hósdagur 21. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 156 - 21. august 2003
Nr. 156 - 21. august 2003
13
Óli Jacobsen var
borin til bóndagarð í
Gøtu, men seyður og
hoyggj eru hansara
skrekkur. Ístaðin fór
hann til skips og har
hevur hann gjørt so
mikið vart við seg, at
nú hevur hann verið
formaður í
Fiskimannafelagnum
meiri enn tvær ferðir
so leingi sum nakar
annar
FØÐINGARDAGUR
Áki Bertholdsen
Tað stóð ongastaðni skriv-
að, at Óli Jacobsen skuldi
blíva formaður í Føroya
Fiskimannafelag.
Men tað bleiv hann kort-
ini á rættiliga ungum aldri.
Og tað hevur hann verið
síðani. Tilsamans í heili 33
ár og tað er meiri enn tvær
ferðir so leingi sum nakar
hann.
Og nú hann fyllir 60 ár í
dag, kann samstundis stað-
festast, at hann sostatt hev-
ur verið formaður í Fiski-
mannafelagnum í meiri enn
eitt hálvt lív.
Og tað er kanska nokk so
undarligt, tá ið hugsað
verður um, at hann upp-
runaliga er borin til Tjørnu-
stovufesti í Norðragøtu.
Men seyður og hagi hev-
ur ongantíð havt hansara
áhuga.
– At hoyggja var mín
skrekkur, so tað tímdi eg
ongantíð at fáast við, sigur
hann. Og tað hevði heldur
ongin annar í húsinum hug
til, so tá ið pápi Óla leggur
frá sær, fer festið úr slekt-
ini, sum tað annars hevði
verið í í meiri enn 350 ár.
Óli Jacobsen er annars
føddur í Kalundborg í Dan-
mark. Foreldur hansara
fluttu til Danmarkar í 1938.
– Men so kom kríggið og
tá sluppu tey ikki heim-
aftur. Tey giftust so og
fimm tey elstu systkini eru
fødd í Danmark.
Tá ið Óli var tvey ár,
fluttu tey til Keypmanna-
havnar, har foreldur hans-
ara stóðu á odda fyri
brøðrasamkomuni, so har
komu nógvir føroyingar.
Tað var longu heilt
tíðliga at Óli setti síni
fyrstu spor eftir sær.
– Eg hevði eina barna-
gentu, sum helt meg vera so
óluksáliga fittan og hon
segði, at fekk hon nakrantíð
ein so, skuldi hon nevna
hann eftir mær.
– Tað vildi ikki betri til
enn so, at hon hon bleiv við
barn og fekk ein son og hon
nevndi hann Ole, so eg var
ikki meiri enn fýra ár tá ið
eg varð uppkallaður.
Óli Jacobsen sigur, at
hann enn hevur samband
við fólk sum tey kendu í
Danmark.
Fekk álit á ungum
aldri
Tá ið Óli var sjey ár, fluttu
tey heimaftur og hann gekk
so í skúla her heima.
– Eg nyttaði ongantíð
nakað í ítrótti, eg hevði
størri áhuga fyri samfelags-
viðurskiftum og tí bókliga.
Kortini fór hann ikki at
lesa, men fór til skips longu
14 ára gamal, og tá varð
lívsleiðin mestsum løgd.
– Eg fekk um sjálvan
endan á slupptíðini, har vit
vóru í sjálvdrátti og taldu
lippur fyri at rokna partin
út.
Eyðvitað hevur nógv ver-
ið prátað í lugarinum, tí
longu 22 ára gamal varð
heitt á Óla um at stilla upp
til nevndarval í Fiski-
mannafelagnum.
Og hann varð valdur og
síðani gekk tað skjótt, tí
longu fimm ár seinni, í
1971, tá ið hann var 27 ára
gamal, varð hann valdur til
formann í Fiskimannafel-
agnum.
Og tað starvið hevur
hann røkt síðani og tilsam-
ans er hann nú afturvaldur
11 ferðir. Hvørt formans-
skeið er trý ár, so nú hevur
hann skjótt verið formaður
í Fiskimannafelagnum í 33
ár og tað er meiri enn tvær
ferðir so leingi sum nakar
annar hevur verið formað-
ur.
Tó skal leggjast afturat,
at eitt skifti var hann
burturfrá, tá ið hann var
landsstýrismaður í tveim-
um umførum í valskeiðnum
frá 1994 til 1998.
Seinni í ár verður aftur
formansval til Fiskimanna-
felagið og stillar Óli upp-
aftur, eigur tað ikki at leypa
hvøkk á nakran, tí enn er
hugurin langt frá slóknaður.
