fríggjadagur 22. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 157 - 22. august 2003
Nr. 157 - 22. august 2003
9
Dagarnar 14. og 15.
juni 2003 skipaði
Goodyear Danmark
A/S fyri einum túri til
kendu Le Mans kapp-
koyringina í Frak-
landi. Við í ferðalag-
num vóru tríggir før-
oyingar. Le Mans
koyringin varð fyrstu
ferð í 1923
KAPPKOYRING
Magnus Gunnarsson
Í ár eru liðin 80 ár síðan Le
Mans koyringin byrjaði.
Flest øll hava hoyrt um
kappkoyringarnar í norður-
franska býnum Le Mans
uttan at geva sær far um,
hvat henda koyring snýr
seg um. Upprunaliga vóru
hesar koyringar fyri at testa
haldbarheitina hjá teimum
ymisku bilmerkjunum, men
seinni bleiv Le Mans koyri-
breytin brúkt til kappkoyr-
ing burturav.
Dagarnar 14. og 15. juni í
ár skipaði Goodyear Dan-
mark A/S fyri einum túri til
Le Mans fyri teirra norður-
lendsku kundar og søluum-
boð. Við í hesum ferðalagi
vóru eisini tríggir føroying-
ar. Teir vóru Frits Jacobsen
frá Føroya Tele, Petur Dag-
finn Højgaard frá Skipa-
felagnum Føroyar og Fríð-
rikur Bláhamar, Goodyear
umboðsmaður, frá Super
Dekk í Havn.
Føroyska ferðalagið fór
úr Føroyum til Danmarkar
fríggjadagin 13. juni. Fyri-
reikararnir av túrunum
høvdu leigað eitt flogfar,
sum skuldi flúgva úr Bil-
lund leygardagin 14. juni
og beinleiðis til Le Mans.
Tá føroyinganir skuldu inn-
skriva seg á flogvøllinum í
Billund, løgdu teir til merk-
is at á skeltinum oman fyri
innskrivingardiskin stóðu
nøvnini, Goodyear og At-
lantic Airways. Tá teir
komu út á flogvøllin stóð
flogfarið hjá Atlantic Air-
ways og bíðaði eftir teim-
um. Tað vísti seg at felagið,
sum skipaði fyri túrinum,
hevði leigað flogfarið hjá
Atlantic Airways til Le
Mans.
24 tímar út í eitt
Kappkoyringin, sum er 24
tímar út í eitt, byrjaði leyg-
ardagin kl. 16.00 og endaði
dagin eftir kl 16.00. Bilar-
nir vórðu deildir upp í bólk-
ar eftir motorstødd og hesta-
kreftum. Tann bilurin sum
koyrdi flestar umgangir í
hesum tíðarskeiði í sínum
bólki, vann kappingina.
Tríggir kappkoyrarar vóru
um hvønn bil. Bilarnir
koyra við eini ferð upp á
yvir 350 km/t. Le Mans-
banin er umleið 14 kilo-
metrar
langur.
Umleið
250.000 áskoðarar eru van-
liga til hesar kappingar.
Motorsportsáhugaði úr øll-
um heiminum koma til hes-
ar kappingar. Áskoðararnir
búgva á campingplássum
inni á einum øki hjá Le
Mans kappkoyringarbreyt-
ini.
Danir luttóku fyrstu ferð
í hesum kappkoyringum í
1983, tá Jens Winther koyr-
di saman við einum týskum
bólki. Í 1990 vann danin
John Nielsen, saman við
einum breta og einum
amerikanara, hesa kapping.
Tom Kristensen hevur sam-
an við øðrum vunnið hesa
kapping fleiri ár á rað síðan
1997.
At vera áskoðari til eina
kappkoyring sum hesa er
heilt serlig uppliving, ferð-
in á bilunum, larmurin sum
er alla tíðina og alt fólki.
Nógv hava t.d. trappustigar
og smá stillads fyri at koma
longur upp og síggja betur.
Flogfarið hjá Atlantic Air-
ways stóð á flogvøllinum í
Le Mans, meðan kappkoyr-
ingin varð. Ferðalagið varð
aftur í Billund sunnukvøld-
ið 15. juni kl. 20.00 eftir
ein góðan túr í Le Mans í
30 hitastigum.
maggi@sosialurin.fo
Við Goodyear og
Atlantic Airways
til
Føroyskir Le Mans
áskoðarar, f.v. Frits
Jacobsen, Fríðrikur
Bláhamar og Petur
Dagfinn Højgaard
Flogfarið hjá Atlantic
Airways stóð á Flogvøllinum
í Le Mans, meðan
kappkoyringin var
Umleið 250.000
motorsportsáhug-
aði úr øllum
heiminum koma
til kappkoyring-
ina í Le Mans
Le Mans
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
22. august. Symphorianus, deyður í umleið ár 180.
