hósdagur 21. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 156 - 21. august 2003
Nr. 156 - 21. august 2003
11
Jógvan Elis Danielsen
Hvalba
Jeg er endda meget tilfreds
med, at der endelig vises
lidt konkurrence mellem
disse to flyselskaber, og vi
er mange der håber, at dette
kun er den første spire.
En priskrig har vi mangl-
et i mange år.
Hvad ligner det, at en fly-
billet til USA, skal være
billigere end en til Færøer-
ne.
Men, men. Hvorfor skal
vi færinger, der bor i Dan-
mark og flyver hjem 3-4
gange om året, ikke kunne
være med i den nye bonus-
ordning og nyde godt af
denne.
Det er min mening, at der
er en forskelsbehandling af
kunderne (passagererne) så
det basker.
Danskere der bor på Fær-
øerne, kan jo nyde godt af
bonusordningen.
Har de to flyselskaber
lyst og vilje til at gøre noget
ved problemet?
Det kunne for eksempel
være rabat når samme sel-
skab benyttes tre gange
inden for samme år.
Imødeser med forventn-
ing en tilfredsstillende løs-
ning.
Viðhvørt tykist tað, sum búskaparligi veruleikin hevur
ringt við at treingja ígjøgnum á politiska leikvøllinum.
Vit hava í vikuni verið vitni til, at landsbankastjórin er
komin við broyttum tølum fyri búskaparvøkstur, ikki
bert fyri í ár og næsta ár, men eisini tvey ár afturút. Við
øðrum orðum hevur vøksturin í føroyska búskapinum
ikki verið so stórur, sum vit hava hildið, og sitandi
samgonga hevur reypað um. Vøksturin í inniverandi
ári nærkast misteinkiliga nógv null, og hvør veit, kan-
ska ein endurskoðan um tvey ár fer at vísa júst hetta.
Okkara fíggjarmálaráðharri, ið hevur sagt í sjónvarpi,
at hann ongantíð fór at leggja eina fíggjarlóg við halli
fram, tosar nú um hall á fíggjarlógini. Skjótt gongur
hvønn vegin, má ásannast, og spennandi verður, um
Karsten Hansen nú fer at leggja frá sær, so onkur ann-
ar kann standa fyri fíggjarlógini við halli.
Búskapurin í Føroyum er stagneraður, og tað er alt, ið
bendir á, at vit mugu spenna beltið inn í Føroyum kom-
andi árini. Skilagóðu røddirnar, ið hava ávarað um
gongdina, hava verið kveistraðar til viks við ákærum
um at spreiða ræðumyndir, undirbrotligheit o.s.fr.
Blokkniðurskurðurin uppá 366 milliónir um árið – eina
góða millión um dagin – byrjar so smátt at merkjast,
hóast veljarin var fyrigyklaður, at hetta ikki fór at vera
so. Vit sóu, hvussu heimahjálpin var skerd herfyri, og
nú verður tosað um at leggja alla eldrarøkt út til
kommunurnar, allarhelst uttan at peningur fylgir við.
Alt hetta burdi gjørt, at politkarir nú steðgaðu á og
løgdu høvdið í blot fyri at tryggja, at samfelagið ikki
rennir seg í veruliga kreppu. Tíverri sær tað út sum, at
veruleikin hevur ringt við at treingja ígjøgnum.
Nú verður tosað um at privatisera Føroya Banka og lata
peningin fara til niðurgjald av landskassaskuld og
blokkniðurskurð. Við øðrum orðum vilja samgongu-
politikarar fara at skerja blokkin uppaftur meir, nú tað
av álvara byrjar at sansa at í landsbúskapinum og vit
fáa hall á fíggjarlógini. Hetta er ábyrgdarleyst og veru-
leikafjart. Hvussu nógv lond hava onga uttanlands-
skuld? Er tað realistiskt at gera útrokningar útfrá null
skuld í allar ævir frameftir?
Skal Føroya Banki privatiserast, so er uppskotið um at
lata øllum føroyingum partabrøv tað besta. Tá kemur
tað meiniga føroyinginum til góðar. Tað kann væl
verða, at tað í síðsta enda verða tey somu, ið eiga bank-
an, men í hvussu so er, so sleppur tann einstaki sjálvur
at raðfesta, hvussu peningurin frá eventuellari sølu skal
brúkast, heldur enn at peningurin verður brúktur til at
skera blokk við, samstundis sum vælferðartæansturnar
verða skerdar og øki verða kloynd niðuryvir kommun-
urnar, helst uttan pening. Samgongan hevur við sera
vánaligur raðfesting síni skatt álitið millum manna so-
mikið nógv, at føroyingurin er nógv betur stillaður við
sjálvur at umsita vinningin av privatiseringini av Før-
oya Banka sum einstaklingur. Uppskotið hjá Kristinu
Háfoss kann bert brúkast, um samgongan dugir betur
enn borgarin at raðfesta landsins pening, men sam-
gongan hevur prógvað júst tað øvugta.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Búskapurin, einskiljing
og blokkstuðul
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bemærkning til Maersk og Atlantis
udmærkede nye bonusordning
TÍÐINDASKRIV
Ung lesandi ídag hava ikki
nógv støð í Tórshavn at
hittast
aftaná
skúlatíð.
