Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 156 - 21. august 2003 Nr. 156 - 21. august 2003 9 Serliga varð Semings- stovnurin nógv um- røddur á kunnandi fundinum hjá Vinnu- málaráðnum týs- dagin. Landsstýris- maðurin hevur valt at geva feløgunum á ar- beiðsmarknaðinum longri skotbráð at koma við sínum tilmæli. Freistin er nú sett til 29.september KUNNING Páll Holm Johannesen Seinnapartin týsdagin helt Vinnumálaráðið kunnandi fund fyri pørtunum á ar- beiðsmarknaðinum. Kunn- að varð um nýggja upp- skotið hjá Vinnumálaráðn- um um at víðka heimildirn- ar hjá Semingsstovnin og at lóggeva fyri einum føstum gerðarrætti. Góð 80 fólk vóru møtt til fundin á Hotel Føroyum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, legði út við at kunna um nýggja uppskotið, og eftir framløguna, var høvi hjá feløgunum á arbeiðs- marknaðinum at gera við- merkingar. Semingsstovnurin nógv umrøddur Bjarni Djurholm fortelur, at serliga varð nógv kjakast um Semingsstovnin, og har vístu fleiri á, at hann við nýggja uppskotinum fær ov stórar heimildir. Landsstyrismaðurin hevði undan fundinum væntað, at størsta kjakið fór at standast av fasta gerðar- rættinum, sum kortini fekk hann ikki nógva umrøðu. Bjarni Djurholm metir kunnandi fundin hava verið gevandi, og hann fer at taka viðmerkingarnar til sín. Freistin hjá feløgum at geva sítt endaliga tilmæli um nýggja uppskotið hjá Vinnumálaráðnum varð sett til 25 august, men freistin er nú hon longd. Orsaka av summarfrítíðini, hevur landsstýrismaðurin valt at geva feløgunum á arbeiðsmarknaðinum freist til 29. september. Størsta fakfelagið á almenna arbeiðs- marknaðinum vil ikki hoyra nakað um, at politiski myndug- leikin leggur seg út í viðurskiftini á ar- beiðsmarknaðinum. Formaðurin, Gunn- leivur Dalsgaard, sigur, at tað eiga at vera feløgini sjálvi, sum koma til sættis um broytingarnar á føroyska arbeiðs- marknaðinum NÝGGJ ARBEIÐS- MARKNAÐARLÓG Páll Holm Johannesen Tað vóru fleiri av fundar- gestunum, ið løgdu til merkis, at størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknað- inum, Starvsmannafelagið, als ikki var umboðað á kunningarfundinum hjá Vinnumálaráðnum týsdag- in. Í tíðindaskrivi til fjøl- miðlarnar, hevur Starvs- mannafelagið 15. august boðað Vinnumálaráðnum frá, at felagið hevði ongar ætlanir um at møta á kunn- ingarfundinum. Skert frælsi Í brævinum framgongur, at Starvsmannafelagið ikki kann góðtaka, at lóggávu- valdið leggur seg út í skip- anina á arbeiðsmarknaðin- um. Víst verður á, at á føroyska arbeiðsmarknað- inum er frælsur avtalu- og samráðingarrættur gald- andi, og við at lóggávuvaldi ætlar leggja uppskot fram um lóggeving, metir felag- ið, at hesi rættindi verða nógv skerd. Starvsmannafelagið leggur í sama viðfangi afturat, at felagið ikki er ímóti broytingum á ar- beiðsmarknaðinum, men, at hesar broyingar skulu fremjast sambært semju og avtalu millum sáttmálapart- arnar sjálvar. Illa umhugsað Starvsmannafelagið fýlist eisini á, at Vinnumálaráðið leggur fundin sama dag, sum felagið og Fíggjar- málaráðið skulu seta seg við fundarborðið, har semja skal finnast um nýggjan sáttmála. Felagið heldur mannagongdina vera sera illa umhugsað