leygardagur 23. august 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 158 - 23. august 2003
Nr. 158 - 23. august 2003
7
Tað er manglandi
samskifti millum
Brunaumsjón Lands-
ins og Vágatunnilin,
sum hevur fingið
leiðaran á Brunaum-
sjónini at biða fútan
kanna, um Vága-
tunnilin yvirhøvur
kann vera opin
TUNNILSTRYGD
Edvard Joensen
Vágar: Væntandi samskifti
millum Vágatunnilin og
Brunaumsjón Landsins hev-
ur gjørt, at leiðarin á Bruna-
umsjónini nú hevur biðið
fútan kanna, um trygdar-
viðurskiftini í Vágatunl-
inum loyva, at tunnilin
yvirhøvur er opin. Stjórin
fyri Vágatunlinum undast á
ta støðuna, tí honum kunn-
ugt hevur Brunaumsjónin
góðkent alla trygdarútgerð
og rakstrarhondbók hjá
Vágatunlinum
Petur á Lava Olsen, leið-
ari á Brunaumsjón Lands-
ins, sigur, at tað, sum ser-
liga hevur gjørt, at hann
hevur vent sær til fútan, er,
at hann ikki kennir tær
mannagongdir, sum gald-
andi eru í Vágatunlinum.
Eitt nú hvussu rakstrar-
hondbókin há Vágatunl-
inum sær út. Hvør skal ansa
hvørjari
trygdarskipan,
Hvør skal siga hvørjum frá,
um eitthvørt ikki riggar,
sum tað skal. Og hvør skal
seta tey neyðugu tiltøkini í
verk, tá okkurt er galið.
– Vit høvdu eitt dømi
herfyri, tá vatn fleyt út á
koyribeytina. Tað vísti í
hvussu er, at har var ikki
alt, sum riggaði nøktandi,
vísir Petur á Lava Olsen á.
Skilir ikki málið
Dávur Reinert Hansen,
stjóri fyri Vágatunlinum,
undrast á, hvat Brunaum-
sjón Landsins vil við hes-
um málinum nú.
– Brunaumsjónin hevur
góðkent alla ta trygdarút-
gerð, sum brúkt verður í
Vágatunlinum. Og vit hava
víst teimum rasktrarhond-
bók, og hvat nú kann vera
aktuelt, sigur hann.
Stjórin fyri Vágatunl-
inum sigur, at hann skilir
ikki rættiliga, hvat Petur á
Lava Olsen vil við hesum
málinum. Sær vitandi, sig-
ur Dávur Reinert Hansen,
hevur samstavið verið gott
við allar partar, sum hava
ábyrgd av trygdini í vága-
tunlinum. Tað verið seg
Brunaumsjón Landsins og
sløkkiliðini báðu megin
tunnilin. Tað vil siga í Kví-
vík og Miðvági/Sandavági.
Allar seinasta hond verð-
ur i løtuni løgd á arbeiðið í
Vágatunlinum. NCC eftir-
kannar rivur og tílíkt, sum
bøtast skal um, og boðað er
frá, at tað arbeiðið verður
endaliga liðugt tann 8. sept.
Hetta hevur Brunaumsjón
Landsins eisini fingið at
vita, sigur hann, men hað-
ani hevur Vágatunnilin
einki frætt aftur.
– Eg havi biðið um ein
kunnandi fund við Bruna-
umsjón Landsins saman
við Fiskimálaráðnum, sum
Brunaumsjónin nú er løgd
undir, men haðani er einki
frætt aftur, sigur Dávur
Reinert Hansen. Vit halda
okkum hava gjørt ein góð-
an innsats og undrast tí á, at
soleiðis verður farið út við
hesum beint nú.
Petur á Lava Olsen sigur,
at hetta, sum nú er komið
upp um fráboðan til Fútan,
er ikki nakað spildurnýtt
mál. Tað er nakað síðan,
hann sendi áheitanina, sig-
ur hann. Men hevur enn
einki frætt aftur frá fút-
anum.
Hann váttar, at Brunaum-
sjónin hevur góðkent ljós,
elskáp og so framvegis av
trygdarútgerð, sum er í
Vágatunlinum, sum Dávur
Reinert Hansen eisini vísir
á. Men tað er ikki nokk, at
teir ymsu lutirnir hvør í sín-
um lagi eru í ordan og
rigga. Tað, sum umráðandi
er, er at teir rigga saman og
undir teimum umstøðum,
teir skulu brúkast, vísir
hann á.
