fríggjadagur 22. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 157 - 22. august 2003
Nr. 157 - 22. august 2003
11
Sorgarleikurin í Miðeystri heldur fram, og endi
tykist ikki vera á ræðuleikunum í Ísrael, í her-
settu palestinsku økjunum og í Iraq. Stríðið
millum Ísrael og víðgongdu palestinsku bólkar-
nar er nú farið út um alt mark, og eingin tykist
førur fyri at steðga harðskapinum. Hóast roynt
hevur verið leingi at finna eina politiska loysn,
hevur tað hvørja ferð eydnast teimum víð-
gongdu at steðga hesum royndum. Málið hjá
teimum víðgongdu er at provokera ávikavist
Abbas og Sharon til at taka til harðskap hvørja
ferð ein politisk loysn er komin í ljósmála. Tí-
verri hevur hetta eydnast teimum víðgongdu
hvørjar ferð, og hetta er mikið spell.
Tað krevur eitt ómetaligt tol og stórt politiskt
dirvi at finna politiskar loynsir í tí kaosi av
harðskapi og hatri, sum eyðkennir partar av
Miðeystri. Og henda støða leggur eina ómeta-
liga politiska ábyrgd á Ísrael og á USA. Tað er
neyðugt at ásanna, at tað nyttar einki at løna
harðskapi við harðskapi. Tað er neyðugt at við-
urkenna Abbasstjórnina sum ein javnsettan
samráðingar- og samstarvspart. Hetta merkir, at
haldast má fram við politisku samráðingunum
uttan mun til, hvussu nógv harðskapurin enn
økist. Fyrr ella seinni fer ein meiriluti av pale-
stinensum at ásanna, at einasta gongd leið til
varandi frið er at finna eina politiska loysn og
at viðurkenna, at Ísreal er komið fyri at vera.
Hinvegin má Ísrael viðurkenna rættin hjá pale-
stinensisku tjóðini til at stovna sín egna stat.
Soleiðis var jú upprunaliga ætlanin hjá ST og
stórveldunum í 1948, og henda støðan eigur at
verða grundarlagið fyri framtíðini hjá báðum
tjóðum. Men ein politisk loysn er í sjálvum sær
ikki nóg mikið. Báðar tjóðir noyðast at læra at
virða hvørja aðra. Herfyri var sending í SvF,
sum avdúkaði tað sínamillum hatur og agg, ið
eyðkenna viðurskiftini millum palestinensar og
ísraelsfólk. Hetta hatur verður lagt niður í børn-
ini í dagstovnum og í skúlum. Slíkt førir bert til
meira harðskap. Heldur enn at læra børnini at
hata, áttu viðkomandi myndugleikar og foreld-
ur at lært børnini at virða øll uttan mun til lit,
átrúnað ella tjóðskaparligt tilknýti. Júst her
liggur kanska lykilin til framtíðina í økinum.
Men hesin lykil verður neyvan tað fyrsta part-
arnir, ið taka til og tað er mikið spell, tí ikki
minst børnini í báðum tjóðum eru offur fyri tí
áhaldandi harðskapinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sorgarleikur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Johan Dahl
løgtingsmaður
Partabrøv sum gáva
Tað var ikki sørt ørkyml-
andi at lesa í vikuni, at
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum, nú eisini er farin
við á gávuvognin.
Tær kr 93.000.000, sum
Framtaksgrunnurin ikki í
løtuni er førur fyri aftur-
gjalda til landsstýrið, skjýt-
ur landsstýrismaðurin upp
skulu konverterast til at
geva uml. kr 2.000 til hvønn
føroying sum gáva í form
av partabrævi (slík gáva er
skattskyldug inntøka) –
álvaratos – hvat er tað vert
fyri hesar 48.000 føroysku
sálirnar??
Landskassin fær um ikki
annað helvtina innaftur sum
skattur, tí gávan er skatt-
skyldug
Hvat verður søluvirði av
Fiskavirking aftan á at
gávan er effektuerað?
Við einum – eftir hesum
uppskoti – uttan iva veingja-
skotnum Føroya Fiskavirk-
ing við umleið 48.000
partaeigarum, verður sera
áhugavert at síggja, hvussu
nógvir – um nakar yvirhøv-
ur, verður áhugaður at
hyggja í eitt søluprospekt
umrøðandi Føroya Fiska-
virking; tað verið seg før-
oyingur ella útlendingur.
Ímyndið tykkum eisini
sirkusið á hvørjum ári, tá
aðalfundir verður – tað
verður ein sera kostnaðar-
mikil aðalfundur og ikki
sørt skemtiligur.
Álvaratos – er tað ikki
upp á hægstu tíð at tit í
samgonguni blíva bara eitt
lítið sindur seriøsir og um
ikki annað, so finnað út av,
hvat tænir teimum feløgum
best, ið ætlandi skulu ein-
skiljast í framtíðini, ístaðin
fyri at spæla idiot rætt og
slætt við ørligum uppskot-
um – og latið so nevnd og
leiðslu Framtaksgrunnsins
fáa arbeiðsfrið at selja fyri-
tøkur sínar uttan politiska
uppílegging – so grunnurin
m.a. verður førur fyri at
gjalda tær 93 mio kr, hann
skyldar aftur í landkassan
sum ivaleyst skjótt fær hart
brúk fyri upphæddina.
