Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 21. august 2003 25 Føroyar á Oyggjaleikunum í summar, og Guðrun í Lágabø. Afturat teimum luttók eisini ein av okkara ungu evnaríku rennarum, 13-ára gamli Robin Jøns- son úr Roysninum. Tá avtornaði, gjørdist sera tætt millum Evald og Robin. Teir fingu somu tíð, 12,7 sekund, men Robin varð fyrstur um strikuna. Eftirsum hann var ov ungur til FM, gjørdist Evald føroyameistari, men Robin setti nýtt bólkamet á hesum teininum. Guðrun í Lágabø fekk tíðina 15,3 sekund. 800 m Síðani varð kappast á 800 m. Evald við Garð var sjálvskrivaður til hesa kapping, hóast hann var vorðin nakað móður av lut- tøkuni í fyrst 5000 m og síðani 100 m. Móti honum kappaðust Guttorm Sørensen og Sølvi R. Hansen. Eisini royndu teir báðir unglingarnir, Robin Jønsson og Jan Elm- ar Sørensen, seg á hesum teininum. Kappingin gjørdist tætt millum Evald og Sølva. Eftir eina javna byrjan tók Sølvi leiðsluna eftir 100 m og helt hana, til einir 500 m vóru runnir. Tá fór Evald framvið, og hann helt leið- sluna heilt á mál. Evald vann við tíðini 2.18,0 minuttir, eitt sekund framm- anfyri Sølva, ið varð 5 sekund frammanfyri Gutta. Robin Jønsson og Jan Elmar Sørensen settu báðir nýtt bólkamet á teininum. 400 m At enda varð kappast á 400 metrum. Enn einaferð skuldi Evald royna seg. Hesuferð móti Jonhard Lar- sen og Robin Jønsson. Teir vóru allir nakað troyttir frá hinum kappingunum. Evald við Garð vann við 60,3 sekundum. Jonhard Larsen hevði 60,8 sekund og Robin Jønsson setti nýtt bólkamet við 63,0 sekund- um. Frælsi ítrótturin ringar umstøður Samanumtikið fingu fáu luttakararnir í FM hesaferð eina góða kapping. Vindur- in var lítil, og veðrið gott. Unglingarnir fingu eisini sett nøkur nýggj bólkamet. Kappingarnevndin hjá FÍF fer í vetur at umrøða støðuna hjá FM í kapping- arskránni. Tað er tó eyðsæð, at nú- verandi støðan, at bert eitt øki er til frælsan ítrótt í landinum, ikki eggjar fólki til at luttaka í kappingum á slíkum økjum. Hinvegin er áhugin stórur og alsamt vaksandi fyri kappingum á vegnum. Hes- ar verða hildnar kring alt landið. Í fyrstu atløgu hevði tað verið ynskiligt við økj- um til frælsan ítrótt í Havn og í Klaksvík, har Bragdið og Treysti halda til. Øki til frælsan ítrótt eru ein fortreyt fyri, at feløgini kunnu veita børnunum og teimum ungu tað venjing og tað umhvørvi, ið tey ynskja og hava tørv á. Annars metir FÍF, at bygdir kring alt landið áttu at havt frælsa ítróttin í huga, tá vallir vórðu bygdir ella umvaldir. Umframt at geva øllum aldursbólkum atgongd til tryggar venjingarumstøður, kunnu øki til frælsan ítrótt eggja fólki til at røra seg meiri, uttan mun til, um endamálið er kapping ella motión. Kropsliga styrkin var stóri mun- urin, tá ið KÍ mikukvøldið legði rygg til størri tap, enn tær nakrantíð áður hava gjørt í Europa Cup EUROPA CUP KVINNUR Jóannes Hansen Hóast tær stríddust tað, sum tær vóru mentar, so beyð ikki bøtur. KÍ kvinnurnar fingu rættuliga oyruni í maskinuna, tá ið tær týskvøldið vóru í