Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 156 - 21. august 2003 Nr. 156 - 21. august 2003 7 Týsdagin fór seks ára gamla Alberta Magnusson úr Haraldssundi í skúla fyri fyrstu ferð. Hon hevur tíggju floks- felagar, men ongin av teimum er á hennara aldri. Í Kunoy ganga trý børn, men har er ikki nakar fyrsti floks næmingur, og sostatt er Alberta tann einasta á oynni SKÚLI Solby A. Eliasen Haraldssund: – Eg havi glett meg so longi til at sleppa í skúla, sigur seks ára gamla Alberta, sum er ein avbera fitt og skilagóð genta. Serstakt við henni í mun til onnur, sum eisini eru farin í fyrsta flokk er, at hon hevur ongar javnaldr- andi floksfelagar. Men tað letur ikki til at gera nakað fyri hana. – Tað bilar onki, sigur hon avgjørd á málinum og hyggur upp við stórum og smílandi eygum. Útlitini framyvir fyri skúlabørnum í Haralds- sundi eru ikki so góð long- ur. Tað ganga 11 børn í skúlanum í dag, og kom- andi ár kemur eitt afturat, og so kemur onki í tvey ár, og síðani er tað aftur, sum nú er, bert tað eina barnið, sum fer í fyrsta flokk. Alberta er so fín í mor- gun í nýggjum klæðum, sum hon hevur fingið til at ganga í skúla í og við fitt- um rottuhalum, sum hon sigur, at mamma hennara hevur greitt henni. Hon sit- ur mitt í skúlastovuni í mill- um øll hini, sum lata til at vera fegin um, at hon nú er komin afturat. Hon greiðir spent frá, at ætlanin hjá skúlanum er at fara ein túr til Hetlands. Lærari í Haraldssundi er Magna Thomassen. Hon hevur verið har síðani 1998. Magna hevur verið lærari í nógv ár, og hon sigur, at henni dámar sera væl at vera á bygdaskúla. Hon býr í Klaksvík og koyrir so hvønn dag teinin til Haraldssund, sum bert tekur einar 10-15 minuttir. Hon hevur ferðast nógv við skúlabørnunum runt í Før- oyum, men í ár er so sum sagt ætlanin at fara út um landoddarnar. Hini, sum ganga í Har- aldssunds skúla, ganga í triðja til og við seynda flokki. Millum onnur er beiggin hjá Albertu, Ras- mus, sum gongur í sjeynda flokki. Tað merkir so sam- stundis, at hetta er tað sein- asta árið hjá honum í skúl- anum í bygdini. Komandi ár skal hann til Klaksvíkar at ganga í skúla. Og tað hel- dur hann ikki vera so galið. Teir eru tveir í sjeynda flokki, og báðir fara at fáa eina lítla smakkiroynd uppá, hvussu tað verður í áttanda flokki í ár. Tí teir skulu inn til Klaksvíkar at hava alis- og evnafrøði, tí skúlin í bygdini hevur ikki ta neyðugu útgerðina til allar royndirnar og annað, sum gjørt verður í hesum lærugreinunum. Alberta sigur, at beiggi hennara hevur sagt henni frá ymsum, sum tey plaga at gera í skúlanum, so hon er sera spent upp á at koma rættuliga í gongd. Truplar umstøður Skúlastovan í Haraldssundi er lítil, men hugnalig. Men tað er ikki bara sum at siga tað at undirvísa hesum 11 børnunum eftir krøvunum hjá fólkaskúlalógini. Skúlin hevur sum vera man onga serstovu, so allar læru- greinarnar eru í einari og somu stovu. Eisini handa- verk og list. Til tíðir ber illa til hjá teimum, serliga tá tey hava smíð og køk. Men Magna er ikki ráðaleys. Hon hevur onkuntíð tikið børnini heim við til sín at gera arbeiðið liðugt og at gera mat, sum ikki ber til í stovuni í skúlanum. Skúlin hevur tvær teldur, sum eru til stóra