Annars hevur Óli eisini
verið formaður í fiski-
mannadeildini hjá altjóða
felagsskapi flutningsmanna
í 22 ár, men har fór hann frá
í fjør.
Tað skerst ikki burtur, at
hesi árini, Óli hevur verið
formaður í Fiskimannafel-
agnum, eru stórar broyting-
ar hendar, bæði í samfel-
agnum sum heild og ikki
minst í viðurskiftunum hjá
fiskimonnum.
– Hesa tíðina havi eg eftir
førimuni roynt at fáa fiski-
monnum betri kor. Talan
hevur verið um sáttmálar,
sjúkratyrgd, eftirlønarskip-
anir, inntøkutrygd, trygg-
ingar og onnur viðurskifti.
Onkrir av hesum trupul-
leikum vistu vit ikki vóru
til, tá ið eg byrjaði.
Men tað skerst heldur
ikki burtur, at Óli hevur
gjørt sítt til at gera Fiski-
mannafelagið sjónligari í
Føroyska samfelagnum.
– Høvuðsuppgávan hevur
altíð verið at samráðast við
reiðararnar um nýggjar
sáttmálar. Men hesi sein-
astu árini hava vit eisini
gjørt vart við okkum á fleiri
hermótum, har vit hava
roynt at sett okkara fingra-
merki á gongdina í samfel-
agnum sum heild, so at
Fiskimannafelagið hevur
tikið virknan lut í orðaskift-
inum um tey mál, sum hava
verið frammi.
Formaðurin
í
Fiski-
mannafelagnum sigur, at
tað er upp og niður, hvussu
hetta hevur eydnast, men
soleiðis er tað í so nógvum
av lívsins viðurskiftum
– Eg haldi, at eg havi
verið konstruktivur í hesum
arbeiðnum, men tað er
ymiskt, hvussu tað hevur
verið
virðismett,
sigur
hann.
Ein
tann
allarstørsta
broytingin í føroyska sam-
felagnum seinastu árini, er
broytingin frá ætlanarbú-
skapinum, har tað almenna
ásetti fiskaprísirnar, til
marknaðarbúskap, har tað
var útboðið og eftirspurn-
ingur, sum ásetti prísirnar.
– Í hesum arbeiðnum átti
Fiskimannafelag ein ógvu-
liga týðandi leiklut. Tað var
enntá Fiskimannafelagið,
sum setti gongd á málið og
Fiskimannafelagið hevur
havt størri leiklut í hesi til-
gongdini enn nógv í dag
vilja viðurkenna.
Óli Jacobsen sigur, at
fyrstu stigini at broyta bú-
skapin til marknaðarbúskap
vórðu tikin eftir uppskotið
frá honum.
Fyrr var tað soleiðis, at
tað almenna ásetti fiska-
prísin, sum síðani varð
reguleraður við studningi.
– Men síðani varð bygn-
aðurin
grundleggjandi
broyttur til at tað vóru
marknaðarviðurskiftini og
kappingarførið hjá virkjun-
um, sum avgjørdi prísin.
– Úrslitið er einki minni
enn eitt undur fyri føroyska
búskapin. Virkini máttu
leggja seg eftir at verða so
effektiv sum gjørligt og tað
kom kapping um fiskaprís-
in og tað hevur ført til mun-
andi betri lønsemi í øllum
pørtum í fiskivinnuni.
Óli Jacobsen hevur í
nógv ár havt nógv samband
til Russlands. Nógv russisk
skip komu til Gøtu og so-
leiðis fekk hann navnið á
einum russara, sum dugdi
føroyskt. Tað endaði við, at
teir fóru at skriva saman.
Síðani tá hevur hann verið
nógvar ferðir í Russlandi og
eitt skifti helt hann eisini
russiska blaðið Pravda.
hann hevur eisini fingið
samband við aðrar russarar,
eysturtýskarar, sum tá vóru
onnur í gomlu eysturlond-
unum.
Óli Jacobsen sigur, at so-
statt hevur hevur hann fing-
ið gott innlit í, hvussu sam-
felagsskipanin virkaði, so
hann veit, hvat ætlanarbú-
skapur ger við eitt sam-
felag.
