Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 157 - 22. august 2003 Nr. 157 - 22. august 2003 7 Leygarkvøldið 23. august skipar KÍ fyri stórari familju- konsert í KÍ høllini í sambandi við, at felagið fyllir 99 ár sunnudagin. Konsert- in verður ein sokallað afturlítandi konsert, har fólk fáa høvi til at hoyra landaplágur frá seinastu tríati árunum KONSERT Solby A. Eliasen Klaksvík: Konsertin er bara eitt av mongum tiltøkum, sum KÍ skipar fyri í sambandi við 99 ára dagin. Hvør minnist ikki løg sum Føroyar hjá Frændum, Til allar vinir hjá Blátt, Komið øll við hjá Straight Ahead, Torvatrøll- ið hjá Joka og so framvegis. Hesi og mong onnur verða at hoyra í KÍ høllini leyg- arkvøldið, so talan er um eina sera fjølbroytta kon- sert við lættum og melodi- øsum løgum, sum klaksvík- ingar gjøgnum seinastu tríati árini hava givið út. Og tað skuldi borgað fyri góðsku, tí hetta eru løg, sum fólk forelskaðu seg í fyri fimm, tíggju, tjúgu árum síðani ella longur aftur enn tað. Og tískil er hetta somuleiðis ein kon- sert fyri allar aldursbólkar. Við á konsertini verða fleiri kendir sangarar úr Klaksvík, sum fara at syngja sokallaðar landa- plágur, sum herjaðu kring landið í seyti, áttati og níti- árunum. Tað verða einir tríggir til fimm sangir í part til hvønn sangaran, so talan verður um einar 25 landa- plágur í umleið tveir tímar komandi leygarkvøld. Seinastu mongu árini er ein ørgrynna av landaplág- um komnar úr Klaksvík frá bólkum sum til dømis Straight Ahead, Frændum, Hjarnar, Dynamitt, I am og Aria. Tað verða tó ikki hesir bólkarnir, sum koma at lut- taka á konsertini. Ein og sami bólkur, mannaður við Magna Husgaard á key- board, Erik Biskopstø á bass, Høgna Klakkstein á trummum og Hjalta Joen- sen á guitar, spælir allatíð- ina undir, meðan sangar- arnir verða sjey í tali. Teir eru: Karl Martin Samuel- sen, Steintór Rasmussen, Birgir Sigurðsson, Arnfríð Lützen, Jógvan Hansen, Jákup Marner Antoniusson og Hans Jacob Nystrøm. Gunnar Nolsøe verður vert- ur á konsertini, sum byrjar klokkan 21 og varir í um- leið tveir tímar. Familjukonsert Fyrireikararnir leggja stór- an dent á, at hetta er ein familjukonsert, sum fer fram í hugnaligum um- hvørvi. – Tankin er, at øll skulu kunna koma, og tað skal verða ein hugnalig konsert, har øll hugna sær, siga fyri- reikararnir. Og tískil liggur hon so mikið tíðliga á kvøldinum. Tey siga seg ikki vita, hvat tey skulu vænta, men tað ber illa til at ímynda sær annað enn eina góða undir- tøku. Tað er leygarkvøld, og hetta er ein konsert, sum bjóðar góðan og lættan tón- leik. Klaksvíkingar hava altíð verið kendir fyri at koma við fangandi popptónleiki, og tað er onki minni enn tað besta av tí besta, sum verður at hoyra í KÍ høllini leygarkvøldið. – Vit hava simpulten tikið tað besta úr Klaksvík og koyra tað á pall í Klaksvík, siga fyrireikararnir, sum eru sera spentir upp á hesa konsertina. Víst verður tó á, at tað eru nærum 15 ár, síðani at tað seinast var ein líknandi konsert í Klaksvík. Tað var aftur í 70´ini í 1989. Hetta talið talar annars fyri seg. 15 ár síðani sein- ast, so tað er upp á tíðina, at okkurt tílíkt tiltak aftur er í Klaksvík, sum er við at verða rættuliga afturúrsiglt, tá tað kemur til konsertir og onnur tónlistarlig tiltøk. Konsertin byrjar sum sagt kl. 21. Kostnaðurin er 120 