Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 22. august 2003 19 Jann Ingi Petersen spældi helst sín besta landsdyst miku- kvøldið. Hann hevði nógv bóltin og spældi hann sum oftast skilagott frá sær SAMRØÐA Stefan í Skorini – Eg haldi, at tað gekk hampuligt hjá mær. Eg kendi meg væl á vøllinum og hevði ikki nervar, sigur 19 ára gamli Jann Ingi Petersen úr B68. Hetta var tann fimti landsdysturin hjá Jann Inga Petersen, men hetta var fyrstu ferð, at hann hevur spælt allar 90 minuttirnar í einum undankappingar- dystir. Hann spældi eisini 90 minuttir í einum venjingardysti ímóti Kas- akstan fyri nøkrum mánað- um síðani. – Eg royndi bara at spæla mítt egna spæl, og eg haldi, at tað riggaði væl hjá okk- um øllum á miðvøllinum, sigur Jann Ingi. Jann Ingi byrjaði eisini inni í fyrra dystinum ímóti Íslandi í Reykjavík, men ta ferðina hilnaðist tað ikki eins væl og hesuferð. Tá bleiv Jann Ingi skiftur út stutt inn í seinna hálvleik. Hann er sum allir hinir sera vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist tí føroyska liðnum at fáa stig í hesum dystinum, hóast hann er nøgdur við sítt egna avrik. Fóru fram Føroyar skaptu sera lítið frameftir vøllinum fyri steðgin, men í seinna hálv- leiki løgdu føroyingar trýst á íslendingar. Men hvørja broyting gjørdi venjarin í steðginum. – Í fyrra hálvleiki bíðaðu vit við at fara fram og lótu íslendingar koma niðan á okkara hálvu, men í seinna hálvleiki fingu vit boð um at leggja trýst á bólthald- aran, og tað eydnaðist væl, sigur Jann Ingi. Tá fekk John Petersen boð um at fara heilt niðan sum tann triðji áleyparin, so at allir tríggir áleypar- arnir, sum vóru Andrew, Christian Høgni og John, løgdu trýst á tann verjuleik- aran, sum hevði bóltin. – Teir vóru ikki serliga tryggir í verjuni, og tí rigg- aði tað væl at leggja trýst á, og teir fóru at gúppa nógv hesa løtuna, sigur Jann Ingi. – Eg var á veg út í feltið, men eg fór skeivur av bóltinum, segði ein vónbrotin málverji eftir dystin SAMRØÐA Stefan í Skorini Jákup Mikkelsen kom rættuliga í andglettin eftir tað seinna íslendska málið. Hann fór út úr málinum eftir einum hornasparki, men tíverri fyri føroyingar rakk hann ikki bóltin, sum endaði í beinunum á Peturi Marsteinsson, ið skumpaði bóltin í tað tóma málið og harvið skoraði sítt fyrsta mál fyri landsliðið. Hetta hendi stutt eftir, at Rógvi Jacobsen hevði javn- að fyri Føroyar. At íslend- ingar skuldu leggja seg á odda aftur so skjótt, var sum at fáa vátan vøtt frammaná, og tað ávirkaði eisini moralin á føroyska liðnum. – Hatta var mítt mál, og tað má eg taka á mín kappa, segði málverjin eftir dystin. Eg var á veg út í feltið eftir einum hornasparki, men eg fekk als ikki hondina á bóltin. Lítið at gera Jákup Mikkelsen er sum allir hinir leikararnir sera keddur at hesum tapinum, sum kanska er serliga nívandi fyri Jákup. – Eg hevði ógvuliga lítið at gera gjøgnum dystin, tí teir skapa í veruleikanum sera fáar vandamiklar støð- ur frammanfyri málinum, og tí er tað sera synd at vit tapa dystin, segði Jákup. Jákup vísir á, at føroyska liðið legði íslendsku verj- una undir trýst í seinna hálvleiki. – Um teir ikki fingu hatta seinna málið so skjótt eftir tað útjavnandi málið, so høvdu vit kunnað vunnið dystin, tí vit høvdu teir undir trýsti, segði Jákup Mikkelsen. Men vit kunnu bert stað- festa, at tað er sama søgan, sum endurtekur seg ov ofta. Leygardagin skal Jákup Mikkelsen undir enn eina stóra uppgávu. Tá skal hann verja málið fyri Partick Thistle, tá skotska stórfelagið Celtic kemur á vitjan. – Tað er ein dystur, sum eg gleði meg sera nógv til, og eg eri sera spentur til tann dystin. Tá skal hann royna at halda monnum sum Henrik Larsson, Christ Sutton og John Hartson frá fatinum. Partick Thistle hevur fram- vegis sín