Kvetti við
javnaðarflokkin
Alt hetta hendi mitt í
kreppuárunum og tá endaði
Óli Jacobsen eisini uppi í
politikki. Hann varð við til
at stovna Verkamannafylk-
ingina, sum stillaði upp til
valið í 1994. Óli kom inn á
ting og tá ið Verkamanna-
fylkingin samstundis kom í
samgongu, endaði Óli í
Landsstýrinum. Hann sat í
landsstýrinum eitt gott ár í
Eg kann øsa meg nakað so ræðuligt
Nú Óli Jacobsen fyllir 60 ár, staðfestir hann, at tað er ikki kalt á toppinum í Fiskimannafelagnum, har hann nú hevur verið formaður í 33 ár. Varmin og
vinalagið frá fiskimonnum kring alt landið, hava verið við til at geva lívi hansara innihald og tað metir hann ógvuliga høgt
fyrstu syftu, men fór aftur í
landsstýrið í 1998 og sat
valskeiðið út.
Men hann hvarv líka
brádliga úr politikki aftur,
sum hann var komin og
somu lagnu fekk Verka-
mannafylkingin.
Tað er ongin loyna, at Óli
Jacobsen hevði verið virkin
javnaðarmaður og spurn-
ingurin er, hví hann kendi
seg noyddan at kvittað við
javnaðarflokkin og at fara
upp í Verkamannafylking-
ina.
– Nú kreppan var í hædd-
ini, føldi eg tað soleiðis, at
politiska skipanin royndi at
gera vinnufeløgini og tey,
sum annars vóru í vinnuni,
til syndabukkar. Ikki minst
skuldi Fiskimannafelagið
hava skyldina fyri krepp-
una. Tað skuldu vera vit og
hini feløgini, sum høvdu
útnyttað skipanina so grovt,
at tað førdi til kreppuna og
tí skuldu vit haldast uttan-
fyri alla ávirkan.
– Og tað vísti seg, at eis-
ini javnaðarflokkurin var
ein partur av hesum, tí í
hesum føri dróg øll polit-
iska skipanin eina línu.
Hetta helt Óli vera djúpt
órættvíst, tí hann sigur, at
júst
Fiskimannafelagið
hevði verið konstruktivt og
hevði lagt uppskot fram
um, hvussu skipanin kundi
leggjast um, so at vit komu
burtur úr ætlanarbúskap-
inum, sum rendi okkum á
heysin.
– Javnaðarflokkurin gjør-
dust púra fremmandur fyri
mær og tí mátti eg kvetta
við hann, sigur Óli Jacob-
sen.
Hinvegin sigur hann, at
meiningarnar í Verka-
mannafylkingini vóru so
ymsar, at hon kollsigldi og
stillaði ikki uppaftur á val-
inum í 1998.
Og hann leggur afturat, at
tað er synd at siga, at fylk-
ingin hevur sett sett nakran
varða eftir seg í Føroyskum
politikki.
Tá ið Óli kom í Lands-
stýrið var ætlanin, at hann
bara skuldi vera í landsstýr-
inum í nakrar mánaðir fyri
at seta gongd á ymisk við-
urskifti. Men hann varð sit-
andi eitt heilt ár og aftaná
vóru ymsar meiningar um,
hvussu tað hevði hilnast.
– Tað kunnu vera ymsar
meiningar um, hvat kom
burturúr. Men eg royndi so
at skipa nakrar karmar fyri
at fáa gongd á vinnuna
aftur. Men kanska mól
politiska skipanin nógv
seinni, enn eg trúði.
– Og so hendi tað, at
fiskurin kom aftur, eftir at
hava verið horvin í nøkur ár
og tá loystist nógvir trupul-
leikar av sær sjálvum.
– Og í øllum førum mugu
vit ásanna, at tað er ikki
nógv komið burtur úr teim-
um royndunum vit gjørdu
at fáa alternativar vinnur á
føtur.
Eitt av hesum alternativ-
um vóru igulkerini?
– Ja, men just tað, at vit
krøkja okkum í eitt hoy-
stráð sum igulkerini, og sóu
tað, sum eina bjarging, sig-
ur eitt sindur um, hvussu
djúp kreppan i føroyska
samfelagnum var. Vit vóru
stutt sagt til reiðar at royna
alt.
Men tað bleiv so ikki til
nakað.
Eitt
annað
alternativ
hepnaðist betri og tað var
ætlanin hjá Viberg Søren-
sen á Tvøroyri at royna at
fiska Svartkalva við gørn-
um.
– Men ongin vildi fíggja
ætlanina. Tá tók Fiski-
mannafelagið
sær
um
reiggj og fíggjaði reiðskap-
in, sum kravdist og tann
royndin hepnaðist sera væl
og gav eitt stórt íkast. Men
hevði Fiskimannafelagið
ikki brotið upp úr nýggjum,
hevði hendan vinnan neyv-
an sæð dagsins ljós.
