Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 23. august 2003 15 Nýggj tøl geva ábendingar um, at tað gongur framá við javnstøðuarbeiðinum í Føroyum. Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini, sigur, at býtið millum kvinnur og menn í almennum nevndum er javnari enn nakrantíð. – Tað eru 61 % menn og 39 % kvinnur í teimum ymsu almennu nevndunum, og tað er ein munandi betring sammett við fyri trimum árum síðani, sigur Annika Wardum Joensen TÍÐINDI Hans Kárason Mikkelsen Tað sá ikki gott út við javn- støðuni millum kynini í Føroyum í 2000, um metast skal út frá kynsbýtinum í almennum nevndum, so sum Almannamálaráðnum og Vinnumálaráðnum. Tá varð støðan hon, at bert 28 % av nevndarlimunum vóru kvinnur. Men nú er vent nakað í holuni, tí munurin er mink- aður úr 72 – 28 til 61 – 39 í prosentbýti (menn – kvinn- ur). Javnstøðunevndin hev- ur fingið hesi tølini til vega við at kanna, hvussu nógv mannfólk og konufólk eru í níggju almennum nevndum og ráðum í Føroyum. Talan er um nevndirnar í Almannamálaráðnum, Familju- og heilsumála- ráðnum, Fiskimálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Løg- málaráðnum, Mentamála- ráðnum, Oljumálaráðnum, Vinnumálaráðnum, og á Løgmannsskrivstovuni. Annika Wardum Joensen fegnast um nýggju tølini, og sigur hon, at positiva gongdin helst er ein avleið- ing av, at tey sum arbeiða í umsitingini eru blivin meira tilvitað um, at tað skal vera javnt kynjabýtið. – Men fyrsta og fremsta orsøkin er sjálvandi javn- støðulógin, og eg haldi, at nevndirnar eru eitt frálíkt dømi um, at tað er positivt at lóggeva um slíkt, sigur Annika Wardum Joensen. Annika heldur, at javna kynsbýtið er ein beinleiðis avleiðing av grein 8 í javn- støðulógini. Grein 8 snýr seg um almennar nevndir og ráð, og tað stendur í lógini, at »allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingar- valdið útnevnir, skulu verða sett saman soleiðis, at um- leið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboð- aðir.« Annika vísir á, at tey fyrst árini, lógin var í gildi, vóru flestir limir í nevndun- um mannfólk. – Men Javn- støðunevndin hevur fyrstu nógvu árini áhaldandi víst á ójavna kynjabýtið, og so við og við er siðvenjan á økinum broytt. Nú hevur umsitingin veruliga roynt at fingið lógini at rigga, soleiðis at javnvágin kann tryggjast, sigur Annika Wardum Joensen, sum vón- ar, at tølini fara at blíva enn betri. Bert ein kvinna í Fiskimálaráðnum Og hyggja vit nærri at nýggju tølunum, so gerst greitt, at langt er á mál. Tí sjálvt um samlaði býtið millum kynini í almennu nevndunum er 61 % til menn og 39 % til kvinnur, so er stór ójavnvág í ein- støkum nevndum. Í eitt nú Fiskimálaráðn- um siga tølini, at 97 % av nevndarlimunum eru mannfólk. Talan er um 37 mans og eina kvinnu. – Eg haldi, at tað er óheppið, at tá tað kemur til okkara høv- uðsvinnu, at kynjabýtið er so ójavnt, sum tað er, sigur Annika. Hon leggur aftrat, at ein av orsøkunum til stóru ójavnvágini í Fiski- málaráðnum man helst verða, at nógvir nevndar- sessir eru føddir sessir. Við hetta meinar forkvinnan í Javnstøðunevndini, at ofta skal ein sessur til tann og tann formannin í tí og tí fel- agnum. – Tá kann verða øgiliga trupult at tryggja javnt kynjabýti, sigur