Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 157 - 22. august 2003 Nr. 157 - 22. august 2003 5 Arbeiðið at kanna hvar bergholið ímillum Øravík og Hov skal verða, er seinkað. Ein orsøk er, at tað er so vánaligt tilfar í fjallinum HOVSTUNNILIN Áki Bertholdsen Enn ganga nakrar vikur áðrenn tað verður greitt, hvar ætlaða bergholið ímillum Øravík og Hov verður. Í alt summar hava fólk frá Landsverkfrøðing- inum borað niður í fjallið fyri at kannað um tað ber til at gera tunnilin niðri í dalinum, har einstaklingar í Suðuroy og byggifelagið NCC hava borið upp á mál at gera tunnilin. Men hetta arbeiðið er seinkað nakrar vikur og Landsverkfrøðingurin sig- ur, at tað ganga í hvussu so er nakrar vikur afturat, áðr- enn hann er komin til eitt úrslit og kann lata Vinnu- málaráðnum eina frágreið- ing. Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, sigur, at fyrst og fremst er arbeið- ið seinkað tí at tilfarið í fjallinum var so vánaligt. – Í tí eina holinum, sum varð borað, var tilfarið so vánaligt at menninir máttu gevast at bora. Men um hetta er ein ábending um, at tað ikki ber til at gera berghol har, vil Landsverkfrøðingurin ikki siga nakað um enn. Síðani hava teir flutt boran og nú gongur heldur frægari. Men verkfall hevur eisini seinkað arbeiðnum eitt sin- dur og veðrið hevur eisini gjørt eitt sindur fortreð. Eitt nú var neyðugt at brúka tyrluna til ymsa út- gerð, men tað legðist mjørki, so tað gekk ein tíð, áðrenn tað bar til. Fýra hol Tilsamans skulu fýra hol borast og seinkingarnar hava ført við sær, at enn eru teir bara lidnir við tað fyrsta holið. Men menninir hava havt langar arbeiðsdagar. Teir hava arbeitt í tveimum skiftum og tann eina vaktin hevur ikki verið í summar- frí enn, fyri at fáa arbeiðið liðugt. Sostatt ganga nakrar vik- ur afturat, áðrenn boriong- arnar eru lidnar. Síðani skal tilfarið kannast og ein frá- greiðing skrivast. Upprunaliga hevði Landsverkfrøðingurin skot- ið upp at gera Hovstunnilin longri uppi í fjallinum. Men hetta hava suðuroy- ingar verið ónøgdir við, tí tá sleppa teir ikki undan tí strekkinum, sum er truplast at koyra, í hvussu so er hjá lastbilum. Tó skal leggjast afturat, at í longdini er ætlanin at leggja vegin um, so at tað slepst undan umrødda strekkinum, sum er brekk- an niðan úr Hovi, men hetta liggur longri frammi í tíðini. Tí heittu einstaklingar á NCC, sum gjørdi Vága- tunnilin, fyri at vita um ikki aðrir møguleikar eru og norska felagið heldur at tað ber væl til at bora tunnil heilt niðri í dalinum, har tað slepst undan øllum brekkum beinanvegin. Samstundis bar hetta í sær, at arbeiðið at gera tunnilin og arbeiðið at gera samferðsluhavnina kundi knýtast saman, tí tilfarið úr tunlinum kundi brúkast til havnina og at tað fór at spara landskassanum fleiri milliónir. Landsverkfrøðingurin er samdur í, at fyri ferðsluna er hetta nógv tann besta loysnin, men hendan linju- føringin hevur verið upp á tal fyrr og tá var ikki mett, at tað var ráðiligt at fara undir tunnil har, tí tilfarið er so vánaligt. Men nú NCC heldur at tað kortini ber til, er gjørt av at gera boringar fyri at kanna fjallið. Men arbeiðið hevur altso ikki gingið so væl sum ætl- að og tað verður ikki fyrr- enn í heyst, at eitt úrslit fyriliggur. Verður tunnilin gjørdur, har Landsverkfrøðingurin ætlar, ber ikki til at knýta arbeiðini saman, tí tá verð- ur ov langt at koyra grótið úr tunlinum. Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur, at tað, sum Fiskimálaráðið hevur gjørt er ógvuliga ørkymlandi FISKILOYVI Áki Bertholdsen – Tað ber ikki til at hava skip undir slíkum umstøð- um. Jákup Sólstein, formaður í reiðarafelagnum, sigur, at teir, sum hava skip, kunnu ikki liva við, at Fiskimála- ráðið brádliga kann finna uppá at taka eina tilsøgn um eitt fiskiloyvi aftur. Men tað var júst hetta, sum hendi í málinum um Jógvan S. Formaðurin í Reiðarafel- agnum hevur ikki viljað sagt nakað um tað ítøkiliga málið um Jógvan S. Og hann vil framvegis ikki siga nakað um Jógvan S. Men í eini stuttari við- merking sigur hann, at yvirhøvur er tað ótolandi, at Fiskimálaráðið kann finna upp á at taka eina tilsøgn um fiskiloyvi aftur, sum fyrst er latið. Tá ið ætlanin var at keypa Jógvan S, søkti reið- arin um fiskiloyvi og fekk eina tilsøgn frá Fiskimála- ráðnum. Tað hava heldur ikki ver- ið nakrir trupulleikar ímeð- an skipið hevur verið til fiskiskap, ikki fyrrenn fel- agið línuskip ger vart við seg og landsstýrismála- nevndin tekur málið upp og kolldømir avgerðina. Jákup Sólstein vil onki siga um avgerðina hjá landsstýrismálanevndini ella um veiðiorkuna hjá ymsum bátum. Men hann sigur, at tað er ótolandi, at Fiskimálaráðið fyrst gevur eina tilsøgn, men síðani tekur hana aftur. Hann sigur, at tá ið reiðari ætlar at útvega sær skip, søkir hann fiskimálararáðið um loyvi. Hann fær so eina tilsøgn um loyvi frá Fiskimála- ráðnum og tá ið skipið so er komið, fær hann tað enda- liga loyvið. – Hendan tilsøgnin hevur altíð verið at meta sum eitt endaligt loyvi og við hesi tilsøgnini í hondini, arbeið- ir reiðarin so víðari við ætlanini. – Eitt nú ger hann bind- andi avtalur um bæði skip og um fígging, og sostatt setir hann seg eisini fyri eini ávísari skuld og bindur seg fíggjarliga. – Men skal vandi nú vera fyri at Fiskimálaráðið kann taka eina slíka tilsøgn aftur, er tað ikki til at liva við, sigur Jákup Sólstein. – Sostatt er hann samdur við teimum sum halda, at rættartrygdin er í vanda. Hann sigur, at so vítt, hann veit, er hetta fyrstu ferð, at hetta er hent. Men um hetta er eitt mál, sum reiðarafelagið fer at taka upp, veit hann ikki. Skjaldbøkan sum ein seks ára gomul tvøragenta fann í einum hyli niðri við sjóvarmálan í Froðba í síðstu viku, var rýmd úr eini balju í Froðba UNDARLIGUR FONGUR Áki Bertholdsen Í Sosialinum mikudagin skrivaðu vit um seks ára gomlu Sólju Jensen á Tvøroyri, sum var komin til húsar við einum sjáldsam- um fongi ein dagin, hon var farin at fanga kombikk úti í Froðba Í einum hyli niðri við sjóvarmálan, fann hon eina skjaldbøku. Ongin visti at siga, hvað- ani hon var komin í hylin, men Lars Mohr Nielsen, djóralækni, segði, at tað var óhugsandi, at hon var kom- in yvir hav, tí hetta er ein skjaldbøka, sum livir á landi og í feskum vatni Og rætt hevði hann, tí nú er gátan um skjaldbøkuna loyst. Tað vísir seg, at skjald- bøkan er rýmd úr eini balju í einum húsum í Froðba, stutt frá har, hon varð funn- in. Tað er Annlis Thomsen, sum eigur skjaldbøkuna. Hon eigur tríggjar skjald- bøkur og tá ið hon reinsar búrið, sum tær eru í, plagar hon at seta tær út í tún í eini balju ímeðan. Tað hevur ongantíð verið nakað, men hesuferð var tann eina skjaldbøkan rýmd. Tey leitaðu bæði væl og leingi eftir henni, men funnu hana ongastaðni. Hetta er nú eina mánaði síðani og tey hava langt síðani sligið seg til tols við, at hon var deyð. So var Sólja bilsin av at finna skjaldbøkuna í einum hyli, vóru tey, sum áttu hana, ikki minni bilsin av at lesa, at hon enn var á lívi og hevði tað sum fyrsta dagin. Hava verið nógvar forðingar Her sæst bæði uppskotini til tunnil ímillum Øravík og Hov. Tunnilin høgrumegin, uppi í fjallinum, er tann, sum Landsverkfrøðingurin hevur skotið upp at gera. Tunnilin niðri í dalinum er tann, sum NCC heldur at tað ber til at gera og hetta er