Verri enn nakrantíð
Tá ið tú vart í politikki,
minnist eg, at eitt av tímum
herrópum var at bøta um
rættartrygdina. Hvat kom
burturúr á tí økinum?
– Onki. Púra onki. Og tað
mest syndarliga er, at tað
hevur ongantíð staðið verri
til við rættartrygdini enn
tað ger í dag.
– Tað stendur nevniliga
so illa til við rættartrygdini
hjá vanliga borgaranum, at
eg skilji ikki, hvussu tað
kann bera til í einum sam-
felag, sum tú føroyska. Tað
stendur so illa til, at eg eri
ikki so frægt sum skelkað-
ur, eg skilji tað heilt einfalt
ikki, sigur Óli Jacobsen.
Óli Jacobsen sigur, at tá
ið hann var í politikki, helt
hann, at orsøkin til at rætt-
artrygdin var so vánalig,
var, at umsitingin var ov
lítil og veik.
– Men so kom Finn Nor-
mann Christensen og vit
fingu eina stóra umsiting.
Men tað hevur als ikki bøtt
um støðuna. Fyrr var tað
bara vanligt, óskipað óskil.
Nù hava vit fingið væl
skipað óskil ístaðin.
– Vit royndu eisini at fáa
ein Løgtingsins umboðs-
mann. Hann kom so seinni,
men hann hevur ongan mun
gjørt, leggur hann afturat,
uttan at vilja útgreinað tað
nærri.
Hann sigur, at hann fylgir
væl við, hvussu onnur,
framkomin lond skipað seg
og hann staðfestir, at í Før-
oyum er støðan ikki, sum
hon er í einum skipaðum
samfelag.
– Kanska er tað ein
spurningur um hugburð.
Kanska er tað tí, at sam-
felagið er ov lítið og inn-
etið. Eg veit tað ikki.
Hann heldur eisini, at
fjølmiðlarnir hava svikið
sína uppgávu á hesum øki.
– Onkur hevur sagt, at
tað er tí at fjølmiðlarnir eru
so illa mannaðir. Men tað
er tvætl, tí fjølmiðlarnir eru
væl mannair og tað krevur
ikki pening at hava eitt
vakið eyga við tí, sum fer
fram. Og tað er heldur
aldrin ein spurningur um
pening, tá ið ítróttur er á
skránni, heldur ikki uttan-
lands, tí tá fara heilir herar
av fjølmiðlafólki av stað at
siga frá um tað sama.
Óli Jacobsen sigur, at
hann hevði aldrin droymt
um, at rættartrygdin hjá
vanliga borgaranum er so
vánalig, sum tað kann stað-
festast, at hon er.
– Í Fiskimannafelagnum
verða vit ferð eftir ferð
noydd at fara í rættin við
málum, sum eru sjálvsøgd.
Tað visir seg, at vit koma
ongan veg við myndugleik-
unum í nøkrum máli, uttan
ígjøgnum rættarskipanina
ella við hótta við rættarsak,
eisini í sjálvsøgdum mál-
um, og tað hoyrir onga-
staðni heima.
Hann nevnir eitt dømi um
ein eygleiðara, sum Fiski-
málaráðið bað fara við
einum rækjubáti.
– Fyri at tað ikki skuldi
síggja út, sum at hann var
ein av manningini, bað
Fiskimálaráðið hann skriv-
að undir á einum serligum
teigi á mynstringarlistan-
um.
– Men tá ið maðurin so
verður sjúkur, noktar Fiski-
málaráðið honum sjúkra-
viðbót við teirri grundgev-
ing, at hann var ikki ein av
manningini.
– Men málið fekk ikki so
frægt sum eina málsvið-
gerð. Tað var ikki so frægt
sum at ein lógfrøðingur
hevði viðgjørt málið.
Òli sigur, at Fiskimanna-
felagið mátti so stevna og
fekk fult viðhald.
– Tað syndarliga er, at tað
er ongin, sum hevur áhuga
í, at almennu Føroyar fara
soleiðis við einum ósekum
og sjúkum fiskimanni. Og
tá ið Fiskimannafelagið
skal hava slíkt stríð at vinna
einum einstøkum fiski-
manni sín sjálvsagda rætt,
hvussu so við øllum hinum,
sum ikki hava nakran at
stríðast fyri seg og sum ikki
hava orku til eitt rættarmál
og til at taka ta fíggjarligu
byrðu á seg, sum eitt rættar-
mál er.