Ann- ika. Kaj P. Mortensen, aðal- stjóri í Fiskimálaráðnum, váttar pástandin hjá Anniku Wardum Joensen um, at tað eru tey ymsu feløgini, ið velja sínar limir til nevnd- irnar í Fiskimálaráðnum, og eru hetta ofta mannfólk. Kaj P. Mortensen sigur, at hann hevur ikki so stóra ávirkan á, hvør skal sita í nevndunum. – Taka vit t.d. Fiskivinnu- ráðið, so eru tað bara for- mann, næstformann, og skrivara, ið vit kunnu velja. Vinnulívið ræður fyri hin- um limunum. Men her hava vit so havt tann politikkin, at um vit kunnu seta eina kvinnu, so seta vit hana, sigur Kaj P. Mortensen, aðalstjóri í Fiskimálaráðn- um. Kaj leggur aftrat, at oftast eru tað sjómanna- feløgini og manningarfel- øgini, ið velja menn, og hann heldur orsøkini vera, at fáar kvinnur eru at finna í hesum feløgum. Men í einstøkum ráðum síggja tølini betri út, um hugsað verður um javn- støðu. Hyggja vit t.d. at Vinnumálaráðnum, so síggja vit, at býtið er 66 – 34 í mun til 75 – 25 fyri trimum árum síðani. Til hetta sigur Annika Wardum Joensen, at fólkini í Vinnu- málaráðnum hava veruliga roynt, at fingið kvinnur inn í nevndararbeiðið. – Men vit síggja generelt, at í ráðum og nevndum, ið hava við vinnuna at gera, at har eru fleiri menn. Hin- vegin síggja vit, at á økjum, sum ikki vinna pening, men sum brúka pening, t.d. Al- mannamálaráðið, har eru fleiri konufólk at finna, sig- ur Annika. Eitt gott dømi um hetta er Familju- og heilsumálaráðið, har kyns- býtið er javnari enn í nakr- ari aðrari almennari nevnd. Her finna vit nevniliga 19 mannfólk og 19 konufólk. - Eg haldi, at fulltrúarnir, sum hava til uppávu at finna fólk til nevndinar, eru meira bevístir um javnstøðu enn flest onnur, sigur Ann- ika. Ì hesum sambandi vísir Annika á, at Javnstøðu- nevndin hevur skotið upp fyri landsstýrismanninum, at ein mannagongd verður gjørd, tá nýggj nevnd skal setast. – Fyrst hyggja vit í javn- støðulógina, og har stendur tað, at javnt kynjabýtið skal verða, og so innstillar man líka nógv mannfólk sum konufólk til nevndina, heldur Annika, sum leggur afturat, at henda manna- gongdin vildi í ein ávísan mun tryggjað eitt javnt kynjabýtið í almennum nevndum. Hjálparamboð skal geva meira javnstøðu Men ofta kann tað verða trupult, at finna nóg nógv konufólk ella mannfólk, sum ein kann innstilla til eina almenna nevnd. Ì nógvum førum er tað so- leiðis, at tá kynjabýtið í ein- ari nevnd ikki er javnt, og orsøkin kann hugsast at vera, at trupult er at finna fólk. Til hetta sigur Annika Wardum, at fulltrúarnir úti í ymsu ráðunum áttu at havt eitt hjálparamboð. – Tað kundi verið ein databása, har fólk kunnu skriva seg inn og siga frá, at tey eru áhugaði í at koma í eina nevnd. Síðani greiða tey frá sínum førleika og sínum áhugaøki, og tískil verður lættar at finna fólk og samstundis verður javn- støðan tryggjað, sigur Ann- ika, sum fer at arbeiða víð- ari við málinum í nærmastu framtíð. Men væntar Annika, at ein slík skipan kann ávirka góðskuna av tí nevndar- arbeiði, sum verður gjørt, soleiðis at skilja, at nevnd- irnar ikki fáa tey bestu fólkini. – Nei, tvørturímóti. Hon tryggjar, at góð fólk verða vald. Og fyri at fáa fleiri fólk at bjóða seg fram til nevndararbeiði, kundi tað kanska eisini verið eitt hugskot at