Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 22. august 2003 15 Hóast hann ikki var heilt nøgdur um spælið, so var Eiður Smári Gudjohnssen ovurfegin um sigurin mikukvøldið LEIKARAPRÁT Jákup Mørk Stóra stjørnan á íslendska liðnum er uttan nakran sum helst iva Eiður Smári Gud- johnssen. Seinnu árini hev- ur hann hildið til í enskum fótbólti, har framvegis er ein partur av Chelsea-lið- num, hóast russiski Roman Abrahamovic hevur sprænt hundraðtals milliónir inn í felagið. Stigini telja Tí var ikki annað enn nátt- úrligt, at tað fyrst og fremst var hann, sum miðlarnir flokkaðust um eftir dystin, og tolin svaraði hann so teimum spurningum, sum vórðu settir. Spurdur um sjálvan dyst- in, helt Eiður Smári fyri, at fyri seg hevði úrslitið alt at siga. – Hatta ráddi ikki um at spæla vakran og poleraðan fótbólt. Tað ráddi um at fáa trý stig, og tey fingu vit eis- ini. Tað var altavgerandi. – Men tað skerst tó ikki burtur, at tað vóru løtur í dystinum, har vit als ikki sýna tað spælið, sum eiga at megna. Vit byrja annars væl, og fáa alt fyri eitt lagt trýst á, men tá vit so hava skorað, fánar spælið meira ella minni. Snøgt sagt, so geva vit føroyska liðnum alt ov nógv pláss, soleiðis at tað so við og við gerast teir, sum trýsta okkum, og tað kostar so eisini eina út- javning fyri okkum. Tíbetur megnaðu vit kortini at vinna dystin, men tað er heilt víst, at hetta er nakað, sum skal betrast til kom- andi dystirnar. Koyri á í Skotlandi Eftir sigurin á Føroyum, so er Ísland nýtt oddalið í okk- ara undankappingarbólki, men hóast hetta, so er Eiður Smári ikki alt ov bjart- skygdur, tá tosað verður um, hvørt Ísland fyri fyrstu ferð kann standa við møgu- leikanum at spæla seg víð- ari í endaspælið, tá bólka- spælið er av. – Sigurin í dag førir sjálv- andi við sær, at vit enn hava møguleikan, men hetta hevur verið ein løgin bólk- ur. Eitt nú høvdu vit sjálvir staðið við øllum trumf- unum, um vit bara høvdu vunnið heimadystin móti skotum, men tað eydnaðist so ikki. Nú mugu vit so bara royna at gera nakað við Týskland, tá teir koma á vitjan. Megna vit tað, so hava vit framvegis møgu- leikan, og so vóna vit sjálv- andi, at Føroyar fara at gera okkurt við Skotland. Tað er í øllum førum heilt víst, at tann dystin fer øll íslendska tjóðin at rópa á Føroyar, var seinasta heilsanin, sum vandamikli álopsmaðurin hjá Íslandi hevði at bera føroyska liðnum. Hóast hann enn eina ferð hevði verið vitni til, at liðið hjá honum hevði tapt tepra upp- gerð, so segði Henrik Larsen seg hava verið stak væl nøgdan við leikliga avrikið FØROYSKI VENJARIN Jóannes Hansen Hann líktist ikki einum tap- ara. Venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Hen- rik Larsen, segði seg vera væl nøgdan við tað, sum liðið hjá honum hevði víst: – Um vit sammeta við dystirnar fyrr í summar í Íslandi og á heimavølli ímóti Týsklandi, so spældu vit ikki væl tær ferðirnar. Hesa ferð var leikliga av- rikið kanska 50 prosent betri, enn tað var tær báðu ferðirnar. Spælararnir hjá okkum megnaðu væl at finna hvønn annan alla tíð- ina, og serliga í 2. hálvleiki bar tað til at leggja trýst á mótstøðumenninar. Tað var, sum tað skuldi vera. Men tíverri vóru vit óhepnir. Jákup fór skeivur av horna- sparksinnlegginum, og teir vóru nóg professionellir at sekta mistøkini hjá okkara monnum. Soleiðis er tað bara. Vit stríddust, og ter fingu bílig mál, staðfesti Henrik Larsen. Umhugsaði tú ongantíð at flyta Jón Róa Jacobsen úr miðverjuni og fram í álopið fyri at fáa uppaftur størri tyngd í framrættaða partin? – Tann hugsanin var uppi og vendi eina løtu, men hon varð slept aftur. Hann var tryggur í miðverjuni, og fleiri ferðir var hann væl við í uppspælinum til álop, sum kundu havt borið møgu- leikar við sær. Eg haldi, at innskiftu spælararnir stóðu seg væl. Hví skifti tú Pól Thor- steinsson út? – Tí hann hevði trupul- leikar við hælsinuni. Tað hevði einki við avrikið hjá honum at gera. Landsliðsvenjarin sigur seg framvegis hava mót um, at tað skal eydnast at fáa fleiri stig í hesi EM undankappingini: – Stigini koma tættari og tættari. Nú hava vit fleiri ferðir havt marginalirnar ímóti okkum. Vit eiga at trúgva upp á, at tað fer at bera til. Leikliga avrikið vísti okkum, at tað kann bera til. Eg eri sannførdur um, at leikliga menningin fer at síggjast aftur í úrslit- um, sum fara at bera størri úrtøku við sær, segði Hen- rik Larsen. Sigurin altavgerandi Eiður Smári Gudjohnssen fegnaðist um stigini, men ásannaði samstundis, at enn restar nakað í, um Ísland skal gera sær vónir um annan av fremstu sessunum í bólkaspælinum Mynd: Jan Müller Fleiri flokkar betri enn seinast Henrik Larsen heldur, at stigini koma alsamt tættari, og at tað skjótt fer at hepnast hjá okkara monnum at fáa okkurt stigið afturat roknskapinum 15 Nr. 157 • fríggjadagur • 22. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Íslendski venjarin ásannaði, at hann var nógv fegnari um úr- slitið, enn hann var um leikliga avrikið, sum hann í 2. hálv- leiki metti at hava verið tað vánaligasta í hesi undankappingini ÍSLENDSKI VENJARIN Jóannes Hansen Tað gekk rúm tíð, áðrenn hann hitti føroysku press- una. Íslendska sjónvarpið og íslendska útvarpið vildu hava hann fyri seg sjálvan í fitta løtu. Sigursrákin var søtur, og rímuligt vildu el- ektronisku fjølmiðlarnir luta rákan saman við venj- aranum og ivaleyst sera fegnu viðhaldsfólkunum longri móti vestri í Atlants- havinum. Tað er íslendska lands- liðsvenjaran, sum vit tosa um. Fyrsti dysturin hjá honum var, tá ið Ísland í evstu løtu á heimavølli ímóti Føroyum vann 2-1. Síðani hava Ásgeir Sigur- vinsson og hansara menn støðugt klatrað ímóti topp- inum, og nú er tað upp til teir sjálvar at gera av, um tað skulu vera teir ella týsku favorittarnir, sum skulu tryggja sær beinleiðis atgongd til EM endaspælið, sum verður í Portugál næsta summar. Ásgeir Sigurvins- son hevur spælt fótbólt í sekstan ár í Týsklandi, so hann veit, hvat hann tosar um. – Týskararnir eru fram- vegis favorittar. Men eg haldi, at vit hava møguleika ímóti teimum á heimavølli. Um vit vinna á teimum á heimavølli, so kann alt koma fyri, tá ið vit fara at spæla ímóti teimum á út- ivølli. Ert tú ein fegin maður? – Vit vistu, at tað fór at vera torført her í Føroyum. Vit komu eftir trimum stig- um, og tað eydnaðist. Tí eri eg hjartans fegin. Men vit kunnu ikki vera nøgdir við leikliga avrikið. Í 2. hálv- leiki vóru vit leingi undir trýsti. Tá spældu vit so mikið illa, sum vit ikki hava gjørt áður í hesi undankappingini. Saman- spælið var vánaligt, og vit megnaðu ikki at fáa ferð á spælið. Um vit skulu vinna á týskarunum, so skulu vit spæla meiri sannførandi, enn vit gjørdu í dag, stað- festi dámligi íslendski venj- arin, og hann legði afturat: – Hóast vit ikki spældu so væl, so haldi eg, at sigur- in var uppiborin. Í 1. hálv- leiki áttu vit at havt skorað eitt ella tvey mál afturat. Heldur tú, at føroyska liðið hevur møguleika at fáa stig í tveimum teimum síðstu dystunum, sum eru á útivølli ímóti Skotlandi og á heimavølli ímóti Litava? – Hygg eftir úrslitunum higartil. Uttan mun til hvørji londini hava verið, sum hava spælt ímóti hvørj- um øðrum, so hevur talan verið um sigrar við einum og hægst tveimum málum. Tí ivist eg einki í, at Føroy- ar hava møguleikar. Bæði ímóti Skotlandi og Litava, og so ynskti føroyska press- an Ásgeiri Sigurvinssyni og hansara monnum alt tað besta í stríðnum fyri at røkka endaspælinum í Portu- gál. Ásgeir var ovurfegin – Týskararnir eru framvegis favorittar. Men eg haldi, at vit hava møguleika ímóti teimum á heimavølli, helt íslendski landsliðsvenjarin eftir dystin Undan dystinum mikudagin varð Tor- leif Sigurðsson kosin heiðurslimur hjá FSF, og fekk hann í hesum sambandi eina gull- nál við bjálka HEIÐURSLIMUR Jákup Mørk Tað er neyvan nakar fót- bóltshugaður føroyingur, sum ikki kennist við Torleif Sigurðsson. Fyrrverandi fót- bóltsbossurin var í mong ár synonymur við føroyskan fótbólt, og ikki minst var hann ein av krumtappunum í arbeiðinum at fáa føroysk- um fótbólti altjóða góð- kenning. Tað er nú hálvt annað ár síðani, at hann á FSF-fundi í Norðurlandahúsinum takk- aði fyri seg, og mikudagin kom so higartil seinasta viðurkenningin fyri arbeiði hansara, tá hann varð kosin heiðurslimur í Fótbólts- sambandinum. At hetta so varð gjørt samstundis sum FSF-bygningurin endaliga varð tikin í nýtslu, var sum so sera hóskandi, tí eftir al- tjóða góðkenningina vóru júst hølisviðurskiftini hjá FSF eitt av aðalmálunum hjá Torleifi. Eitt mál, sum hann gekk somikið høgt uppí, at hann tað eina árið setti formanssessin upp á spæl hesum viðvíkjandi. Umframt Torleif eru tað bert Hallgrím Gregersen úr Gøtu og Hjalmar Joensen úr Fuglafirði, sum eru kosn- ir heiðurslimir hjá Fótbólts- sambandinum. Torleif Sigurðsson fær her handaða gullnál við bjálka umframt heiðursbræv frá núverandi FSF-formanninum, Dánjal Andreasen, sum sjónligu tekini um, at hann nú er heiðurslimur hjá Fótbóltssambandinum Mynd: Jan Müller Gullnál til Torleif C M Y K 14