av Vinnu- málaráðnum. Starvsmannafelagið sig- ur eisini í niðurstøðuni í brævinum til Vinnumála- ráðið, at tað ynskir, at polit- iski myndugleikin heldur seg langt burtur frá at lóg- geva á økinum, tí grund- leggjandi rættindi verða skerd hjá fakfeløgunum Halda fast Gunnleivur Dalsgaard sigur í viðmerking til tíðinda- skrivið, at felagið hevur ongar ætlanir um at sleppa sínum greiðu sjónarmiðum á økinum. Hann sigur, at felagið hevur endaliga viðgjørt uppskotið hjá Vinnumála- ráðnum, og felagið fer ikki at broyta hugsan til 29. september, tá endaligu til- mælini hjá feløgunum á ar- beiðsmarknaðinum skulu latast Vinnumálaráðnum. – Vit eru sannførd um, at tað skulu fyrst og fremst vera feløgini sjálvi, sum blíva samd um nýggja lóg, og ikki politiski myndug- leikin, sigur Gunnleivur Dalsgaard. Spurdur, um søgan ikki hevur víst, at fakfeløgini og arbeiðsgevararnir megna ikki sjálvi at koma til sættis, svarar formaðurin í Starvsmannafelagnum, at tað hevur aldrin skortað á viljan hjá fakfeløgunum, og tað aldrin hevur verið nøk- ur verulig viðgerð av mál- inum. Hann vísir á, at politiski myndugleikin hevur onkuntíð roynt at lagt upp- skot fram, men talan hevur heldur verið um eina provokation, og tað kunnu fakfeløgini ikki taka tey fyri fult. Onga viðmerking Starvsmannafelagið fór týsdagin undir lønarsam- ráðingarnar við Fíggjar- málaráðið. Gunnleivur Dalsgaard vil einki siga, um hvussu tað gongur við samráðingunum við Fíggjarmálaráðið, og sigur seg ikki hava nakra viðmerking. Einasta vit fáa at vita er, at partarnir sam- ráðast uttanfyri Havnina, og partarnir tosa leysliga saman um krøvini. Landsstýrismaðurin í vinnumálum: Gevandi fundur STEVNING Páll Holm Johannesen Havnar Handverkarafel- agið hevur stevnt fyrr- verandi formanni felags- ins, Eyðfinni Petersen. Felagið metir seg hava rætt til ein ágóða hjá fyrrverandi formannin- um. Advokaturin hjá Havnar Handverkarafel- ag vil ikki upplýsa, hvat fyri ágóða talan er um. Rættarmálið er fram- vegis í fyrireikandi skeiðnum. Umboð fyri Havnar Handsverkarafel- ag og Eyðfinn Petersen hava skift um skrivlig skrivligt skjøl, og part- arnir fáa nú høvi til leggja síni sjónarmið fram, áðrenn farið verður undir endaliga dómsvið- gerðina. Advokaturin hjá Havn- ar Handverkarafelag, Ólavur Jákup Kristoffer- sen, sigur seg vænta, at tað kann taka fleiri mán- aðir, áðrenn rættarmálið endaliga verður avgreitt. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Eyð- finni Petersen, men uttan úrslit. Vit royna aftur til næsta blað. Starvsmannafelagið setur seg ímóti Vinnumálaráðnum Havnar Handverkara- felag stevnt fyrrverandi formanni Fleiri av fundargestunum gjørdust bilsnir av, at Starvsmannafelagið ikki var umboðað á kunnandi fundinum hjá Vinnumálaráðnum týsdagin. Í brævi til Vinnumálaráðið, sigur felagið seg als ikki kunna taka undir við mannagondini hjá politiska myndugleikanum Mynd: Savnsmynd Óli Jacobsen 60 ár Í dag 21. august fyllir for- maður Føroya Fiskimanna- felags, Óli Jacobsen, 60 ár. Óla hitti eg fyrstu ferð fyri 30 árum síðan. Tá var hann nývaldur sum for- maður í Føroya Fiski- mannafelag. Síðani tá hev- ur verið vinskapur og gott samstarv