leygardagur 23. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 158 - 23. august 2003
Nr. 158 - 23. august 2003
11
Í summar hevur eitt ávíst orðaskifti verið um leik-
lutin hjá fakfelagsrørsluni í dagsins samfelag. At-
finningar hava verið at sæð í bløðum, og krøv
hava verið sett fram um, at myndugleikarnir skulu
avmarka virksemið hjá fakfelagsrørsluni. Tað er
serstakliga verkfalsrætturin, ið er vorðin ein torn
í eygunum á ávísum bløðum og flokkum. Atfinn-
ingarnar eru síðan fylgdar upp av einum lógar-
uppskoti frá Vinnumálaráðnum um fastan gerðar-
rætt. Tey, sum kenna uppskotið, halda tó, at talan
meira er um veruligan arbeiðsrætt enn um ein
gerðarrætt.
Fakfeløgini, serstakliga Starvsmannafelagið og
Føroya Arbeiðarafelag, hava verið hart í móti
uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum um at fastan
gerðarrætt. Henda støða er væl skiljandi, tí upp-
skotið hjá landsstýrinum fer alt annað líka at av-
marka gomul hevdvunnin demokratisk rættindi
hjá fakfelagsrørsluni. Uppskotið tykist í stóran
mun at taka hædd fyri teimum atfinningum, sum
hava verið frammi í ávísum fjølmiðlum. Atfinn-
ingarnar hava gingið uppá hetta, at verkføllini
kosta samfelagum alt ov nógv í mun til tað, sum
møguliga verður vunnið við hesum somu verk-
føllum. Hetta er ein pástandur, sum er líka so
gamal sum fakfelagsrørslan. Hesin pástandur av-
dúkar bert, at teir, ið seta hann fram ikki hava
skilt, hvat verkligt stríð veruliga snýr seg um. Tær
broytingar, sum skulu gerast á arbeiðsmarknað-
inum, skulu kunna góðtakast av øllum pørtum. Tí
krevja tær ein dialog og skilagott hegni.
Í fyrstani ljóðaði, at samgongan var samd um út-
spælið frá Vinnumálaráðnum um gerðarrætt eins
og hetta útspæl var heilt í tráð við atfinningar
móti fakfelagsrørsluni, sum hava verið at sæð í
blað, sum stendur einum av landsstýrisflokkunum
nær. Men nú er vent í holuni! Ein og sama dag
koma tveir av tingmonnum Tjóðveldisfloksins í
fjølmiðlarnar og leggja sjógv millum flokkin og
uppskotið hjá Vinnumálaráðnum um gerðarættin.
Hetta byrjar at líkjast einum føstum mynstri –
samgonga og andstøða alt í einum ár út og ár inn.
Enn einaferð er almenningurin vorðin vitni til eitt
taktiskt spæl við einum sera álvarsomum máli.
Hetta spælið er á mangan hátt margháttligt og
vekir undran millum manna. Hetta er marghátt-
ligt, tí tað gevur almenninginum eina mynd av
einum kaotiskum landsstýri, sum nýtir sína orku
uppá taktikk og neisur. Hetta vekir undran, tí fólk
halda, at landsins hægstu menn máttu havt annað
og betri at nýtt sína orku til, nú tað er farið at
sansa at og hann av álvara er farin búskaparliga at
draga á luftina. Er als einki álvara í hesum monn-
um? spyrja mong í hesum døgum. Taka teir yvir-
høvur støðuna í samfelagnum í álvara!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Landsstýrið og fakfeløgini
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Erhard Jacobsen
Tað er áhugavert at fylgja
við í kjakinum um ætlaðu
broytingarnar í lóggávuni á
arbeiðsmarknaðinum. Ser-
liga tí at tú sjálvur einaferð
hevur havt rættiliga nógv
við slík mál at gera.
Tað minni áhugaverda er
tó, at tað sær út til, at søgan
endurtekur seg.
Landsstýrismaðurin í ar-
beiðsmarknaðarmálum
tykist vera mest hugaður
fyri, at avmarkingar skulu
gerast í møguleikunum hjá
arbeiðsfólki at skipa fyri
tiltøkum. Gera arbeiðsfólk
hetta ella hitt fyri at vinna
sær rætt ella tryggja hendan
rættin, so er eftir øllum at
døma altíð okkurt galið
(við arbeiðsfólkunum sjálv-
andi!), og ein Arbeiðsrættur
má tí gera skjótt av og taka
avgerð (døma tiltøkini ólóg-
lig), so at arbeiðið og órætt-
urin kann halda fram.
Veit landsstýrismaðurin
ikki av, at soleiðis spæla vit
ikki longur á arbeiðsmarkn-
aðinum. Hvør tímir at finna
seg í vánaligum arbeiðsum-
hvørvi, sjikanum, ongari
ávirkan á egin arbeiðsvið-
urskifti o.s.fr.