Framtaks(Gávu)grunnur Bjarna Djurholms
Dánial á Dul
Jacobsen
Sum limur í Starvsmanna-
felagnum mótmæli eg fram-
ferðarháttinum hjá Starvs-
mannafelagnum nú, vinnu-
málaráðharrin Bjarni Djur-
holm boðaði fakfeløgunum
til fundar. Sjálvandi átti
Starvsmannfelagið at verið
møtt á fundinum. Undan-
førslan við at fundurin fall
saman við annan týdning-
armiklan fund hjá felag-
num heldur ikki, tí um vilji
var til staðar, so var annar
fundurin fluttur, ella so
møtti í minsta lagi eitt um-
boð fyri nevndina í Starvs-
mannafelagnum. Men júst
viljin er tað, sum skortar.
Tað er nú eingin loyna. Tað
kemur eisini týðuliga til
sjóndar í greinum í Dimma-
lætting og Sosialinum miku-
dagin. Orðini: »Haldið fingr-
arnar burtur« siga alt.
Tað tykist aftur hesa ferð,
sum um formaður starvs-
mannafelagsins gloymir, at
limir felagsins eisini eru
borgarar í samfelagnum og
hava
á
demokratiskum
grundarlagi valt tey polit-
isku umboðini. Hetta er
meir enn sigast kann um
valið av umboðum í nevnd
starvsmannafelagsins. Fyri
at kunna velja limir í
nevndina hjá Starvsmanna-
felagnum skalt tú møta á
fundi. Sambært grein hjá
Finnboga Ísakssyni í Fregn-
um herfyri, so var hetta
hátturin, ið nýttur varð til
løgtinsval fyri hálvtannað-
hundrað árum síðani. Sum
vera man so var valluttøkan
lítil tá, og tað er hon eisini í
dag, tá tað ræður um val av
umboðum í nevndina hjá
Starvsmannafelagnum.
Hetta veit Starvsmanna-
felagið og lagar valini eftir
umstøðum. So hóast felag-
ið telur 1750 limir, so rúm-
ar valhølið sjáldan fleiri
enn 300-400 fólkum, og
sjáldan man vera fullsett.
Tá so hugsað verður um tað
ógvusliga vald nevndin
hevur, so kann núverandi
háttur at velja nevnd als
ikki góðtakast. Hetta gerst
uppaftur grefligari, tá hugs-
að verður um demokratiska
munin millum samráðing-
arpartarnar: Fíggjarmála-
ráðharrin og nevnd Starvs-
mannafelagsins. Fíggjar-
málaráðharrin settur av
løgmanni, sum er valdur av
løgtinginum, sum er valt á
vali, har meir enn 90% av
føroyingum við valrætti
hava valt og so nevnd
starvsmannafelgasins, sum
er vald av einum fátalið av
limunum.
Havandi hetta í huga er
ikki meir enn rætt og rímu-
ligt, at lóggivið verður fyri
viðurskiftunum á arbeiðs-
marknaðinum. Minstamark
má vera, at valdið hjá fak-
felagsnevndum til einsa-
mallar at senda limir sínar í
verkfall verður tikið frá
teimum. Uratkvøða eigur at
vera ásett við lóg og skipað
soleiðis, at limirnir hjá
ymsu fakfeløgunum sleppa
at atkvøða á neutralum
staði. Fastur gerðarrættur at
loysa ósemjur á arbeiðs-
marknaðinum eigur at vera
settur ongantíð ov skjótt.
Mótmæli móti framferðarhátti
Starvsmannafelagsins
Páll Isholm, deildar-
stjóri, heldur, at
tiltøkini hjá skúl-
anum at samansjóða
næmingarnar eru
týdningarmikil og
gevandi.
- Tað hevur stóran
týdning, at næm-
ingarnir læra hvønn
annan at kenna. Hetta
er fyritreytin fyri
trivnaðinum, sigur
hann
SAMANSJÓÐING
Vilmund Jacobsen
Ymiskt er, hvat gjørt verður
burtur úr fyrstu skúladøg-
unum á skúlunum kring
landið. Tey smáu, sum fara
fyrstu ferð í skúla, hava sín
tørv á at læra hvønn annan
at
kenna.
Summi
eru
smæðin og kenna seg
ótrygg; onnur eru meira
opin fyri tí nýggja og
ókenda.
Tey
hálvvaksnu
ella
vaksnu, sum ikki hava verið
í stovu saman áður, hava
eisini sín tørv á at læra
hvønn annan at kenna.
Bæði
hjá
børnunum,
teimum
hálvvaksnu
og
vaksnu hava teir fyrstu
skúladagarnir stóran týdn-
ing fyri trivnaðin, og hvat
nú einaferð spyrst burtur úr
í skúlanum.
