Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 158 - 23. august 2003 Nr. 158 - 23. august 2003 3 Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á ymsan hátt gleddu meg á 70-ára føðingar- degi mínum. Kærar heilsanir Helga Strøm, Trongisvágur Tøkk Vit takka øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á silvurbrúdleypsdegnum. Bina og Heri, Klaksvík TÍÐINDASKRIV frá MáF Vikuskiftið 29.-31. august 2003 skipar MáF fyri sjónleikaraskeiði í Klaksvík. Hetta er sama skeið, ið hildið verður í Tórshavn 5.-7. september 2003. Av tí, at áhugin fyri skeið- num er sera stórur, er av- gjørt eisini at hava eitt skeið í Klaksvík. Skeiðið er ætlað sjón- leikarum yvir 18 ár. Spælir tú sjónleik, er neyðugt at hava eina rødd, sum hoyrist, og sum er áhugaverd at lurta eftir, eisini er neyðugt at kroppurin er ein aktivur partur í frásøgnini. Øll hava vit eina rødd, men tey flestu av okkum hava ikki hóming av, hvørja kraft og eginleikar hon rúmar. Á hesum skeiðnum verður arbeitt við at sameina rødd, kropp og medvit. Undirvíst verður út frá arbeiðshátti, sum enska sjónleikarakvinnan Na- dine George er komin fram til, eftir í 35 ár at hava granska í samskift- inum millum rødd, kropp og medvit. Nadine George hevur verið í Føroyum og undirvíst sjónleikarum í Leikarafelag Føroya, og hava føroyskir sjónleikar- ar eisini luttikið á skeið- um hjá Nadine George í London. Arbeiðahátturin er sera einfaldur, spennandi og stuttligur. Arbeitt verður við leikbrotum úr Mac- beth hjá William Shake- speare. Umframt at undirvísa sjónleikarum í hesum ar- beiðshátti, hevur Nadine George eisini undirvíst fólki, sum brúka sína rødd og kropp nógv í ar- beiðnum, t.d. lærarum, útvarps- og sjónvarps- fólki. Skeiðið byrjar fríggja- kvøldið 29. august 2003 kl. 19 og endar sunnu- kvøldið 31. september kl. 17. Lærari er Egi Dam sjónleikari úr Leikara- felag Føroya. Pláss er fyri 12 luttak- arum. Tilmeldan á skriv- stovuni hjá MáF, tlf. 315624, 315688 ella á maf@maf.fo í seinasta lagi 26. august 2003. Sjónleikaraskeið í Klaksvík – rødd, rørsla og tekstur – Nú sunnudagin 24. august 2003 kl. 20.00 fara teir tríggir: Símun Rasmussen, Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen at syngja kingo í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er sama konsert, sum varð hildin í Sjóvar kirkju síðsta sunnu- dag og sum var partur av mentanarstevnuni hjá Norð- urlandahúsinum. Teir 14 sálmarnir, sum teir tríggir framføra, eru allir úr 1859 útgávuni av Kingobók og teir verða sungnir soleiðis, sum Ber- int Rasmussen, Berint uppi í Gerði (1885-1975) sang teir fyri soninum Símuni Rasmussen fyrst í seksti ár- unum. Hetta er sostatt sálmasangur, sum hann man hava ljóðað í Sjóvar kirkju til fyri um hundrað árum síðan. Skift verður ímillum solosang á cappella, felags- sang á cappella, solosang við gittarfylgispæli og felags- sang við gittarfylgispæli. Men við tað at tað ikki var gamalt at nýta fylgispæl til tey gomlu løgini, verða teir fimm sálmarnir við gittar- fylgispæli sungnir á føroy- skum. Týsdagin 19. august and- aðist Jóhannes Poulsen á Válinum, vanliga nevndur Jóhannes í Nesinum, 84 ára gamal. Jóhannes vaks upp í Nesinum og búði har til miðskeiðis í sjeytiárunum, tá ið hann og Tordis, sum er ættað úr Kollafirði, fluttu í nýggj hús inni við Breiðánna á Válinum. Foreldrini vóru Súsanna Olsen av Fjørðinum í Vest- manna, og Sofus Poulsen, ættaður frá Svartá í Saks- un. Fyri umleið 75 árum síðani vóru rættiliga