gleði hjá næmingunum. Ítrótt fara tey til Klaksvíkar at hava. Men hvønn dag í viku tað er, er ikki endaliga staðfest enn, og tískil hava næming- arnir í Haraldssundi ikki fingið ta endaligu tímatalv- una enn. Men fyri tað verð- ur ikki ligið á tí latu síðuni. Hendan morgunin Sosialur- in vitjar, hava tey føroyskt og tosa um torvhús. Magna sigur, at tað ber slettis ikki til at samanbera ein stóran skúla við ein bygdaskúla, sum tann í Haraldssundi. – Eg havi verið lærari í so mong ár nú á stórum skúl- um. Nógvir lærarar halda, at hetta er onki, men ein og hvør átti at roynt tað. Tí tað er ein stór avbjóðing at hava so nógvar árgangir í eini og somu stovu í senn, sigur hon. Og hon leggur afturat, at krøvini til lær- aran eru nøkur heilt onnur, tí tá skal hann undirvísa í øllum lærugreinum. – Her nyttar onki at siga, at ein ikki dugir nakað í evning ella smíð. Ella at ein ikki dugir at syngja. Tey skulu hava lærugreinarar og undirvísing í teimum, tað er onki at gera við, sigur Magna, sum nú er farin í fast starv í Haraldssundi. Børnini í Haraldssunds skúla eru ikki øðrvísi enn onnur. Nøkur eru glað, nú skúlin er byrjaður aftur, meðan onnur eru um at sálast. Men tað er helst ein, sum er meira spent og glað- ari enn hini. Og tað man vera lítla Alberta, sum er farin í holt við at læra seg stavirnar og tølini. Rættulig gongd er nú komin á arbeiðið við at gera rundkoyring- ina um posthúshorn- ið í Klaksvík. Ferðslan er nú umskipað nakað, og Hanus Poulsen, byggifrøð- ingur hjá kommun- uni, sigur, at tað kunnu væntast fleiri umskipingar komandi vikurnar RUNDKOYRING Solby A. Eliasen Klaksvík: Í mong ár hava fólk tosað um hesa góðu rundkoyring, sum nú er við at koma um posthúshornið í Klaksvík. Og nú er hon ikki langt burtur. Arbeiðið hevur gingið væl, hóast tað varð darvað av verkfallinum á privata arbeiðsmarknaðin- um fyrr í ár og síðani av summarfrítíðini. Men Hanus Poulsen sigur, at kommunan hevur boðað arbeiðstakarunum frá, at tað skal ganga skjótari, og tað sást aftur nú. Ferðslan er nú eisini um- skipað, tí tann nýggi vegur- in tvørtur um Vágsbø er tikin í nýtslu, hóast hann slettis ikki er liðugur enn. Hetta elvir til eitt sindur av ólagi á ferðsluni, tí bilførar- ar ikki eru vanir við henda vegin, og tí at hann fram- vegis bert er ein arbeiðs- vegur. Hanus greiðir frá, at tað fara at koma enn fleiri umskipingar og at ferðslan fer at verða darvað enn meira, men samstundis leggur hann afturat, at tað letur ikki til, at fólk eru stórvegis ónøgd við hetta. – Fólk lata til at skilja hetta væl og finna seg í tí. Tey vita, at soleiðis má tað vera, meðan arbeiðið er í gerð, sigur hann. Sum nú er, er vegastrekk- ið frá Klaksvíksvegnum til Gerðagøtu og niðan Bøgøtu stongt, tí arbeitt verður við omankoyringini frá Bøgøtu og í sjálva rundkoyringina. Hanus sigur, at menn fara at arbeiða eftir klokkuni við teimum ymsu vegunum, sum skulu ganga inn í rund- koyringina. – Teir eru sum sagt í holt við Bøgøtu, sum tá arbeiðið verður liðugt ikki longur verður einsrættaður vegur. Tá teir eru lidnir við hana, fara teir til omankoyringina við síðuna av handilinum hjá H. Michael Jacobsen. Tann gøtan verður stongd framyvir. Og oman og nið- an koyringini