fyrsta sigur til góðar í nýggja kappingar- árinum. Ein javnleikur og eitt tap er tað blivið til í tveimum teimum fyrstu dystunum. Jón Rói Jacobsen spældi ein góðan dyst í miðverjuni hjá Føroyum, og hann heldur, at tað er langt síðan, at føroyska liðið hevur spælt so væl SAMRØÐA Stefan í Skorini – Vit spældu ein góðan dyst. Vit høvdu fullkomi- liga tamarhald á dystinum í seinna hálvleiki, og tað er langtsíðan, at vit hava spælt so væl, heldur Jón Rói Jacobsen, nú Føroyar enn einaferð taptu 2-1 ímóti Íslandi. Jón Rói var sjálvandi sera vónbrotin av úrslitinum, og hann heldur ikki, at íslend- ingar høvdu uppiborið sig- urin. – Eg eri sera nøgdur við okkara spæl, tí at vit spæla fult upp við teir eftir steðg- in, men eg eri sera keddur um úrslitið. – Vit leggja teir undir stórt trýst í seinna hálv- leiki, men vit missa kon- sentratiónina, og so skora teir sigursmálið, sigur Jón Rói. Stóð seg væl í verjuni Jón Rói spældi í miðverjuni allan dystin, men onkuntíð tók hann túrin niðan á vøll- in í seinna hálvleiki. Tað sæst á øllum brøgdum, at Jón Rói og liðformaðurin Óli Johannesen hava funnið seg væl til rættis í verjuni á føroyska landsliðnum. Jón Rói vísir á, at vanda- mikla vápnið hjá íslending- um er Chelsea áleyparin Eidur Smári Gudjohnsen. Hóast hann skoraði eitt mál heilt tíðliga í dystinum, eydnaðist tað væl at byrgja upp fyri hesum sera sterka og vandamikla áleypara. – Eg haldi, at eg kann vera væl nøgdur við mítt egna avrik, segði Jón Rói eftir dystin, men tað er kanska torført at vera fegin um sítt persónliga avrik, tá úrslitið er eitt vónbrot. Annars er Jón Rói glaður um at fáa hendan dystin, tí hann hevur havt ilt við at bróta seg inn í 1. liðshópin hjá Brøndby. Hann hevur seinastu tíðina spæla á danmarksseriuliðnum hjá Brøndby, men at spæla ein landsdyst gevur nógv meira enn ein dystur við 2. liði hjá Brøndby. Miðvallarin Rógvi Jacobsen skoraði sítt triðja mál fyri landsliðið miku- kvøldið, og tað er við at gerast ein góður vani hjá honum at skora ímóti grann- unum fyri vestan SAMRØÐA Stefan í Skorini – Eg hevði góða tíð og gott pláss, so tað var bara at seta bóltin inn, segði Rógvi Jacobsen eftir dystin, tá tað enn einaferð eydnaðist honum at skora ímóti Íslandi. Tað var Pól Thorsteins- son, sum sendi ein høgan bólt innfyri, og við handaru stong vann Christian Høgni Jacobsen luftbóltin við ein íslendskan verjuleikara. Rógvi Jacobsen tók tvey fet burtur frá sínum verjuleik- ara og stóð brádliga púra leysur og skuldi bert seta høvdið á bóltin. Hetta var hansara triðja mál á landsliðnum og tað næsta ímóti íslendingum. Í fyrra dystinum ímóti Íslandi í juni setti hann høvdið á eitt innlegg frá Jákupi á Borg. Eins og hesuferð skoraði Rógvi tá til 1-1. Ikki nøgdur Hóast Rógvi er glaður um at skora fyri landsliðið, so er hann als ikki nøgdur við úrslitið. – Hetta úrslitið er sera keðiligt fyri okkum. Mann verður bara meira og meira vónbrotin fyri hvørja ferð hetta hendir, segði Rógvi Jacobsen, eftir at íslending- ar aftur hesuferð hálaðu ein tepran sigur í land. Rógvi spældi í vinstra borði á miðvøllinum miku- kvøldið. Í fyrra umfari var hann ikki serliga sjónligur og gjørdi lítið um seg, men hetta broyttist eftir steðgin, tá hann fór at gera meira um seg og gav íslendingum mikið høvuðbrýggj. – Vit skaptu sera lítið í fyrra hálvleiki, men eg haldi, at vit spældu nógv betri eftir steðgin. Vit pressaðu teir væl og høvdu fleiri góð álop, segði Rógvi Jacobsen. Hann var als ikki bilsin av, at íslendingar móti end- anum av dystinum tóku seg sera langt aftur á vøllin og høvdu allar sínar menn á egnari hálvu. – Vit roknaðu við, at teir fóru at taka seg langt aftur á vøllin eftir teirra seinna mál. Teir vóru forskrektir eftir málið hjá okkum og vildu tí bara verja