Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 22. august 2003 17 16 Nr. 157 - 22. august 2003 fremstu monnunum, ið fekk mest burturúr, hevði tiltuskað sær fríspark dygst uttanvert brotsteigin, høvdu heimamenninir hug at kringseta íslendska vita- teigin, og tað kendist bara sum ein spurningur um tíð, áðrenn úrtøkan fór at koma. Súni Olsen sendi frí- sparkið í mótstøðumann, men føroyingarnir, bornir fram av trúføstu viðhalds- fólkunum, ið løgdu vertin í malsjónsku líkindini, royndu og royndu at spæla og trýsta. Yngsti maðurin á vøllinum, Jann Ingi Peter- sen, var serliga í 2. hálv- leiki miðdepulin og snar- ingarpunktið í samanspæl- inum, og tað spurdust hálv- ir og fram ímóti heilum møguleikum burturúr. Útskiftingarnar vóru hepnar, og so var tað, at tað eydnaðist at fáa málið, sum spískaði spenningin eina fitta løtu. Pól Thorsteinsson legði innfyri úr høgru og afturum handara stólpan, hagani Christian Høgni Jacobsen fekk sent innfyri málið aftur. Rógvi Jacob- sen, sum í ár er vorðin stuðulsspælari, skoraði við høvdinum í Reykjavík, og aftur hesa ferð var hann á rætta plássinum røttu løt- una og beindi við høvd- inum innlegginum frá Christian Høgna í meskar- nar. Lagið fór í topp, og hóast íslendingar í næsta álop- inum vóru um reppið at fáa mál, tí heimamenninir ikki sinniliga høvdu fingið hendurnar niður um høvdið aftur, so kendist tað í fimm minuttir soleiðis, at um eitt mál fór at koma afturat, so kundu tað eins væl vera føroyingarnir, ið fóru at fáa tað. Gamla søgan Men so gjørdi gamla og kenda søgan seg galdandi. Sum í heimadystinum ímóti Týsklandi og sum í Reykjavík og so mangar aðrar ferðirnar seinnu árini, so koppaði tað skeiva vegin í evstu løtu. Jákup Mikkel- sen fór skeivur av horna- sparksinnleggi, bólturin varð beindur í málið, og harvið varð tað. Regnið og myrkrið kend- ust tyngri og djúpari, og áskoðararnir fóru vón- brotnir at húsum. Leikliga avrikið hevði verið á góðari leið í 2. hálvleiki. Jón Rói Jacobsen hevði verið fram- úr í miðverjuni, og kanska hevði tað havt verið størsta álopshóttanin, um hann hevði verið settur fram í álopið. Jann Ingi Petersen hevði á miðvøllinum víst, at hann hóast framvegis unglingaaldur avgjørt er alternativ til sentralan leik- lut, hóast allir eru tøkir. Men hesa ferð vóru avrikini hjá yngstu monnunum og hjá hinum, sum komu væl við í 2. hálvleiki, ikki nóg mikið at fáa stig við. Ís- lendingarnir vóru kaldir og professionellir, tá ið mest um galt. Teir vunnu og eru á odda, meðan Føroyar – hóast leikliga framgongd – framvegis eru í leiklut- inum, sum íslendingar vóru í fyri 35-40 árum síðani. Tað kendist troystarleyst at fáa sigursmál ímóti sær, tá ið møguleikin tóktist vera til staðar fyri at prógva, at soleiðis er tað ikki longur. Men tað er veruleikin. Tann troystarleysi! Tvær ferðir kiksaði tað í verjupartinum, og báðu ferðirnar vístu íslendingarnir