skipað fyri skeiðum í nevndararbeiði. Hinvegin skal man tryggja, at fólkini í nevndini hava áhuga fyri tí arbeiði og málsøki, tey fáast við, sigur Annika og skoytir uppí, at útbúgvingar og skeið mugu til. – Eitt nýtt fólk í einari nevnd veit ikki rættuliga, hvussu arbeiðsgongdin er, og hvussu ein skal loysa ymsar trupulleikar. Hetta kann møguliga fáa fólk at aftra seg við at taka av til- boðnum um ein nevndar- sess, sigur Annika Wardum Joensen, sum altso sjálv er nevndarkvinna. Pengar til Javnstøðunevndina Men sjálvt við skeiðum og eftirútbúgvingum kann tað verða møðsamt at vera í eini nevnd, tí tað er brúk fyri peningi. Annika War- dum vísir í hesum sam- bandi á, at Javnstøðunevnd- in bert fær 295,000 krónur um árið. – Vit hava brúk fyri meira peningi úr Al- mannamálaráðnum, tí sum er, hava vit alt ov lítið, sigur Annika, og sammetir Før- oyar við Ísland. – Ìslendingar nýta umleið fimm milliónir krónur til javnstøðuarbeiðið um árið. Hetta átti eisini at verið upphæddin, vit fingu í Før- oyum, tí neyðugt er, at í minsta lagi tvey fólk ar- beiða fulla tíð við javn- støðu. Umframt at vera for- kvinna, arbeiði eg ein dag um vikuna fyri Javnstøðu- nevndina og havi ongan starvsfelaga. Tað er ikki gott fyri arbeiðið ongan at hava at tosa við um hugskot og møguleikar. Eg kann ikki ringja til nevndarlim- irnar í tíð og ótíð, tí tey hava sítt arbeiði at passa. Eg tosi tí næstan bara við fulltrúan í Almannamála- ráðnum, sum arbeiðir við javnstøðumálum, men hon arbeiðir avmarkaða tíð, so tey, sum hoyra mest um javnstøðu, eru familjan hjá mær og vinfólkini, sigur ein skuffað Annika Wardum Joensen. Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður í almannamál- um, var ikki at hitta áðrenn blaðið fór til prentingar. Men Annika Wardum Joen- sen sigur, at landsstýris- maðurin í almannamálum hevur víst áhuga fyri arbeiðnum í Javnstøðu- nevndini, og vónar hon tískil, at játtanin á fíggjar- lógini verður hækkað. Annika sigur tó, at tað týdningarmesta í javn- støðuarbeiðinum eru ikki pengar, men hugburður. – Vit hava brúk fyri, at fólk vísa áhuga fyri málinum. Og serliga týdningarmikið er tað, at kvinnur og menn ikki taka sær av løttum í hesum sambandi, tí kynini mugu arbeiða saman til tess at tryggja endamálið í javnstøðulógini, sigur Annika Wardum Joensen at enda. Javnstøðulógin varð sett í gildi í 1994, og »megin- eglan [í lógini] er, at tað ikki er loyvt at gera mis- mun á fólki vegna kyn. §1, stk 2 er frávik frá hesum, tí har stendur, at tað er loyvt at tryggja øðrum kyninum serlig rættindi, um enda- málið er at fáa javnstøðu á økinum.« Annika Wardum Joensen: – Javnstøðan er javnari enn nakrantíð 37-ára gamla Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini, sigur, at javnstøðan er javnari enn nakrantíð í almennum nevndum og ráðum, men at arbeiðast skal víðari 15 14 Nr. 158 - 23. august 2003 Fyrsta altjóða filmstevnan í Keypmannahavn er av. Filmurin, ið setti stevn- una, er um donsku tjóvar- nar, ið stjólu víðagitna Rembrandt-málningin herfyri. Leikstjóri er Jannik Johan- sen (f.1965). Kveiktur av hendingunum fer hann aftur um søguna um listar- liga ránið og lýsir teir báðar óphepnu tjóvarnar, faðir og son, sum uttan at vita av tí, stjala skeiva