Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 157 - 22. august 2003 Nr. 157 - 22. august 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI 900 mia. krónur í oljugrunninum Tað hava ongantíð verið so nógvir pengar í norska oljugrunninum sum nú, men stjórnin ætlar at fáa upp- aftur meiri pengar í grunnin. Í fjør misti grunnurin pengar, tí virðisbrøvini, sum hann hevur sett pengar í, fullu, men nú gongur hinvegin. Í løtuni eru einar 800 milliardir krónur í oljugrunn- inum, og roknað verður við, at talið kemur upp um 900 milliardir, áðrenn hetta árið er úti. Tað merkir, at stjórnin kundi givið hvørjum einasta norðmanni 200.000 krónur í part, og so hugna norðmenn sær eis- ini við at vísa á, at teir kundu goldið alla ta svensku uttanlandsskuldina. Men Per-Kristian Foss, fíggjarmálaráðharri, sigur, at pengarnir í oljugrunninum skulu fyrst og fremst tryggja norsku pensjónirnar í komandi árum. Hann vísir á, at útreiðslurnar til pensjónir eru ongastaðni so stórar sum í Noregi, og tí er oljugrunnurin góður at hava, sigur hann. Í ár nýtir stjórnin fýra prosent av vinninginum hjá grunninum, og tað er í meira lagi, sigur Per-Kristian Foss. Veksandi undirtøka fyri evruni Í Svøríki benda tær seinastu meiningakanningarnar á, at fleiri og fleiri taka undir við, at sviar eiga at nýta evruna sum gjaldoyra ístaðin fyri krónuna. Tann seinasta kanningin, sum blaðið Dagens Ny- heter almannakunngjørdi í gjár, vísir, at 39 prosent av teimum spurdu ætla sær at atkvøða ja, tá fólkaatkvøða verður um evruna tann 14. september. Fyri átta døg- um síðani søgdu 35 prosent, at tey fara at atkvøða ja, og í juni søgdu 34 prosent ja. Men flestu sviar eru framvegis ímóti at lata gomlu krónuna fara í søguna. Eftir kanningini hjá Dagens Nyheter siga 49 prosent, at tey ætla sær at atkvøða ímóti felags evropeiska gjaldoyranum. Sambært kanningini eru tað tey, sum hava ivast, sum nú tykjast ætla at atkvøða ja. Ikki álit á vallyftum Ein nýggj norsk bók avdúkar, at heili 82 prosent av veljarunum hava ikki álit á teimum lyftum, sum flokkar teirra koma við upp undir val. Kristin Strømsnes, sum hevur skrivað bókina, sigur, at tað kom óvart á seg, at ein so stórur partur av velj- arunum ikki hevur álit á, at flokkarnir fara at halda vallyftini. Tað vísir seg eisini, at støðan er tann sama í øllum samfelsgsbólkum. Fólk hava heilt einfalt ikki álit á teimum politisku flokkunum og politikarunum, sigur hon og leggur afturat, at tað vísir seg at gera tað sama, um fólk eru limir í einum flokki ella bert velja flokkin. Aðalskrivarin í Høgraflokkinum, Trond Hole, sigur við norska útvarpið, at hann er ikki skelkaður av úr- slitinum. Hann vísir á, at kanningar í øðrum londum í Vesturheiminum hava bent á tað sama, og at felags fyri øll úrslitini er, at fólk yvirhøvur hava lítla virðing fyri politikarunum. Semja um leiðara Teir stríðandi partarnir í vesturafrikanska landinum Liberia samdust gjáramorgunin um at velja Gyude Bryant at standa á odda fyri skiftisstjórnini, sum skal stýra landinum til valið í 2005. Bryant, sum er úr flokkinum Liberia Action Party, er handilsmaður í høvuðsstaðnum Monrovia, og hann varð hildin at vera tann mest óhefti av teimum trium valevnunum. Sambært friðarsáttmálanum skal stjórn- in hjá Bryant sita til valið í 2005, og sjálvur verður hann sitandi í forsætisráðharrastólinum, til eftirmað- urin tekur við 1. januar í 2006. Síðani tann umstríddi Charles Taylor