leiðsl- una, sigur Rógvi Jacobsen at enda. Støðan í EM-undankappingarbólki 5 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ísland 6 4 - 0 - 2 11 6 5 12 2 Týskland 5 3 - 2 - 0 8 3 5 11 3 Skotland 5 2 - 2 - 1 7 5 2 8 4 Litava 6 2 - 1 - 3 4 9 -5 7 5 Føroyar 6 0 - 1 - 5 5 12 -7 1 Jann Ingi Petersen: – Eg kendi meg væl á miðvøllinum Rógvi skoraði aftur ímóti Íslandi – Eg royndi bara at spæla mítt egna spæl, og eg haldi, at tað riggaði væl hjá okkum øllum á miðvøllinum, sigur Jann Ingi Jákup Mikkelsen: – Hatta var mítt mál Jákup má sum skjótast vaska keðiliga málið av sinninum, tí longu leygardagin stendur stórfelagið, Celtic, fyri framman Rógvi Jacobsen var glaður um at skora fyri landsliðið, men hann var sera vónbrotin um úrslitið Jón Rói Jacobsen: – Vit spældu sera væl – Vit leggja teir undir stórt trýst í seinna hálvleiki, men vit missa konsentratiónina, og so skora teir sigursmálið, sigur Jón Rói 19 18 Nr. 157 - 22. august 2003 8. Julian Johnsson, ÍA Akranes, 52/3 Var hesa ferð nakað uttar- ligari, enn hann vanliga er, og serliga fyri steðgin voldi hetta honum trupulleikar í spælinum. Fann seg tó betri til sættis eftir steðgin, og var tá við í nógvum av tí, sum føroyska liðið hevði at bjóða. Stríddist ótroyttiliga fyri liðið, og vann sum vant hópin av bóltum, men í av- spælinum við bóltinum hevði hann ikki ein av sín- um bestu døgum. 9. Christian Høgni Jacobsen, Vejle BK, 18/2 Var hesa ferð aftur í føroy- ska álopinum, men í long- um pørtum av dystinum var tað sera avmarkað, hvat hann fekk burturúr hesum. Royndi tó alla tíðina at stríðast, og fekk eisini løn fyri hetta, tá hann átti næst- seinasta høvdið í uppspæl- inum til føroyska málið. Sum heild megnaði hann tó ikki treytaleyst at sannføra um, at hann framyvir skal eiga hetta plássið á liðnum, men við ymisku dygdum sínum er hann framvegis eitt gott boð um fleiri pláss í føroysku byrjunaruppstill- ingini. 10. John Petersen, B36, 47/6 Var hesa ferð tikin oman á miðvøllin, har tað ivaleyst var ætlanin, at hann skuldi átaka sær leiklutin hjá Fróða Benjaminsen í fram- rættaða spælinum. Serliga fyri steðgin var hann eisini tann, sum stýrdi tað fram- rættaða spæl, sum Føroyar høvdu. Var tó ikki eins sjónligur eftir steðgin, men hetta komst eisini av, at lið- felagarnir nú sýndu meira í so máta. Spurningurin er tó, um plássið hjá John á landsliðnum ikki er eitt vet longri frammi á vøllinum, har leikligu dygdirnar koma betri til sín rætt, og har kravið um arbeiðsavrik ikki er eins stórt. 11. Andrew av Fløtum, HB, 10/1 Hevur mest sum vunnið sær fast sæti í føroyska álopinum, men megnaði eins og Christian Høgni ongan tið heilt at sannføra um sítt virði hesaferð. Kan- ska er størsti veikleikin í føroyska álopspartinum í løtuni, at vit ongan boks- spælara hava. Ein leiklutur, sum Andrew við sínum fysikki kanska er mest nátt- úrliga valið til, men tað krevur so eisini, at hann í landsliðshøpi broytir spæli- stílin nakað. 12. Hjalgrím Elttør, KÍ, 9/0 Kom á vøllin fyri Andrew av Fløtum, og royndi sær sjálvum so líkt at fremja eitt risa arbeiðsavrik. Lág eisini onkra ferð framvið at fáa bóltin stungnan inn um verjuna, men avgerandi sendingin kom ongantíð, og sostatt heldur ikki tann málmøguleikin, sum kundi ført eitt betri úrslit við sær. 13. Jóhannis Joensen, FS Vágar, 17/0 Fekk seinasta korterið á høgra bakki fyri Pól Thor- steinsson, men tað var av- markað, hvat hann fekk sýnt hesa løtuna. Helt seg fyri tað mesta afturi á vøll- inum, tá føroyingar royndu at trýsta niðaneftir, og royndi skilagott at seta nýggj álop ígongd, tá ís- lendingar sparkaðu langt niðan. 