Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 157 - 22. august 2003 Nr. 157 - 22. august 2003 3 Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, familju, ætt, vinum og kenningum, sum gleddu meg á 90 ára degnum tann 28. juli 2003 við gávum, blómum, fjarritum og heilsanum annars. Torkil Strøm, Vágur Stuart Bernstein, amerikanski sendiharrin í Danmark, kemur til Føroyar í næstum TÍÐINDI Hans Kárason Mikkelsen Stuart Bernstein skal mill- um annað eta døgverða í Kirkjubø, tá hann kemur til Føroyar, og er hetta fyrsta vitjanin hjá amerikanska sendiharranum í Føroyum. Bernstein kemur til Føroyar týsdagin, og er tað ein vitjan, har hann verður víst- ur runt í Føroyum. Bernstein er ein kendur maður í USA. Hann hevur altíð havt fótin innanfyri tað politiska lívið, men hann hevur ikki sjálvur verið politikari. Stuart Bernstein er nevniliga múgvandi handilsmaður, og hann seldi hús og ognir. Men nú er hann blivin sendiharri hjá USA, og varð tað George W. Bush, ið tilnevndi hann, stutt eftir at fyrrnevndi inntók for- setaembætið í 2001. Bernstein hevur í longri tíð stuðlað Bush og Republikanarum, og er hann altíð við á gestalist- anum hjá George W. Bush, tá forsetin bjóðar inn. Bern- stein stuðlaði eisini eldra Bush peningaliga, tá hesin førdi valstríð til forseta. USA hevur 107 sendi- stovur kring heimin, men onga í Føroyum. Um vikuskiftið fer Føroya Javnaðar- flokkur at halda landsstevnu á Selatrað. Byrjað verður fríggjakvøldið, og leygarkvøldið verður endað við náttverða. Stevnan er summarslig, og verða tað tískil nógv ymisk tiltøk at fara til TÍÐINDI Hans Kárason Mikkelsen Millum tey mongu tiltøk- ini, sum skulu húsast á Skótadeplinum á Selatrað, eru barnatiltøk og politisk orðaskifti. Tað er floks- leiðslan í Javnarflokkinum, sum leggur út við einum fundi, og síðani verður lagt upp til kjak. Javnaðarmenn eru væl fyrireikaðir til stevnuna, tí hetta summarið hava nakrir arbeiðsbólkir útarbeitt fýra politisk tilmæli, sum skulu stimbra kjak innanfyri flokkin. Hesir arbeiðsbólk- ar hava viðgjørt evni sum fiskivinnnupolitikk, al- menna fyrisiting, sjálvstýr- ispolitikk, og fíggjarlógar- arbeiði. Hans Pauli Strøm sigur við Sosialin, at Javnaðar- flokkurin vil hava ein meira markantan og týðuligan boðskap fram. Hann leggur aftrat, at Javnaðarflokkurin eftirlýsir einum breiðari samstarvi í sambandi við fíggjarlógina. – Sum nú er, er tað alt ov lítið sam- arbeiðið um fíggj- arlógina, sigur Hans Pauli. Ikki bert politikkur Men tað er ikki bert politikkur, ið er á skránni um vikuskiftið, tí børnini fáa eisini høvi at luttaka í ymsum barnatil- tøkum. Tað verður t.d. skip- að fyri gongutúrum, har fólk kunnu taka sær av løtt- um í vøkru náttúruni á Selatrað. Tað verður farið ein túr í viðalundina og kanska ein túr niðan við ánni, sum liggur uppi í dalinum omanfyri bygdina. Tiltøk, ið bera dám av mentan verða eisini á Sela- trað um vikuskiftið, har rit- gerð um lossingarmenn verður løgd fram. Tað er Erland V. Joensen, sum hevur skrivað ritgerðina. Og leikbókurin Gríma fer at framføra á stevnuni, har tey fara at viðgera ymisk evni úr søgunum úr Krabbaurð. Fyriskipararnir av javn- aðarstevnuni leggja dent á, at tiltakið er fyri øll. Javn- aðarstevnan byrjar fríggja- dagin klokkan 20:00 við sangi og báli, og øll floks- leiðslan verður til staðar. Javnaðarflokkurin á landsstevnu Amerikanski sendiharrin í Danmark kemur hendavegin Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Rosa Winther lá sjúk, andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkið á B8 á Landssjúkrahúsinum, sum vóru so góð við hana. Eisini ein tøkk til prest, sangarar, berarar og tykkum sum stóðu fyri ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til Hjartafelagið og tykkum øllum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Børnini Stuart Bernstein, amerikanski sendiharrin í Danmark, stendur her til vinstru saman við prinsessu Benediktu Javnaðarflokkurin kemur saman VITJAN Vilmund Jacobsen Runavík: Hósdagin í síðstu viku helt Útnorður- ráðið ársfund á Eiði. For- maður í ráðnum undan fundinum, var Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður. Á Eiði tók grønlendski lands- tingsformaðurin, Jonathan Motzfeldt við formans- starvinum. Í Sosialinum herfyri varð nomið við tey mál, sum viðgjørd vórðu á ársfund- inum, eitt nú um tættari samstarv millum heilsu- myndugleikarnar í útnorði. Temaið til komandi árs- fund hjá ráðnum verður orka. Á fundinum á Eiði legði Jonathan Motzfeldt fram eina virkisætlan fyri kom- andi ár. Ætlanin leggur ser- liga dent á viðurskiftini hjá londunum í útnorði við ES, eins og dentur verður lagd- ur á samstarv millum Út- norðurráðið og Arktisku Parlamentarisku Nevndina. Í røðuni legði Jonathan eisini dent á týdningin av at gagnnýta livandi tilfeingið burðardygt, ikki minst felags fiskastovnarnar í Norðurhøvum. Á ársfundinum luttók eisini norski stórtingsfor- maðurin, Jørgen Kosmo. Vitjaðu FJM og AWI Útnorðurráðið gav sær eis- ini stundir at vitja í Runa- víkar kommunu, meðan steðgað var í Føroyum. Seinnapartin síðsta fríggjadag varð farið ein túr til Æðuvíkar, og haðani inn á gólvið á maskinverk- staðnum, FJM í Runavík. Eftir vitjanina hjá FJM, fóru øll tey stívliga 20 umboðini ein túr við einum AWI-Star báti, sum báta- virkið, AWI í Runavík, hev- ur bygt. Sosialurin var á bryggj- uni við myndatólinum, tá ið loyst varð frá landi. Millum gestirnar umborð var norski stórtingsformað- urin, Jørgen Kosmo og grønlendski landstingsfor- maðurin, Jonathan Motz- feldt. Føroyingarnir við AWI- Star bátinum vóru eitt nú bátabyggjarin, Aðalstein Anthoniussen og Lassi Klein, sum starvast á skrivstovuni hjá AWI- Boats. Millum føroysku politik- ararnir á ferðini, var eitt nú Kári P. Højgaard, Jógvan á Lakjuni og Heini O. Heine- sen, løgtingsmenn. Býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, var eisini við. Seinni um kvøldið bjóð- aði Runavíkar býráð gest- unum til døgurða í Kapp- róðrarneystinum á Glyvr- um. Útnorðurráðið umborð á AWI-Star Útnorðurráðið á bryggjuni í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen So er loyst, og bæði Jonathan Motzfeldt og Jørgen Kosmo sleppa at royna nýggja AWI-Star bátin Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 3 2