fyrstu royndini í Europa Cup umfarinum, sum í hesi vikuni er á skránni í hollendska býnum Sessen- heim. Mótstøðuliðið í fyrsta dystinum var eingilska meistaraliðið Fullham, ið verður styrkismett millum tey tíggju bestu í heiminum. Hjá Fullham var eingin slingur í valsinum. Tær tóku uppgávuna ímóti KÍ í fullum álvara, og tær vunnu 8-0, eftir at tað í steðginum hevði verið 4-0. KÍ hevði ein møguleika at gera mál, men bólturin streyk framvið málinum. – Vit mugu bara ásanna, at tað fyrst og fremst var í kropsligu styrkini, at munurin var so ógvuliga stórur, staðfestir Jón Har- ald Poulsen, KÍ venjarin, úr Hollandi. Tá ið mótstøðan brádliga er av hesum kalibr- inum sást tað týðuliga, at KÍ kvinnurnar ikki plaga at fáa nakra serliga mótstøðu í heimligu kappingunum. Í landskappingini og steypakappingini heima á landi fær KÍ liðið so lítla mót- støðu, at flestu dystirnir enda við tvísifr- aðum tølum. 8-0 tapið ímóti eingilska meistaralið- num er tað størsta, sum KÍ hevur lagt rygg til í stuttu Europa Cup søguni hjá føroysk- um kvinnufótbólti. Søgan gongur bara tvey ár aftur í tíðina, og KÍ er einasta lið- ið, sum hevur umboðað Føroyar. Í kvøld skal KÍ spæla ímóti hollendska meistaraliðnum Leede. Leygardagin verður moldoviska meistaraliðið FC Codru á skránni. Alt bendir á, at tað verð- ur í síðstu royndini, at KÍ fer at hava møguleikan at vinna. Mikukvøldið vann Leede stórt á FC Codru. Í teimum seks dystunum, sum KÍ tey bæði undanfarnu árini hevur spælt í Europa Cup, hava tær tapt fýra og vunnið tveir. Størsta tapið undan ferðini til Hol- lands var í Umeå í Svøríki fyri einum ári síðani. Tá vann heimaliðið, sum seinni gjørdist Europa Cup vinnari, 7-0 á KÍ. Í fjør tapti KÍ 4-0 ímóti Sparta Prag, og í 2001 tapti KÍ tvær ferðir 4-0 – ímóti HJK Helsinki, sum hevði heimavøll, og ímóti italska meistaraliðnum Torres. Leygar- dagin fer KÍ at stríðast fyri at vinna triðja Europa Cup sigurin. Í fjør vunnu tær 2-0 á Tallinn úr Estlandi, og í fyrraárið vunnu tær 2-1 ímóti Landhaus úr Eysturríki. Metstórt tap í Hollandi Treysti vann øll heiðursmerkini í 5000 metra renning. Jonhard Olsen, Símun Joensen og Guttorm Sørensen 25 24 Nr. 156 - 21. august 2003 Leygardagin 9. august skipaði FÍF fyri FM í frælsum ítrótti á Svangaskarði. Kapp- ast varð í renning á ymsum teinum FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Stefan í Skorini Kappingin var yvirhøvur merkt av, at sera fáir luttak- arar høvdu meldað til. Bert 11 luttakarar vóru tilsam- ans. Av hesum var ein kvinna og tveir ungir dreingir, ið fingu loyvi at royna seg á ymsum teinum. Fleiri orsøkir eru ivaleyst handan vánaligu luttøkuna. Fleiri tiltøk vóru hetta vikuskifti her heima, eins og onkrir av frægastu renn- arunum luttóku í DM. Samstundis er kapping- arárið hjá rennarunum nú so langt (jan.-nov.), at neyðugt er at velja onkrar kappingar frá. Í ár hava nógv valt at satsa uppá Tórshavn Marathon, Oyggja- leikir og Grand Prix kapp- ingina. Seinast í august byrjar heystkappingin, Daewoo Marathon Cup, og tí hava fleiri rennarar valt at hava frí frá kappingum í august. 