norðan fyri gamla kirkjugarð í Vágs- túni verður síðani gjørd. Hesin vegur kemur at ganga beinleiðis í rund- koyringina. Síðani verður tað Klaksvíksvegurin og at enda Biskopstøðgøta, og so eru allir vegirnir gjørdir. So tað er eyðsæð, at ferðslan verður nógv broytt tær komandi vikurnar, sigur Hanus Poulsen, sum ikki torir at siga við vissu, nær væntast kann, at arbeiðið verður liðugt. Upprunaliga segði tíðar- ætlanin síðst í september, men Hanus veit ikki, um teir náa tað. – Arbeiðið hevur sum sagt verið nógv darvað av verkfalli og frítíð, men nú gongur tað skjótt, sigur hann. Men undir øllum um- støðum kann so staðfestast, at so longi arbeiðið upp á rundkoyringina er í gerð, so fer tað at merkjast væl í ferðsluni í miðbýnum í Klaksvík. Men tað fara fólk helst at sláa seg til tols við, tí talan er jú bert um eitt avmarkað tíðarskeið. Alberta einasti fyrstifloks næmingur á Kunoynni Seks ára gamla Alberta fór í skúla á fyrsta sinni týsdagin. Hon hevur verið sera spent til at fara í skúla Rundkoyringin nærkast 11 børn ganga í skúla í Haraldssundi. Alberta er tó tann einasta, sum gongur í fyrsta flokki, men tað leggur hon ikki petti í, sigur hon Klaksvíkingar mugu nú venja seg við nakrar umfatandi broytingar í ferðsluni í miðbýnum frá nú av inntil rundkoyringin er liðug Eftir at hava arbeitt við eini endurreising- arætlan í longri tíð, er nú eydnast at útvega íløgu- og rakstrar- fígging til framhald- andi rakstur í Kolla- fjørð Pelagic. Hol- lendska felagið, Kloosterboer, er ikki longur partaeigari, og seks føroyskir íleggj- arar hava lagt lunnar undir framhaldandi virksemið í Kollafirði við 30 milliónum í nýggjum peningi ENDURREISN Heini í Skorini Fyri 2-3 árum síðani fór stóra verkætlanin í Kolla- firði í gongd, har stóru bygningarnir skuldu hýsa frystigoymslu og framleið- slu av fiski. Ætlanirnar vóru stórar, og m.a. skuldi talan vera um ein miðdepil á hesum øki í Norður- atlantshavi. Hálendingarnir úr Kloosterboer skuldu standa fyri frystigoymsl- unum, meðan Kollafjord Pelagic skuldi framleiða fiskin. Men gongd kom ongan- tíð veruliga á verkætlanina, og lítið lív hevur verið kring stóru bygningarnir í Kollafirði seinastu tíðina, serliga av einum høvuðs- trupulleika. – Høvuðsorsøkin hevur fyrst og fremst verið ein rúgva av tekniskum trupul- leikum, sum vit nú hava fingið lokaliserað og gjørt ætlanir um, hvussu vit skulu loysa, sigur Johan Dahl, sum í dag er stjóri í Kollafjørð Pelagic. Hann vísir á, at pakkiøkið og frystiøkið ikki hava verið í lagi, og tað er sambært stjóranum tað týdningar- miklasta í øllum virksem- inum. – Nakrar broytingar eru á veg, og m.a. skulu tunnlar gerast til frystigoymslur, sum vit í løtuni arbeiða við, sigur Johan Dahl. Johan hevur ikki verið við frá byrjan, men tók løg- tingsmaðurin við stjóra- sessinum, eftir at virksemið varð minkað og alt ikki gekk eftir ætlan. Tá vóru tað Janus Norðberg og há- lendingurin, Kloosterboer, sum ráddu fyri frysti- og framleiðsluborgunum í Kollafirði. Endurreisn við 30 nýggjum mió. Nú verður so aftur roynt, og seks føroyskir íleggjarar hava sett nýggjan pening í. P/F Driftin, P/F E.M. Shipp- ing, P/F Vinnan, Trygging- arfelagið Føroyar, Føroya Sparikassi og