– Eitt er at seta upp. Eitt
annað er at gera endaligt
eftirlit. Øll skipanin skal
eftirsýnast, tá hon er liðug.
Og tað úrslitið kenni eg
ikki, sigur Petur á Lava Ol-
sen, leiðari á Brunaumsjón
Landsins.
Øðrvísi enn
aðrir tunlar
Spurdur um hví hann vísir á
manglandi trygd í Vága-
tunlinum fram um aðrar
tunlar, sum í rættiliga nógv
longri áramal hava verið
brúktir, uttan at tey trygdar-
krøv, nú verða sett Vága-
tunlinum, eru í lagi, sigur
Petur á Lava Olsen, at tað
er tí, at Vágatunnilin er øðr-
vísi enn aðrir føroyskir
tunlar á fleiri økjum.
Eitt nú er talan um ein
undirsjóvartunnil, sum bein-
anveg ger hann øðrvísi í
skapi enn aðrar tunlar.
Undirsjóvartunnilin hev-
ur stórt hall, sum ger, at eitt
nú roykur uppførir seg heilt
øðrvísi, enn hann ger í
vatnrøttu tunlunum. Eisini
ber til at rulla ein bil út úr
einum vatnrøtum tunli.
Men tað ber illa til í undir-
sjóvartunlinum við brattari
brekku.
– Men tað er ikki soleiðis
at skilja, sigur Petur á Lava
Olsen, at teir tunlarnir, sum
Landsverkfrøðingurin um-
sitir, eru friðaðir. Tær skip-
anir, har eru, skulu eisini
dagførast, og tað arbeiðið
er farið í gongd.
Hann nevnir til dømis, at
Vágatunnilin
á
stórum
strekkjum er taktur við skúm-
tilfari, sum eitt tunt lag av
betongi liggur uttaná. Tað
skal eisini kannast, um tað
er nóg trygt.
Tá so víst verður á, at
Norðskálatunnilin er klædd-
ur við júst sama tilfari uttan
betonglag uttaná, játtar
Petur á Lava Olsen, at so er,
men sigur, at har er bert tal-
an um eitt nógv styttri
strekki enn í Vágatunlinum.
Men tað skal eisini takst
upp, sigur hann.
Tað er rætt, at gomlu
tunlarnir hava verið brúktir
í nógv ár, uttan at tey trygd-
arkrøv, nú verða sett, eru
lokin. Men nú tosa vit um
ein nýggjan tunnil, sum er
gjørdur, eftir at vit kenna
trygdarkrøvini, sum nú eru
galdandi. Og so skulu tey
bara vera í lagi. Tá so alt er
í lagi og góðkent, verður
tunnilin sagdur klárur at
ferðast ígjøgnum. Sum er
hevur hann bara fyribils-
loyvi.
Tunlarnir hjá Landsverk-
frøðinginum skulu eisini
lúka tey til einahvørja tið
galdandi trygdarkrøv. Tann
uppstrammingin er í gongd,
og tað verður ein stór upp-
gáva hjá Landsverkfrøðing-
inum at fáa til vega pening
til tað, sigur Petur á Lava
Olsen, leiðari á Brunaum-
sjón landsins.
Hvat fer at henda eftir 8.
september, um so verður, at
krøvini til Vágatunnilin
ikki eru uppfylt, veit Petur
á Lava Olsen ikki. Men
hann fer so at taka eitt
álvarsligt prát við leiðsluna
fyri Vágatunnilin, sigur
hann.
Manglandi samskifti um tunnilstrygd
Brunaumsjón Landsins hevur góðtkent alla trygdarútgerðina, sum er sett upp í og við Vágatunnilin, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunnilin
Mynd: Edvard Joensen
Vágatunnilin er
útgjørdur við bæði
neyðtelefon og
eldsløkkjarum, sum
gevur munandi betri
trygd enn aðrir
føroyskir tunlar
Mynd: Edvard Joensen
Nr. 102 - 3. ju i 2003
7
Høgni Hoydal er alt
annað enn fegin um
framferðarháttin hjá
Bjarna Djurholm.
Hann heldur málið er
best tænt við at enda
á landsstýrisborði
aftur, so málið ikki
dettur niðurfyri, tí
tað er tað ov týdning-
armikið til, sigur
formaður Tjóðveldis-
floksins.
NýGGJA ARBEIÐS-
MARKNAÐARLÓG
Páll Holm Johannesen
Virkandi løgmaður, Høgni
Hoydal, er alt annað enn
fegin um framferðarháttin
hjá Bjarna Djurholm í mál-
inum um nýggja lóg um
seming og loysn á trætum á
arbeiðsmarknaðinum.
