hósdagur 21. august 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 21. august 2003
15
ini, nakað, sum er rættiliga
ókent í londum við eina-
ræðisstýri og síðani eisini
at stuðla embætisverkið her
til í størri mun at taka sjálv-
støðugar og hervið desen-
tralar avgerðir, nakað, sum
er heldur óvanligt í einum
landi sum Irak, tí tað hevur
verið so sentraltstýrt úr
Bagdad. Hetta skuldi so
verið ein liður í, at umsit-
ingin byrjar í størri mun at
lata tænastu til fólkið hel-
dur enn at kontrollera tað.
Og ta ið tú sigur, at tað er so
fremmant bæði fólk og
staðið, so eru mínar roynd-
ir, at tá ið tú skavar eitt
sindur í yvirflatuni, so er
meira sum savnar enn skil-
ir.
- Hvussu var annars at
koma til Basra herfyri úr
Føroyum?
- Tað var heitt!! Sera
heitt. Vit hava smílst eftir
yvirskriftum í europeiskum
bløðum, ið tosa um hita-
bylgju. Vit hava havt dagar
við 50-55 hitastigum, tó at
vit nú eru niðri á umleið
47 stigum. Samstundis er
alt turt og støvutt av hit-
anum og tú undraðist yvir,
hvussu slættur hesin partur
av landinum er.
Uppgávur
Hvørjar eru so uppgávunar
hjá Tommy!
Hann skal vera við til at
stuðla bæði útlendsku fyri-
bils umsitingini CPA (Coa-
lition Proviosional Autho-
rity) og ta irakisku umsit-
ingini í at yvirtaka nýggjar
desentralar leiklutir, og er
tað eitt veruligt konsepts-
kifti fyri irakar. Síðani skal
hann annars átaka sær tað,
sum skal gerast fyri at fáa
samfelagið
at
fungera.
Tommy sigur, at orsakað av
útskifting og feriu hjá fólki,
longu dagin eftir hann kom
til Basra, mátti hann átaka
sær starvið sum stjóri í
direktoratinum fyri polit-
iskar spurningar, til verandi
stjóri kemur aftur um
nakrar vikur.
Hvørjum arbeiðir Tommy
tá saman við?
-
Í
teimum
báðum
kontórunum eg arbeiði í nú
eru irakar, italienarar, bret-
ar, amerikanarar og hálend-
ingar, tað eru hernaðarfólk
eins væl og sivilfolk og
hava tey fakligar royndir á
nógvum økjum.
Hvussu tá við egnu
bústaðviðurskiftunum í fyrr
krígsherðjaða
býnum
spurdu vit Tommy!
- Av trygdarávum og øðr-
um praktiskum orsøkum
liva vit eitt slag av kasernu-
tilveru í sama bygningi, har
vit arbeiða og búgvi eg
saman við politiovastanum
í
Keypmannahavn
og
tveimum av hansara monn-
um, í einum kamari, so tað
er næstan sum at vera
soldátur aftur. Og verður alt
latið okkum her, mat og
klædnavask, m.a. tí vit av
trygdarávum ikki hava havt
møguleika fyri at fara út at
royna okkum í býnum og
síggja hann. So irakiska
køkin hava vit ikki enn
roynt. Men tad verður vón-
andi betri, ta ið alt kemur
meira í rættlag.
Langir dagar
- Hvussu sær arbeiðs-
dagurin út?
- Vit arbeiða frá kl. 8 á
morgni og til kl. 6-7 á kvldi
7 sjey dagar um vikuna.Vit
møta irakum ella útlend-
ingum frá ymsum kontór-
um at loysa dagsins mál,
t.d. at skaffa fígging til
hetta og hatta, og hava vit
verið á tveimum túrum til
nøkur øki/district uttan fyri
Basra at gera líknandi ar-
beiði. Har fekk eg høvi at
síggja onnur landsløg, m.a.
the
Marshlands,
sum
Saddam gjørdi nógv fyri at
oyðileggja. Eitt sera vakurt
og fruktargott øki. Eisini
var høvi til at tosa við aðrar
irakar enn teir, sum her
arbeiða og var sostætt høvi
at hoyra aðrar meiningar.
- Var hetta nógv øðrvísi
enn tú hevði ímyndað tær?
- Ja, men tað eru mínar
royndir, at soleiðis er altíð,
tá ið tú fer til nakað nýtt,
men tað er nakað heilt
spesielt at arbeiða í einum
multikulturellum
um-
hvørvi, har alt er ávirkað av
tí milliteru set-up og trydg-
arstøðuni.
- Hvussu er skilið í
Basra?
- Støðan er sjálvandi
merkt av, at vit eru í einum
sokallaðum
post-
war
støðu, at vatn- og streym-
skipanin hevur fingið skaða
og at tað hendir samstundis,
sum vit hava heitastu tíðina
av árinum, og hevur hetta
gjørt, at nakað av ófriði
hevur verið her teir dag-
arnar eg havi verið í býn-
um, men nú sær út til at
batna á fleiri umráðum.
- Hvat sigur tú til at-
finningarnar móti bæði
amerikanum og bretum?
