Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 • hósdagur • 21. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Sunnudagin skipaði Lions Clup Eystur- oy fyri kappsigling á Skálafjørðinum SIGLING Tíðindaskriv 31 bátar høvdu melda til kappsiglingina, og av teimum startaðu teir 30. Líkindini at sigla vóru ikki av teim bestu bert eini 3-5 sek/m av land- synningi eystri við nøkunlunda jøvnum vindi inn um Saltnes, men síðani lá hann ójavnur longri inni á fjørðinum. Hetta gjørdi at menn máttu sigla uppaftur, summir enntá fleiri ferð, fyri at koma nóg langt eystur fyri at koma inn um málboyurnar. Her fingu menn rættiliga roynt seg at skáksigla. 25 bátar komu um mál, meðan fimm góvu skarv- in yvir. Tríggir tímar Tað tók umleið tríggjar tímar frá tí at byrjað var útfyri vitanum á Nesi, til tann seinasti báturin fór um mál. Aftná varð sum vant bjóða siglarunum kaffi og pannukøkur í matar- høllini á Fiskavirking í Runavík, har steypini eisini blivu handað. Tríggir teir fyrstu, s/b Hoyvíksbáturin og s/b Leivur, fingu steyp til ognar. Harumframt fekk nr. 1 s/b Búgvin ferða- steyp í varðveitslu. Hetta var samstundis seinasta kappsiglingin í ár, og nýtir áhugafelagið »Seglið« hesa sum eitt slag av »finalu« og hand- aðu teir fleiri steyp í hes- um sambandi, sum teir uttan iva koma at greiða nærri frá. Lions Club Eysturoy takkar hjartaliga øllum luttakarunum fyri áhugan og ynskir øllum blíðan byr. Úrslitið av kappsigl- ingini á Skálafirði 17. august 2003, sum Lions Club Eysturoy skipaði fyri var hetta: Martin Simonsen er nýggjur føroyameist- ari í tennis. Hann vann týsdagin á Jón Brekku í finaluni TENNIS Stefan í Skorini Tað er ofta langt ímillum, at nakað frættist frá tennis- ítróttini her á landi. Men seinastu dagarnar hevur tenniskappingin Niels L. Arge Open verið spæld á vallunum í Gundadali. Hetta var samstundis skipað sum ein FM-kapping. FM varð annars hildin fyri ólavsøku, men av tí at danin Scot Christensen vann kappingina ta ferðina, mátti nýggju føroyameistari finn- ast. ÍSF hevur nevniliga ta reglu, at um tú ikki hevur búð í Føroyum í tvey sam- anhangandi ár, kanst tú ikki gerast føroyameistari. Martin vann sannførandi Fyrstu dystirnir í Niels L. Arge Cup vórðu spældir hós- dagin, og týsdagin varð kom- ið fram til finaluna. Tað vóru teir báðir Mart- in Simonsen og Jón Brekku, sum høvdu spælt seg í finaluna, og Martin dró longra stráið í tí dyst- inum. Teir báðir hava spælt tennis í nógv ár og hava fleiri ferðir verið við á Oyggjaleikunum.Martin vann á Kristin Jensen í hálvfinaluni, og Jón basti Hjalta M. Joensen í næst- seinasta dystinum. Martin var undan kapp- ingini styrkismettur sum nummar eitt og Jón numm- ar tvey. Tí var tað júst eftir bókini, at hesir báðir komu í finaluna. Martin vann dystin 2-0 við settúrslit- unum 6-2 og 6-1. Á pappírinum er hetta ein tryggur sigur, men dysturin var nógv drúgvari enn úrslitið kundi bent á. Fitt