Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 156 - 21. august 2003 Nr. 156 • hósdagur • 21. august 2003 • 77. árg. Audi sølumet Audi bilverksmiðjan seldi 387.797 bilar um allan heim seks teir fyrstu mánaðirnar í ár. Hetta er 1,4 prosent betri enn sama tíðar- skeið í fjør og sølumet hjá Audi. Kelda: Skandinavisk Motor Co. A/S Volvo AWD Volvo koma við eini nýggjari útgávu av S80, sum verður drivin av øllum fýra hjól- unum. Navnið er AWD, sum stendur fyri All Wheel Drive Kelda: Motor Magasinet BMW í USA Týska BMW bilverk- smiðjan hevur ætlanir um at víðka um bila- framleiðsluni í USA. Ein av orsøkunum eru tey mongu verkføllini í Týsklandi (í fyrrver- andi Eysturtýsklandi). Bilverksmiðjurnar hava fleiri ferðir ligið stillar orsakað av verkfalli Kelda: Motor Magasinet Smart gera nú ikki einans smáar bilar til tveir persónar. Næsta ár kemur ein størri Smart Forfour á marknaðin. Sum navnið sigur, verður talan um ein bil til fýra ferðandi, sum verður bygdur yvir sama plattform sum Mitsubishi Colt BILAR Magnus Gunnarsson Umframt tann heilt lítla bý- bilin, Smart City-Coupé, gera Smart eisini ein Smart Roadster, sum er nakað størri. Næsta ár kemur so Smart Forfour á marknaðin. Hóast Smart er eitt sjálv- støðugt bilmerki, hoyra teir undir DaimlerChrysler kon- sernina, sum aftur er parta- eigari í japansku Mitsubishi bilverksmiðjuni. Nýggi Smart Forfour skal framleiðast á Nedcar verksmiðjuni í Born, norðanfyri Mastricht, í Há- landi, saman við nýggja Mitsubishi Colt. Motorurin í Forfour verð- ur framman. Fleiri motorar verða at velja ímillum, bæði 3 og 4 cyl. bensin og diesel. Mercedes hava stað- ið fyri innrættingini av Smart Forfour. Bilurin verð- ur 3,75 m langur, 1,68 m breiður og 1,45 m høgur. Stóra aksilfrástøðan ger at gott pláss verður í kabin- uni. maggi@sosialurin.fo Smart Forfour: – Smartur bilur til fýra Smart Forfour. Sum navnið sigur, verður talan um ein bil til fýra persónar Smart Forfour innan. Mercedes hava staðið fyri innarættingini av kabinuni At ein deyður maður kann avirka el-skip- anina í einum 80 ára gomlum bili, kann verða ein pástandur, men hendan søgan stóð at lesa í Politiken herfyri. Bilurin var ein Citroën C 5 HP frá 1923 BILAR Magnus Gunnarsson Ein gamal smiður í Næsby á Miðsælandi, Hans Han- sen, sum var deyður, hevði átt ein Citroën C 5 HP frá 1923. Tá núverandi eigarin av bilinum, Lars Cramer- Petersen, savnsleiðari, her- fyri luttók í eini koyring fyri elliskfør við hesum sama bili, kom hann fram við kirkjugarðinum, har fyrrverandi eigarin, Hans Hansen, lá grivin. Lars steðgaði bilinum, og legði nakrar blómur á grøvina hjá Hans Hansen. Tá hann setti seg inn í bilin aftur, vildi bilurin ikki í gongd. Lars Cramer-Petersen sigur, »Jeg tror, at smeden på en eller anden måde er kom- met i forbindelse med bil- ens elektriske system. Det var i hvert fald meget mystisk«. Bilurin er nú settur inn á Jystrup Bilmuseum saman við øðrum sjaldsomum bil- um sum t.d. einum Cadillac hjá konginum Christian X og onkrum av luksusbil- unum hjá Simon Spies. Kelda: Politiken Lars Cramer- Petersen við 80 ára gamla Citroën C 5 HP sum ikki vildi í gongd, eftir at hann hevði lagt blómur á grøvina hjá fyrrverandi eigaranum Mynd: Martin Lehmann Bilurin vildi ikki heim aftur C M Y K 17 16