okkara millum. Ígjøgnum tíðina hevur Óli verið fiskimannafelagnum ein góður formaður, serliga á altjóða støði, har vit hava arbeitt nógv saman. Óli hevur brúkt nógva orku til at umboða sínar landsmenn og sítt land sum formaður í fiskimannadeildini í ITF. Umframt alt hetta hevur verið ein einastandandi góður vinskapur millum okkara familjur. Eg, Nico- lina og børnini senda hon- um, Kirstin, og børnunum kærar heilsanir á føðingar- degnum. Góði Óli, hjartaliga til- lukku við 60 ára føðingar- degnum og alt tað besta framyvir ynskja vit á Sjó- mannasambandi Islands Lifðu heill Óskar Vigfusson Óli Jacobsen á Fiskimanna- felagnum 60 ár Í dag, 21 august, fyllir Óli Jacobsen úr Tjørnustovu, formaður í Føroya Fiski- mannafelagi í meira enn trý tey seinastu tíggjuáraskeið- ini og fyrrverandi lands- stýrismaður, seksti ár. Hesin sera virkni, evna- ríki og á nógvan hátt sjáld- sami maðurin er føddur tann 21.august 1943 í Kalundborg í Norðursæ- landi í Danmørk, har for- eldrini hjá honum búðu undir krígnum. Faðir hans- ara, Vilhelm, f.1915, er ætt- aður úr Norðragøtu, har hann hevði verið bóndi í mong ár. Í dag býr hann á Ellisheiminum í Runavík. Móðurin, Elisa, fødd Joen- sen (Háberg), 1911-1997, var ættað úr Havn. Foreldur Óla giftust í 1942 og fingu tey seks børn. Umframt Óla, ið er elstur í systkina- flokkinum, eru tey Malan, f.1945, einkjan eftur Jon- hardi Dahl-Jacobsen úr Syðrugøtu, búsitandi í Havn, Petur, f.1947, búsitandi í Århus í Danmørk, Elin, f.1949, gift við Pálli Vang av Tvøroyri og búsitandi har, Anna-Maria, f.1950, gift við Jákupi Sørensen úr Klaksvík, búsitandi í Hoy- vík, Lissi, f.1957, gift við Henningi Hansen av Skála og búsitandi í Havn. Tá ið Óli skuldi byrja í fólkaskúla, flutti familjan til Føroya og búsettist í Tjørnustovu í Norðragøtu. Tíðliga vísti tað seg, at Óli hevði áhuga fyri øllum tí, sum fyrifórst í samfelag- num, millum annað poli- tikki og fiskivinnu. Fjúrtan ára gamal fór hann fyrstu ferð til skips. Sum ungur, gjørdist hann virkin í poli- tikki og fakfelagsarbeiði. Í 1970 varð hann, bert 27 ára gamal, valdur til formann í Føroya Fiskimannafelagi. Tað eru fleiri ættarlið av sjómonnum, sum hava stríðst ígjøgnum árini til tess at vinna Føroyum ríki- dømi og vælferð í størstu vinnu landsins, nevniliga fiskivinnu. Men ferð eftir ferð sýndu eldri og yngri fiskimenn Óla Jacobsen álit sitt, tá ið teir aftur og aftur valdu hann til al- menna umboðsmann sín í Fiskimannafelagnum. Sum fakfelagsformaður í skriv- stovuni á Bryggjubakka, hevur Óli í samfull 33 ár vart áhugamál føroyska fiskimanna – bæði her heima og uttan fyri land- oddarnar. Hann man vera tann persónurin í landinum, ið hevur sitið longst í ein- um og sama leiðarastarvi. Óli hevur eisini í nógv ár umboðað Føroyar í Altjóða Felagskapi Flutningsmanna (ITF, International Tran- sport Workers’ Federation), har hann er deildarleiðari á fiskimannadeildini og ein av høvuðsráðgevunum. Í sambandi við fundir og ráð- stevnur hevur Óli ferðast so at siga um allan heimin. Kreppuárini kendi Óli seg noyddan til at fara uppí stórpolitikk. Hann fekk flestar persónligar atkvøður í Eysturoyar valdømi á Løgtingsvalinum í 1994. Hann sat