nógv børn í skúlaaldri á Vál- inum, og tey gingu í skúla í bygdini. Jóhannes hevði hug til skúlan, og Christ- ian Høj, sum var lærari á Válinum og í Leynum, eina viku á hvørjum stað- num, plagdi at siga, at Jóhannes var ein av teim- um bestu næmingunum, sum hann nakrantíð hevði í skúlanum. Men tá á døgum var bara undantakið, at ungir dreingir á bygd fingu aðra skúlagongd enn barna- skúlan. Víkin lá full av slupp- um, bæði teimum, sum hoyrdu til Vestmanna, og teimum úr Vágunum, sum høvdu vetrarlegu fyri teymi á vikini í Vestmanna. Á vári var eitt yðjandi lív av fólki, sum riggaði til, og har var mangan nógv fremmandafólk í bygdini. Einki lá huganum nærri hjá einum 14 ára gomlum dreingi tá enn sjógvurin, og sum teir allar flestu har um leiðir, fór Jóhannes til skips 14 ára gamal. Rættiliga tíðliga gjørdist hann motorpassari og sigl- di síni mestu ár við teim- um skipum, sum Viggo Dam, Viggo í Skúlanum, førdi. Jóhannes var eisini við ta ferðina, tá ið Union Jack varð søkt av týskum kavbáti á víðum havi mill- um Føroyar og Skotland. Manningin bjargaði sær í lítla bjargingarbátinum og kom illa tuskað til lands á útskerði, har teir umsíðir fingu samband við fólk á vita har í nánd. Jóhannes var eisini við ta tiltiknu ferðina út um Sund, tá ið motorbáturin Helgi steðgaði upp í ódn- arveðri og fór skolandi við streyminum dygst norður við Streymoyarlandinum. Tað eydnaðist við góð- um sjómansskapi og dugna- skapi annars at fáa fólkið upp á land í brattlendinum og síðani at ganga upp bygdina. Helga roknaði eingin við at síggja aftur. Tað løgna hendi kortini. Morgunin eftir sást Helgi rekandi suðureftir í sund- inum og varð fingin inn á víkina. Í nøkur ár var Jóhannes við trolara. Tá ið SEV-byggingin varð sett í verk í 60-ár- unum, var Jóhannes ein teirra, sum gjørdi tunnlar- nar til vatnveitingarnar, og seinni fór hann at stavast sum sveisari á skipasmiðj- uni. Úti í Nesi giftust Jóhan- nes og Tordis inn hjá ommu og abba, og tey eiga 4 børn, Sunnrið, Bergfríð, Ásvør og Páll. Har var ikki nógv húsa- rúm í Nesinum, men hjartarúmið og gestablídn- ið var har sum fáar ella helst onga aðrastaðni, ið eg havi upplivað. Har kom nógv fólk á gátt. Nógv vóru tey, sum spákaðu sær ein túr út í Nesið góðveðursdagar, og nógv teirra stukku inn á gólvið, og nær ið vit komu í báðar ættir, eisini at ferð- ast, so var pláss fyri okk- um. Føðingardagar vóru merkisdagar, sum seint verða gloymdir. Hetta hjartalag og hetta gestablídni tóku Jóhannes og Tordis við sær inn í nýggja heimi við Breið- ánna, og eg dugi bara at orða tað soleiðis, at tað hevur verið hjartanemandi at uppliva tað samanhald, sum hevur verið millum tykkum gomlu og børn tykkara, og at síggja, hvussu Jóhannes og Tordis so hvørt eisini hava tikið ímóti barnabørnunum, teirra vinfólkum og mak- um og børnum teirra, ja eisini teirra næstu, so hvørt sum ringarnir hava breitt seg. Sjálvur havi eg mest at kalla kent meg sum barn í húsinum í Nesinum, og eg fari at enda hesi fátæks- ligu orð við at lýsa frið yvir minnið um Jóhannes mammubeiggja, og takka fyri at mær hevur untst at liva so tætt upp at tykkum í Nesinum. Tað er tómligt hjá tykk- um uttan Jóhannes, og tað skal vera mín vón, at tey nógvu góðu minnini so líðandi vinna á sorgini og sakninum. Mína innilig- astu samkenslu sendi eg tykkum øllum, sum hava untst at liva Jóhannesi nær. Pauli Nielsen Kingo í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Jóhannes í Nesinum farin C M Y K 3 2