Hann slær fast, at Tjóð-
veldisflokkurin er fullkom-
iliga samdur í, at broytingar
skulu fremjast á arbeiðs-
marknaðarøkinum,
men
flokkurin heldur, at málið
hevur fingið ein serstakliga
óhepnað byrjan.
– Vit hava fleiri ferðir á
landsstýrisfundi heitt á
Bjarna Djurholm um at fara
hovliga fram í málinum, tí
annars kundi hann skjótt
fáa trupulleikar, og tað er
nú júst tað, sum er hent,
sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at tað er
beinleiðis
óheppið,
at
landsstýrismaðurin er farin
til fjølmiðlarnar at siga sína
persónligu hugsan, áðrenn
ferð er komin á veruligu
viðgerðina av málinum.
Hann vísir á, at Bjarni
Djurholm við tí framferðar-
háttinum ger tað alsamt tor-
førari at fáa ein ordiliga
viðgerð av málinum, sum
tað hevur uppiborið
Høgni Hoydal sigur eis-
ini, at Bjarni Djurholm ber
beinleiðis ósannindi fram,
tá hann sigur, at Tjóðveldis-
flokkurin á landsstýrisfundi
hevur bundið seg til, at
flokkurin er samdur við
ætlaninum við lóggeva fyri
føstum
gerðarrætti
hjá
landsstýrismanninum.
Tjóðveldisflokkurin hevur
bert givið landsstýrismann-
inum grønt ljós at halda á
við viðgerðini av málinum.
Virkandi
løgmaðurin
vísir á, at Bjarni Djurholm
kann ikki halda Tjóðveldis-
flokkin til svars fyri síni
persónligu hugsan á øki-
num, og sigur í sama við-
fangi, at á landsstýrisfundi
verður ikki nakað endaliga
samtykt, sum vit kenna tað
í løgtinginum, men talan er
heldur um kunnandi fundir,
har
lagt
verður
fram,
hvussu tey ymisku málini
ganga.
Koyrir sjálvur
Høgni Hoydal ásannar, at
hann beinleiðis er troyttur
at framferðarháttinum hjá
Bjarna Djurholm. Hann
tekur Postverkið, Land-
búnaðarmálið og Framtaks-
grunnin um mál, har lands-
stýrismaðurin
í
vinnu-
málum beinleiðis brýtur
avtalur, og at hann spælir
fullkomiliga solo, og hann
biður landsstýrismannin alt
fyri eitt gevast við tí.
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum sigur, at málið
um arbeiðsmarknaðin er av
so stórum týdningi, og tað
má
fáa
eina
virðiliga
viðgerð. Hann heldur, at
málið í løtuni er stórliga
merkt
av
hvørjum
hugsanum, Bjarni Djur-
holm sjálvur hevur, og ikki
hvørja áskoðan samgongan
hevur.
– Bjarni Djurholm er
landsstýrismaður fyri alla
samgonguna, fyri Føroya
land og politisku skipanina,
og ikki bara seg sjálvan, og
tað átti hann, at lagt sær
meira í geyma, sigur ein
avgjørdur Høgni Hoydal.
Á landsstýris-
borð aftur
Høgni Hoydal heldur ein-
astu loysnina á málinum
verða, at málið aftur kemur
fyri á landsstýrisfundi..
– Málið má fyri alt í
verðini ikki detta niðurfyri,
tí tað er greiður politiskur
vilji fyri at fremja broyt-
ingar á økinum, og hóast
tað er greitt, at øll ikki
verða samd, ikki minni
týdningarmikið er tað, at
vit hava ein dialog við part-
arnar á arbeiðsmarknað-
inum um uppskotið, sigur
Høgni Hoydal at enda.
Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, til Bjarna Djurholm:
Gevst við at spæla solo
Vit hava fleiri ferðir á
landsstýrisfundi heitt á
Bjarna Djurholm um at fara
hovliga fram í málinum, tí
annars kundi hann skjótt fáa
trupulleikar, og tað er nú júst
tað, sum er hent, sigur Høgni
Hoydal.