í Løgtinginum fyri Verkamannafylkingina tað valskeið, umframt at vera landsstýrismaður í tveimum umførum: í 1994- 1996 í ídnaðarmálum, handils- og vinnumálum, arbeiðaramálum, landbúnað- armálum, tryggingarmálum og rættarmálum, og í 1998 í almanna- og heilsumálum, arbeiðaramálum, trygg- ingarmálum og rættar- málum. Óli er kendur fyri at vera ein ógvuliga prinsippfullur maður, ið altíð stendur fast við sjónarmið síni og er til reiðar at verja tey alment. Óli hevur ongantíð gingið við rákinum. Heldur hevur hann altíð havt egnu sann- føringarnar, sum hann ikki er bangin at koma fram við. Sama, um ein er samdur ella ikki við sjónarmiðjum hansara, hevur ein stóra virðing fyri hesum gløgga og sera erliga, idealistiska persóninum. Óli hevur ein lættan penn og dugir at skriva um annað enn politikk og fiskivinnu. Tað mesta av tí fjølbroytta tilfarinum, ið vit kunnu finna í FF-Blaðnum, ið er málgagn Fiskimannafelags- ins – frásagnir úr øðrum londum, samrøður, familju- søgur, søguligt tilfar og annað – kemur úr hondum Óla. Óli úr Tjørnustovu er ein av teimum, ið stóran áhuga hava fyri føroyskari ættar- gransking og vita sera nógv um fólk í oyggjunum – bæði núlivandi føroyingar og forfedrar teirra. Óli er eisini ein sannur Russlandsvinur. Hann hev- ur verið í Russlandi heilar átjan ferðir, og er hann ein av teimum heilt fáu føroy- ingunum, ið duga at tosa russiskt. Tað tók Óla Jacobsen sína tíð at finna maka lívs- ins. Óli tekur onkuntíð skemtiliga til, at hann »fekk konuna í gávu á 12 ára føð- ingardegi sínum«. Og tað passar eisini! Kirstin er fødd tann 21. august 1955 og fyllir sostatt 48 ár í dag, sama dagin, sum maður hennara fyllir seksti. Kirst- in er ættað av Eiði og er ein av fimm systrum. Hinar eru Marsanna, ið er gift við Pálli Heinesen úr Klaksvík og búsitandi í Havn, Susan, ið er gift við Annfinni Norðbúð úr Klaksvík og búsitandi í Hirtshals í Danmørk, Henny, ið er gift við Óla Karl Olsen úr Klaksvík og búsitandi har, og Erlina, ið er gift við Jann Johannesen úr Kaldbak og búsitandi har. Foreldur Kirstin eru Nikkel Nielsen, f.1922 av Eiði og Margith, f.Sørensen í 1925, ættað úr Porkeri. Kirstin og Óli giftust í 1981. Síðan tá hava tey búð í góða, hugnaliga og sera gestablíða heimi sínum í Gríms Kambansgøtu í Havn. Børnini eru fýra í tali. Tey eru Linda, f.1982, trúlovað við Palla Skor- heim úr Klaksvík, Kári, f.1983, Óli Jákup, f.1987, og Tróndur, f.1991. Tey seinastu árini hevur Kirstin starvast í Føroya Spari- kassa í Havn. Kirstin og Óli fylla sama dagin. Men tey eru kortini sera ólík av lyndi og í med- ferð. Og hetta er kanska tað, sum ger hjúnarlag teirra so lukkuligt, sum tað einaferð er. Føðingardagsbørnini bæði eiga ein sera stóran og breiðan vinarskara. Og sannliga eru tey framúr góð vinfólk hjá einum at hava. Og tað eru nógv, sum hava havt eina stóra gleði at ásanna tað. Góðu Kirstin og Óli! Tykkum verður heilsað so hjartaliga á føðingardegi tykkara. IE NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 21. august. Sálomon. Til minis um hin vísa kongin Sálomon, sum sagt er frá í kapitlunum 1-11 í fyrru Kongabók í Gamla testamenti. Navnið merkir friður og vælferð. C M Y K 9 8