seg sum eirindarleys- ar og ísakaldar yrkis- spælarar, sum eru á veg nýggjum hædd- um FØROYAR - ÍSLAND Orð: Jóannes Hansen Myndir: Álvur Haraldsen Enn eina ferð fóru føroysk- ir fótbóltsfjepparar miku- kvøldið nakkalangir til hús. Tað tóktist sum um, at tað skuldi eydnast at røkka javnleiki, men enn eina ferð kiksaði tað. Íslendingarnir, sum fyri 30-40 árum síðani grulvaðu í altjóða fótbólti, vístu seg sum eitt lið, ið er á veg ímóti avbjóðingum, sum íslendskur fótbóltur higartil bara hevur verið vitni til, at teirra hondbólts- landslið hevur megnað. Ísland er oddalið í bólki fimm, og teir hava møgu- leika fyri at vinna bólkin og harvið beinleiðis at kvalifi- sera seg til endaspælið í Portugal næsta summar. Um tað fer at miseydnast, so styrkir sigurin miku- kvøldið, sum teir vóru so sera fegnir um, um fyri- treytirnar í hvussu so er at røkka næstfremsta pláss- inum og harvið tveimum uppgerðum, har tað fer at røkka ella støkka í royndini fyri fysrstu ferð at sleppa upp í part ímillum teir stóru í einum endaspæli. Íslendingar útinntu pro- fessionalt handverk í Gunda- dali. Teir spældu seg tíðliga í 2. hálvleiki til ein møgu- leika, men ta ferðina blok- eraði Jákup Mikkelsen. Tvær ferðir drálaði og skinklaði føroyska verjan. Í báðum førunum vóru ís- lendingarnir púra kaldir, takkaðu fyri og skoraðu málini, sum bóru við sær, at spælið kundi ganga fyri seg eftir teirra treytum, og so vunnu teir 2-1. Eftir seks minuttir vóru lunnar fyrstu ferð lagdir undir, at tað skuldi ganga fyri seg eftir teirra treytum. Eftir langa framlegging, slapp støðugt vandamikli Eiður Smári Guðjohnsen leysur av tveimum verju- spælarum, sum tøvdu eitt vet, og flata skoti eitt sindur úr vinstru sat akkurát, sum tað skuldi, eitt vet innanfyri handara stólpan. Tað minti nógv um fyri fýra árum síðani, tá ið ís- lendingar fyrstu ferð vóru á Tórsvølli. Tá skoraðu teir sigursmálið í 3. minutti. So hildu teir tørn, drálaðu og bíðaðu og lúrdu. Soleiðis tók fyrra umfarið hesa ferð seg eisini upp. Íslendingar- nir sendu bóltin ímillum sín. Teir fingu góðan frið at gera tað, tí føroysku liðið steðgaði teimum ikki fyrr- enn um miðstrikuna. Tað hevði við sær, at ís- lendingar fingu góðan frið. Og tá ið tað so eydnaðist føroyska liðnum at fáa fatur á bóltinum og at bjóða av í álopspartinum, so var ov lítil tyngd og broddur í. Tá ið heimamenninir vóru komnir fram á hálva mót- støðuhelvtina svunnu møgu- leikarnir fyri avspæli burtur í næstan einki, og harvið vóru føroysku møguleikar- nir fáir og smáir. Bara eina ferð í fyrra umfarinum var um reppið, at Føroyar skuldu fáa mál. John Peter- sen, sum var í framrættaða miðvallar leiklutinum, sum vit høvdu roknað við, sendi krossbólt úr høgru og til handara stólpan, har An- drew av Fløtum, ikki var í heilt góðari javnvág at stúta, og so fór royndin við síðuna av málinum. Meiri framrættað Eftir steðgin