Í dag tosa fólk saman, tey
samráðast um tingini, vit
hava álitisfólkaskipan, sam-
starvsnevndir, trygdarum-
boð, fakfeløg, arbeiðsgev-
arafeløg, sáttmálar, sið-
venjur,
ymsar
avtalur,
o.s.fr. umframt eitt lógar-
verk.
Trupulleikin er bara, at
ávísir partar á arbeiðs-
marknaðinum hava so óluk-
sáliga ilt við at viðurkenna
hesa omanfyri nevndu skip-
an. Her er tað eg sum ráði,
og dermed basta! Men vald
er ikki bara klandur og kúg-
an.
Eg haldi lítlan iva vera
um, at vit hava brúk fyri
gerðarrætti, antin valdum
til høvið ella føstum, tað er
líkamikið, til at loysa
ósemjur í einum sáttmála-
skeiði. Vit hava slíka skipan
sum er, og hon kann møgu-
liga víðkast, so hon virkar
skjótari enn í dag. Men vit
hava ikki brúk fyri einum
Arbeiðsrætti, sum kann
steðga og kriminalisera ar-
beiðssteðgi í sáttmálaskeið-
num. Er arbeiðssteðgur á
einum arbeiðsplássi í sátt-
málaskeiðnum, so er okk-
urt, sum ikki ruggar rætt,
og tað eru hesi viðurskift-
ini, ein gerðarrættur eigur
at taka støðu til.
Men harumframt vil eg
siga, at vit hava eisini brúk
fyri eini professionalisering
av skipanunum á arbeiðs-
marknaðinum, serliga av tí
dagliga
samskifti,
sum
feløgini á arbeiðsmarknað-
inum hava sínámillum og
mótvegis limum sínum.
Spurningurin er bara, um
tey, sum nú eru vald í leið-
slurnar í hesum feløgum,
eru búgvin ella hugað fyri
at fáa til vega eitt annað ar-
beiðslag, sum m.a. kann
minka um vandan fyri at
verkfall ella verkbann er
tað fyrsta vápnið, ein trívur
eftir, tá ið sáttmálar eru far-
nir úr gildi.
Tvey sløg av trætum
Tá ið talan er um rættar-
viðurskifti á arbeiðsmarkn-
aðinum, er tað týdningar-
mikið at skilja ímillum
tvær støður: 1) tá ið sátt-
máli er galdandi og 2) tá ið
sáttmáli er uppsagdur og
farin úr gildi.
Í sáttmálaskeiðnum ræð-
ur friðarskyldan, tvs. vit ar-
beiða eftir galdandi reglum
og gera eftir boðum (um
boðini ikki eru fullkomiliga
tápulig!) o.s.fr. Tað vil so
vera, at tá ið tveir partar
skulu samstarva (á ójøvn-
um føti, tí at arbeiðsgevarin
hevur meginpartin av leið-
slu- og tulkingarrættinum),
so kunnu trupulleikar við-
hvørt taka seg upp. Tað
allarmesta av slíkum trupul-
leikum eigur at kunna loys-
ast á staðnum, men onkun-
tíð stendur fast, og tá er
gott at hava onkran at heita
á, sum kann loysa fløkjuna.
Gerðarrætturin eigur at
vera tað seinasta ein velur
at senda boð eftir (um talan
ikki er um prinsipiellar
spurningar, sum báðir part-
ar vilja hava viðgjørdar).
Fyrst eiga tær vanligu
kanalirnar at verða troyttar,
t.d. samráðing og møguliga
óformlig
seming.
Men
verður brúk fyri gerðarrætt-
inum. so má tað vera greitt,
at hann bara undantaksvís
sjálvkravdur kann grípa
inn, at hann viðger sjálvt
málið og ikki bara tiltøkini,
og at hann, sum nevnt
omanfyri, eisini viðger
tulkingar av sáttmálanum.
Er tað so at arbeiðsgevar-
in, tá ið tað hóvar honum,
kann leggja sínar trupul-
leikar fyri ein gerðarrætt
(les: Arbeiðsrætt), so verð-
ur hesin rættur ein hóttan,
eitt arbeiðsgevaravápn, sum
onki gott ger.
Í sambandi við omanfyri
nevndu professionalisering
er ikki óhugsandi, at partar-
nir á arbeiðsmarknaðinum
sum frá líður ikki fara at
ræðast gerðarrættin so illa,
men fara at brúka hann
skilagott.
So er spurningurin: hvat
tá ið sáttmáli er farin úr
gildið?