eisini nógv tann besti tunnilin fyri ferðsluna. Men kanningarnar at vita um tað ber til, eru seinkaðar nakrar vikur Hetta er ikki til at liva við Tað er ógvuliga ørkymlandi, at Fiskimálaráðið kann taka eina tilsøgn um eitt fiskiloyvi aftur, aftaná at ein reiðari hevur bundið seg fíggjarliga, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum Gátan um skjald- bøkuna loyst Skjaldbøkan, sum seks ára gamla Sólja Jensen á Tvøroyri fann í einum hyli niðri við sjóvarmálan í Froðba, hevði ikki ferðast so langt. Hon »búði« tætt við, men var sloppin sær til rýmingar Summarið hevur roynst hampiliga væl hjá ferðavinnuni í Vágum. Skilligt er, at Vágatunnilin hevur drigið væl av fólki vestur FERÐAVINNA Edvard Joensen Vágar: Tey, sum starvast í ferðavinnuni í Vágum hava týðuliga merkt, at Vága- tunnilin hevur verið opin í summar. Nógv fremmanda- fólk hava vitjað oynna í summar, og serliga tey so- nevndu »Stop over« ferða- fólkini, sum bíða einar tveir dagar, til tey skulu víðari við Norrønu, hava gist í Vágum mánadag og týsdag í summar. Niels Olgar Joensen, sum eigur vallaraheimið á Gilja- nesi, sigur, at í summar hevur vallaraheimið soleið- is at kalla veirð fullsett. Viðhvørt hava tey verið noydd at vísa fólki frá sær, tí einki pláss hevur verið í tilhaldshúsinum. Og á tjaldingarplássinum uttan fyri vallarheimið hevur støðan eisini viðhvørt verið tann, at ikki fleiri tjøld hava kunnað staðið, og fólk hava verið noydd at fara aðra- staðni at tjalda. Fyritøkan á Giljanesi hevur eisini busskoyring, og eisini har hevur væl ver- ið at gjørt í summar, sigur Niels Olgar Joensen. Tó var juli nakað slakur, letur hann at. – Tað vísir seg, at meðan skúlarir hava frí, ferðast fólk ikki í bólkum,og tá verður minni til bussarnar, sigur hann. Men bæði áðrenn skúla- frítíðina og eisini longu nú, eftir at teir eru byrjaðir aftur, er meira at gera hjá bussunum. Undan frítíðini fyrr í summar vóru nógv føroysk arbeiðspláss, sum ferðaðust í Vágum. Nú eru tað fremmandir skúlaflokkar, sum vitja oynna, sigur Niels Olgar Joensen. Á Giljanesi merkja tey væl, at Vágatunnilin er opin. Tað sæst serliga á teimum, sum koma við húsvognum og tjalda uttan- fyri, sigur hann. Tey hava ikki fyrr verið í Vágum í so stóran mun sum í ár. Niels Olgar Joensen sig- ur, at í mun til í fjør er vøksturin ikki so øgiligur í prosentum, men har er ein vøkstur. Hinvegin var vøksturin í fjør í mun til í fyrraárið heili 30 prosent, og í grundini høvdu tey roknað við eini minking í ár. Men tað kvinkar heldur hinvegin hjá vallaraheimin- um á Giljanesi. Hann sigur, at í felagnum hjá vallaraheimum hevur verið tosað um, at tað er neyðugt at kunna føroying- ar meira um, hvat vallara- heimið í grundini hevur at bjóða. – Tað er ikki óvanligt at hoyra føroyingar undrast á, at tað ikki er talan um ein stóran sovisal, men um kømur við fáum seingjar- plássum. Og tað er tað, fólk vilja hava, sigur Niels Olgar Joensen. Eisini á Hotel Vágum láta tey væl at summarin- um, hóast tað mestsum var eitt vakuum beint eftir ólav- søku. – Men nú er á veg upp- eftir aftur, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum. Og í september sær væl út við fleiri skeið- um. So koma hugnakvøld- ini í heyst, og áðrenn vit vita av, eru jólini á kropp- inum. So alt í alt sær væl út fyri framman. Og summarið hevur verið gott. Nógv fólk hevur vitj- að. Bæði matsovuna og eis- ini liggjandi gestir sigur hann. Tað eru serliga danir, sum hava búð á Hotel Vág- um. Men nú eru bretar veruliga farnir at banka uppá, sigur Kári Hentze. Hann er ikki í iva um, at tað eru ruturnar hjá Atlants- flogi til Bretlands, sum gera tað. Eisini