Vertshúsið ætlar at bøta um
hetta og bjóðar lesandi
kjallaran í Vertshúsinum
hvønn fríggjadag frá Kl
15.00-18.00. Har kunnu
ung fólk hittast og hugna
sær fyri sámuligar prísar.
Nú Fríggjadagin verður
lagt til brots við móttøku
Kl 15.00 og Kl 16.00 verð-
ur konsert við HEAD-
ACHE BLUES TREO.
Øll ung lesandi á Stu-
dentaskúlanum, Handils-
skúlanum, Tekniska Skúla,
Sjómansskúlanum o.s.fr.
eru vælkomin.
Lestrar Vertshúsið
Leygardagin 23. august
heldur KÍ sín 99 ára
stovningardag við
millum annað at
skipa fyri stórum føð-
ingardagshaldi á vøll-
inum í Djúpumýri í
Klaksvík, har øll eru
hjartaliga vælkomin
at verða við
FØÐINGARDAGUR
Tíðindaskriv frá KÍ
Tað var tann 24. august í
1904, at Klaksvíkar Ítrótt-
arfelag sá dagsins ljós. KÍ
er sostatt næstelsta fót-
bóltsfelag í landinum.
Sostatt er nú bert er eitt
ár, til felagið rundar tey 100
árini, tá ein vanliga ger ser-
liga nógv burturúr, men ein
99-ára føðingardagur skal
sjálvandi eisini hátíðar-
haldast, ikki minst tá talan
er um eitt so sigursvant
felag sum KÍ, sum hevur
vunnið flest FM-heiti her á
landi.
Eitt av tiltøkunum, sum
verða fyriskipað í hesum
sambandi, verður leygar-
dagin tann 23. august –
dagin fyri sjálvan 99-ára
føðingardagin, sum er sunnu-
dagin 24. august 2003
Nógv til børnini
Saman við góðum fólki og
stuðlum hevur felagið tikið
stig til eitt serligt føðingar-
dagshald á vøllinum, sum
serliga er ætlað familjunum
og børnunum.
Á skránni verður: Jongl-
eringskapping, brotssparks-
kapping, rulluskoytukapp-
ing, rodeotarvur, skrúð-
gonga úr Klaksvíksgarð-
inum við Klaksvíkar Horn-
orkestri á odda, myndatøk-
ur, kapping í FIFA 2003 á
stórskíggja,
KÍ-fótbólts-
spælikapping, KÍ-café.
Umframt alt hetta verður
ein pallur settur upp á vøll-
inum, har búktalarin Absa-
lon og gyklarin Ásbjørn
fara at undirhalda. Eisini
fara fyrstudeildarleikarar
hjá KÍ saman við Bláu
Bylgju at syngja KÍ-sangin
saman við øllum hinum.
Silvi kemur eisini á vitjan.
Alt á vøllinum verður
ókeypis.
Tað vanliga er, at slík til-
tøk, t.d. tivoli, taka pening
fyri hvørja ferð ein vil
royna okkurt, men soleiðis
er ikki hesaferð.
KÍ heldur føðingardag og
bjóðar tí øllum ókeypis at
royna tað, sum verður at
royna á vøllinum.
Stórt mat- og
køkutombola
Umframt øll tey ókeypis
tiltøkini verður eisini eitt
stór mat- og køkutombola.
Hetta tombola er ætlað sum
ein partur av ungdómsar-
beiðnum hjá KÍ, og her
verður hugsað um, at pen-
ingurin verður nýttur til
klæði, útgerð o.s.fr., sum
ungdómurin skal brúka.
Stór familjukonsert
í KÍ-høllini
Um kvøldið verður stór
familjukonsert inni í KÍ-
høllini. Á skránni verða
landaplágur frá seinastu 25
árunum, sálmar, poppur og
annað mangt, sum verður
framført av ymiskum kend-
um sangararum úr Klaks-
vík.
Millum sangararnar kunnu
nevnast Karl Martin Samuel-
sen, Arnfríð Lützen, Birgir
I. Sigurðsson, Jákup Marn-
ar Anthoniussen og Hans
Jákup Nystrøm, ið fara at
framføra landaplágur sam-
an við navnframum tón-
leikarum.
Eftir midnátt, verður
stórt ungdómsdiskotek.
KÍ heldur 99-ára føðingardag
Fríggjadagin letur
Verkhúsið Stíggjur
upp listaframsýning í
Riberhúsi í Fuglafirði.
