eiði og úr Tjørnuvík klokk- an átta á morgni. Tær eru so á Oyrarbakka klokkan tíggju minuttir í hálvgum níggju. Hjá næmingum, sum búgva við Gjógv, merkja hesir 25 minuttirnir, skúla- gongdin byrjar seinni á morgni, at tey kunnu fara eini trý korter seinni heim- an í frá hvønn morgun. Men so er aftur galið hin- vegin, sigur Hans Erland í Brekkunum, skúlastjóri. Tí til teirra, sum búgva sunnan fyri brúnna um Streymin, tað eru tey úr Streymnesi, Hvalvík og Hósvík, er als ongin ruta, tey kunnu brúka. Tí hevur verið neyð- ugt hjá skúlanum at leiga buss at koyra skúlabarna- koyring, sum gjørt varð í gomlum døgum. Leið 400 passar hvørgan veg til skúlatíðina á Oyrarbakka, sigur skúlastjórin. Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Lands- ins, sigur, at hjá teimum er ein uppgáva at røkja, og tað er at fáa sum flest fólk flutt sum best á rutunum hjá Bygdaleiðum. Hann sigur, at tey hava tosað við leiðsluna á Felagsskúlanum nakrar ferðir seinnu árini. Hann vísir eisini á, at Bygdaleiðir eisini skulu røkja rutuna víðari eitt nú til Leirvíkar og Fuglafjarðar. – Vit royna at gera tað so gott, vit kunnu, sigur Poul Jákup Thomsen. Og vit hava so valt at hyggja at, hvar tørvurin er størstur. Hann vísir á, at tað er í grundini ikki ábyrgdin hjá Strandferðsluni at flyta skúlabørnini. Tann ábyrgd- in ligur hjá kommununum. Men Strandferðslan roynir at leggja ruturnar soleiðis, at tær í mestan mun eisini kunnu nýtast av skúlabørn- um. Og tað verða tær, í tann mun, tað ber til. Eisini á Oyrarbakka, hóast undir- vísingin nú er flutt. Men har, eingin ruta er, verður so neyðugt hjá skúl- um og kommunum at finna aðra loysn. Nýggja virkið hjá Salmon Proteins á Eiði, sum skal viðgera slógv frá alivinnuni, er farið undir at savna slógvið saman. Verulig framleiðsla byrjar um einar tíggjar vikur ALIVINNA Edvard Joensen Teir eru farnir undir at heinta slógv til virkið hjá Salmon Proteins á Eiði. Framleiðslan byrjar um einar tríggjar vikur ella so, sigur stjórin á virkinum. Tveir serútgjørdir tanga- bilar síggjast av og á við alibrúk og kryvjivirki hjá alivinnuni kring landið. Hetta eru bilarnir, sum koyra runt at savna slógvið frá alifiskinum, sum við- gerast skal á nýggja virk- inum á Eiði. Jógvan Emil Nielsen, stjóri á Salmon Proteins, sigur, at hóast teir eru farnir at savna inn slógv og lata í stóru goymslutangarnar, sum settir eru upp sunnan fyri virkið suðuri undir Skúlagerðinum, fer sjálv framleiðslan at bíða nakrar dagar enn. Teir eru í ferð við at leggja seinastu hond á sjálvar bygningarnar, og fólk er í holt við at montera tað seinasta í samband við verksmiðjuna. Jógvan emil Nielsen væntar, at eini fýra fólk verða knýtt at virkinum, nú byrjað veðrur. Umframt hann sjálvan skal ein maskinmeistari vera at passa sjálva verksmiðjuna, og so eini tvey arbeiðsfólk afturat. Umframt koma so tveir bilførarar hjá flutningsfel- agnum Hans Egil Joensen & Synir á Eiði, sum hevur fingið til uppgávu at savna slógvið kring landið og flyta tað til Eiðis. Til tað arbeiðið hevur felagið fingið serútgjørdar bilar, sum koyra runt við leysum tangum, ið settir verða við alibrúk og kryvji- virki. Tá fult er, verða teir so skiftir um við aðrar, sum bilurin hevur við. Tangarnir eru serútgjør- dir og sera væl tryggjaðir, greiðir Jógvan Emil Niels- en frá. Teir eru gjørdir í tveimum, har ein stórur tangi er at fylla í. Um so er, at tað flýtur yvir, rennur einki út, uttan fer beinleiðis í ein tiltakstanga, sum bygdur er fastur í hin tang- an. Sama er við ventil- skipanini, sum eisini er dupult, sigur Jógvan Emil Nielsen. Felagsskúlin flytir skúlatíðina Sundalagið er knútapunkt fyri Bygdaleiðir, men ruturnar passa ikki altíð til skúlatíðina hjá Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Skúlin hevur tí broytt tíðirnar eftir ferðaætlanini hjá Bygdaleiðum Nú er slógv í tangunum Stóru tangarnir uttan fyri virkisbygningin hjá Salmon Proteins taka í móti tí slógvi, sum óviðgjørt kemur til virkið. Byrjað er nú at fylla í teir Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4