Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 158 - 23. august 2003 Nr. 158 - 23. august 2003 9 Tey, ið líða av parkin- sonsjúkuni, fáa ikki stóra hjálp í Føroy- um. Serkunnleiki innan hesa sjúku finst ikki her heima, og tey verða ikki send har, hjálpin er at fáa. Hetta er einki minni enn ein vanlukka fyri hesi menniskju, sum fleiri hava nógv niðursettan førleika, tí tey ikki fáa rættan heilivág og viðgerð PARKINSON Rúna Sivertsen Tað er ikki líka mikið nær og hvussu heilivágur verður tikin. Og júst tí, at tey, ið hava parkinson í Føroyum, ikki fáa røttu upplýsingar- nar, eru tey í nógvum før- um munandi verri fyri. Stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit hava bara ein neurolog í Føroyum, sum skal taka sær av øllum heilasjúkum í landinum. Hetta er ein vanlukka fyri tey við parkinson, tí fleiri teirra kropna, stívna og hava ristingar og missa so- statt førleikan. Fyri at bøta um hetta, bað Parkinsonfelagið kenda læknan, Erik Dupont, sum er serlækni í parkinson- sjúkuni, koma heim til Før- oyar at kunna um sjúkuna. Hann hevur verið yvirlækni á neurologiskari deild á Århus kommunehospital síðani 1980. Saman við honum var kona hansara, Vivi, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur spesialiserað seg inn- an parkinson. Hon starvast sum ráðgevi hjá danska parkinsonfelagnum. Sótu sum á nálum Fleiri enn 100 fólk, bæði úr bygd og úr bý, høvdu leitað sær á Hotel Føroyar miku- dagin, har fyrilestrarnir vórðu hildnir. Hóast temadagurin vardi í heilar 8 tímar, sótu tey flestu sum á nálum og lýddu á heilt til endan. Tey fingu fyrst at vita, hvat parkinsonsjúkan er, um eyðkennir og gongdina í sjúkuni. Síðani varð greitt frá um, hvussu best kundi fáast burturúr viðgerðini við heilivági, um kost, maga- trupulleikar og skurð- vigerð. Fyrilestrarnir vóru ser- stakliga áhugaverdir og fara avgjørt at verða til stóra hjálp hjá fleiri av luttakar- unum. Eftir stendur spurning- urin, hví hesir sjúklingar ikki verða sendir av land- inum til viðgerðar, tá tað hevði kunnað bøtt munandi um teirra lív og førleika. Vit hava roynt at spurt okkum fyri hjá avvarandi læknum, men teir, ið hava við parkinsonsjúklingar at gera, vóru í feriu. Eingin lækni var at síggja millum áhoyrararnar á Hotel Føroyum henda dagin. Parkinsonsjúklingar sleptir uppá fjall Erik Dupont greiðir frá skurðvigerð, sum kann hjálpa teimum parkinson- sjúklingum, ið dragast við ristingar. Henda skurvigerð er vandaleys og úrslitini eru góð Erik Dupont og kona hansara, Vivi, fingu mynsturbundnar føroyskar troyggjur í gávu frá Parkinsonfelagnum. Til høgru er formaðurin í felagnum, Kristina Vesturklett Tá Lina Larsen eftir døguraborðhaldið reisti seg at siga nøkur orð, vildu fólk hava hana at koma fram á gólv, so tey kundu síggja hana. – Eg eri einki at síggja, helt sjónleikarakvinnan fyri, smílandi sum altíð Fyri góðari viku síð- ani kom tensingkórið Sound of Glory aftur av ferð til Prag, har tey saman við 7.500 øðrum limum í KFUM og K kring alt Evropa vóru til eina stevnu í sambandi við, at tað eru liðin tríati ár síðani, at evropeiski felagsskap- urin fyri KFUM og K varð settur á stovn FERÐ Tekstur: Solby A. Eliasen Myndir: Sound of Glory Meinhard Arge Joensen, sum er formaður í kórinum, greiðir frá, at hesin túrur var eitt stórt upplivilsi fyri tey. Ferðalagið taldi 64 fólk til samans. 