Stórt tiltak
Føroya
Handilsskúli
á
Kambsdali ger nógv burtur
úr at samansjóða næming-
arnar í byrjanini av skúla-
árinum.
Allir flokkarnir á skúlan-
um fara í fyrstu vikuni út
saman. Í ár er tað soleiðis,
at teir tríggir FHS-flokk-
arnir hava verið savnaðir á
Svangaskarði á Toftum eitt
samdøgur,
teir
tríggir
1.HH-flokkarnir hava verið
á Háskúlanum í Havn, og
2.HH-flokkur hevur verið í
Sandavági.
Mikudagin vitjaði Sosial-
urin á Svangaskarði. Tá ið
vit vóru fram við stutt fyri
middag hendan dagin, vóru
60 næmingar saman við
fýra lærarum savnaðir úti á
graslíkisvøllinum
til
ymiskar kappingar og spøl.
Tey togtogaðust, runnu á
hondum og beinum, spældu
ymisk spøl við posum, sum
skúlin hevði lánt frá Havs-
brún, royndu kynstur á
bummum og spældu við
lítlum bóltum ímillum sín.
Seinnapartin hendan dag-
in skuldu øll verða við í
postarenning ymsastaðni í
bygdini. Her skuldu tey í
bólkum finna postar, sum
góvu
teimum
ymiskar
hugsandi og óhugsandi
uppgávur. Ein var at fara
oman á Fiskamarknaðin at
gita nøvn á fiskasløgum,
ein onnur at finna eitthvørt
livandi kykt, helst eitt
kombikk ella eina maðka-
pirru, livandi heim við.
Um kvøldið skuldu tey
saman hyggja at landsdyst-
inum millum Føroyar og
Ísland – á Svangaskarði!
Ein áhugaverd uppgáva
hjá hvørjum flokki sær var
eisini at gera eina sonevnda
»grundlóg« – ella floks-
skipan, sum er galdandi
fyri skúlastovuna og floks-
viðurskiftini annars. Enda-
málið við hesum er at skapa
rætta trivnaðin í flokkinum,
sum er ein fyritreyt fyri, at
tað besta spyrst burtur úr
tíðini í skúlanum.
Seinni um kvøldið var
kvøldseta við ymiskum
undirhaldi, og her skuldu
flokkarnir so eisini leggja
fram sína grundlóg.
Góðar umstøður
Páll Isholm, deildarstjóri,
sigur, at umstøðurnar á
Svangaskarði til slík tiltøk
eru ómetaliga góðar.
- Umstøðurnar kunnu
ikki hugsast betur. Vit gista
her eina nátt og matgera
sjálvi.
Hann heldur, at tiltøkini
hjá skúlanum at saman-
sjóða næmingarnar á
henda hátt eru týdningar-
mikil og gevandi.
- Tað hevur stóran týdn-
ing, at næmingarnir í FHS-
flokkunum læra hvønn
annan at kenna. Nøkur fá
kennast, áðrenn tey koma í
flokkin. Onnur kennast
slett ikki. Á henda hátt læra
øll hvønn annan at kenna á
ein hugnaligan hátt, og tað
hevur
stóran
týdning,
heldur Páll.
Sama er galdandi fyri
hinar flokkarnar, har øll
ikki hava verið í flokki
saman áður, tí flokkar eitt
nú eru lagdir saman.
Mánadagin fingu flokk-
arnir á Handilsskúlanum á
Kambsdali tímatalvu, og
næmingar høvdu høvi at
fylla út umsóknarbløð um
studning. Týsdagin fyri-
reikaðu tey seg til miku-
dagin, tá ið allir flokkarnir
fóru út til samansjóðing.
Hósdagin, meðan tey enn
ikki vóru afturkomin av
ferðini
á
Háskúlanum,
Sandavági og á Toftum,
fyrireikaðu tey seg til næm-
ingaráðsvalið, sum verður í
dag.
Mánadagin
komandi
byrjar so vanligi skúladag-
urin á Kambsdali.
Nýggir lærarar
Páll Isholm sigur, at 18 lær-
arar eru á Føroya Handils-
skúla á Kambsdali. Av hes-
um eru 5 nýggir lærarar í
ár.
- Hetta er stór útskifting
frá einum skúlaári til ann-
að, men vit fara at gera
okkara besta til tess geva
næmingum eina so góða og
holla upplæring, sum vit
saman eru før fyri, sigur
deildarstjórin.
60 FHS-næmingar á Svangaskarði
Saman við fýra lærarum, hugnaðu teir 60 FHS-næmingarnir sær óført á Toftum. Á myndini
síggja vit tveir av lærarunum, Páll, deildarstjóra og Doris, sum sleit sínar barnaskógvar á Toftum
60 FHS-skúlanæmingar av Kambsdali vóru savnaðir á Svangaskarði á Toftum mikudagin og hósdagin – til samansjóðing
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
11
10