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn 14 ár og yngri. Atgongumerkini verða seld við dyrnar. Heimskenda náttúru sjónvarpsrásin National Geographic hevur ætlanir um at koma til Føroyar at gera ein náttúrufilm. Ein amerikanari kemur hendanvegin í september fyri at gera fyrireikingararbeiði til filmin. Ólavur Sjúrðarberg, for- maður í grinda- mannafelagnum, skal vísa honum runt í Føroyum FILMSGERÐ Solby A. Eliasen Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ólavur fer kring landið við fólki, sum hava ætlanir um at gera film um Føroyar. Hann greiðir frá, at áhugin uttanífrá at gera filmar um Føroyar økist spakuliga. Og tað heldur hann kemst av, at tey sum hava verið her, verða væl móttikin og fáa fakta at vita um land, fólk og náttúru. Hetta heldur hann ger, at tey verða vælnøgd við túrin og siga øðrum frá. – Tað eru hesir smáir ringarnir í vatninum, sum nú breiða seg meira og meira, sigur Ólavur. Hann greiðir frá, at søgan um, at National Geographic skal gera film um Føroyar, byrjar fyri umleið tveimum árum síðani, og er eitt greitt tekin um, at tað eru teir smáu ringarnir, sum eru í ferð við at gerast størri og fleiri. Fyri tveimum árum síðani vitjaði ein blað- kvinna frá Los Angeles Times í Føroyum. Hon búði hjá Ólavi í eina viku, og hann vísti henni runt í land- inum. Hon skrivaði eina stóra grein um Føroyar í blaðið LA Times í mai mánaði í ár. Og soleiðis bleiv nakað av ljósi varpað á okkara lítla oyggjaland í Los Angeles. Ólavur greiðir frá, at tað eru fyritøkur í USA, sum gera filmar fyri eitt nú National Geographic, Ani- mal Planet ella Discovery. Tað er ikki soleiðis, at rásin sjálv ger filmin. Og í sep- tember kemur so ein amer- ikanari frá eini tílíkari fyritøku hendanvegin til »research«. Tá viðkomandi setti seg í samband við Ólav, segði hann, at hann eisini kundi hugsað sær at fingið eitt grindadráp upp á band. – Men eg mátti so bara siga honum, at tað kundi eg ikki garanterað honum. Eg greiddi honum frá, hvussu tað er við tí, men hann segði, at hann hevði áhuga í at koma kortini, tí hetta skal ikki verða ein grinda- filmur, men ein náttúru- filmur, sigur Ólavur. Hann er spentur upp á hetta sjálvandi, og hann heldur eisini, at tað er nak- að stórt fyri Føroyar, at ein so kend sjónvarpsrás fer at gera film um Føroyar. Upplýsningar í smáum Ólavur greiðir frá, at tá tað kemur til at lata upplýsn- ingar út til umheimin gjøgnum ein miðil, so hel- dur hann, at tað er skilabet- ur at lata upplýsningar út í smáum, heldur enn at koyra alt út í einum. Í hesum døgum eru onn- ur útlendsk eisini í Føroy- um. Eitt franskt filmslið hevur verið her størsta par- tin av sumrinum og tríggir finskir studentar hava eisini verið her. Tey hava bandað upptøkur av práti við ymisk fólk, og tá tey koma heim- aftur, skulu tey lata eina uppgávu inn, sum vísir broytingar í liviumstøðun- um. Hesir finnar koma frá universitetinum í Helsinki, har tey eru farin í holt vi eina verkætlan, sum kallast »Snowchangeprojekt«. Hesi millum onnur hel- dur hann fara at verða við til at geva nakað av upp- lýsningum um Føroyar út, og tað væntar hann kann fara at skapa størri áhuga fyri Føroyum við tíðini. – Um alt verður koyrt út í einum, so er alt yvirstaðið beinanvegin. So kemur eitt upplop í áhuga, og so er tað líka skjótt yvirstaðið, sigur hann og vísir á, at tað hevur gongdin