Kristin ungur maður úr Autun í rómverska landinum Gall-
iu (Suðurfraklandi). Varð tikin av døgum, av tí at hann
ikki vildi tilbiðja skurðgudamyndir í Cybeletemplinum.
Andrea Joensen
25 ára starvsdag
21. august hevði Andrea
Joensen í Sandavági 25 ára
starvsdag í Føroya Banka.
Hon byrjaði sum 17 ára
gomul sum næmingur í
Sjóvinnubankanum.
Andrea er 42 ára gomul,
ættað og búsitandi í Sanda-
vági.
Foreldrini eru Asta og
Leivur Joensen í Sanda-
vági. Hon er gift við Jon-
hard Joensen, ið er sonur
og Jancy og Svabo Joensen
úr Sandavági. Jonhard ar-
beiðir hjá Sandavágs Timb-
urhandli, og tey eiga børn-
ini Janu og Leivur.
Andreu dámar væl at
ganga túrar í náttúruni, tað
verði seg norðuri á
Oyrargjógv ella í Okna-
dali. Eisini dámar henni
væl at arbeiða í urtagarð-
inum og annað handaligt
arbeiði. Hon hevur ikki
sama áhuga fyri ítrótti sum
maðurin.
Andrea hevur øll árini ar-
beiddi í Sandavági, fyrst í
Sjóvinnubankanum síðan í
Føroya Banka, eftir at
bankarnir
vórðu
lagdir
saman.
Leivur í Ullvøru-
húsinum 80 ár
Í dag, fríggjadagin 22. august,
verður Leivur Andreassen,
nevndur Leivur í Ullvøru-
húsinum í Havn, 80 ár.
Leivur er havnarmaður, og
hann er ein býarmynd. Ró-
liga og hóvliga sæst hann
ganga. Ferðin er ikki so
nógv longur, men tað sæst
væl, at hann hugsar og
grundar, og tað er sera
hugaligt at koma í prát við
Leiv.
Foreldrini vóru Sanna og
Hillebert Andreassen. Hann
var úr Havnini, og hon var
úr Nugga í Nólsoy. Børnini
hjá teimum vóru Leivur og
Sigrun, sum búgva í Havn-
ini, Randi, sum býr í Keyp-
mannahavn, og Herborg,
sum búði í Havnini og sum
doyði 33 ára gomul .
Í Ullvøruhúsinum seldi
Sanna eitt nú tógv, og
Hillebert hevði jarnsmiðju.
Sigrun tók við handlinum
hjá mammuni, og Leivur
gekk í faðirsins fótaspor-
um. Undir krígnum lærdi
hann handverk hjá Ask-
ham, og í 1946 fór hann til
Danmarkar í maskinskúla.
Har leyk hann víðkað
maskinmeistaraprógv og el
installatør prógv. Leivur
sigldi úti í verðini, sum tað
plagdi at verða tikið til,
okkurt skiftið. Eitt nú sigldi
hann við Mærsk, og 1953-
1956, tá ið tey búðu niðri,
sigldi hann við DSB ferj-
um.
Leivur giftist 22. august í
1949 við Kirstin, sum er av
Tinghúsvegnum. Foreldrini
vóru Jóhanna og Jens Chr.
Guttesen. Kirstin og Leivur
eiga tvey børn, Mariu og
Jens, sum bæði búgva í
Havnini. Abbabørnini hjá
Leivi eru átta og langabba-
børnini tvey. Í mong ár
búðu Kirstin og Leivur í Ull-
vøruhúsinum, men síðani í
1977 hava tey búð uppi við
plantaguna – í Jústgøtu.
Leivur hevði í mong ár
smiðju í Ullvøruhúsinum,
umframt at hann fekst við
so nógv annað – eitt nú var
hann eitt skifti lærari á
maskinskúlanum og av-
loysari á navigatiónsskúla-
num. Í Ullvøruhúsinum
gjørdi hann burturúr nýggj-
um, og har umvældi hann.
Eitt nú munnu loddini og
teinarnir vera óteljandi,
portur og gelendarar, land-
gongdir og leydarar og so-
leiðis kundi verið hildið
fram. Hann umboðaði Bel-
dam maskinpakningar. Bel-
dam skiltið hekk omanfyri
hurðina inn á verkstaðið, og
tað gjørdist líka sum bú-
merkið fyri smiðjuna.
Av og á hevur Leivur ver-
ið avloysari í maskinuni
umborð á Smyrli, og hann
hevur mangan arbeitt um-
borð í eitt nú Smyrli og
Norrönu, meðan tey hava
siglt ímillum lond.
