Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 156 - 21. august 2003 Mat- seðilin Hósdagin 21. aug: Revelsbein Fríggjadagin 22. aug: Høsnarungar Leygardagin 23. aug: Kulottusteik Mánadagin 25. aug: Kjøtfrikadellir Týsdagin 26. aug: Steikiflesk við persillusós Mikudagin 27. aug: Grýturættur *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 20,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 28,00 Matstovan í Hoyvík FELAGIÐ TÓRSHØLL Bíligar eindir allar dagar Í vikuskiftinum spæla: Sosialurin 341800 Tey av Kamarinum Tey av Kamarinum C M Y K 26 AUTO AUTO 311234 311234 AUTO -Dag & nátt- Vilt tú bil hýra - ring 311234 Nú fáast eisini Talutíðarkkort BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Føroya Tele Kall Sosialurin 341800 Brim Brim Hugnakvøld Ymiskur góður matur úr sjónum Kokkur: Birgir Enni www.kaggin.fo Kaggin Kaggin Fríggja- og leygarkvøldið Leygarkvøldið 30. august Hóskvøldið spæla v/Høgna & Havgrím OPIÐ FRÁ KL. 23:00 - 04:00 OPIÐ FRÁ KL. 23:00 - 04:00 Discoteque v/Ottar í Funningsstovu Alt í "BIIP" 1/2 prís áðrenn kl. 01.00 Discoteque F R Í G G J A K V Ø L D I 2 2 . A U G U S T L E Y G A R K V Ø L D I 2 3 . A U G U S T KONUFÓLK ÓKEYPIS ATGONGD ÁÐRENN KL. 01:00 EXPRESS Klubbadansur Sosialurin 341800 Leygarkvøldið 23. august spæla 27 Talvdrotningin Judit Polgar bjóðaði í viku- skiftinum indisku stjørnuni og trifrem- sta telvaranum í heiminum, Viswana- than Anand, av í kvik- talvsdysti í Mainz, Týsklandi TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Seinastu árini hava týskarar skipað fyri serligum kvik- talvsdystum við heimsins kendastu talvnøvmum. An- and hevur verið annar telv- arin trý ár á rað, og væl hevur gingist honum. Í 2001 vann indarin á sjálv- um Vladimir Kramnik, í fjør stóð Ruslan Ponomar- iov fyri skotum og í ár slapp Judit Polgar at royna seg móti kanska heimsins besta kviktelvara. Polgar hevur seinasta ár- ið av álvara trinið inn í heimselituna. Hon hevur 2718 ratingstig, og tykist tað heldur ikki sum hon fer at hvíla leingi við tí tal- inum. Møguliga síggja vit hana um nøkur ár sum av- bjóðara til sjálvt HM-heit- ið. Stuttligt hevði tað verið. Favorittsigur Mannagongdin í dystinum varð, at hvør telvari hevði 25 minuttir í part til alt talvið umframt at ein fekk 10 sekund eyka fyri hvønn leik. Átta talv vórðu leikt uppá fýra dagar. Talvsvongdin hjá báðum telvarunum var í hæddini hesar dagarnar í Týsklandi. Eingin javnleikur bleiv leiktur og er tað at kalla óhoyrt í elitutelving tá talan er um fleiri talv. Eisini í kviktalvum. Tríggjar reisir hevði la femme leiðsluna; 1-0, 2-1 og 3-2, men hvørja ferð svaraði Anand aftur. Sein- asta og avgerandi dagin vann hann enntá bæði talv- ini, og endaði dysturin tí 5- 3 til framanundan spádda favorittin. Hóast 5-3 kanska tykist sum ein tryggur sigur, kundi steypið saktans fari báðar vegir. Eftir dystin segði víðagitna