Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Amnesty International for- dømir bumbuálopið í gjár móti ST-høvuðsskrivstov- uni í Bagdad, har í minsta lagi 20 fólk lótu lív, teirra millum ST-sendimaðurin Sergio Vieira de Mello. Álopið er ræðuligt og óskiljandi. At venda sær móti sivilu høvuðsskriv- stovuni hjá ST kann bara føra til afturstig fyri neyð- uga og sera týdningarmikla humanitera arbeiðið hjá ST at tryggja mannarættindi fyri irakska fólkið. Tankar okkara eru við øllum, sum vóru á staðnum undir álop- inum, við ST-starvsfólkum, familjum og vinum teirra, sigur Amnesty í tíðinda- skrivi. 19. august 2003 - Amerikanska stríðið móti yvirgangi »Tað hevur elvt til stúran, at USA hevur tikið sær fleiri rættindi í sambandi við tað amerikanska »stríð- ið móti yvirgangi«. USA hevur gjørt eina eyka rætt- arskipan, har tey útinnandi hava rætt til at handtaka, avhoyra, skuldseta og stevna mistonkt inn fyri rætt« sigur Amnesty Inter- national í sambandi við tað seinastu frágreiðingini hjá felagsskapinum. Alt ov ofta hava onnur gjørt tað sama sum USA, við tað at tey hava tosa um eitt »stríð móti yvirgangi«. Á henda hátt hava tey roynt at koma uttanum fleiri bindingar í sambandi við grundleggjandi meginregl- ur fyri mannarættindi og al- tjóða humanitera lóggávu. Í frágreiðingini heitir Amnesty International á stjórnir kring heimin at tryggja, at virðingin fyri mannarættindarmeginregl- unum framhaldandi verður kjarnan í teirra leitan eftir rættvísi og tryggleika. Frágreiðingin setur ljós á støðuna hjá útlendsku fang- unum í amerikonskum varðhaldi á Guantánamo herstøðini á Kuba og á tí amerikonsku herstøðini í Bagram í Afganistan, sum í yvir eitt ár hava fingið noktað at hava samband við familju og at fáa løgfrøð- liga hjálp. »Uppáhald um ágang og tilvildarligar handtøkur, langar isolatiónsfongsling- ar, píning og avhoyringar uttan hjálp frá verja og hótt- anir um órættvísar rættar- gongd við hernaðarrætt eru á hvørjum ári í frásøgnum hjá amerikanska State Department um mannarætt- indi í øðrum londum« sigur Amnesty International. »Nú verða somu ákærir fluttar fram móti amerik- onsku stjórnini í samband við teirra »stríð móti yvir- gangi«. Samrøður, ið Amnesty hevur havt við nøkur teirra ið eru leyslatin av Guantán- amo, vátta tað, sum Amnes- ty hevur óttast frá byrjan - at korini sum heild og hætt- irnir ið verða nýttir – merkja, at tað verða framd brot á mannarættindini. Støðug uppáhald um pín- ing og vantandi atgongd hjá óheftum mannarættindar- felagsskapum og sakførar- um, sum kunnu almanna- kunngera teirra upplýsing- ar, samanborið við at amer- ikanska hugsanin, um hvat er verður mett at vera ómenniskjanslig og eyð- mýkjandi viðferð, ikki samsvarar altjóða allýsing, hevur gjørt at Amnesty International stúrir nógv fyri viðferðini av teimum, ið eru í amerikanskari varð- veitslu. Tíðindir frá Amnesty Intenational: 20. august 2003 - Amnesty fordømir bumbuálop á ST Hvussu ljóðar tónleikur hjá teim, sum eru tónadeyv og uttan stev? Tá íslendingurin Halldór Arnar Úlfarsson, nevndur Hondó, vildi føra fram tónleik við vinfólki, mátti kann kappast við musikkvideo. Til hann fann uppá undarliga ljóðførið Dórafonina, á enskum The Dorophone. Dóri, sum navnið bendir á, er eyðknevni fyri Halldór. Í Dansistovuni í Norður- landahúsinum fer hann at knýta sýna fram video og afturvið spæla uppá egnu Dorofonina. Tiltakið er leygardagin hin 23. august frá klokkan 16 til 17. Ókeypis atgongd. Hondó live í Norðurlandahúsinum 4 Nr. 158 - 23. august 2003 Nr. 158 - 23. august 2003 5 Meira kunning Tey, ið ynskja meira at vita, finna hesar upplýsingar á okkara heima- síðu www.politi.fo og www.politi.dk. Á tí seinastu ber til at royna egn- an kunnleika í mun til nakrar av upptøkuroyndunum. Í avgreiðsluni á politistøðini í Havn (má-frí millum kl. 9 og 15) fæst eisini kunning. Føroya Landfúti Jónas Broncksgøta 17 Boks 3018 FO-110 Tórshavn Tlf. 35 14 48 - Fax 35 14 49 Heimasíða: www.politi.fo Umsóknir kunnu sendast inn alt árið, og verða upptøkuroyndir eftir tørvi. 