Leivur er fittur í hond-
unum. Hann hevur verið og
er framvegis arbeiðssamur,
honum hevur altið dámt
væl at veitt eina hjálpandi
hond, og hann er skilagóð-
ur. Í frítíðini hevur honum
dámt væl at flotið, og hann
hevur lisið nógv. Tað, sum
Leivur hevur lisið, hevur
hann grundað yvir, og so er
hann á sín sermerkta og
stillføra hátt komin fram
við tí í práti mann og mann
ímillum. Tað hevur verið
álvarsamt og skemtingar-
samt alt í senn, og tað eru
nógvar vendingar og orða-
tøk, sum tey, ið kenna 80
ára
føðingardagsbarnið,
minnast hann fyri at taka til
aftur og aftur.
Kirstin og Leivur hava al-
tíð havt sína regluligu
gongd í Ebenezer. Føðing-
ardagurin verður hildin hjá
soninum Jensi í dag frá
klokkan 10 til 14.
12. juli legði Róland
Waag Høgnesen frá sær
sum leikari í lívsins fót-
bóltsdysti, eftir at hava
verið evnaríkur og sjón-
ligur leikari stóran part
av ævi síni. Róland leikti
á ymsum plássum, hann
var góður í verjuni, men í
álopsspæli sýntist hann
altíð sera væl upplagdur,
og varð upphav til mangt
málið, bæði sum lands-
liðsleikari og sum leikari
í donsku superliga’ini.
Nakað soleiðis kundi
verið hugleitt um teg um
ein nú skuldi hildið seg í
fótbóltstermologi’ini, eis-
ini eitt øki, ið tú hevði
stóran áhuga fyri.
Tú vart føddur og upp-
vaksin í Klaksvík, næst-
yngstur av 4 brøðrum.
Skúli og lærdómur vóru
áhugaøki, ið tíðliga vóru
kveikt, tí fór tú sum ung-
ur fyrst til Havnar og sum
20 ára gamal til Keyp-
mannahavnar at nema
tær útbúgving.
Lestrarøkið var breitt,
tó blivu fakini søga og
religión tey tú tók út-
búgving í, og har vektin
av tínum lívstarvi varð
løgd.
Men vit kendu teg eis-
ini sum mannin við tí væl-
signaða víða sjónarring-
inum.
Í nógv ár var tú mið-
savnandi og sera virkin
innan føroyska felagslív-
ið í Keypmannahavn.
Á arbeiðaplássi tínum,
studentaskúlanum í Helle-
rup var tú álitismaður og
avhildin sum lærari og
starvsfelagi.
Luttakari í almennum
orðaskiftum um samfelags-
viðurskifti her heima, men
so sanniliga eisini um
danskan nærpolitik ella
samfelagsmál, og kundi
tú tá verða bæði harð-
mæltur og treystur, men
hóast sárur um ávísar
hendingar, bar tú ikki
agg (tað var bóltinum tú
fór eftir og ikki leikar-
anum), men var lættur í
lund. Humanistiska ástøði
var títt kjølfesti, so tole-
rangsan sigraði yvir tí
bansetta.
Áhugaøkini vóru so
mong, fortíð, siðsøga,
bókmentir og skaldskap-
ur høvdu eisini tín serliga
savnaraáhuga.
Tú vart vinsælur og
ættarkærur sum fáur, og
klaksvíkingur við stórum
K.
75 blivu árini, og tey
55 í Danmark, men hóast
fjarðstøðuna var tú altíð
nærverandi og deiliga
fordómsfríur í tíni lut-
tøku á »Leikpalli Før-
oya«, í føroyska sam-
felagsorðaskiftinum, ella
tú átók tær uppgávur her
heima sum prógvdómari,
leiðbeinari og lærari tað
eina árið.
Fakliga var tú kveikj-
ari.
Tú var altíð klárur at
dugna, so hjá fleiri var tú
loyali kletturin tey stiðj-
aðu seg til í so ymiskum
viðurskiftum.
Men fyrst og fremst
var tú tann familjukæri
abbin, ið so javnan vitj-
aði okkum, og sum vit
gestaðu í summar.
Nakað var tú viknaður,
men tú kløkkaði okkum
við so brádliga at tveita
litríka leikarabúnan og
klæðast hin hvíta.
Dysturin verður leiktur
víðari við einum leikara
minni – og tó, á fleiri
økjum vóru longu nýggir
leikarar settir við.
Friður verið við minn-
inum um verfaðir
Hans Dávid Dam
Leikari farin
C
M
Y
K
9
8