kunningarleiðarin í Vágum, Terji Nielsen, letur hampiliga at. Nógvir før- oyskir bólkar hava vitjað í Vágum í summar. Serliga Gásadal og Tindhólm vilja føroyingar vitja. Kunningarstovan fer fyrst í september at flyta í nýggj høli í Miðvági. Tað verður har, sum Sparikassin í løt- uni heldur til, meðan um- bygt verður hinumegin veg- in. Terji Nielsen væntar, at tá flutt er, verður Kunningar- stovan væl sjónligari, enn hon er í dag. Fýra fólk, sum hvør í sínum lagi eru kend innan danska flog- ferðslu, hava stovnað eitt nýtt felag, sum fer at taka sær av virkis- ráðgeving, flogfrakt og ymsum, sum fyrifellur. Tvey teirra eru væl kend í Føroyum FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Fyrrverandi stjórin í Maersk Air, Bjarne Hansen, hevur saman við fyrrverandi kunningarleið- aranum í Maersk Air, Maritu Petersen, og tveim- um øðrum, sum kendir eru í fakinum, stovnað fyritøk- una Wing Partners. Marita Petersen, sum er hálvur føroyingur, sigur við Sosialin, at talan er um fyritøku, sum fer at ráðgeva øðrum fyritøkum bæði á landi, sjógvi og í luftini, sum hon tekur til. Tað er nevniliga so, greiðir hon frá, at Bjarne Hansen og hon hava saman við einum øðrum fyrrver- andi Maersk Air manni við drúgvum royndum, Kim Schultz, kastað saman við Robert S. Arendal, sum er eitt rættiliga kent navn, tá tosað verður um flogfrakt í Europa. Millum annað var hann við at stovna flogfel- agið Cargolux Airlines í Luxemburg. Marita Petersen sigur, at tey hava lagt dent á at hava fólk við ymsum royndum, nú tey fara undir hetta nýggja tiltakið. Um seg sjálva og Bjarne Hansen sigur hon, at tey eru imeira »generalistar«, sum hon tekur til. Hinir báðir stovnararnir eru aftur ímóti serfrøðingar á sínum øki. Teir vita tað, sum er at vita um flogfrakt, sigur hon. Nýggja felagið Wing Partners hevur stovnað deild undir navninum Nordic Cargo. Nýggja felagið hevur longu fingið aðalumboð fyri ymisk feløg úti í heimi. Wing Partners átekur sær at syrja fyri at farmur verður fluttur til ymisk støð víða úti í heimi, sigur Marita Petersen. Men nú er Wing Partners ikki avmarkað til at halda seg til flogfrakt ella til flogferðslu yvirhøvur, sigur hon. Felagið er ráðgeving- arfelag, sum vendir sær til allar fyritøkur, sum áhug- aðar eru, við virkisráðgev- ing av ymsum slagi. Eisini er ein liður í ætl- anunum hjá nýggju fyritøk- uni at gera íløgur í eitt nú danskar fyritøkur, um tann møguleiki býðst, sigur Marita Petersen. Hon greiðir frá, at hóast fyritøkan Wing Partners bert er nakrar dagar gomul, hevur hon longu fingið umrøðu og vakt ans í vinn- uni. Og eisini hevur hon longu fingið fleiri kundar. – Tað er eingin ivi um, at tað er navnið Bjarne Han- sen, sum dregur, og at hann er andlitið hjá fyritøkuni út- eftir, metir Marita Petersen. Bjarne Hansen var í starvi hjá A.P. Møller fyri- tøkuni í 46 ár, áðrenn hann fyri góðari viku síðan gavst og fór undir egna fyritøku. Hann er millum annað kendur í Føroyum frá tíðini, hann var stjóri í Maersk Air. Umframt hevur hann havt fleiri toppstørv hjá A. P. Møller. Nógv ferðafólk í Vágum í summar Veteranar byrja av nýggjum Hendan dagin vóru bara tvey tjøld at síggja uttan fyri vallarheimið á Giljanesi. Men tað ehvur viðhvørt verið neyðugt at senda fók avstað aftur í summar, tí fult hevur verið Mynd: Edvard Joensen Høvuðsnavnið í nýggju fyritøkuni, Wing Partners, er fyrrverandi Maersk Air stjórin, Bjarne Hansen Mynd: Edvard Joensen Hálvi føroyingurin, Marita Petersen, sum eisini er kend í Føroyum frá síni tíð sum kunningarleiðari hjá Maersk Air, er ein av fýra stovnarum av nýggju fyritøkuni Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4