ungarska kvinnan, at hon seinastu tvey talvini var ov nógv merkt av nervum, og misti tí tráðin fleiri ferðir. Talvið hesa vikuna er hitt seinasta í dystinum, og nervøsitetur- in speglast týðiliga ígjøgn- um hjá Polgar. Anand nevndi, at hetta mundi vera ein hin strævnasti kvik- talvsdystur hansara nakran- tíð, og var tí sera fegin um at loksins hava koppað fremsta kvinnuliga telvara- num og vinna triðja árið á rað í Týsklandi. John Arni vann Sum tað í seinastu viku varð nevnt, so eydnaðist tað John Arna Nilssen at ogna sær sín næsta IM-norm í kapping í Budapest. Tá var kappingin tó ikki liðug. Trettan umfør blivu leikt og tíggju stig vann John Arni sær. Sjey sigrar og seks javnleikir. Eitt ómetaliga flott úrslit, sum gav honum fyrsa plássið saman við einum ungum ameriku- manni, Lenderman. John Arni hevur við sigr- inum nú eitt methøgt før- oyskt ratingtal áljóðandi 2425! Nú manglar bert ein IM-normur aftrat og John Arni kann tá kalla seg al- tjóða meistari. Polgar,J (2718) – An- and,V (2774) Rapid Match Mainz GER (8), 17.08.2003 1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 (Spanska byrjanin, ella Ruy Lopéz sum hon av uppruna eitur) 3...a6 4.Ba4 Rif6 5.0-0 Be7 6.Re1 b5 7.Bb3 0-0 8.h3 Bb7 9.d3 (Tann meira stilli varianturin. Leikt verður vanliga c3, d4) 9...d6 10.a3 Ria5 11.Ba2 c5 12.Ribd2 Bc8 13.Rif1 Be6 14.Bb1 (Við hesum hvíta leiki tykist tað ikki sum um svartur hevur nakrar trupulleikar at loysa. Fólkið er væl út- viklað og hvítur stendur heldur passivt) 14...Rid7 15.Rie3 Rib6 16.Rif5 Bf6 17.Be3 Ria4 (Tað sæst at Anand ætlar sær at bróta ígjøgnum frúgvamegna, og tískil ikki fer í fyrstu syftu eftir konginum) 18.g4 (Judit fer hinvegin beina kós eftir kong- inum...) 18...g6 19.Rih6+ Kh8 20.Fc1 Bg7 (Svarta kongastøðan er trygg) 21.Ba2 Rc8 22.Bg5 Fd7 23.Bd5 Ric6 24.c3 Rib6 25.Bxc6 Fxc6 26.Kh2 f6 27.Be3 d5! (Soleiðis. Svartur hevur greiðan fyrimun. Brýtur ígjøgnum í miðjuni, frúgvamegni, samstundis sum hvítur einki nevnivert álop hev- ur) 28.b4 Ria4 29.Bd2 c4! 30.dxc4 dxe4 31.cxb5 axb5 32.Rih4 Rib6 33.a4 bxa4 34.b5 (Polgar roynir av øllum alvi at fáa mót- spæl, men meira skal helst til fyri at rista indar- an) 34...Fxb5 35.Rb1 Fc6 36.Rg1 Ric4 37.Ri6f5 Rixd2 (gxf5 kann væl spælast hóast hvítur fær g-linjuna fyri mista mann- in, men Anand velur tann trygga leistin) 38.Rixg7 Kxg7 39.Fxd2 Rfd8 40.Fe2 Bb3 41.Rg3 Fc4! (Polgar kundi nú við góð- ari samvisku lagt kongin, men støðan í dystinum er 4-3 til Anand og tá talan er um síðsta talv, skal hon sjálvsagt royna at sprella sum frægast við vón um at Anand flytur skeivt) 42.Fe3 Rd3 43.Fb6 Rxg3 44.Kxg3 Fxc3+ 45.Kh2 Fc5 46.Fb7+ Rc7 47.Fxe4 Bc2 0-1 Talvdrotningin mátti lúta fyri Anand Talvið hesa vikuna Talvdrotningin Judit Polgar bjóðaði í vikuskiftinum indisku stjørnuni og trifremsta telvaranum í heiminum, Viswanathan Anand, av í kviktalvsdysti í Mainz, Týsklandi