- Tað er ringt at meta um
eftir fáum døgum, men tað
er ein sannroynd, at tað
altíð er trupult at koma
uttanífrá, og at tað er
trupult hjá irakum at liva
við tí, men arbeiða bædi
USA, Bretland og ST uppá
at
fáa
mest
møguligt
virksemi yvir í ST-regi,
men tekur tað helst nakað
av tíð, áðrenn so verður.
Hendingin á ST-borgini í
Bagdag kemur tí sera illa
við.
- Hvat heldur tú vera
størsta trupulleikan í løt-
uni?
- Har kundi verið nevnt
nógv, men at bøta um
trygdarstøðuna er umráð-
andi so bæði irakar og vit
kunnu flyta okkum frítt til
tess at tryggja fólki tað
teimum tørva og geva teim-
um møguleika at byggja
landið upp aftur fysiskt eins
væl og politiskt.
Væl móttikin
- Hvussu er tú móttikin?
- Fólk hava har, sum eg
havi verið, verið blíð og
løtt at tosa við og nógva-
staðni er tað týðuligt, at tú
hóast komandi uttanífrá, er
vælkomin.
- Kenna tey nakað til
Føroyar og tann part av
heiminum
hagani
tú
kemur?
- Nei, ikki kann sigast, at
fólk her kenna til Føroyar,
men eg geri mítt besta at
forklára, at vit eru til sum
tjóð.
- Nær kemur tú heim
aftur?
- Í slíkum arbeiði veit tú
ikki altíð, hvussu verður í
morgin og nógv er ein
spurningur
um
sjálva
trygdina, men eg havi so
sáttmála við danska uttan-
ríkismalaráðið til einaferð í
februar 2004, men fari eg at
hava einar tvær stytri feriur
við familjuni onkustaðni.
At
enda
spurdu
vit
Tommy, um hann ikki
oftani er bangin?
- Bangin? Eg veit ikki.
Um ein er bangin, so skal
man ikki fara avstað, men
man lærir sjálvandi at vera
varin og ikki taka kjansir,
og lurta vit eftir, hvat verð-
ur givið av ráðum viðvíkj-
andi trygdini frá milliterin-
um og politinum og væl
ansa tey eftir okkum.
Annars vil eg nýta høvi at
senda eina heilsu til vinir
og kenningar í Føroyum og
siga, at væl veit við endar
Tommy Petersen, sum ber
heitið »Senior Regional
Civil Affairs Officer« úr
Basrah í suðurirak.
Tað er fyri at geva slíkum irakum sum hesi gentuni eina góða framtíð, at eitt nú Tommy Petersen nú er við í uppbyggingararbeið-
inum í Irak
Tommy Petersen gongur í
skottryggum vesti alla staðni
hann ferðast
15
14
Nr. 156 - 21. august 2003
- Bangin? Eg veit ikki.
Um ein er bangin, so
skal man ikki fara
avstað, men man
lærir sjálvandi at vera
varin og ikki taka
kjansir, og lurta vit
eftir, hvat verður
givið av ráðum
viðvíkjandi trygdini
frá bæði milliter-
inum og politinum.
Væl verður ansað
eftir okkum sigur
Tommy Petersen, sum
herfyri fór til Irak at
byggja land
ÚTSENDUR
Jan Müller
Samtíðis sum ein bumba
fyri og onnur eftir brestir í
Irak roynir einasti føroying-
urin í landinum, Tommy
Petersen at fáa fótafesti og
gera sítt arbeiði til lítar í
suðurirakiska milliónabýn-
um, Basra. Tommy kom til
Irak fyri nøkrum vikum
síðani og hevur síðani tá
roynt at sæta sær í hesum
fjarskotna og fremmanda
býi. Tommy Petersen er
biðin um at hjálpa til at
byggja eina umsiting í
Basra og økinum rundanum
– sum partur av royndunum
at byggja landið upp aftur
eftir kríggið og nógv ára
einaræði.
Hóast landið er stórt og
flestu terrorálopini á her-
fólk og sivil fara fram har
norðuri í landinum, serstak-
liga í høvuðsstaðnum Bag-
dad, er ikki heilt friðaligt í
Basra heldur. Herfyri varð
ein bretskur hermaður skot-
in, og nú um dagarnar eisini
ein
danskur
hermaður.
Seinasta álvarsliga atsóknin
í Irak varð annars framd
móti ST-bygninginum í
Bagdad týsdagin, har nógv
doyðu og uppaftur fleiri
vórðu særd.
Tað man neyvan vera
hugaligt ella tespiligt at
arbeiða í landi við so nógv-
um ófriði og spurdu vit
Tommy Petersen, hvussu
hann reagerar uppá slíka
hending sum hana í Bagdad
týsdagin! Hann var júst
komin aftur av fundi hildin
i einum av palassunum hjá
Saddam Hussein, vakrir
bygningar beint við Shatt
al Aratt ánna, tá vit fingu
orð á Tommy.