fór í Liberia, hevur Moses Blah verið forseti, men hann skal lata skiftisstjórnini valdið í oktober. Palestinski forsætis- ráðharrin, Mahmoud Abbas, gevur nú for- seta sínum, Yasser Arafat, knívin á bark- an. Leggur hann uppí fyri at steðga yvir- ganginum, fer megin- parturin av stjórnini frá MIÐEYSTUR Árni Joensen Júst sum ísraelska stjórnin á einum fundi gjáranáttina samtykti at lata herin fara inn í fleiri palestinskar býir at leita eftir yvirgangs- monnum, hittust teir báðir ovastu palestinsku leiðarar- nir at umrøða støðuna aftan á ta blóðugu sjálvmorðsat- sóknina at einum bussi í Jerusalem týsdagin, har 20 fólk doyðu, og meiri enn 100 vórðu særd. Palestinskar keldur søgdu, at fundurin millum Mah- moud Abbas og Yasser Ara- fat var ein álvarsfundur. Sambært keldunum kravdi Abbas, at Arafat skal gera nógv keiri fyri at steðga at- sóknunum í Ísrael. Ger hann ikki tað, eru teir flestu ráðharrarnir til reiðar at leggja frá sær. Sambært einum palestin- skum tænastumanni fekk Arafat fýra krøv. Hann skal binda seg til at styðja stjórnina í bardaganum ímóti Islamiskum Jihad og Hamss, taka undir við, at menn í felagsskapunum verða avvápnaðir. banna felagsskapunum atgongd til fjølmiðlarnar og steingja teirra bankabøkur. Altjóða eygleiðarar hava alla tíðina sagt, at skal tað eydnast Abbas at temja teir víðgongdu felagsskapirnar, hevur hann fullan stuðul frá Arafat fyri neyðini. Tað er tann stuðulin, hann nú krevur. Mahmoud Abbas er undir stórum trýsti. Bæði Ísrael og USA krevja, at hann steðgar palestinsku álop- unum á ísraelsk mál. Pale- stinski trygdarovastin, Mo- hammed Dahlan, segði í gjár, at løgreglan hevði fingið boð um at handtaka teir, sum góvu boð um at- sóknina í Jerusalem. Nú skal Arafat upp í leikin Í gjár sprongdu ísraelskir hermenn húsini hjá sjálvmorðsbumbumanninum, sum drap 20 fólk í Jerusalem týsdagin. Hann var úr Hebron, og her verða hús hansara sprongd í luftina Hitabylgjan, sum hev- ur herjað stórar part- ar av Evropa seinastu vikurnar, hevur kravt túsundtals mannalív HITABYLGJA Árni Joensen Hitabylgjan, sum hevur herjað stórar partar av Suður- og Vesturevropa seinastu vikurnar, er einki minni enn ein vanlukka. Tað er í hvussu er niður- støðan hjá franska lækna- felagnum. Alment siga fronsku myndugleikarnir, at har hevur hitabylgjan kravt um- leið 5.000 mannalív, men upplýsingar frá fyritøkum, sum skipa fyri jarðarferð- um, benda á, at talið er nógv størri. Ein samgonga av tílíkum fyritøkum, sum umfatar umleið ein fjórðing av marknaðinum, sigur í einari frágreiðing, at higar- til eru 10.400 fleiri deyð, enn vanligt plagar at vera í august. Frágreiðingin hevur skelk- að fransmenn, og formað- urin í læknafelagnum, Pat- rick Pelloux, sigur, at er hetta talið rætt, er hita- bylgjan einki minni enn ein menniskjalig vanlukka. Men tað er ikki bara í Fraklandi, at tann nógvi hitin hevur kravt mannalív. Í Portugal siga myndug- leikarnir, at har hevur hita- bylgjan kravt minst 1.316 mannalív. Portugisisku myndugleikarnir siga, at har er hitabylgjan tann ringasta í tjúgu ár. Hitabylgjan í Evropa er ein vanlukka UTTAN ÚR HEIMI Fyri átta døgum síð- ani vórðu amerikan- ararnir ávaraðir um ta ógvusligu bumbu- spreingingina í Bag- dad, sum drap 24 ST- starvsfólk BUMBUATSÓKN Árni Joensen Klokkan 13.30 okkara tíð týsdagin fór ein betongbil- ur í luftina uttan fyri ST- skrivstovuna í irakska høvuðsstaðnum Bagdad. Tann ringasta