5000 m Størsta luttøkan leygardag- in var í 5000 m. Sum vænt- andi var tað manningin úr Treystinum, Símun Joen- sen, Jonhard Larsen og Guttorm Sørensen, sum stýrdu kappingini. Teir komu á mál í hesi somu røðini. Símun fekk tíðina 16.42,4 minuttir, Jonhard varð eini 10 sek- und seinni, og Gutti varð síðani eini 4 sekund eftir Jonhard. Teir arbeiddu væl saman í stórum pørtum av kapp- ingini, soleiðis at einasta veruliga hóttanum móti teimum hendan dagin, Evald við Garð, ikki veru- liga slapp uppí part. Eftir hesum fýra komu Sam Vang og Sigurð Justinus- sen, og í seinasta bólkinum vóru Óli Olsen og bert 12 ára gamli Jan Elmar Søren- sen, ið hóast hann var ov ungur til FM, hevði fingið loyvi at royna seg á tein- inum. Rættuligur spenningur stóðst av kappingini mill- um Óla og Jan Elmar, ið hevði fingið tey ráðini at halda seg til Óla allan veg- in. Tá teir fóru út á seinasta umgang, fór Jan Elmar framvið Óla og megnaði at koma á mál við sera góðu tíðini 19.43,1 minuttir. 100 m Bert ein maður og ein kvinna høvdu melda til renning á 100 m: Evald við Garð, ið rann 800 m fyri FM í frælsum ítrótti FM 9. august 2003 á Svangaskarði Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árgang Felag 100 m Menn / Vind: -0,7 m/s 1 12,7 sek. Evald vid Garð 1972 Bragdið 100 m Kvinnur / Vind: -0,7 m/s 1 15,3 sek. Guðrun í Lágabø 1977 Bragdið 400 m Menn 1 60,3 sek. Evald vid Gard 1972 Bragdið 2 60,8 sek. Jonhard Larsen 1966 Treysti 800 m Menn 1 2,18.0 min. Evald vid Gard 1972 Bragdið 2 2,19.0 min. Sølvi Reinert Hansen 1970 Roysnið 3 2,24.0 min. Guttorm Sørensen 1968 Treysti 5000 m Menn 1 16,42.4 min Símun Joensen 1983 Treysti 2 16,52.6 min. Jonhard Larsen 1966 Treysti 3 16,56.9 min. Guttorm Sørensen 1968 Treysti 4 17,15.5 min. Evald vid Garð 1972 Bragdið 5 17,43.7 min. Sam Vang 1970 Bragdið 6 17,53.9 min. Sigurð Justinussen 1967 Bragdið 7 19,44.6 min. Óli Olsen 1949 Bragdið Onnur úrslit av Svangaskarði 9. august 2003 Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árgang Felag 100 m Dreingir -13 / Vind: -0,7 m/s 1 12,7 sek. Robin Jønsson 1990 Roysnið(Bólkamet) 400 m Dreingir -12 1 79,5 sek. Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti(Bólkamet) 400 m Dreingir -13 1 63,0 sek. Robin Jønsson 1990 Roysnið Bólkamet 800 m Dreingir -12 1 2,50.1 min. Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti(Bólkamet) 800 m Dreingir -13 1 2,28,0 min. Robin Jønsson 1990 Roysnið Bólkamet 5000 m Dreingir -12 1 19,43.1 min. Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti(Bólkamet) Frá vinstru eru tað Sølvi Reinert Hansen, Guttorm Sørensen og Evald við Garð, ið standa klárir áðrenn 800 metra teinin. Evald vann frammanfyri Guttorm, og Sølvi gjørdist nummar trý Yngstu luttakararnir vóru Jan Elmar Sørensen úr Treystinum (vinstrumegin), sum rann 5000 metrar, og Robin Jónsson av Toftum, sum vann 100 metra kappingina Evald við Garð gjørdist føroyameistari í 100, 400 og 800 metra renning C M Y K 24