53 sangarar í aldrinum 13 til 18 ár, fýra tónleikarar og sjey ferða- leiðarar. Men kórið er ikki bara sangarar. Tey hava eis- ini ein dansibólk og ein fimleikabólk, sum eisini høvdu onkra framførslu í Prag. Tensingkórið Sound of Glory syngur allan tónleik. Alt frá sálmum og gospel til rokk og popp. Meinhard sigur, at tensingkór eru allastaðni kring um í heim- inum. Tað eru ungdómskór, har tey ungu taka ábyrgd sjálvi. – Okkara motto er: Ung ábyrgd – vaksin nær ella hjávera, sigur Meinhard og greiðir frá, at tað merkir, at tey ungu eru við til at taka avgerðir, tey mynda nevnd- irnar, men tað eru tó til- komin knýtt at kórinum kortini, sum virka sum veg- leiðandi. Túrurin byrjaði sjálvan ólavsøkuaftan, tá tey fóru úr Føroyum til Bergens við Norrönu. Hetta varð gjørt, tí at tey skuldu fylgjast við einum norskum kóri til Prag. Sound of Glory varð stovnað í 1999 av einum norskum kórleiðara, sum var í Føroyum, men sum nú er fluttur av aftur landinum. Tískil hevur kórið norskar røtur, og hesar vórðu styrkt- ar við tí, at kórið steðgaði í Noregi í nakrar dagar, áðr- enn leiðin gekk til Prag. Føroyakvøld Meinhard, sum er 18 ára gamal, greiðir frá, at tey búðu á kollegium í Prag, og samanhaldið millum øll var av tí besta. Hvør luttakari fekk eitt gult armband, sum var at- gongumerki til sjálvt stevnu- økið, sum var í Lethnapark- ini, sum er ein sera kend park í Prag. Har kundu lut- takararnir so fara til ymisk verkstøð, ítróttartiltøk ella til arbeiðsbólkar. Har var ein ørgrynna av aktivitet- um, sum tey kundu velja ímillum. Sumt meira seri- øst enn annað. Sama mannagongd var fyri allar dagarnar. Eftir morgunmatin fóru tey til hesa parkina, har tey byrj- aðu upp á dagsins verk. Síðani var ein felagssaml- ing og døgurði. Um kvøld- arnar var ein stór høvuðs- samling fyri øll og seinni út á kvøldið vóru sovorðin so- kallaði »late night programs«, har luttakararnir høvdu framførslur av ymsum slagi. Føroyingarnir høvdu teirra framførslu í einum av fýra stórum tjaldum, sum vórðu sett upp í parkini. Og tey lata væl at kvøldinum. Meinhard greiðir frá, at tey høvdu eitt Føroyakvøld. Kórið sang bæði føroyskar og enskar sangir, ein dansi- bólkur sýndi fram ein dans, fimleikarar gjørdu eina lítla seriu, tey vístu ein film um Føroyar og so høvdu tey til- far um Føroyar liggjandi, sum fólk kundu taka við sær. Og tá tey presenteraðu seg á pallinum hetta kvøld- ið var tað á fleiri málum. Á føroyskum, donskum, norsk- um, enskum, týskum, fronsk- um og russiskum. Hetta vakti ans millum áhoyrarar- nar. Tað russiska tók ein av ferðaleiðarunum sær av. Hon er mamma ein av lim- unum í kórinum, og hon er úr Prag, so kórleiðslan helt tað vera so líkatil at biðja hana vera ein av ferðaleið- arunum. Tey vóru tó ikki hvønn dag í parkini. Tey nýttu eis- ini høvi til at ganga runt í Prag og vitja fleiri søgulig støð. Á vegnum heimaftur steðg- aðu tey ein dag í Noreg. Og tann 13. august var ferða- lagið aftur í Havn. Troytt, men glað og vælnøgd við ein hendingaríkan og sera spennandi túr. Meinhard Arge Jensen sigur, at hetta so avgjørt er nakað, sum kórið hevði havt hug at roynt aftur. – Eg veit ikki, nær nakað verður aftur í Prag, men onkur uttanlandatúrur aftur- at, tað verður tað uttan iva til, sigur hann at enda. Sound of Glory í Prag Her eru nakrir av kórlimunum avmyndaðir uttanfyri kollegiið, har tey búðu Øll vóru á einum máli um, at túrurin hevði verið eitt satt upplivilsi Maðurin, ið stovnaði kórið í 1999, Vemund, var eisini við á túrinum, men hann arbeiðir ikki longur í Føroyum Sound of Glory á palli í Prag, tá tey skipaðu fyri Føroyakvøldinum C M Y K 9 8