– Hevði tað so bara verið
politiska skipanin. Men tað
vísir seg tíverri, at andstøð-
an er púra steindeyð. Tað
tykist sum um at andstøðan
dregur somu línu sum
makthavararnir í hesum
sambandi og tað skilji eg
slett ikki.
– Tað er í hvussu so er
ikki
javnaðarflokkurin,
sum slær í borðið og sigur,
at er tað ongin sum røkir
áhugamálini hjá vanliga
borgaranum, so skal hann
gera tað.
– Sambandsflokkurin ger
tað heldur ikki. Og tá ið
flokkarnir í andstøðu ikki
rætta hond frá síðu, er tað
ringt at hugsa sær at nakar
av hinum flokkunum, sum
sita við valdinum, skulu
gera tað.
– Sostatt dugi eg ikki at
síggja, at tað er stórvegis
munur á politisku flokkun-
um í dag. Og nú skuldu
Løgtinglimir hava næstan
tvífalda løn fyri at gera eitt
betri arbeiði, men tað má
staðfestast, at tað er er
ongin munur á.
Óli Jacobsen sigur, at
vanligi borgarin í Føroyum
staðiliga brúk fyri onkrum,
sum røkir hansara áhuga-
mál í politisku skipanini.
Tí er tað harðliga brúk fyri
einum alternativum flokki í
føroyskum politikki, tí sum
er, verða mál, sum viðvíkja
einstaklingum, als ikki við-
gjørd í almennu umsit-ing-
ini og har er grundsjónar-
miðið, at borgarin hevur
altíð órætt.
– Men ongin letst um
vón, hóast øll vitað av tí,
sigur Óli Jacobsen.
Eg kann øsa meg
ræðuligt
Nú hevur tú verið formaður
í Fiskimannafelagnum í
heili 33 ár. Følir tú teg
ongantíð útbrendan?
– Jú, tað geri eg við
hvørt. Men so løði eg batta-
ríðini aftur og enn haldi eg,
at eg havi okkurt bjóða.
Hvussu løðir tú battaríðið
aftur?
– Eg havi eitt gott og
trygt bakland í konuni og
børnunum. Men so kann eg
eisini øsa meg nakað so
ræðuligt, tá eg síggja tað
órættvísi, sum kann raka
fólk og alt tað gevur mær
eitt skump til at herja á
aftur. Viðurskifti, sum eg
haldi eru órímilig fáa meg
at reagera ógvuliga kraftiga
og tað er eisini ein máti at
løða battaríðini upp á.
Tað skerst heldur ikki
burtur, at hann hevur verið
ótroyttiligur, tá ið hann
hevur víst á viðurskifti,
sum eftir hansara tykki,
ikki hava ruggað rætt.
Hinvegin vil formaðurin í
Fiskimannafelagnum ikki
skriva undir uppá ta gomlu
sannroyndina, at tað er kalt
á tindunum - í hvussu so er
ikki í Fiskimannafelagnum.
– Í politikki hevur fært tú
ongar vinir, tí har eru sjálvt
floksfelagir kappingarneyt-
ar. Men eitt, sum eg virðis-
meti ómetaliga høgt er tað
vinalagið eg havi merkt frá
fiskimonnum.
– Eitt, sum hevur hildið
lívið í mær í Fiskimanna-
felagnum, er, at vit hava
følt okkum sum eina stóra
familju. Tað hevur havt sera
stóran tydning fyri meg at
merkt varman og undirtøk-
una frá fiskimonnum kring
alt landið. Tá ið eg gjørdust
formaður, vóru at kalla allir
eldri enn eg. Nú hoyri eg til
tann eldra skaran, men eg
havi knýtt nógv vinabond
ígjøgnum Fiskimannafel-
agið og tað hevur givið
mær áræði at hildið fram og
givið mær íblástur. Hjá
fiskimonnum er onki fals
og eg øll hesi árini minnist
eg ongatíð, at keðiligar
støður hava tikið seg upp.
Gamaní hava fiskimenn
funnist at og givið ilt av
sær, og tað mangan av røtt-
um eisini, men tað er ong-
antíð endað við varandi
illvilja.
– Tað er í hvussu so er
nakað, sum hevur givið lívi
mínum innihald, sigur Óli
Jacobsen.
Vanligi føroyingurin verður so illa hagreiddur av politikarum og umsitingini, at hann hevur
staðiliga brúk fyri onkrum, sum røkir hansara áhugamál.
Tí er harðliga brúk fyri einum
alternativum flokki í føroyskum politikki, sigur Óli Jacobsen
C
M
Y
K
13
12