í útlendskum áhuga fyri Føroyum sein- astu árini eisini víst. Hann sigur eisini, at tey, sum hava verið í Føroyum við filmum ella øðrum fyri eyga, hava latið væl at teirri ferð. – Tey hava verið fegin um teirra steðg her og siga seg hava verið vælmóttikin allastaðni, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum at enda. Landaplágur á palli Birgir Sigurðsson úr I Am er bert ein av teimum sjey, sum fara at framføra sokallaðar landaplágur á palli komandi leygarkvøld í KÍ høllini Savnsmynd National Geographic gera film um Føroyar Áhugin uttaneftir at gera filmar um Føroyar er alsamt vaksandi. Í summar hevur eitt franskt filmslið verið her, og í september kemur fólk frá heimskendu náttúrusjónvarpsrásini National Geographic hendanvegin Ov lítil kapping er á Føroyarutuni, og verandi kapping fer fram á skeivum øki. Heldur enn at kapp- ast um óviðkomandi ágóðar av bonus- stigum, áttu flog- feløgini at kappast um sjálvan prísin á ferðaseðlunum, heldur Kappingar- ráðið. Maersk Air sigur seg vera fyri púra fríari kapping á Føroyarutuni KAPPING Rúnar Reistrup Fyri tveimum vikum síðan kom Maersk Air við einum tilboði til kundar sínar um at teir kundu savna saman bonusstig og soleiðis vinna sær ymsar ágóðar. Sera stutt eftir svaraði Atlantic Airways átakinum hjá kappingarneytanum við einum líknandi átakið við bonusstigum. Eingin ivi er um, at hetta er eitt tekin um vaksandi kapping millum flogfeløg- ini, tí tað er ikki ókeypis hjá flogfeløgunum at bjóða viðskiftafólki sínum ágóðar av hesum slag. Men herðaða kappingin millum feløgini fer fram heilt á skeivum øki, heldur føroyska Kappingarráðið, sum ikki er nøgt við kapp- ingarstøðuna á Føroyarut- uni. - Ynskiligt var, um flog- feløgini á Føroyarutuni fóru at kappast um at hava lægstu prísirnar heldur enn at kappast um alt møguligt annað uttanfyri sjálvan prísin, sigur Terje Sigurðs- son á Kappingarráðnum, spurdur um hvat hann heldur um nýggju bonus- skipanirnar hjá flogfeløg- unum á Føroyarutuni. Føroyska Kappingarráð- ið fer tó einki at gera við málið, tí tað er ikki teirra borð. Loftferðslumál eru danskt málsøki, og avgerð- arrætturin liggur tískil hjá danska ferðslumálaráðnum. Sjálv Føroyarutan, sum At- lantic Airways og Maersk Air røkja, er undir strong- um príseftirliti. Danska ferðslumálaráðið skal góð- kenna allar prísbroytingar. Men tað merkir ikki at flog- feløgini á Føroyarutuni ikki sleppa at lækka prísin hvør í sínum lagi. Ikki ein króna á muni Tað kann tykjast sum at kundin fær bæði í posa og sekk, tá hann fær »ókeypis« ágóðar frá flogfelagnum, um hann bara syrgir fyri at fáa eitt stempul í sítt bonus- kort, hvørja ferð hann flýg- ur úr Føroyum. Men ágóðarnir kosta, og tað er, so natúrligt, sum tað ljóðar, kundarnir, ið óbein- leiðis gjalda kostnaðin ígjøgnum ferðaseðlaprísin. Í dag kostar ein fullur ferðaseðil millum Vágar og Keypmannahavn 5055 krónur, um hann verður keyptur frá Atlantic Air- ways og 5055 krónur um hann verður keyptur frá Maersk Air. Prísmunurin er snøggar null krónur. Sami prísmunur er millum bílig- aru APEX ferðaseðlunum hjá báðum flogfeløgum. Búffar eru óviðkomandi Sjálva prísleguna hevur Kappingarráðið onga við- merking til, men kann bara staðfesta, at kappingin millum flogfeløgini ikki sæst aftur á føstu listaprís- unum hjá feløgunum, og tað er í prinsippinum ósunt