Skelkaður
-Eg giti, at vit øll her
reagera sum tit fyrst og
fremst. Ein er skelkaður, at
fólk gera seg inn á altjóða-
stovn, ið er her fyri at
hjálpa. Eftir míni meining
er hetta eitt bakkast fyri
irakiska fólkið í tess roynd
at skapa eitt nýtt Irak.
Annars ger tað væl, at ein
hugsar um at vera varin
yvirhøvur, men skal ein
eisini hugsa um, at tey, sum
slíkt fremja, velja sær mál,
ið geva umtalu, og har eru
vit helst ikki so áhugaverd,
sum fólk, ið sita í Bagdad í
sentralum størvum í sen-
tralum stovnum. Vit ar-
beiða kanska eitt sindur
tættari upp at vanliga fólk-
inum og eru vit helst ikki so
útsett.
- Hvat samband hevur tú
annars við ST í Irak?
- Enn havi eg ikki havt so
nógv við ST at gera, og
fryktandi er fyri, at tey
vilja trekkja seg út í stórum
tali orsakað av hesum, og
tað er spell, tí ST kundi
givið eina stóra trúverdug-
heit til hetta projektið við
síni altjóða bakgrund.
Annars hevur gingið væl,
síðani Tommy Petersen
kom til Irak. Tommy greiðir
frá, at hansara yvirornaðu
eru í CPA, sum í grundini
er
ein
umsitingarligar
stovnur, ið skal taka yvir frá
milliterinum til at stuðla
irakum at uppbyggja eitt
demokratiskt og miðspjatt
Irak. Hansara beinleiðis
yvirordnaði er ein amerik-
anskur stjóri fyri regions-
politikk og ein breti, sum er
stjóri fyri politisku og um-
sitingarligu menningina.
- Er tú ikki bangin fyri, at
hendingarnar í Bagdad
skjótt fara at flyta seg til
Basra eisini?
- Tað er ringt at siga, um
hendingarnar í Bagdad
fara at flyta higar. Sjálvur
haldi eg tað ikki, um vit
saman við irakum her
megna at vísa, at framstig
eru fyri vanliga borgaran,
hvat viðvíkir tí at fáa al-
mennar tænastur at fun-
gera.
Royna mørk av
Tommy sigur seg annars
hava tað gott og heldur tað
vera eitt spennandi arbeiði
hann er farin undir. Men
hví gjørdi hann av at fara
avstað til hesa heldur
óvanligu uppgávu!
- At fara var ikki tilætað,
tí eg siti í góðum og av-
bjóðandi starvi í Oljumála-
ráðnum, OMR, men hin-
vegin hildu bæði eg og
kona mín, at hetta var til-
boð, sum ein vanliga ikki
fær tvær ferðir í lívinum, tí
støðan í Irak er so sermerkt
og harvið avbjóðandi bæði
fakliga og á tí persónliga
planinum. Nakad við at av-
prøva mørk haldi eg. Og í
so máta eri eg ikki vón-
svikin.
- Er hugur tín meira til at
arbeiða úti enn heima?
- Nei, soleiðis kann ein
ikki seta tað upp. Men eg
haldi, at ein hvør onkuntíð
skuldi fingið og tikið kjans-
in at arbeiða í øðrum lond-
um, í altjóða høpi fyri har-
við at fáa íblástur frá øðrum
kulturum og her hugsi bæði
um tað fakliga og um per-
sónliga menning. Tá ið tú
býr og arbeiðir í einum lítl-
um samfelag sum tí før-
oyska er tað umráðandi at
síggja seg sjálvan og tað
dagliga arbeiði uttanífrá.
Tað at arbeiða og liva undir
øðrum
umstøðum
setir
spurningar til tín, sum eftir
mína meining eru neyðugar
fyri persónliga og fakliga
menning. Eisini setir tað
gerandisdagsins problemir í
eitt annað perspektiv og tú
fær
eyguni
upp
fyri,
hvussu væl fyri vit eru í
Vesturheiminum og serliga
í Føroyum.
- Hvat kanst tú haraftrat
læra av hesum?
- Eg haldi, at tú kann ikki
umganga at læra okkurt
nýtt bæði um títt fak, men
eisini um teg sjálvan, tá ið
tú verður plaseraður mitt í
eini rúgvu av vælkvalifiser-
aðum fólki úr øllum heim-
inum. Samstundis fær tú
roynt at arbeiða við eini
uppgávu, har alt uppá ein
máta verður vent við, tí
byrjað verður eftir eina
krígsstøðu, har spurning-
arnir í fyrstani sýnast at
verða fleiri enn svarini.
- Hvat kanst tú geva
irakum og einum so fremm-
andum fólki og landi?
- Eg vóni , at eg kann
verða við at introdusera fyri
irakisku
umsitingini
prinsippini um opinheit og
gjøgnumskygni í umsiting-
Tommy Petersen, einasti føroyingur í Irak:
Er tú bangin skal tú ikki fara avstað
Tommy Petersen av Argjum her stæddur nærhendis suðurirakiska býin Basra, har hann luttekur í hjálpiarbeiðinum. Aftanfyri bretska flaggið og reyðakrossflagg
Irakiskar kvinnur í Basra
C
M
Y
K
14