yvirgangsat- sóknin síðani kríggið í Irak var veruleiki. Í gjár var talið á deyðum komið upp á 24. Millum tey deyðu var ST-umboðsmað- urin í Irak, brasiliumaðurin Sergio Vieira de Mello. Dustið frá spreingingini hevði vallað lagt seg, tá tað kom fram, at amerikanska herleiðslan longu tann 14. august fekk frænir av, at ein ógvuslig bumbuatsókn var í væntu. Tíðindini komu frá Ahmed Chalabi, sum situr í nýskipaða stjórnarráðnum, og sum vanliga verður roknaður sum ein tann trúgvasti stuðulin, sum USA hevur í Irak. Chalabi hevur greitt fronsku tíðindastovuni AFP frá, at álítandi fregnartæn- astuupplýsingar vildu vera við, at ein stórálop var á veg, og at tað fór ikki at verða vent ímóti einum her- naðarligum máli, men held- ur onkrum av teimum irak- sku flokkunum ella onkrum øðrum so sum ST. – Upplýsingarnar søgdu, at álopsmenninir ætlaðu at nýta ein lastbil, og at tað skuldi fremjast við sjálv- morðsbumbumonnum ella fjarstýring, sigur Ahmed Chalabi við AFP. Um amerikanararnir kunnaðu ST um upplýsingarnar, dugir hann ikki at siga, men tað gjørdu teir neyvan, tí Kofi Annan, aðalskrivari, hevur aftan á atsóknina fýlst á, at amerikanararnir hava ikki nóg gott tamar- hald á støðuni í Irak. Atfinningar í USA Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini á ST-skrivstovuna, men am- erikanski umsitingarleiðar- in í Irak, Paul Bremer, segði fyrrakvøldið, at USA hevur illgruna um, at felagsskapurin Ansar al-Is- lam skipaði fyri atsóknini. Sami felagsskapur er undir illgruna fyri at hava skipað fyri atsóknini at jordansku sendistovuni í Bagdad fyri fjúrtan døgum síðani. Tá doyðu 17 fólk. Í USA verður eisini funn- ist at vantandi trygdini í Irak. Flestu atfinnararnir siga, at við at leypa á Irak hevur Bush-stjórnin rokkið júst tí øvugta av tí, sum ætlanin var. Irak er vorðið eitt paradís hjá yvirgangs- monnum og víðgongdum muslimum. – Bumbuatsóknin at ST- skrivstovuni er enn ein tek- in um, at USA hevur tikið eitt land, sum ikki var nøk- ur yvirgangshóttan, men sum nú er vorðið tað, stóð at lesa í New York Times í gjár. Felags vígvøllur Fleiri yvirgangsserfrøðing- ar siga, at kríggið í Irak hevur givið teimum víð- gongdu muslimsku felags- skapunum eitt kærkomið høvi at nýta Irak sum ein vígvøll í bardaganum ímóti felags fíggindanum USA. Amerikanska herleiðslan í Bagdad sigur, at nógvir víðgongdir muslimar eru komnir til Irak í seinastuni. Teir flestu eru komnir ígjøgnum Sýrialand, men í gjár ljóðaði, at einir 3.000 sokallaðir »heilagir krígs- menn« eru komnir til Irak úr Saudiarabia. Samstundis hevur tað víst seg, at mótstøðan í Irak er broytt. Fyrr vóru álopini vend ímóti amerikonskum hermonnum, men soleiðis er ikki longur. Nú verða oljuleiðingar, vatnleiðingar og elkervið álopin, og alt bendir á, at talan er um væl skipað álop. Hetta fær ser- frøðingarnar at halda, at tað eru væl skipaðir yvirgangs- felagsskapir, sum nú eru komnir til Irak. Mál teirra er at forða fyri, at tað skal eydnast ameri- kanarunum og øðrum at skipa Irak sum eitt demo- krati eftir vesturlendskum leisti. Í hesum er ST ein týðandi liður, og tí varð skrivstovan í Bagdad álop- in, siga serfrøðingarnir. USA var ávarað um bumbuatsóknina ímóti ST í Bagdad Týsdagin fór ein betongbilur í luftina uttan fyri ST-skrivstovuna í irakska høvuðsstaðnum Bagdad. Hetta var tann ringasta yvirgangsatsóknin síðani kríggið í Irak var veruleiki. Í gjár var talið á deyðum komið upp á 24 C M Y K 13 12