var føroyska legan ikki nøgd við at flyta bóltin aftur og fram, uttan at trýst varð lagt á. Liðið varð einar 10-15 metrar longri frammi, og harvið komu Rúnar Kristinsson, Brynjar Gunnarsson og hinir miðvallararnir undir trýstið, sum bar minni neyvleika í sendingunum við sær. Føroyska liðið fór at vinna nærdystirnar longri frammi á vøllinum, tyngdin gjørdist størri í álopspartinum, og ógvuliga høgi Hermann Hreiðarsson og hinir í íslendsku verjuni kendu seg so mikið kroyst- ar, at tað veruliga varð spennandi at vera føroyskt eygnavitni. Frá tí at Christian Høgni Jacobsen, sum var tann av Troystarleyst tap í tólvta tíma Dysturin í tølum Føroyar - Ísland 1-2 (0-1) EM undankapping í bólki 5 mikudagin 20. august 2003, kl. 19.10 á Tórsvølli. 3.402 áskoðarar Dómarakvartett úr Spania: Eduardo GONZALES ITURALDE, Alonso R. GUERRERO, Villate C. LOPEZ og Omar J. LO- SANTOS UEFA umboðsmaður úr Svøríki: Khennet TALLINGAR Dómarraeygleiðari úr Fraklandi: Alain DELMER 0–1: Eiður Smári GUÐJHNSEN 6. 1–1: Rógvi JACOBSEN 66. 1–2: Pétur MARSTEINSSON 72. Føroyar: 1. Jákup MIKKELSEN, 31/–58, Partick Thistle – 4. Pól THORSTEINSSON, 29/0, B36 (13. Jóhannis JOENSEN, 17/0, FS Vágar, 79.) 3. Óli JOHANNE- SEN, 62/1, liðformaður, TB, 5. Jón Rói JACOBSEN, 13/0, Brøndby IF, 6. Súni OLSEN, 10/0, GÍ – 8. Juli- an S. JOHNSSON, 52/3, ÍA Akranes, 2. Jann Ingi PETERSEN, 5/0, B68, 10. John PETERSEN, 48/6, B36 (17. Helgi L. PETERSEN, 5/0, NSÍ, 79.), 7. Rógvi JACOBSEN, 22/3, HB – 9. Christian Høgni JACOBSEN 18/2 Vejle BK, Andrew AV FLØTUM 10/1 HB (12. Hjalgrím ELTTØR, 9/0, KÍ, 57). Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 14. Atli DANIELSEN, 1/0 KÍ, 15. Hans Fróði HAN- SEN, 25/1, B68, 16. Jens Martin KNUDSEN 58/–146 NSÍ, 18. Tór–Ingar AKSELSEN, 0/0, HB. Gult kort: Chrisitan Høgni JACOBSEN 75. Venjari: Henrik LARSEN Hjálparvenjari: Jógvan Martin OLSEN Málmansvenjari: Lars HØGH Liðleiðari: Birgir HANSEN Lækni: Jens Pauli MARSTEIN Fysioterapeutur: Álvur HANSEN Ísland: 1. Árni Gautur ARASON, 30/0, Rosenborg – 5. Pétur MARTEINSSON, 26/1, Stoke City, 2. Ólafur Ørn BJARNASON, 12/0, Grindavík, 7. Hermann HREIÐ- ARSSON, 50/3, Charlton, 3. Arnar Tór VIÐARS- SON, 27/0, Lokeren – 10. Tórður GUÐJÓNSSON, 47/12, VfL Bochum, 4. Jóhannes K. GUÐJÓNSSON 14/1 Real Betis, 8. Brynjar B. GUNNARSSON, 38/3 (15. Arnar GRÉTARSSON, 4/0, KR Reykjavík, 72.), Nottingham Forrest, 6. Rúnar KRISTINSSON, 101/3, Lokeren (17. Heiðar HELGUSON, 24/2, Wat- ford, 78.) – 11. Helgi SIGURÐSSON, 48/10, Lyn (13. Indriði SIGURÐSSON, 11/0, Lillestrøm, 87.), 9. Eið- ur Smári GUÐJOHNSEN, 25/9, liðformaður, Chel- sea FC. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Birkir KRISTINSSON, 73/0, ÍBV, 14. Ívar INGIMARSSON, 11/0, Wolverhampton 16. Veigar Páll GUNNARSSON, 3/0, KR Reykjavík, 18. Marel BALDVINSSON, 11/0, Lokeren Gult kort: Eingin Venjari: Ásgeir SIGURVINSSON C M Y K 16