var av vindi, og tí var torført hjá leikarunum at spæla, men spenningur var allatíðina í dystinum. Nýggjur almennur FM- vinnari í tennis er sostatt Martin Simonsen, og hann fekk steyp og 5.000 krónur frá Niels L. Arge. Í næstum verða kapping- arnar hjá U14 og U18 hjá dreingjum og kvinnum leiktar. Kappsigling á Skálafjørðinum Á mál sum Bátanavn Bátaeigari nr. 1 s/b Búgvin Per Mikkelsen, Strendur nr. 2 s/b Hoyvíksbáturin Egil Simonsen, Hoyvík nr. 3 s/b Leivur Bjarni Petersen, Kollafjørð nr. 4 s/b Nón Agnar Olsen, Hósvík nr. 5 s/b Miðgerð Emil Petersen, Kollafjørð nr. 6 s/b Vinur Óli Mikkelsen, Tórshavn nr. 7 s/b Malli Oddmar Joensen, Kollafj. nr. 8 s/b Gurið Jón Rasmussen, Saltangará nr. 9 s/b Eyð Atli Leitisstein, Runavík nr. 10 s/b Ternan Kári Borgarklett, Hósvík nr. 11 s/b Falkurin Kári Hansen, Strendur nr. 12 s/b Olivia Jóan J. Andreassen, Kollafj. nr. 13 s/b Kollsteinur Mikkjal Hansen, Hósvík nr. 14 s/b Jensabátur Tormund Hansen, Nólsoy nr. 15 s/b Byrgishamar Magnus Fr. Petersen, Kollafj. nr. 16 s/b Eyðbjørg Sámal Petur Lervig, Skála nr. 17 s/b Svanur John Mikkelsen, Skála nr. 18 s/b Báran Haraldur Kjeld, Saltnes nr. 19 s/b Sildin Jónsvein Mikkelsen, Toftir nr. 20 s/b Mia Bárur Nielsen, Saltangará nr. 21 s/b Niels í Nesinum Alfred Gullbein,Tórshanv nr. 22 s/b Dúgvan Rodmund Nielsen, Glyvrar nr. 23 s/b Helga Kaj Johannesen, Kaldbak nr. 24 s/b Gjáarbáturin Janus Petersen, Kollafjørð nr. 25 s/b Góðadalsbáturin Jonhard á Marknagarði, Saltangará Martin Simonsen stendur klárur at taka ímóti servuni hjá Jón Brekku. Martin vann finaluna í Niels L. Arge Open, og hann gjørdist eisini føroyameistari Mynd: Álvur Haraldsen Martin føroyameistari í tennis Teir báðir finalistar, Jón vinstrumegin og Martin høgrumegin, avmyndaðir við steypum eftir dystin Jón Brekkur sendir eina forhond avstað. Hann mátti lúta í finaluni týsdagin Mynd: Álvur Haralsen 23 22 Nr. 156 - 21. august 2003 Um árskiftið flytir handilsfyritøkan P/F Jógvan Weihe í nýggj hølir við Stiðjagøtu í Havn. Jógvan Weihe hevur arbeitt sum sølumaður og selt vørur í 40 ár. Hann byrjaði sum sølu- maður hjá Lands- handlinum í 1963 HANDIL Magnus Gunnarsson Handilsfyritøkan P/F Jógvan Weihe í Havn bleiv stovnað í 1991. Hetta var í ringastu tíð, meðan samfel- agskreppan herjaði. Tað vóru tey bæði Hildubjørg og Jógvan Weihe sum stovnaðu fyritøkuna. Jógvan, ið er útbúgvin skrivstovumaður, byrjaði sum sølumaður hjá Lands- handlinum í Havn í 1963, har hann arbeiddi sum ferð- andi sølumaður. Seinni ar- beiddi hann sum sølumaður á heilsøluni hjá Kartni Winther. Í 1991 byrjaði Jógvan saman við konuni, Hildu- bjørg, við eini heilsølu heima hjá teimum sjálvum, Undir Heygnum 39 í Havn. Í 1994 flutti fyritøkan í leigaði hølir við Staravegin. Tey útvega so gott sum allar vørur, men tað er í høvuðs- heitum fóður og fiskireið- skapur tey selja. Um árskiftið flytur fyri- tøkan inn í nýggjan bygn- ing á Stiðjagøtu. Nýggi