17. Helgi L. Petersen, NSÍ, 5/0 Kom á vøllin seinasta kort- erið, og hevði eina skot- roynd longu í fyrstu røring- ini. Royndi at koma við í føroyska spælið, og eydn- aðist hetta eisini til tíðir, og fekk hann um ikki annað sýnt, at hann væl megnar at koma inn í ein dyst. 1. Jákup Mikkelsen, Partick Thistle, 31 dystir/0 mál Tað er ikki ofta, at tað tað er føroyski málverjin, sum fær skuldina fyri eitt tap hjá landsliðnum, men sigurs- málið hjá íslendingunum má Jákup Mikkelsen uttan iva taka á sín kappa, tá hann fór heilt skeivur av hornasparki. At hetta var spell, er einki at ivast í. Ikki minst tí Jákup í aðrar mátar stóð ein góðan dyst, og eis- ini hevði onkra bjarging, sum kundi verið heilt týdn- ingarmikil, var tað ikki fyri hatta eina mistakið. 2. Jann Ingi Petersen, B68, 5/0 Ungi toftamaðurin var aftur hesaferð í byrjunaruppstill- ingini, og hesa ferð var tal- an um munandi betri avrik enn tað, sum hann sýndi í Reykjavík fyri tveimum mánaðum síðani. Kropsliga tyngdin tóktist væl størri enn áður, og í spælinum við bóltinum var hann fleiri ferðir tann, sum avgjørdi bæði ferð og kós hjá føroy- ingunum. Heldur menning- in fram fyri hansara við- komandi, er einki at ivast í, at vit her hava ein framtíðar miðvallargeneral hjá lands- liðnum. 3. Óli Johannesen, TB, 62/1 Liðskiparin var eins og vant rættiliga tryggur í verju- partinum, har hann ofta var maðurin á rætta staðnum, tá bóltar skuldu ruddast burt- ur. Og við krospligu styrk- ini er hann aloftast ein sera týðandi liður í hesum. Hin- vegin tóktist hann ikki hava eins nógva orku at stýra viðleikarunum hesaferð, sum hann vanliga hevur, men tað verður vónandi betri til Skotlands-dystin. 4. Pól Thorsteinsson, B36, 29/0 Hevði ein sera skiftandi dag. Byrjaði við at selja seg við íslendska leiðslumálið, og var løtu seinni heppin ikki at fáa gult kort, tá ein glíðandi tackling kom alt ov seint. Fann seg tó so líð- andi til rættis í broyttu spælskipanini, og ikki min- st dugdi hann væl at koma fram við í síðuni. Seinna hálvleik tóktist hann mest sum at eiga høgra borð, og var í so máta høvuðsmaður- in aftan fyri føroyska trýst- ið, sum førdi útjavningina við sær, men noyddist tí- verri hálvskaddur av vøll- inum eitt korter fyri leik- lok. 5. Jón Rói Jacobsen, Brøndby, 13/0 Tað er sagt fleiri ferðir, og tað kann neyvan endurtak- ast ov ofta. Hóast unga ald- urin hevur Jón Rói frá degi eitt hjá Henrik Larsen verið álitið í føroysku verjuni, og aftur hesa ferð spældi hann sum ein gomul rotta. Megnaði bæði í skjótleika og bóltførleika at matcha mótstøðumonnunum, og var í seinna hálvleiki fleiri ferðir við til at skapa tyngd í føroyska álopspartin, tá hann leitaði framvið. Bert spell, at hann ikki kann nýt- ast í álops- og verjupart- inum samstundis. 6. Súni Olsen, GÍ, 10/0 Var ikki eins framrættaður sum Pól var í hinum borð- inum, men tóktist fyrst og fremst hugsa um at lukka sína síðu av. Hetta eydnað- ist eisini sera væl fyri tað mesta, og í so máta var av- rikið væl og virðiliga góð- kent. Dittaði sær eisini onkra ferðina framvið, og leitaði tá í stóran mun inn á vøllin, men tíverri kom skothóttan hansara ikki veruliga til sín rætt, tá hann sjáldan varð spældur rætt í hesum førum. Hevði eisini eina góða frísparksroynd, sum varð blokkað av føroy- skum kroppi í verjugarð- inum. 7. Rógvi Jacobsen, HB, 22/3 Var aftur málskjútti móti ís- lendingum, og aftur hesa ferð var tað við høvdinum. Hetta var kanska eisini sig- andi í so máta, tí Rógvi var ein av fáu føroysku leikar- unum, sum megnaðu at dystast við íslendingar á hesum økinum. Við krops- styrki sínari tykist hann eis- ini vera ein sera týðandi liður í føroyska spælinum. Bæði sum bylgjubrótari mitt á, og eisini við sínum krevjandi renningum niðan í síðuni. Leikaraummæli Sum heild stóðu føroysku leikararnir seg væl í dystinum, og júst tí var tað kanska eyka keðiligt, at íslendingar skuldu fáa av teimum heilt óneyðugu málunum C M Y K 18