Mynd: Savnsmynd
Torbjørn Jacobsen og
Hergeir Nielsen eru
hoknaðir undir trýsti
frá einstøkum per-
sónum, sum ikki
ynskja ein fastur
gerðarrættur gert
veruleiki. Hann vísir
enn einaferð á, at
søgan vísir, at
partarnir á arbeiðs-
marknaðinum ikki
megna at koma til
sættis um ein fastan
gerðarrætt, og tí er
neyðugt við lóggeving
ARBEIÐS-
MARKNAÐARMÁL
Páll Holm Johannesen
Tað tók sína tíð. Seinastu
vikurnar hava partarnir á
a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m
keglast dúgliga um nýggja
uppskotið hjá Vinnumála-
ráðnum um fastan gerðar-
rætt og víðkaðar heimildir
til Semingsstovnin.
Landsins
politikkarar
hava verið heldur friðar-
ligir, men hósdagin brast so
fyri nevið. Báðir tjóðveldis-
tinglimirnr Torbjørn Jacob-
sen og Hergeir Nielsen,
søgdu seg ikki ganga við
til, at landsstýrismaðurin
ætlar at lóggeva á arbeiðs-
marknaðarøkinum, uttan at
partarnir sjálvir eru samdir
um at fáa ein fastan gerðar-
rætt.
Landsstýrissemja
Landsstýrismaðurin
í
Vinnumálum skilir ikki
tjóðveldistingmenninar, tí
eitt samlað landsstýrið er
komið ásamt um, hvussu
uppskotið um nýggja ar-
beiðsmarkaðarlóg skal fara
fram.
– Stutt undan uppskotið
varð sent feløgunum til
hoyringar, vóru allir lands-
stýrismenn
samdir
um
mannagongdina, og at tað
varð arbeitt víðari við mál-
inum,
men
nú
koma
Torbjørn
Jacobsen
og
Hergeir Nielsen sum ketta
úr høvdatrogi, sigur Bjarni
Djurholm.
Hoknaðir undir trýsti
Spurdur, um hví, at tjóð-
veldistingmenninir brád-
liga ganga uppskotinum
ímóti, svarar landsstýris-
maðurin, at teir er hoknaðir
undir trýsti frá einstøkum
persónum. Bjarni Djur-
holm fortelur, at Torbjørn
Jacobsen bert fyri fáum
mánaðum síðan var heitur
talsmaður fyri lóggeving,
og tískil skilur hann ikki,
hvussu hann brádliga hevur
broytt áskoðan.
Bæði Hergeir Nielsen og
Torbjørn Jacobsen vístu á, í
ávikavist Sjónvarpi Føroya
og Útvarpi Føroya, at semja
má finnast millum partar-
nar sjálvar, áðrenn nøkur
lóggeving kemur á økinum,
og ikki ber til at lóggeva
yvir høvdinum á pørtunum
á arbeiðsmarknaðinum.
Landsstýrismaðurin,
Bjarni Djurholm, heldur
framvegis fast við ætlanini
um at lóggeva, tí óteljandi
royndir hava víst, at part-
arnir kunnu ikki semjast
um fastan gerðarrætt. –Tað
hava royndir verið gjørdar í
1998, 2000 og 2001, men
alt dettur niðurfyri, og
summa sumarium má vera,
at har kemur einki burturúr,
og tí má lóggeving til,
greiðir landsstýrismaðurin í
vinnumálum frá.
Heldur fast
Bjarni Djurholm hevur
kortini ongar ætlanir um at
sleppa
málinum.
Hann
leggur dent á, at hann ætlar
bara at fylgja landsstýris-
samtyktini, og so leingi
eingin onnur landsstýris-
samtykt fyriliggur, er hann
noyddur at halda fast við
semjuna hjá landsstýrinum.
Landsstýrismaðurin
er
kortini ikki yvirraskaður av
gongdini í málinum. Hann
má bara ásanna, at ferð eftir
ferð roynir Vinnumálaráðið
at arbeiða við uppskotum,
men tað endar altíð við
einum frammaná.
Bjarni Djurholm sigur at
enda, tað er ógvuliga
harmuligt, at tinglimir eru
noyddir finna upp á eina
grundgeving fyri at seta
kílar í arbeiðið hjá Vinnu-
málaráðnum,
og
sum
møguliga hevur við sær, at
málið ikki fær tað viðgerð,
tað hevur uppiborið.
Bjarni Djurholm skilir ikki, at Torbjørn Jacobsen bert fyri
fáum mánaðum síðan var heitur talsmaður fyri lóggeving, og
at hann nú brádliga hevur broytt áskoðan.
Mynd: Savnsmyn
Landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm:
Heldur fast við
landsstýrissamtyktina
C
M
Y
K
7
6