bygningurin verður 900 fermetrar, har ein partur er í tveimum hæddum, har verður bæði heil- og smá- søla. maggi@sosialurin.fo P/F Jógvan Weihe nýggjan bygning Nýggi bygningurin hjá P/F Jógvan Weihe verður liðugur til árskiftið Vikuskiftið 5. -7. september 2003 skipar MáF fyri sjónleikaraskeiði í Tórshavn SKEIÐ Tíðindaskriv frá MáF Skeiðið er ætlað sjónleikarum yvir 18 ár. Undirvíst verður út frá arbeiðshátti, sum enska sjónleikarakvinnan Nadine George er komin fram til, eftir í 35 ár at hava granska í samskiftinum millum rødd, kropp og medvit. Nadine George hevur verið í Føroyum og undirvíst sjónleikarum í Leikarafelag Føroya, og hava føroyskir sjónleikarar eisini luttikið á skeiðum hjá Nadine George í London. Spælir tú sjónleik, er neyðugt at hava eina rødd, sum hoyrist, og sum er áhugaverd at lurta eftir, eisini er neyðugt at kroppurin er ein aktivur partur í frá-søgnini. Øll hava vit eina rødd, men tey flestu av okkum hava ikki hóming av, hvørja kraft og eginleikar hon rúmar. Á hesum skeiðnum verður arbeitt við at sam eina rødd, kropp og medvit. Arbeiðshátturin er sera einfaldur, spennandi og stuttligur. Arbeitt verður við leikbrotum úr Macbeth hjá William Shakespeare. Umframt at undirvísa sjónleikarum í hesum arbeiðshátti, hevur Nadine George eisini undirvíst fólki, sum brúka sína rødd og kropp nógv í arbeiðnum, t.d. lærarum, útvarps- og sjónvarpsfólki. Skeiði byrjar fríggja- kvøldið 5. september kl. 19 og endar sunnukvøldið 7. september kl. 17. Lærari er Egi Dam sjónleikari úr Leikarafelag Føroya. Pláss er fyri 12 luttak- arum. Tilmeldan á skriv- stovuni hjá MáF, tlf. 315624, 315688 ella á maf@maf.fo í seinasta lagi 26. august 2003. Sjónleikaraskeið í rødd, rørslu og teksti Mjørkadals ítróttar- felag skipar fyri MIF TOP RUN motiónsrenning ÍTRÓTT Tíðindaskriv Mjørkadals Ítróttarfelag (MÍF) skipar fyri motións- renningini MIF TOP RUN 6. septembur 2003, kl. 15.00. Renningin byrjar við Statoilstøðina í Kollfjarðar- dali og endar á Sornfelli, eitt strekkið uppá 9,8 km. Øll eru vælkomin at lut- taka, tó skal man vera var- ugur við at túrurin er móti brekku - allan vegin! Kostnaðurin fyri at lut- taka er kr. 50,00 við online- tilmelding á www.mjorkadal.com. Tað er eisini møguligt at eftir- tilmelda seg frá kl 14.00 til kl. 14.50, har renningin byrjar. Kostnaðurin við eftirtilmelding er kr. 75,00. Trý tey fyrstu sum koma á mál fáa tillutað heiðurs- merki. Skjótasta rennarin fær eisini eitt par av Mizuno renniskóm frá Sohvel Sport. Harafturat verður lutakast millum tey sum gjøgnumføra um góð- ar vinningar frá Fragd & Fimi, HD.fo og Sohvel Sport, soleiðis at øll hava møguleika at fáa ein vinn- ing við sær heim. Tann uml. 4 km langi fjallvegurin millum Oyggjarvegin og Sornfelli verður stongdur fyri almennari ferðslu millum 14.00 - 17.00. Allir luttakararnir sum gjøgnumføra fáa eitt dip- lom sent eftir renningina. Meira kann lesast um renningina