4 politistar skulu setast í 2004. Umsóknarfreistin til hesar upp- tøkuroyndirnar er 1. september 2003. Tórshavnar Býráð fer nú at áleggja Shell og Statoil at taka oljugoymslurnar á Viðarnesi niður og at byggja nýggjar tangar inni á Sundi OLJUDÁLKING Áki Bertholdsen – Nú er nóg mikið tosað um oljudálking í Havn. Nú má okkurt gerast! Heðin Mortensen, for- maður í byggi- og býarskip- anarnevndini í Tórshavnar Býráð, sigur, at nú má okk- urt ítøkiligt gerast fyri at royna at basa trupulleikan- um við oljudálking á Havn- arvág. Og eitt lið í hesum ar- beiðnum verður at flyta oljugoymslurnar á Viðar- nesi úr býnum. – Býráðið fer nú at áleggja oljufeløgunum, Shell og Statoil, at flyta oljugoymslurnar úr býnum, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at farast skal undir hetta arbeiðið beinan- vegin og at býráðið nú fer at samráðast við oljufeløg- ini um eina sámuliga tíðar- freist fyri, nær goymslurnar skulu verða fluttar. Hvussu langt skotbrá, lj f l i i fá il h ikki siga, men hann sigur, at tað er greitt, at farast skal undir arbeiðið nú og at stíð- ur skal ikki koma í. Og tað verða oljufeløg- ini, sum koma at bera kostnaðin av flytingini. Hann sigur, at umsit- ingarliga er onki í vegin fyri at flyta tangarnar, tí oljufeløgini hava ongan sáttmála um økið við tað at Býráðið hevur ikki viljað longt hann. Formaðurin í býggi - og býarskipanarnervndini sig- ur, at býráðið fer at vísa oljufeløgunum á eitt øki inni á Sundi, har tey kunnu byggja sær nýggjar goymsl- ur. Hann veit væl, at hetta loysir ikki allan trupulleik- an við oljudálking á Havn- arvág, tí nógv av dálkingini stendst av mistøkum, tá ið skip bunkra. Men tað er eisini staðfest, at ein partur av dálkingini stavar frá goymslununum á Viðarnesi og tann partin av trupulleikanum ætla vit at loysa við at flyta goymsl- urnar. – Ein onnur orøk til at býráðið vil hava tangarnar fluttar, er, at tað er ikki rætt at hava stórar oljugoymslur mitt í høvuðsstaði okkara. Tað standa nógv hús og tað er nógv ferðsla rættiliga tætt við tangarnar. Ikki i t L d júk hú ið beint við og tað haldi eg er rættiliga óheppið. Gamalt og uppslitið Heðin Mortensen sigur, at ein orøk til tey mongu óhappini er uttan iva, at oljutangarnir á Viðarnesi eru bæði gamlir og upp- slitnir. – Teir elstu tangarnir eru eru eini 70 ára gamlir og onkrir av teimum eru so illa farnir, at feløgini hava ikki loyvi at fylla meiri í teir enn eitt vist og tað er verri enn so at teir kunnu fyllast. Garður er bygdur rund- anum goymslurnar, sum skal forða fyri at olja renn- ur út natúruna, skuldi eitt óhapp hent. Men okkurt óhapp, sum er hent, vísir, at garðurin kann ikki metast at vera tættir og tí uppfylla teir ikki sítt endamál. – Harumframt er eisini ivasamt, um hellan undir tangunum er tøtt, og tískil er vandi fyri, at olja seyrar niður gjøgnum helluna og síðani á sjógv. Heðin Mortensen sigur, at tað tískil er ivasamt um trygdin ímóti eini álvar- samari umhvørvisdálking, av einum óhappi á Viðar- nesi, er nóg góð. Hann leggur afturat, at av tí at oljugoymslan á Viðar- i ld i h isverndarlógin, eru hon ikki umfatað av umhvørvislóg- ini og krevur sostatt heldur ikki umhvørvisgóðkenn- ing. Flytast inn á Sund Heðin Mortensen sigur, at tekniski stjórin og býar- verkfrøðingurin hjá Tórs- havnar Kommunu, mæla tískil til at býráðið tekur stig til, at oljugoymslurnar verða fluttar á annað hós- kandi stað í kommununi. Og tað økið, sum býráðið hevur at vísa á, er Inni á Sundi. Málið hevur verið til við- gerðar í heilsu- og um- hvørvisnevndini og hon tekur undir við tilmælinum. Málið hevur eisini verið fyri í byggi- og býarskipan- arnevndini og hon tekur somuleiðis undir við tí. Heðin Mortensen sigur, at nú skal umsitingin gera eina ætlan fyri, hvussu økið Inni á Sundi kann skipast, tá oljutangarnir eisini verða har og so skal málið leggj- ast aftur fyri nevndina. Krevja at oljutangarnir verða fluttir úr Havnini Oljutangarnir á Viðarnesi í Havn skulu nú flytast út úr Havnini. Býráðið fer at vísa oljufeløguum á eitt økið inni á Sundi at byggja nýggjar tangar á Oljudálking í tølum Í greinini um at flyta oljutangarnir hjá Shell og Statoil á Viðarnesi út úr Havnini, inn á Sund, nevnir Heðin Mortensen, at ein partur av teirri oljudálking, sum tey hava stríðst við á Havnarvág nú í langa tíð, stavar frá sjálvari oljugoymsluni á Viðarnesi. Her eru nøkur av óhappunum: • 15. mai 2000 kom hol á ein goymslutanga hjá Shell á Viðarnesi, og einir 7.500 litrar av gassolju seyraðu niður í fylluna. • Í august-september 2001 fór rørleiðingin hjá Statoil og Shell til »gomlu« bunkringsstøðina á vestaru bryggju at leka og ein ókend nøgd av gassolja seyraði niður í fylluna og út á sjógv. • 29. januar 2003 var leki á einum ventili hjá Statoil, og ein ókend nøgd av gassolju rann á sjógv. • 5. juni 2003 fór ein ventilur á nýggju bunkrings- støðini á Viðarnesi og einir 11.200 litrar av gass- olju fóru á sjógv. • Harumframt hava verið fleiri oljudálkingar í sambandi við, at skip hava bunkrað frá bunkrings- støð og frá oljubilum. Fakta C M Y K 5 4