Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 156 - 21. august 2003 Nr. 156 - 21. august 2003 21 Eydna Poulsen av Strondum er júst afturkomin úr Tanzania, har hon hevur starvast sum sjálvboðin lærari hjá føroyskum dreingi í fyrsta flokki. 22-ára gamla Eydna sigur um túrin, sum vardi eitt ár, at tað varð fyrst og fremst kristindómurin, sum gav íblástur til túrin. Eydna sigur eisini, at tað varð sera menn- andi fyri hana. Hon búði hjá einum føroyskum trúboð- arahjúnum í Tanzania TÍÐINDI Hans Kárason Mikkelsen - Eg havi lært meg sjálva at kenna, heldur Eydna Poulsen fyri, meðan vit fáa okkum ein kaffimunn í hugnaliga heiminum hjá Poulsen-familjuni á Strond- um. Eydna er dóttir Vil- helm og Karlu Poulsen, sum ikki eru heima hetta mánakvøldið, Sosialurin er á vitjan. Beinanvegin vit koma inn, og seta okkum niður við kaffiborðið, kemur Eydna við myndum, ið eru tiknar í Tanzania hetta sein- asta árið. Myndirnar eru nógvar í tali, og eru tað mangar náttúrumyndir at síggja. - Eg havi verið á safari tríggjar ferðir hetta seinasta árið, eg havi verið í Afrika, sigur Eydna, sum leggur aftrat, at náttúran er pen og stórsligin. Men Eydna sigur, at tað týdningarmesta og besta við ferðini varð, at fólkini vóru so fitt. - Øll tóku væl ímóti mær, og serliga børnini høvdu stóran áhuga í mær, tí eg sá so nógv øðrvísi út enn øll hini, sigur Eydna, sum búði hjá trúboðarahjúnunum Hera og Maluni Kjærbo. Hjúnini hava verið trúboð- arar í Tanzania í síðani 1998. Brúk fyri føroyskum lædómi Men tað er ikki bara sum at siga tað, at hava børn í fremmandum landi, har føroyskt ikki verður tosað. Tískil mátti familjan Kjærbo taka stig til, at børnini kundu fáa tann føroyska lærdómin, ið tey høvdu fyri neyðini. Og tað er her, at Eydna Poulsen kemur inn í myndina, tí tað varð hon, sum tók ábyrgd- ina sum volontørur í Tanza- nia fyri at verða lærari hjá Karstin Kjærbo, 7-ára gamli sonurin hjá Hera og Maluni. Karstin skuldi í skúla seint á sumri 2002, og høvdu tey brúk fyri einum lærara til Karstin. Tá varð tað, at lýsing bleiv sett í Trúboðan, har sóknast varð eftir lærari til trúboðarason- in. - Eg sá í bløðunum, at søkt varð eftir lærara at undirvísa føroyskum barni í fyrsta flokki, og skuldi hetta vera í Tanzania. Eg visti beinanvegin, at hetta hevði eg ógvuliga góðan hug til. Hetta varð akkurát eg, sigur ein smílandi Eydna. Ókent land Men eitt sindur av ótta lá alíkavæl aftanfyri, tí Tanza- nia varð eitt ókent land fyri Eydnu. Millum annað er Tanzania eitt av fátækastu londunum í heiminum, ser- liga tí AIDS ger so hervi- liga um seg. Tað búgva umleið 36 milliónir fólk í landinum, og er miðalald- urin bert 18 ár. Men Tanzania hevur eis- ini nógv gott at bjóða uppá, og tað kann Eydna skriva undir uppá. Hon sigur, at Tanzania er eitt friðarligt land. – Tað er ikki borgara- kríggj í Tanzania, sum í so nógvum øðrum afrikonsk- um londum, sigur Eydna og leiðir tankarnar á Zimbab- we, har hvítir bóndur liva undir serliga ótryggum við- urskiftum, tí stjørnin í land- inum bert vil góðtaka svart- ar bóndur. Í Tanzania er høvuðs- vinnan nevniliga jarðar- brúk, og eru 80 % av ar- beiðsmegini at finna í hesi vinnuni. – Tey allar flestu fólkini hava eitt petti av jørð, sigur Eydna. Og nógv jørð er at taka av í Tanzania, tí landið er rættuliga stórt, einar tvær ferðir so stórt sum Kalifor- nia í USA. Landið rúmar eisini nøkrum kendum náttúrudýrgripum, m.a. Kilimanjaro-fjallið, sum við sínum 5,895 m er hægsta fjall í Afrika. Seren- geti og Victoria Vatnið eru eisini at finna í Tanzania, og Victoria næststørsta vatnið í heiminum. Kristindómurin í fyrstu røð Men at síggja stórslignu náttúruna varð ikki høvuðs- endamálið hjá Eydnu, tí hon hevði onnur hjartamál at taka sær av. Kristindóm- urin og undirvísingin av Karstini komu nevniliga í fyrstu røð, og tað varð altíð hetta, ið lá fremst í hugan- um hjá Eydnu. - Eg vildi fegin gera nak- að fyri Guð og hini, sigur Eydna, sum heldur, at við at búgva hjá einum trúboðara- hjúnum samstundis sum hon undirvísir ein drong, tænir hon hesum endamáli væl. Eydna leggur aftrat, at kristindómurin lá til grund fyri hennara vali av arbeiði: - Tað skuldi verða gudiligt arbeiði, staðfestir Eydna, sum hoyrir til ungdóms- meinigheitina á Strondum, sum er partur av Heima- missiónini. Men Eydna vildi ikki bert verða partur av Heima- missiónin; hon vildi eisini gera seg galdandi