fyri marknaðin. - Sum útgangsstøði halda vit, at fólk eiga at gjalda fyri tað, sum tey biðja um, nevniliga flogferðaseðlar, og ikki fyri onnur óvið- komandi ting so sum búffar og biografbilettir, sigur Terje Sigurðsson. Tað ber til at vinna sær eina flogferð ígjøgnum bonusskipanirnar hjá báð- um flogfeløgunum, um ein flýgur minst fimm ferðir úr Føroyum innan tvey ár. Men fyri at fáa tann ágóðan er neyðugt hjá flestu brúk- arum at velja annað felagið út og flúgva við hesum hvørja ferð. Tað fremur ikki fríari kapping, sambært Kappingarráðnun. - Ein bonusskipan leggur upp til kundaloyalitet, og tað er í sær sjálvum probl- ematiskt, tí helst skulu kundarnir kunna skifta millum flogfeløgini so ofta teimum lystir, sigur Terje Sigurðsson. SAS hevur leingi havt eina skipan við bonusstig- um, sum eisini hevur verið galdandi á Føroyarutuni. Men hesari skipan hevur Kappingarráðið ikki somu mótstøðu ímóti, tí bæði flogfeløgini á rutuni brúka hesa skipan, og tí ber til hjá kundunum at vinna sær stig á somu skipan uttan mun til hvat flogfelag tey velja. - Harumframt geva bon- usstigini hjá SAS so at siga bert ágóðar, sum hava við ferðing at gera, meðan bonusskipanirnar á Føroya- rutuni hava alskyns óvið- komandi ágóðar, sigur Terje Sigurðsson. Ynskja fría kapping At kappingin á Føroyarut- uni verður stýrd so neyvt, sum eftir núverandi skipan, er ikki ynskiligt sambært Kappingarráðnum. - Eftir okkara tykki átti man at fingið gongd á fría kapping á Føroyarutuni. Tó vilja vit tilmæla, at kapp- ingin fer fram undir skipað- um viðurskiftum og eftirlit- ið, tí annars er vandi fyri at annað felagið kann trýsta hitt av marknaðinum, og tað hevði verið tað ringasta sum kundi hent fyri kapp- ingina á økinum. Men marknaðurin átti eftir okk- ara tykki at verið útsettur fyri størri kapping, enn hann í løtuni er, sigur Terje Sigurðsson á Kappingar- ráðnum. Tað heldur í øllum førum annað flogfelagið á Føroya- rutuni eisini. Per Brinch, kunningarstjórin hjá Maersk Air, sigur, at Maersk Air ynskir púra fría kapping á Føroyarutuni eins og hon er á øllum øðr- um rutum, sum flogfelagið røkir. - Tað er ein keðilig bureaukratisk forðing fyri kappingini, at allar prís- ásetingar skulu ígjøgnum danska ferðslumálaráðið, og hana vilja vit gjarna hava burtur, soleiðis at vit kunnu kappast frítt, sigur kunningarstjórin hjá danska flogfelagnum. Maersk Air heitti fyri fáum árum síðan á danska ferðslumálaráðið um at frælsgera kappingina á Føroyarutuni, men tað varð noktað. At ferðslumálaráðið skal góðkenna prísirnar merkir tó ikki at ferðslumálaráðið krevur at prísirnir skulu vera fullkomiliga eins hjá teimum báðum flogfeløg- unum. Spurdur um hví teir eru tað, sigur Peter Brinch, kunningarstjóri hjá Maersk Air. - Tað er ikki vit, sum hava syrgt fyri tí. Vit hava sett tann ferðaseðlaprísin, sum vit halda vera rættur. Vit hava ikki hugt at hvat kapp- ingarneytin selur sínar fyri, men vit kunnu staðfesta, at listaprísirnir eru púra eins. Tað var tíverri ikki møguligt at fáa telefonsam- band við Magna Arge, stjóra á Atlantic Airways, áðrenn evstamark. Kappingarráðið: Ov lítil kapping á Føroyarutuni Tú sparir null krónur um tú velur at flúgva við Altantic Airways heldur enn Maersk Air - ella øvugt, tí flogfeløgini kappast um alt annað enn prís. Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6