málningin, ein virðismiklan Rembrandt. Hóast filmurin enn ikki er frumsýndur alment, hev- ur Norðurlandahúsið longu tryggjað sær filmin til skránna hjá Klippi, Films- felagi Norðurlandahúsins í vetur. Sýningarnar hjá Klippi verða mikukvøld og filmurin »Rembrandt«, sum hevur Lars Brygman, Nikolaj Coster Waldau og Paprika Steen í høvuðsleik- lutunum, verður sýndur 12. november 2003. Fyrsti filmur í sýningar- skránni hjá Klippi verður »Dogville« eftir Lars von Trier. Framsýningin »The Art of Indian Children« letur upp í Norðurlandahúsinum týs- dagin hin 2. september klokkan 10. Á framsýningini eru stór- ir málningar, sum siga frá um gerandisdagin hjá indian- arabørnum í Mexico. Framsýningin verður í Norðurlandahúsinum til og við 5. oktober 2003. Fyriskiparin, Doris Pal- vio, ætlar harafturat at ar- beiða saman við føroyskum børnum, sum ganga í 5.-6. flokki. Í felag skulu tey gera litfagrar málningar á masonitt plátur. Framsýningin við meksi- kansku málningunum og verkætlanin við børnum á staðnum hevur áður verið í Grønlandi, Finnlandi, Sáma- landi og Russlandi. Teir lærarar og tey børn, sum hava áhuga at verða við eru vælkomin at seta seg í samband við Norður- landahúsið. TÍÐINDASKRIV frá SMS Leygardagin 23. august vitja tveir kendir danir í SMS. Talan er um teir báðar rappararnar Nik & Jay, sum teljast millum heitastu nøvnini í donskum tónleiki nú á døgum. Eisini í Føroyum hava teir stóran fjepparaskara, og øll hesi fáa møguleikan at hitta teir í SMS. Klokkan 13.00 leygar- dagin 23. august koma Nik & Jay í SMS at vitja, og har verður møguleiki at fáa autografar frá teimum báð- um. Konsert Seinni hetta kvøldið hava Nik & Jay konsert í ítróttar- høllini á Hálsi, og longu nú ber til at onga sær atgongu- merki til konsertina. Tey verða seld á Shell-støð- unum kring landið, og eis- ini ber til at keypa tey í SMS, tá ið Nik & Jay vitja har. – Alt er komið upp á pláss við konsertini, og nú vóni eg bara, at undirtøkan fer at vera góð, sigur Elin í Stórustovu, sum skipar fyri konsertini. – Tað byrjaði av reinum áhuga, at eg setti meg í samband við Nik & Jay. Eg hevði ikki roknað við, at teir vildu koma hendan vegin at hava konsert, men tað vísti seg, at tað vildu teir fegnir. Steðga í nakrar dagar Nik & Jay koma til landið fríggjadagin 22. august, og teir fara ikki avstað aftur fyrr enn mánadagin 25. august, so umframt fram- førslurnar í Føroyum fáa teir eisini ein smakk av landinum og fólkinum. Tey eru 14 tónleikarar í ferðalagnum, og afturat sjálvum høvuðspersón- unum báðum eru eisini tón- leikarar, ljóð- og ljósfólk og onnur hjálparfólk. – Tað eru nógvar útreið- slur av einum slíkum til- taki, og tí hevði tað als ikki latið seg gjørt uttan teir góðu stuðlarnar, sum eg havi fingið til tiltakið, sigur Elin í Stórustovu. Stjørnurnar veðra á Torg- inum í SMS leygardagin 23. august kl. 13.00. Danskar stjørnur í SMS At stjala Rembrandt List og børn í Mexico Sosialurin í Vágunum Vegna summarfrí er skrivstovan stongd. Opið verður aftur, hósdagin 4. september. Lýsingar, heilsur og tilfar til blaðið skulu sendast til høvuðsdeildina á Argjum: Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Tlf. 341800 Fax 341801 Teldupostur: post@sosialurin.fo Sosialurin C M Y K 14