Har hava vit sum er frymil-
in: samráðing – seming –
verkfall/verkbann. Hesin
frymilin er galdandi í øllum
framkomnum londum. Er
tað so, at øll samráðingar-
umfør ár eftir ár enda í
verkfalli ella verkbanni, so
er okkurt galið í sjálvari
skipanini.
Tað kunnu eisini vera
samfelagslig ella politisk
viðurskifti, sum føra til
verkfall (t.d. at ávísir
starvsbólkar fáa stóra løn-
arhækking, eitt nú ting-
menn, at skattalætti verður
veittur ávísum starvsbólk-
um o.s.fr. Tí so vilja hini
sjálvandi hava tað sama).
Hetta vísir, at vit hava í
hvussu er tríggjar partar í
hesum spæli: politikarar
(sum kunnu bera seg antin
býttisliga ella skilagott at),
arbeiðsgevarar og fakfeløg.
Eg ivist onga løtu í, at tað
ber til at loysa størri vanda-
mál á arbeiðsmarknaðinum
við trípartasamrøðum, og at
hetta kann setast í verk
saman við omanfyri nevndu
professionalisering.
Men at taka heimildirnar
frá nevndunum í verka-
feløgunum at fara í verkfall
og at leggja allan avgerðar-
rætt til semingsstovnin, tað
er at háða arbeiðara- og
verkafjøldina og fer bara at
føra til, at talan sum oftast
fer at vera um samráðingar
upp á kvamsvís.
Jú, øll troyttast av long-
um verkføllum, men tað,
sum fer at hjálpa uppá hes-
ar trupulleikar á arbeiðs-
marknaðinum, er fyrst og
fremst eitt betri arbeiðslag,
professionalisering, sam-
starv um ávís týðandi mál,
álit og hegni.
Fastan gerðarrætt?
– Sjálvur vøllurin,
sum Polythan hevur
leverað, kostar umleið
hálva aðru miljón.
Saman við umvæl-
ingararbeiðinum,
flutningi, kosti og
innivisti til útlendsku
arbeiðsmenninar og
litaða asfaltinum,
sum nú skal leggjast
rundan um vøllin, er
hetta ein íløga uppá
einar 2 milj. krónur,
sigur Kári Johanne-
sen, bygdaráðsfor-
maður
ÍLØGUR
Vilmund Jacobsen
Hóskvøldið fór formella
handanin av nýggja tepp-
inum, sum lagt er á fót-
bóltsvøllin á Skála, fram.
Tað var Osvald Simonsen,
ið umboðar donsku fyritøk-
una, Polythan, sum handaði
arbeiðið, ið nú er gjørt, til
Skála kommunu.
Teir, ið umboðaðu komm-
ununa við hetta høvi, vóru
formaðurin, Kári Johanne-
sen, Asbjørn Mikkelsen,
formaður í mentanarnevnd-
ini og Tummas Michael
Jacobsen, sum er bygda-
ráðslimur.
Eftir at hava verið úti á
vøllinum og skoðað snotu-
liga verkið, fóru Osvald og
bygdaráðslimirnir inn í
ítróttarhøllina at tosa um,
hvussu vøllurin skal við-
líkahaldast.
Væl nøgdir
Kári Johannesen sigur, at
gamla teppið á vøllinum,
sum var 15 ára gamalt, var
ógvuliga vánaligt.
– Vøllurin var nú vorðin
so hálur í vátveðri, at spurn-
ingurin er, um vit høvdu
fingið loyvi at brúka hann
eitt ár aftrat.
Hann sigur, at skálafólk
eru væl nøgd við arbeiðið,
sum nú er gjørt. Umframt
at nýtt og meira tíðarhósk-
andi teppi er lagt á, er ein
partur av undirlagnum skift
út.
– Undirlagið var farið
nakað illa í støðum av grav-
maskinum, sum hava grivið
kava burtur. Tí hevur verið
neyðugt at fremja hesar
ábøtur fyri at fáa eitt so gott
úrslit sum gjørligt.
Kári sigur, at tað er
danska fyritøkan, Polythan,
sum Osvald Simonsen um-
boðar, ið hevur gjørt um-
vælingararbeiði og hevur
leverað og lagt nýggja tepp-
ið á fótbóltsvøllin.
– Tað eru 5-6 útlendsk
fakfólk, sum hava gjørt alt
hetta arbeiði, ið hevur tikið
umleið hálvan annan mán-
aða.
Hann vísir á, at Polythan
tey fyrstu árini, meðan
garantiið stendur við, fer at
eftirhyggja vøllin einaferð
um árið og fer at busta hann
á ein serligan hátt.