Notio Ílegg- ingarfelagið eru nýggju íleggjararnir, og sambært Johan Dahl eru 30 mió. krónur komnar til av nýggj- um, innskotnum kapitali. Hollendska felagið, Kloost- erboer, er ikki longur er partaeigari, og hava teir sambært stjóranum ásann- að, at teir hava mist nógvan pening orsakað av stóru verkætlanini í Kollafirði. Men tað merkir ikki, at teir ikki eru inni í myndini meir. – Teir koma framhald- andi at taka sær av at fáa vøru yvir á goymsluna og syrgja fyri, at vøran kemur víðari frá Kollafjørð Pelag- ic, hóast teir ikki meiri eru partaeigarar í okkara fyri- tøku, sigur Johan Dahl. Hann vísir á, at Kloosterbo- er, sum sjálvir framhald- andi eiga frystigoymsluna, hava ásannað, at teir mugu satsað uppá tað, teir eru góðir til, og tað er flutning- ur og frystigoymslur, slær Johan Dahl fast. Í løtuni eru sostatt fyri- reikingar í gongd, og í fyrstu atløgu er talan um tillagingar av útbúnaðinum á virkinum. Eftir stegðin er ætlanin nú, at virkið aftur fer at taka ímóti uppisjóar- fiski í desember 2003. Ætlanin at gerast miðdepil Kollafjørð Pelagic fer so- statt í nærmastu framtíð at framleiða feskan fisk, sum sostatt fer víðari til frysti- goymsluna hjá hálending- um. Sambært Johan Dahl er ætlanin framhaldandi, at virkið kann gerast miðdepil í Norðuratlantshavi. – Um ein ikki trýr uppá tað, so er jú eingin orsøk at seta pengar í virkið og ar- beiða við eini endurreisn. Verandi leiðsla, nevnd og áðurnevndu íleggjarar trúgva uppá, at endamálið kann røkkast, vísir stjórin í Kollafjørð Pelagic á. Tað hevur t.d. verið ført fram av ávísum politikar- um, at Føroyar ikki er ein miðdepil á hesum øki í Norðuratlantshavi, og at tað tískil er bíligari t.d. at fara til Noregs við fiskinum, men hetta sær Johan Dahl ikki sum ein trupulleika. Einasta framleiðsluvirkið Johan Dahl vísir haraftur- ímóti á, at í løtuni er einki framleiðsluvirkið, sum fram- leiðir vøru og selir hana lidna sum mannaføði, og tað er júst hetta, sum satsað verður uppá. – Hetta kann vera eitt íkast til føroyska samfelag- ið, tí nú hevur man møgu- leikan at framleiða pelag- iskan fisk í Føroyum, og tað ger einki annað virki í Føroyum í løtuni, sigur Jo- han Dahl. Onnur virki hava gjørt hetta fyrr, men tað hevur bert verið í smáum nøgd- um, sum ikki hevur verið áhugavert fyri skipini, og tískil verður Kollafjørð Pelagic fyrsta virkið av sín- um slag í Føroyum. 20-25 arbeiðsfólk Tá virksemið nú aftur fer í gongd, nevnir stjórin, at umleið 20-25 fólk vænt- andi fara at arbeiða á Kolla- fjørð Pelagic. Johan Dahl heldur sum sagt fram sum stjóri, men á eykaaðalfundi leygardagin varð nýggj nevnd vald. Sverri Hansen er nevndar- formaður, meðan Anfinn Olsen, Tummas Christoph- ersen, Jákup Magnussen og Einar Johansen eru nevnd- arlimir. Kollafjørð Pelagic endurreist við 30 føroyskum milliónum Við 30 nýggjum føroyskum milliónum verður Kollafjørð Pelagic nú endurreist, uttan at hollendska felagið, Kloosterboer, er partaeigari. – Vit trúgva uppá, at vit kunnu gerast miðdepilin í Norðuratlantshavi í sambandi við framleiðslu av pelagiskum fiski, sigur stjórin, Johan Dahl, sum her er avmyndaður frammanfyri borg sína í Kollafirði Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6