innanfyri Ùtimissiónini. – Eg kendi kallið, sigur Eydna, sum hevur fingið stuðul frá meinigheitini til ferðina, bæði peningaligan og anda- ligan. Umframt hetta sten- dur hugurin hjá Eydnu til at ferðast, og varð tað tí upp- lagt at fara til Tanzania í kristnum ørindum. Eydna helt leiðina út í stóru verð tann 3. juli í 2002. Fyrst fór hon til Dan- markar, har hon saman við DLM (Dansk Luthersk Mission) fyrireikaði seg til ferðina. Hetta gjørdi hon saman við øðrum ungum fólki, sum eisini skuldu verða volontørar. Fyrireikingin stóð á í nakrar dagar, og so hildu tey ungu kristnu leiðina út í stóru verð, har tey skuldu gera sína ávirkan galdandi. – Tað er týdningarmikið at lýta á Jesus, sigur Eydna, sum fyri einum góðum ári síðani byrjaði sína volon- tør-uppgávu í Tanzania saman við trimum danskar- 22-ára gamla Eydna Poulsen boðaði kristindómin í Tanzania Her sæst Eydna saman við einum glaðum barni úr Tanzania Vegskeltini eru ikki sum í Føroyum. Tanzaniafólk skulu dagliga vanda sær um fílar, ið taka sær av løttum á vegunum um. At vera volontørur er at vera ein sjálvboðin arbeið- ari. Eydna fekk kost og logi umframt eitt sindur av lummapeningi, men grund- tankin í volontør-virksem- inum hjá Útimissiónini er, at fólk gera tað av egnum vilja og fyri Guð. Trupult at samskifta Men tað er ikki altíð líka lætt at vera volontørur í einum fremmandum landi. Umframt at undirvísa 7-ára gamla Karsten, skuldi Eydna eisini verða saman við fólkinum í Tanzania, har meginparturin ikki tos- ar enskt. So tað kundi ger- ast trupult at samskifta við tey, tí tey tosaðu bert swa- hili, ið er mest brúkta málið í Tanzania. - Eg lærdi meg at tosa nakað væl av swahili fortel- ur Eydna, sum eisini brúkti nógv kropsmál fyri at tey skuldu skilja hana. Nógvir muslimar Nógv arbeiðið er eftir at gera í Tanzania, um enda- málið er at umvenda alla tjóðina til kristindómin, tí 35 % av fólkinum á megin- landinum eru muslimar, og 30 % eru kristin. Í Zansi- bar, sum er ein partur av Tanzania, eru heili 99 % av fólkinum muslimar. Eydna sigur eisini í hes- um sambandi, at tað er ofta trupult hjá trúboðarum at kunna um kristnu trúnna, og fáa fólk at taka við. – Vanligt er, at tað gongur spakuliga við umvending- ini, tí nógv tosing skal til, men tað er serstakliga lætt at koma í kontakt við fólk, sigur Eydna. Men Eydna sigur, at tá fólkini eru umvend, kann ofta verða trupult, at fáa tey at útinna reinan kristindóm. – Ofta hava tey lyndi til at blanda gomlu trúnna hjá sær upp í kristindómin, og er hetta ein trupulleiki, ið flestir trúboðarar kennast við, sigur Eydna, sum legg- ur aftrat, at fólkini sjálvi mugu vilja taka við Kristi. - Tað er gott at koma heim Eydna heldur, at hon hevur fingið serstakliga nógv búrturúr volontør-virksem- inum í Tanzania. Hon sigur, at hon hevur lært seg sjálva betri at kenna. – Eg dugi væl, at tilpassa meg eftir umstøðunum nú, sigur Eydna, sum eisini er glað fyri at koma heimaftur. – Ja, tað er deiligt at koma heimaftur, og tað er stuttligt, sum fólk spyrja nógv um túrin. Fólk tykjast ógvuliga áhugaði í hesum her, sigur ein vælnøgd Eydna. – Kanska er tað ser- liga stórur áhugi í meinig- heitini, sigur Eydna, sum hevur verið í Trúboðanum og greitt frá túrinum. Men hvat kann Eydna geva samfelagnum og meinigheitini her heima, nú hon er komin heim, spyrja vit Eydnu. Til hetta svarar hon, at boðskapurin til fólkið er, at tey skulu ikki stúra ella verða bangin. – Ofta er man bangin fyri at fara út um landoddarnar ella at royna okkurt nýtt, men tað er ongin orsøk at verða bangin. Tað er bara at koma við einum opnum sinni, sigur ein glað Eydna, sum hevur hitt nógv fitt fólk í Tanzania. - Øll tóku so væl ímóti mær, og tí varð tað skjótt, at ein fall til, sigur Eydna og leggur aftrat, at hon kundi gott hugsað sær at farið aftur til Tanzania. – Jú, tað hevði verið ógvuliga stutt- ligt at farið og vitja tey aftur, sigur hon. Spurd um fram-tíðarætl- anir svarar Eydna, at hon fer til Danmarkar at lesa. – Eg fari at lesa folkesund- hedsvidenskap í Keyp- mannahavn, sigur Eydna Poulsen, sum væntar at fáa stóran ágóða av túrinum til Tanzania, nú hon fer til Danmarkar. – Jú, tað verð- ur, sum áður nevnt, lættari at fella til, sigur Eydna við einum smíli. Ein genta við móti upp á framtíðina. Eydna hugnar sær í góðveðrinum í Tanzania Eydna heima á Strondum við føroyskum báti í bakgrundini C M Y K 21 20