á www.mjorkadal.com. »MIF top run« Hans Birgir Hansen Dupultmoralur og húklarí føroyinga er ikki bert galdandi politikkarar, men føroyingar í síni heild ið ikki liva og virka í nattúr- ligum, normalum, menn- iskjaligum, moralskum, etiskum nærumhvørvi! Tað kemst av tí at føroy- ingar eru komin ovlangt av- síðis frá áðurnevndu fyri- brigdum, og við fremmand- ari heiladálkan, vaskan, indoktrineran, av sinnalagi frá børnum til fólka- pensjónistar í dag! Tað hevði sømt seg øllum føroyingum at slept øllum dupultmorali og húklarí ið ikki er nøkrum til sóma í dag, og at liva dupultar lívstilverur við at hava hjá- makar við síðuna av tí ein hevur í dag! Tað hevði tá verið fræg- ari at havt ein hugburð hvat ein er fyri og ímóti og hvønn politikk ið ein vil reka og byggja sína støðu- takan á, fyri mítt viðkom- andi byggir ein á, áður- nevndu fyribrigdir ídag! Øll eiga eisini at gevast við øllum hjúklanum og sleikj- anum fyri teim ráðandi ið skulu læra at standa á egn- um beinum eins og føroy- ingar í síni heild, duga øll at skilja tað ið lesa føroysku bløðini! Tað eru somuleiðis før- oyingar í síni heild í be- draga og snýta onnur við at vera óheiðurlig og óreiðilig við atliti til peningavið-ur- skiftir og við at vera óseriøs og ómotivera við at lata sum einki! Nógvir føroyingar eru í síni heild ikki tað hvørt konufólki, mannfólki geva seg út fyri at vera í tí dagliga gerandislívi tá ið ein kennir muruna í øllum teim ið ein dagliga stríðist við her í Havnini! Eg havi fingið at sæð hvat ring samvitska førir við sær hesi seinastu mongu árini og hvørs alt ikki spælir so væl av hjá øllum í bukka undir av stórum trýsti í fekk fleiri at beina fyri sær í Havn. Eg havi inside vitan, forstáilsi, tilvitan um mannakroppin og dagliga mannalívið, ið ein greiðir frá í túsundtals lesarabrøvum, aftan á lestna og gransking og royndir av tí ein hevur upp- liva! Eg havi áður í túsundtals lesarabrøvum í føroyskum bløðum viðgjørt øll daglig fyribrigdir í eyðkenna øll ættarlið av føroyingum, ið dagliga ampa, sjenera, pro- vokera ein, dag og kvøld í Havnini! Eg havi fingið avbygdar, býarfólki, at avdúka seg persónliga í tí dagliga ger- andislívi og sýna mær teirra býttleika og svaklig- heit og onnur daglig fyri- brigdir, ið ein viðger í nógvu lesarabrøvunum! Eg skal framhaldandi klæða øll úr inn at kropp og sál ið ikki eru á røttu síðuni hvat ið Lóg & Rætt & Landaskil & Politiviðtøku fyri Tórshavn & Ferðslulóg & Rúsdrekkalóg við fleiri viðvíkur ídag! So óheft/heft at øllum felagsskapum & klubbum & trúarsamkomum finna vit ættarlið við eyðkenni dupultmorali & húklarí føroyinga & innan fyri øll tey væl etableraðu harka- liðini í Føroyum! Tað vil siga øll í fáa av grovfíluni frá mær í øllum tí dagliga kjaki og í lesara- brøvum í føroyskum bløð- um í fáa fólk at vakna úr sínum søta »Tórnurósu- dreymi« kring landið og í Havnini dagliga! Dupult moralur og húklarí føroyinga C M Y K 22