Um kvøldið verður
hugnaløta í
Mentanarhúsinum,
har millum onnur
Angela og Hannibal
fara at undirhalda
FRAMSÝNING
Orð og myndir
Rúna Sivertsen
Nú, 10 ár eru liðin, síðani
Verkhúsið Stíggjur í Sal-
tangará byrjaði virki sítt, og
at tað í ár er ár teirra brek-
aðu,
skipa
Verkhúsið
Stíggjur og Frítíðarklubbin
í Saltangará fyri fram-
sýning og hugnakvøldi.
Á framsýningini í Riber-
húsi, sum letur upp fríggja-
dagin klokkan 5, verða
bæði listaverk og lutir at
síggja, sum tey, ið dagliga
starvast á verkstaðnum
hava gjørt.
Millum framsýnararnar
er Magni Mikkelsen av
Toftum, sum í fjør varð
kosin, »Ársins myndlista-
fólk 2002«.
Framsýningin
verður
opin hvønn dag til hósdagin
í næstu viku.
Fernisering og sangur
Tá framsýningin letur upp,
fer formaðurin í MBF,
Marjun Sigurðsdóttir, at
siga nøkur orð.
Elisabeth á Fríðriksmørk
og Lis Poulsen fara at
syngja saman við John
Mortensen,
sum
eisini
leggur rødd til - og 8 ára
gamla Birgit úr Klaksvík
fer at syngja ein sang av
fløguni, »Vælskapt Brek«.
Myndlistin hevur frá
byrjan verið ein partur av
arbeiðnum á Stíggi, men
eftir eitt skeið, sum var í
mai í fjør, fóru tey rættiliga
í gongd á listaliga økinum.
Tað var Jórun Dánjalssdótt-
ir, ið skipaði fyri hesum
skeiði, og eigur hon, saman
við Dagmar Beder, sum
starvast sum pedagokur á
Stíggi, æruna fyri, at tey á
verkhúsinum eru komin so
langt innan listina.
Skeiðið førdi við sær, at
framsýning varð á Torgin-
um í SMS. Henda framsýn-
ing hevði stóran áhuga
millum fólk og tað eydnað-
ist at selja nógvar myndir.
Glað og errin
- Vit vóna, at henda fram-
sýningin eisini verður væl
vitjað, og at nakað verður
selt, so tey menningartarn-
aðu fáa áræði at arbeiða
víðari við hesum neista,
sum er kveiktur, sigur Pou-
lina Johannesen, leiðari á
Stíggi.
Tað starvast 19 fólk á
Stíggi, sum bera brek av
ymiskum slag. Tey gera
nógv handaligt arbeiði, eitt
nú seyma, brodera, binda,
smíðja og mangt annað - og
ikki at gloyma myndlistina,
sum tey eru glað og errin
um.
Í samband við lista-
frasýningina hjá
Stíggi í Riberhúsi,
skipar Frítiðar-
klubbin fyri góðum
og fjølbroyttum
hugnakvøldi í
Mentanarhúsinum
fríggjakvøldið
HUGNAKVØLD
Rúna Sivertsen
Veitslurnar og hugnaløturn-
ar hjá teimum menningar-
tarnaðu eru altíð nakað fyri
seg - og fríggjakvøldið
verður enn eitt høvi at
hugna sær saman við hes-
um fólkum, sum duga at
gleðast so tað forslær.
Hugnakvøldið
byrjar
klokkan 19, og skráin er
fjølbroytt við borðhaldi og
leskiligari matskrá.
Karl Martin Samuelsen
og Terji Rasmussen skipa
fyri góðum felagssangi, og
Emma Vágoy fer saman við
øðrum at syngja.
Eftir borðhaldið verður
dansur, og tá fara Arni
Carlsen
og
Kenneth
Rasmussen at spæla.
Enn eru atgongumerki
eftir, siga fyrireikararnir.
Tey eru at fáa í Kiosk Vár í
Klaksvík
og
Runavík,
Shellstøðini við Streymin,
Statoilstøðini í Gundadali,
Mylluni í Miðvági og
Shellstøðini í Vági.
Listaframsýning og hugnakvøld
Framsýningin í Riberhúsi verður opin
soleiðis:
Fríggjadagin klokkan 17 letur framsýningin upp.
Leygardagin:
11.00 - 13.00.
Sunnudagin:
15.00 - 19.00
Mánadagin:
11.00 - 17.30
Týsdagin - hósdagin:
15.00 - 17.30
Super hugnakvøld
Skunda tær og keyp atgongurmerki, siga tey, ið skipa fyri
óførum hugnakvøldi í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið
Fríggjadagin letur áhugaverd framsýning upp í Riberhúsi í Fuglafirði. Tað eru tey, sum starvast
á verkhúsinum, Stíggi í Saltangará, sum sýna fram myndir og lutir
Myndirnar eru vakrar og litfagrar og hvørt listafólkið hevur sín
stíl
Umframt myndirnar, verða eisini handgjørdir lutir av
ymiskum slagi at síggja á framsýningini
C
M
Y
K
11
10