– Nú vøllurin verður
nógv brúktur, skal hann eis-
ini »bustast« við serligum
bustum, ið verða drignar
við bili, tvær ferðir um vik-
una. Hetta er fyri, at svørtu
gummikúlurnar, sum eru
stroyddar um vøllin, skulu
leggja seg uppá pláss – og
fyri at halda »grasinum«
uppi.
Kári sigur, at kunstgrasið
er 35 mm. høgt, og sam-
bært Osvaldi skal grasið frá
gummikúlunum og uppá
grasendan vera umleið 15
mm. høgt, soleiðis at grasið
bert hevur hesar 15 mm. at
ridla í, sum hann tekur til.
Reytt asfalt
Nú nýtt teppi er lagt á fót-
bóltsvøllin, verður hond
eisini tikin um økið rundan
um vøllin.
– Vit fara at leggja litað,
reytt ella grønt, asfalt rund-
an um allan vøllin. Asfaltið
verður keypt frá Lands-
verkfrøðinginum, men ar-
beiðið verður gjørt sjálv-
boðið. Hetta er ikki ein stór
íløga aftrat tí, sum gjørt er,
sigur Kári.
Øll tey seks málini við
fótbóltsvøllin eru eisini
skift.
Spurdur, hvussu stór saml-
aða íløgan er, sigur bygda-
ráðsformaðurin:
– Sjálvur vøllurin, sum
Polythan hevur leverað,
kostar umleið hálva aðru
miljón. Saman við umvæl-
ingararbeiðinum, flutningi,
kosti og innivisti til útlend-
sku arbeiðsmenninar og lit-
aða asfaltinum, sum skal
leggjast rundan um vøllin,
er hetta ein íløga uppá einar
2 milj. krónur, sigur Kári
Johannesen.
Hann fegnast annars um,
at júst hetta teppið, sum
Osvald Simonsen umboðar,
er lagt á vøllin, tí sambært
eitt nú Dánjali Andreasen í
Leirvík, er hetta tað nærm-
asta, tú kanst koma verulig-
um gasi.
– Dánjal væntar ikki, tað
gongur long tíð, áðrenn al-
tjóða fótbóltsheimurin fer
at góðkenna hetta »grasið«
til altjóða dystir, sigur Kári
Johannesen, bygdarráðslim-
ur á Skála at enda.
Skála leggur 2 milj. krónur í fótbóltsvøllin
– Vit eru ógvuliga væl nøgd við arbeiði, ið gjørt er, sigur Kári Johannesen, bygdaráðsformaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kári Johannesen, bygdaráðsformaður, Tummas Michael Jacobsen, bygdaráðslimur og Asbjørn
Mikkelsen, formaður í mentanarnevnd bygdaráðsins
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað er Osvald Simonsen, ið umboðar Polythan, sum hevur selt Skála kommunu nýggja teppið
til fótbóltsvøllin
Mynd: Vilmund Jacobsen
SØGA
Vilmund Jacobsen
Skála: Beint omanfyri báta-
hylin á Skála og í grasinum
við síðuna av nýggju báta-
brúgvunum, sum Skála
kommuna nú fer at leggja
út í bátahylin, sóu vit hetta
rovið av einum báti, tá ið
Sosialurin koyrdi fram við
hóskvøldið.
Ein hugvekjandi sjón, og
tankarnir fara at mala og
snúgva seg um, hvør søgan
um hendan bátin nú eina-
ferð man vera.
Kanska drógu teir, ið áttu
bátin, mangan góðan fong-
in um stokkin – ella kanska
lá hann bara í bátahylinum
og gnagaði gummi.
Tú hevur ongan spurt um
søguna, og tí standa allir
møguleikar opnir.
Er báturin brúktur til út-
róður, er eyðsæð, at onkur
ruskutur túrur er gjørdur
heim um Eystnes. Tað kem-
st ikki uttan um, tí hetta er
eitt lítið far á havsins bylgj-
um. Bæði landnyrðingurin
og útsynningurin eru ikki at
spæla við á Nesinum, tá ið
tað rekur upp í ættina.
Men báturin er so komin
afturíaftur hvønn túrin; tí
liggur hann her enn í dag.
Alt hevur sína søgu, og
tað hevur hetta rovið, sum
einaferð var ein nýsmíðað-
ur bátur, eisini.
Hvør hevur bygd, og
hvørjir eigararnir hava ver-
ið, vita vit ikki.
Hevur hetta rovið, sum
einaferð var ein søggur,
føroyskur bátur, sum sigldi
út og inneftir Skálafjørð-
inum, eina søgu, eru fólk
væl komin at siga okkum
hana.
Hann hevur tænt fyri seg…
Her liggur hann. Kanska ikki
so ógvuliga gamal, men nóg
gamal til, at hann ongantíð
aftur fer at sigla á havsins
bylgjum
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
11
10